fríggjadagur 2. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 145 - 2. august 2002
Nr. 145 - 2. august 2002
5
Einasti serhandilin í
Føroyum, ið hevur
lagt seg eftir at selja
tubbak, flytir nú av
Kongabrúnni, har
handilin Oscar F.
Arge hevur hildið til í
64 ár. Thorstein Arge,
eigari av handlinum,
er vónbrotin av, at
handilin ikki kann
halda fram á sama
staði
FLYTING
Stefan í Skorini
– Tað er sera keðiligt, at vit
nú mugu flyta handilin
longur niðan í býin. Hetta
er ein gomul forrætning í
Havn, og tað er traditión
fyri, at keypa tubbak á
Kongabrúnni, og at fólk á
hvørjum ári keypa sigarir
til ólavsøku her, sigur Thor-
stein Arge, sum hevur rikið
handilin seinastu fjúrtan ár-
ini.
Tá vit støkka inn á gólvið
í handlinum hjá honum á
Kongabrúnni, eru fólk í
ferð við at flyta alla butik-
kina niðan í hattabúðina hjá
Minu, sum nú letur aftur.
Thorstein fer tó ikki undir
at seyma húgvur til student-
ar komandi vár.
Hóast handilin skal flyt-
ast, so hevur Thorstein ong-
ar ætlanir um at hava
handilin stongdan. Flyting-
in skuldi fáast frá hondini
mikudagin, og handilin
skuldi síðani lata uppaftur
hósdagin í nýggju hølunum
í Niels Finsensgøtu.
Handilin hevur altíð ver-
ið ein býarmynd í Havn, og
nógv munnu fara at hava ilt
við at venja seg við, at
tubbakshandilin á Konga-
brúnni nú flytir longur nið-
an í býin. Handilin fer tó
enn at vera í miðbýnum.
Orsøkin til flytingina er,
at Tryggingarfelagið Før-
oyar hevur keypt bygning-
in, og felagið skal nýta
hann til sítt virksemi.
64 ár á Kongabrúnni
Tað var Oscar Arge, sum á
ólavsøku í 1938 lat upp
tubbakshandil á Konga-
brúnni. Oscar var farbróðir
Thorstein,
sum
keypti
handilin frá einkjuni eftir
Oscar.
Thorstein keypti handilin
í 1988, eftir at einkjan eftir
Oscar hevði rikið hann
síðan 1975. Seinasta árið
hevur Thorstein selt tubbak
í gomlu hølunum hjá
Heimavirkinum, men áðr-
enn helt handilin til við
síðuna av gullsmiðinum
Niels L. Arge.
– Fólk koma enn á gátt
hjá okkum og vilja hava
skóleistar, tí tey vita ikki, at
Heimavikrið er flutt, tekur
Thorstein skemtiliga til.
Hann greiðir frá, at hann
hevði verið sjómaður nær-
um alt sítt lív, áðrenn hann
keypti tubbakshandilin á
Kongabrúnni.
– Eg havi eina fortíð á
sjónum, men eg hevði hug
at royna nakað nýtt, og so
keypti eg handilin, tá hann
var til sølu. Tað havi eg tó
ongantíð
angrað,
sigur
Thorstein, sum festir sær í
eina vanliga Prince, meðan
vit práta.
– Eg royki Prince, og eg
royki nógvar Prince, sigur
hann, hóast ein kundi trúð,
at ein tubbakssølumaður
roykti okkurt meira ókent
og eksotiskt merki.
Einasti serhandil
Firma Oscar Arge er einasti
serhandil av sínum slag í
Føroyum, og tað er torført
at fáa ein slíkan handil at
bera seg.
– Tað er torført at reka
ein slíkan handil í Føroy-
um, og umstøðurnar eru
nógv broyttar seinastu ár-
ini. Síðan eg keypti handil-
in í 1988, hava vit havt eina
búskaparliga kreppu, vit
hava fingið meirvirðis-
gjaldið og kappingin er
vorðin ómetaliga hørð, sig-
ur Thorstein.
Handilin Oscar F. Arge er
bæði heilsøla og smásøla.
Tað vil siga, at hann selir
tubbak til handlar kring
landið og til havnarmenn,
sum bara vilja hava ein
pakka av prince ella eina
sigar til ólavsøku.
– Vit eru einasti handil av
slíkum slag í Føroyum, og
vit hava eisini størsta úrval-
ið av tubakki. Tey, sum vilja
hava okkurt heilt serligt
slag av tubakki, hava sum
oftast kunnað fingið tað
her, sigur eigarin.
Aftur í ár hevur Thorstein
selt eina rúgvu av sigarum
til ólavsøkuna. Tað eru tó
ikki tær kubansku sigarir-
nar, sum verða mest seldar.
Til hesa ólavsøkuna hava
tey selt flest sigarir av slag-
num Cubao Monarcho,
sum eru av Filipsoyggj-
unum. Thorstein sigur, at
tað loysir seg ikki at selja
kubanskar sigarir í Føroy-
um, tí tær eru ov dýrar.
