Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. august 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 145 - 2. august 2002 Nr. 145 - 2. august 2002 3 LISTASTEVNA 2002 VERðUR SETT LEYGARDAGIN KL. 14. Fyrireikingar til Listastevnuna eru farnar í gongd, m.a. arbeiðir Barbara í Gongini í Norður- landahúsinum saman við designarunum og modellum. Í Listaskálanum verður framsýning sett sunnudagin 4. august kl. 16 – úr Pætursborg eru listafólkini Djamal Djumabaeva og Michail Kudinow komin til landið. Í sambandi við Runrig / Týr konsertina leygarkvøldi er stórt og dýrt ljóðanleggi leigað frá Lydkompagniet(DK). Við anlegginum eru 2 ljósmenn og 1 ljóðmaður komnir frá Lyd- kompagniet. Í Grasagarði verður verkið »DYR« sýnt fram, sum Guðrið Poulsen, Tita Vinther og Astrid Andreasen skipa fyri. Elsa Waage hevur konsert sunnukvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Ernst S. Dalsgarð venur í hesum døgum á Musikkskúlanum saman við Christen S. Tegl- bjerg til setanarkonsertina leygardagin – nýskrivað verk eftir Trónd Bódason, Niels Uni Dam eigur orðini. JÓANES ANDREASEN Klaverleikarin Jóhannes Andreasen úr Havn er óivað ein tann evnaríkasti á sínum øki í Føroyum. Hann hevur drúgvar altjóða royndir og er skúlaður í Eysturríki, Sveis og Ong- landi. Harafturat hevur Jóhannes drúgvar heimligar royndir frá Aldubáruni og Musica Viva. Jóhannes fer á trimum konsertum, sum verða í Norðurlandahúsinum, á Tvøroyri og í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, at spæla eina fjølbroytta skrá við verkum eftir Mozart, Chopin - og Rasmussen, tað er Sunleifi Rasmussen. Føroyska verkið hjá Sunnleifi er nýtt. Sunleif Rasmussen fær í ár stóru Norðurlendsku tónleikavirðislønina. Virðirslønin, sum er áljóðandi 350.000 danskar krónur, verður handað á stevnu í Helsingfors í oktober, tá Norðurlandaráðið fer at hátíðarhaldað fimmti ára dagin. Leygardagin 3. august í skúlanum í Trongisvági kl 16 Mánadagin 5. august í Høllini í Norðurlandahúsinum kl. 19:30 Hósdagin 8. august í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 20 Kostnaður 150 kr WAAGE SYNGUR WAGNER Íslendska Elsa Waage, sum er av føroyskari ætt, er kontraalt og telist millum fremstu opera- sangarar. Ið hvussu er tá umræður Wagner. Saman við sær hevur hon klaverspælaran Giulio Zappa, sum er úr operunnar heimlandi, Italia, har Elsa eisini býr. Til setanina av Listastevnu Føroya fer Elsa Waage at syngja “Erdas Warnung” úr operuni Das Rheingold eftir Richard Wagner. Á sunnudagskonsertini í Mentunarhúsinum í Fuglafirði fer Elsa harafturat at framføra íslendskar og aðrar norðurlendskar sangir, verk eftir Schumann, Benjamin Britten, Ludwig Bernstein og Kurt Weill. Ein frálík løta í frálíkum hølum við frálíkari skrá. Sunnudagin 4. august Mentanarhúsið í Fuglafirði kl. 20 Kostnaður: 175 kr KINGO X 3 Aftur í ár verður Kingo partur av guðstænastuni í trimum kirkjum. Sum frálíður er ætlanin at náa allar kirkjur í landinum, tríggjar hvørja ferðina. Hesaferð verður Kingo sálma- sangurin partur av guðstænastu hin 4. august í Funnings kirkju, har Niels Midjord, Hans J. Hansen og Petur J. Eliasen luttaka. Hin 11. august fara tær báðar Petra Iversen og Eivør Pálsdóttir at syngja Kingo í Kaldbaks kirkju. Síðsta stevnudagin, sunnudagin hin 18. august, verður høvi at hoyra tjørnuvíkingar syngja Kingo í Saksunnar kirkju, sum upprunaliga var kirkja tjørnuvíkinga. Eisini næsta ár verður gjørt burturúr Kingo við tað at 300 ár tá verða liðin síðani skaldið og presturin Thomas Kingo andaðist. Sunnudagin 4. august kl. 12 og kl. 17 í Funnings kirkju. Sunnudagin 11. august kl. 12 í Kaldbaks kirkju. Sunnudagin 18. august kl. 12 í Saksunnar kirkju. OLE BORNEDAL Danski leikstjórin Ole Bornedal