Vónbrotin
Í upprunaliga byggiloyvi-
num hjá Tryggingarfelag-
num Føroyar setti býráðið
ta treyt, at byggingin ikki
skuldi órógva handilslívið á
Kongabrúnni. Hetta undan-
takið varð tó strikað, tá
endaliga byggiloyvið varð
givið.
– Eg troystaði meg sjálv-
an við, at byggingin hjá
Tryggingarfelagnum Før-
oyar ikki skuldi órógva
handlarnar, sum hildu til í
bygninginum, men eg kann
bara staðfesta, at hetta er
annar handilin, sum verður
koyrdur út, tí Heimavirkið
er eisini flutt, sigur Thor-
stein Arge, sum ikki er sørt
misnøgdur við framferðina
hjá Tórshavnar býráði.
Einki tubbak á Kongabrúnni
Thorstein Arge hevur
seinastu dagarnar rokast við
at flyta. Her stendur hann
uttanfyri handilin við
tómum pakkeskjum.
Tubbakshandilin Oscar F.
Arge, sum hevur hildið til á
Kongabrúnni í 64 ár, flytur
nú longur niðan í býin
Mynd: Álvur Haraldsen
Einasti tubbakshandilin í Føroyum flytir nú av Kongabrúnni.
Hesin handilin hevur størsta úrvalið av tubbaki í Føroyum. Her
standa krambagentan Marjun og Thorstein og pakka niður
Mynd: Álvur Haraldsen
Undir steypafinaluni
á Tórsvølli ólavsøku-
dag løgdu mong
kanska til merkis, at
GSM fartelefonsam-
bandið fór. Tekniski
stjórin á Føroya Tele,
Hjalgrím Hentze,
sigur, at hetta ikki er
ein ókendur trupul-
leiki, og at arbeitt
verður við honum
GSM SAMBAND
Heini í Skorini
Upp ímóti 5.000 fólkum
vórðu savnað á Tórsvølli til
steypafinaluna millum HB
og
NSÍ
ólavsøkudag.
Sjáldan eru so nógv fólk
savnað á einum og sama
staði í Føroyum, og sjáldan
eru so nógvar fartelefonir í
gongd samstundis á so
lítlum øki.
Samankroysti fartelefon
aktiviteturin á Tórsvølli
førdi við sær, at GSM sam-
bandið fór undir sjálvari
finaluni. Sambært Hjal-
grím Hentze, stjóra á
teknisku deild á Føroya
Tele, var orsøkin ovur-
nýtsla
av
fartelefonum
somu tíð og á sama staði,
og sendarin, sum umfevnir
hetta øki, megnaði ikki at
nøkta tørvin hjá mongu
fartelefonunum, og tískil
fór sambandið.
Seta upp eykastøðir
Hjalgrím Hentze sigur, at
hetta ikki er ein óvanligur
trupulleiki, og at sam-
bandið kann fara undir
slíkum stórum tiltøkum.
- Sendararnir, sum Før-
oya Tele hevur sett upp, eru
ymiskir á stødd, og summir
klára
fleiri
samtalur
samstundis
enn
aðrir.
Sendarin, sum fevnir um
viðkomandi øki, hevði ov
fáar kanalir til mongu
fartelefonirnar, og tískil fór
sambandið, sigur Hjalgrím
Hentze.
Hann vísir á, at Føroya
Tele setir upp eykastøðir til
tiltøk sum ólavsøkuna, og
hava hesir sendarar fleiri
kanalir og kunnu upptaka
fleiri samtalur, men hetta
eru bert fyribils loysnir.
- Vit síggja, at GSM
nýtslan minkar sera nógv
úti á bygd um ólavsøkuna,
og at hon økist samsvarandi
í Havnini. Hesar dagar
verða fartelefonir í øllum
Føroyum savnaðar í høv-
uðsstaðnum, og tískil seta
vit upp eykastøðir við
sendarum,
sum
megna
fleiri samtalur, greiðir Hjal-
grím frá.
Keypa nýggjan
sendara
Føroya Tele fer sambært
Hjalgrím Hentze at keypa
nýggjan sendara. Hesin
sendari verður størri, og
megnar hann sostatt størri
nýtslu av fartelefonum
samstundis.
Hjalgrím
Hentze sigur, at nýggi
sendarin fer at kosta hálva
til trý kvarta millión, og at
hann verður tøkur um
nakrar mánaðir.
- Nýggi sendarin fer
sjálvsagt ikki at nøkta allan
tørvin, tað er ógjørligt, og
hetta vil ikki siga, at
trupulleikin fer at hvørva,
men tað fer avgjørt at betra
um umstøðurnar, sigur
Hjalgrím Hentze at enda
við Sosialin.
GSM sambandið
hvarv á Tórsvølli
GSM sambandið hjá mongu fartelefonunum, sum funnust millum áskoðararnar á Tórsvølli
undir steypafinaluni, fór brádliga, men hetta er ein vanligur trupulleiki, sigur Hjalgrím Hentze,
tekniski stjóri á Føroya Tele
C
M
Y
K
5
4
Í Tróndargøtu
29
08.00
tel. 318200
218199
ÚTSØLA
-50%
Byrjar fríggjadagin t. 2.8.02
kl.
Alt NOA-NOA