verður í Norðurlandahúsinum mánadagin. Í Norðurlanda- húsinum fer hann at sýna stórfilmin “I am Dina”. Sýningin verður í Høllini klokkan 15:00 og aftaná filmssýningina fer Ole Bornedal at greiða frá um filmin í Klingruni. Filmurin “I am Dina” byggir á samnevndu norsku skaldsøguna, sum Torbjørg Wassmo skrivaði. Eins og bókin lýsir filmurin ta ungu Dinu, sum ikki smæðist við at taka av lívsins sjálvtøkuborði. Hon verður stýrd av sínum tráðanum, tørvum og langtanum. Ole Bornedal er ein tann mest umrøddi danski leikstjórin í løtuni og hevur eisini arbeitt við filmi í Hollywood. Filmur er tó ikki einasta málsøkið, hann fæst við. Ole Bornedal er væl kendur innan sjónleikaravirksemi bæða á palli og handan. Mánadagur 5. august í Norðurlandahúsinum kl. 15 Kostnaður: 125 kr. FILMPROGRAM The Curse of the Jade Scorpion: Woody Allen spælir høvuðsleiklutin sum tryggingar-de- tektivurin, WC Briggs. Hann reypar av, at hann megnar at greiða øll tjóvarí, uttan mun til, hvat tað snýr seg um. Hann verður sjálvur ein sannur meistaratjóvur, tá hann kemur í klórnar á einum kriminellum hypnotisøri. Nú skal Briggs brádliga avdúka og uppklára sínar egnu brotsgerðir, og fløkjan verður enn fløktari, tá hann harafturat verður skotin í arvafígginda sínum, starvsfelaganum Betty Ann, ið verður meistarliga spæld av Helen Hunt. Søgugongdin fer fram í New York í 40´unum, og í filminum verður - sum altíð, tá Woody Allen er í myndini – borðreitt við eini ørgrynnu av láturligum hendingum, væl uppløgdum samrøðum og góðum jazztónleiki. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio The Man Who Wasn´t There: Seinasta plettskotið hjá Coen-brøðrunum fer fram í Kali- fornia í 1949. Ed Crane (Billy Bob Thornton) livir eina anonyma tilveru sum hárskeri í salongini hjá verforeldrum sínum. Hann droymir um eitt annað og meira spennandi lív, og tá hann so verður tippaður um eina brandgóða íløgu í eitt reinsarí, roynir hann seg. Men einasti møguleikin hjá honum at fáa hendur á peningi til íløguna, er at kroysta teir úr elskaranum hjá konuni. Filmurin, sum er gjørdur í svørt-hvítum, er ein væleydnað nýmótans eftirgerð av tí klassiska amerikanska noir-thrillaranum. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio The Believer: Hesin skakandi filmurin, ið byggir á veruligar hendingar, lýsir ein ungan jødiskan aktivist í nýnasistiska umhvørvinum í New York. Í afturlitum síggja vit, at Daniel verður tveittur út úr jødiska skúla sínum, tí hann setir atfinningarsom spurnartekin við trúarligu boðskapirnar. Vit fylgja honum á politiskar fundir á tí fundamentalistiska høgravonginum, og har kemur hann í samband við eina hernaðarliga venjingarlegu, har luttakararnir hava møguleika fyri at gerast yvirgangsfólk. Samstundis roynir Daniel at fjala sín nasistiska samhuga fyri familju síni. »The Believer« verður mettur at vera ein av týdningarmestu amerikansku filmunum í nýggjari tíð, og filmurin er so umstríddur, at eingin hevur enn torað at sýnt hann í USA. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio Amélie úr Montmartre: Amélie starvast sum borðgenta á eini lítlari matstovu í París, har hon livir eitt friðarligt lív. Men ein dag ger hon til sítt kall at broyta lívið hjá fólki, uttan at tey vara av. Hon kyndir undir eitt kærleikssamband, sendir urtagarðsálvan hjá pápanum kring knøttin og setir óhøviska grønmetiskeypmannin skák mát. Tá Amélie sjálv verður forelskað í tí duldarfulla Nino, noyðist hon at viðurkenna, at eisini hon má broyta sítt egna lív. Hendingagongdin í filminum er snedig og sjarmerandi, og við sínum sjáldsama og viðkomandi myndamáli verður filmurin mettur at verða eitt valaverk innan franska filmslist. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio Okay: Nete er 37 åra gomul, sosialráðgevari, mamma til ein tannáring og gift við Kristiani. Hon stýrir heimi og starvsleið við harðari hond, til pápi hennara brádliga gerst illa sjúkur, og Nete heldur uppá, at hann skal búgva hjá teimum, tað seinastu tíðina. Maður og dóttir er ikki so eldhugað, – Kristian fjeppast uppi í einum ungum kvinnuligum næmingi, og dótturin festir í sín ungdómsuppreistur. Tað fer heilt av skriðuni, tá pápin brádliga batnar, men ikki ætlar sær at flyta av teirri orsøk. Í sínum royndum at gera tað rætta allatíðina, noyðist Nete at sanna, at hennara samband við pápan ongantíð hevur verið heilt gott. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio Gosford Park: Hóast hendan framúr morðfarsan er eftir amerikanska filmsveteranin, Ro- bert Altman, so fyrikemur hon kortini at vera bretsk í hvørjari tægr. Vit eru stødd á einum bretskum garði í 30´unum. Her hittist fólk úr yvirstættini fyri at fara á veiðuferð. Øll hava tey síni ersónligu tænastufólk við sær, og vit verða vitni til lokabrøgdini bæði »upstairs« og »downstairs«. Her er eisini ein stórmaður innan amerikanskan film, og samanbresturin millum enska snobbið og amerikanska vulgaritetin verður meistarliga lýstur. Tá verturin sjálvur, Sir. William, verður funnin myrdur, kemur av álvara flog yvir søgugongdina. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio I am Sam: Sam (Sean Penn) er menningartarnaður, starvast í einum kaffihúsi og er berg- tikin í The Beatles. Hann býr einsamallur við dóttrini, Lucy Diamond, og saman gongur gerandisdagurin væl. Men tá dótturin kemur til skúlaaldurs, varnast hon, at hon er birgari enn pápin andliga. Í einari roynd at verja Sam, ger hon seg býttari enn hon er, men tað endar kortini við, at hon verður flutt heimanífrá av mynduleikunum. Sam trýstur stjørnusakføraran, Ritu Harrison (Michelle Pfeiffer) at hjálpa sær at fáa foreldra- mynduleikan, og undir málsgongdini lærir Rita ikki so lítið av Sam. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio Monsoon Wedding: Eitt stórt fyriskipað brúdleyp í indisku yvirstættini er karmur um hendan litríka og undirhaldandi filmin, sum hevur verið á sannari sigursferð kring heimin. Komandi brúðurin, Aditi, fríggjar við einum giftum sjónvarps-framleiðslustjóra, og vit eru við, tá hon á fyrsta sinni hittir komandi mann sín, sum vil hava hana við sær til USA. Systkinabarnið, Ria, hjálpir við brúdleypsfyrireikingunum, men ber uppá eitt ræðuligt loyndarmál, sum hóttir við at sora familjuna. samstundis stríðist brúdleypsfyriskiparin, P.K. Dubey við at fáa alt frá hondini rættstundis. Filmurin er eitt satt fyllishorn av litum og tónleiki og gevur eina veruleikakenda mynd av einum nýmótans og samansettum India. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio No Man´s Land: »No Man’s Land« er ein veruleikakend og beinhørð krígslýsing úr Jugo- slavia, ið var. Vit eru í Bosnia í 1993, har bosniski hermaðurin, Ciki, sleppur undan einum serbiskum snigálopi í eini skotgrøv millum báðar frontarnar í ongamannalandi. Tveir serbiskir hermenn kanna økið og gera eina minufellu við at leggja ein deyðan bosniskan hermann á bumbuna. Hetta fær Ciki til at drepa annan teirra og at taka hin, Nino, til fanga. Ciki og Nino sleppa ikki úr aftur skotgrøvini, men so verður greitt, at hermaðurin, ið liggur á minuni, ikki er deyður kortini. Hendan vitleysa og vanlukkuliga støða vekjur ans millum altjóða fjølmiðlarnar og í ST-herliðunum, sum eru har umleiðir. Filmurin fekk fyrr í ár ein Oscar fyri at vera besti filmur á fremmandamáli. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio Elling: »Elling« er deiliga søgan um ein serskølt, sum eftir deyða mammu sínar, noyðist at standa á egnum beinum – 40 ára gamal. Forsorgarmynduleikarnir flyta Elling saman við Kjell Bjarne, sum er vinmaður hansara. Teir skulu búgva saman í eini íbúð í Oslo. Í fyrstuni tora menninir ikki so frægt sum at taka telefonina, men sum frá líður byrja teir so smátt at snodda til lívið uttanfyri. Elling roynir seg sum yrkjara í mentunarliga undirgrundarumhvørvinum, og vinarlagið millum teir báðar kemur undir harðligt trýst, tá Kjell Bjarne verður forelskaður í yvirbúgvanum, sum er uppá vegin. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Atlantis Bio og Suður Bio BARNAFILMUR: Lilo & Stitch: Lilo er ein genta av Hawaii, sum er uttan fyri felagsskapin hjá hinum gent- unum. Tí verður hon lukkulig, tá hon ein dagin finnur ein lítlan hund, sum hon rópar Stitch. Tað kemur ógvuliga óvart á hana, at Stitch í veruleikanum er ein vísindalig roynd, og at hann er rýmdur frá vísindafólkunum á gongustjørnini, Turo. Og teir eru skjótt í hølunum á lítla ótanganum, Stitch. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio leygardagin 10. og sunnudagin 11. august kl. 15. Spirit - Stallion of the Cimarron: Langt inni í Cimarron-dalinum livur ein bólkur av vill- um amerikanskum rossum. Her er tann djarvi og forvitni Spirit føddur, og hann skal leiða bólkin eftir pápa sín. Ungi greðingurin gerst vinmaður við ein indiána og verður forelskað- ur í ryssuni, Rain. Tað verður ein vanlukka fyri villa greðingin, tá ein eirindaleysur oberstur, sum fyri alt í verðini vil temja hann, fær klørnar í Spirit. Spirit er ein teknifilmur eftir tey somu, ið gjørdu Shrek. Filmurin verður sýndur í Havnar Bio leygardagin 17. og sunnudagin 18. august kl. 15 – Eg góðtaki hesa afturtøkuna frá Tór- birni Jacobsen, og nú fara vit at hyggja frameftir, sigur Jørg- en Niclasen, sum heldur, at fjølmiðlar- nir hava dramatiser- að ov nógv í sam- bandi við skuldset- ingarnar POLITIKKUR Heri á Rógvi Eins og løgmaður metir Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður, at nógv um- rødda málið millum hann og Tórbjørn Jacobsen er úti av verðini. – Eg góðtaki hesa aftur- tøkuna frá Tórbirni Jacob- sen, og nú fara vit at hyggja frameftir, sigur Jørgen Nicla- sen. Í tí so nógv endurgivna lesarabrævinum hjá Tór- birni Jacobsen verður Jørg- en Niclasen lagdur undir ikki at duga at skilja ímill- um sítt egna og annara, og hann kundi ikki sitið í nak- rari aðrari stjórn í heimi- num. Jørgen Niclasen metir, at hetta málið hevur skatt samgonguna, men hann góðtekur afturtøkuna frá Tórbirni Jacobsen, hóast talan ikki er um nakra um- bering. Jørgen Niclasen heldur, at løgmaður gjørdi rætt, tá hann kravdi eina fulla afturtøku, um sam- gongan skuldi halda fram. Spurdur, svarar Jørgen Niclasen, at tað ikki er so týdningarmikið, hvør er vinnari og tapari í hesum málinum, men heldur at ar- beiðast kann víðari hjá samgonguni. – Tað er klárt, at málið hevur skatt samgonguna, og nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at eydnast at halda fram við samstarvi- num, sigur Jørgen Nicla- sen. Landsstýrismaðurin sig- ur, at hann sum landsstýris- maður í tíð og ótíð verður hongdur fyri eitt og annað. Hóast hann ikki er glaður fyri skuldsetingarnar, so metir hann hetta málið vera úti av verðini. Sambært Jørgen Nicla- sen vóru tað ikki bara orð- ini hjá Tórbirni, sum fekk samgonguna at rilla, men eisini fjølmiðlarnir hava spunnið burturúr málinum. – Fjølmiðlarnir hava havt hug at dramatisera og at gera ting ógvuslig og skapa klandur, sigur Jørgen Nicla- sen at enda. Jørgen Niclasen: Úti av verðini Jørgen Niclasen eggjar til at halda fram í samgonguni, heldur enn at klandrast C M Y K 3 2 -50% ÚTSØLAN ER BYRJAÐ Stásið Niels Finsensgøta tlf. 320626 Við nógvum góðum tilboðum