Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 145 - 2. august 2002 Nr. 145 - 2. august 2002 7 Langar bíðirøðir og troðkan stóðst av søluni av atgongu- merkjum undan steypafinaluni á Tórs- vølli ólavsøkudag. Ísak Mikladal, aðal- skrivari í Fótbólts- sambandi Føroya, sigur, at umstøðurnar mugu betrast ATGONGU- MERKJASØLA Heini í Skorini Fleiri áskoðarar sluppu ikki inn á Tórsvøll til steypa- finaluna ólavsøkudag mill- um HB og NSÍ, fyrr enn dysturin langt síðani varð settur í gongd. Orsøkin til hetta var, at ov long tíð gekk at ogna sær atgongu- merki uttanfyri stadion. Bert tvær lúkur til at- gongumerki á sama staði til fleiri túsund áskoðarar var ov lítið, og tá einki var uppmerkt, stóðst troðkan og langar bíðirøðir uttan fyri Tórsvøll beint undan og nakað inn í steypa- finaluna. Ísak Mikladal, aðalskriv- ari í FSF, sigur, at hetta er ein praktiskur trupulleiki, sum skal takast til eftir- tektar og arbeiðast við. - Av tí at einki var upp- merkt, fóru áskoðararnir niðan til sjálva inngongina og vóru síðani beindir oman til billetsøluna, og tá stóðst troðkan. Bingjurnar, har atgongumerkini kundu keypast, skuldu vent øðr- vísi, so áskoðararnir komu framvið bingjuni og ikki beint á bingjuna, sigur Ísak Mikladal, sum eisini leggur afturat, at eftirmeting verð- ur gjørd av fyrireikarunum í nærmastu framtíð, og at hesin praktiski spurningur eisini verður tikin upp tá. Lítið selt í forsølu Hóast tað bert vóru tvær lúkur, skal vera sagt, at lúkurnar vóru langar, so fleiri kundar sluppu til samstundis. Men hóast tað, hevði avgjørt verið betri, um sølan av atgongumerkj- um var við allar tríggjar inngongirnar á Tórsvølli, so fleiri túsund áskoðarar ikki verða savnaðir uttanfyri somu bingju, har "tann sterkasti yvirlivir". - Í forsølu seldu vit 400 atgongumerki í Runavík og 164 í Havn, og tað vil siga, at nógv tann størsti parturin skuldi ogna sær atgongu- merki uttanfyri stadion beint áðrenn dystin. Tá stendst sjálvandi ein trupul- leiki, sum vit so fara at viðgera, sigur Ísak Mikla- dal. Hann leggur afturat, at tá so nógv fólk koma til dyst, verður vanliga tað mesta selt í forsølu, og vísir á dystin millum Danmark og Føroyar á Tórsvølli á sinni. So hesin trupulleiki er ikki komin so væl til sjóndar fyrr. Ísak Mikladal ásannar, at kanska verða broytingar neyðugar hesum viðvíkj- andi, tá føroysku áskoðar- arnir hava lyndi til at bíða eftir veðrinum, áðrenn teir í seinastu løtu avgera at fara, og kanska hevði trupul- leikin verðið loystur við víðkan av atgongumerkja- sølu og betri uppmerking- um. Umstøðurnar mugu betrast Samgongulimirnir hava onki álit á lands- stýrismonnum, sigur Heini O. Heinesen POLITIKKUR Páll Holm Johannesen Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisflokkinum, Heini O. Heinesen er ikki í iva um, hvat goymir seg aftanfyri allan rumbulin um Tórbjørn Jacobsen. - Kjarnin í málinum liggur heilt afturi, tá býtið av málsøkjum fór fram, og tað er ikki nakað nýtt í tí, at fleiri tinglimir í Tjóðveld- isflokkinum ikki vóru nøgdir við tey málsøki, teimum var lutað, tá sam- gonguskjalið varð undir- skrivað, sigur Heini O. Heinesen við Sosialin Heini O. Heinesen vísir á, at ein stór misnøgd er um, at Fólkaflokkurin bæði umsitur fiskivinnumál og vinnumál, og tað var ein óheppin avgerð at lata Fólkaflokkin sleppa at umsita tvey so týdningar- mikil málsøki. - Eingin loyna er, at tann flokkurin, ið umsitir vinnu- mál, skapar føroyska bú- skapin, og tað er rættiliga stórt vald at hava, og har skuldi Tjóðveldisflokkurin verið meira umhugsin, sigur Heini. Ein annar stórur trupul- leiki í samgonguni løtuni er, at tað tykist sum um, at samgongulimir onki álit hava á landsstýrismonnun- um, og hvussu kann nakað uppbyggjandi koma burt- urúr tá, spyr Heini O. Heinesen øtandi. Flokkurin møtist ikki fyrr enn mánadagin Spurdur um, hvat nú fer at henda innanhýsis í tjóð- veldisflokkinum, svarar Heini, at fundur verður ikki fyrr enn mánadagin, tí torført verður at savna allar tinglimir Tjóðveldsfloksins í dag. Heini sigur eisini, at flokkurin helt, at málið um Anfinn og Jørgen var fortíð, men eftir øllum at døma eru allar súður ikki syftar enn. - Tjóðveldisflokkurin brúkti alla síðstu viku uppá at viðgera málið, skulu vit koma víðari, so er neyðugt at hyggja frameftir, greiðir Heini frá Spurdur um flokkurin bara kann lata málið so- leiðis uttan víðari fara afturvið borðinum, svarar Heini, at tað verður torført, men viðurskiftini í sam- gonguni mugu fáast í rætt- lag, so samgongan fær arbeiðsfrið sum skjótast. Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisflokkinum vísir eisini á, at tað sum er farið fram seinastu tíðina gagnar hvørki Tórbirni Jacobsen, ei heldur samgonguni. - Tað er aldrin hugaligt at draga fortíðina fram hjá fólki, og fyri mær at síggja er onki nýtt í fortíðini hjá Anfinni Kallsberg og Jørgeni Niclasen, tí flest øll hava hoyrt um málið fyrr, sigur Heini O. Heinesen. Heini greiðir eisini frá, at hann sjálvur var við í bólkinum, ið kannaði 80´árini, og har vóru nógv keðilig mál, ið eisini kundu verið havd á tunguni, men tað loysir seg ikki at grava í fortíðini hjá fólki. Eisini vísir hann á, at hann aldrin persónliga hevði farið aftur í fortíðina, og borið agg ímóti gomlum politiskum avgerðum. Torbjørn verður ikki útihýstur Spurdur um hvørjar avleið- ingar, Tórbjørn Jacobsen kann vænta sær frá tjóð- veldisflokkinum, sigur Heini, at onkrar avleiðingar vera helst, men tað er ikki uppá tal at útihýsa Tórbirni Jacobsen úr Tjóðveldis- flokkinum. - Flokkurin er ikki samdur við Tórbirni í sín- um skuldsetingum, og tað sum er farið fram seinastu vikuna, er avgjørt ikki nakar fyrimunur fyri tjóð- veldisflokkin, sigur Heini O. Heinesen, og at enda leggur dent á, at nú er tíðin farin við at kasta eftir hvørjum øðrum, og neyð- ugt er, at samgongan ong- antíð ov skjótt fer til arbeiðis. Heini O. Heinesen: Tobba-stríðið grundar í býtinum av málsøkjum Formaður í tingbólki tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, er ikki í iva orsøkina til allan rumbulin um Tórbjørn Jacobsen Mynd: Savnsmynd Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF sigur, at umstøðurnar at ogna sær atgongumerki uttan fyri Tórsvøll, mugu betrast Frá 9. til 11. august verður stór róðrar- og mentanarstevna á Tvøroyri, har fleiri enn 200 luttakarar úr Føroyum og øðrum londum savnast. Eitt av endamálunum er at menna áhugan fyri føroyska bátinum BÁTASTEVNA Dagfinn Olsen Føroysk bátafeløg og kapp- róðrarfeløg fara saman við úlendskum áhugaðum at hittast á stórari bátstevnu á Tvøroyri frá 9. til 11. au- gust. Uttan úr heimi koma fólk úr Hetlandi, Noreg, Danmark, Svøríki og Finnlandi. Stevnan fer fram undir heitinum “Nordisk Ro- og Kulturtræf” og ætl- anin er at skipa fyri stevnu av slíkunum slag í onkrum av grannalondunum fram- yvir, um tiltakið á Tvøroyri eydnast væl. Áhugi er millum báta- áhugað í Føroyum at taka lut, men av Kunningarstov- uni á Tvøroyri verður sagt, at enn eru bátfeløg í Før- oyum, ið ikki hava gjørt vart við seg. Eru fólk, ið hava hug at melda til, so er at seta seg í samband við Kunningarstovuna á Tvør- oyri, telefon 372480. Á Tvøroyri vóna tey, at enn fleiri føroyingar vísa tiltak- inum áhuga. Eini 200 fólk uttan úr heimi hava víst áhuga og meldað til stevnuna. Eisini er greitt, at Norð- lýsi tekur lut og at kendu grindabátarnir úr Vági verða við. Á Tvøroyri hava tey bor- ið so í bandi, at gott pláss er við bryggjuna, so pláss er fyri vitjandi bátunum. Mentan Síðani tíðliga í ár hava tey á Kunningarstovuni á Tvør- oyri arbeitt miðvíst við at fyrireika stevnuna saman við áhugaðum innn bátafe- løg. Á stevnuni verða ymisk tiltøk, ið hava við sjógvin at gera, til dømis kappróður millum bátar úr norður- londum. Men eisini ein hópur av mentanartiltøkum er á skránni. Modelbátar verða sýndir fram og Gallarí Oyggin hevur sýning við verkum eftir Preben Boye og Zacharias Heinesen. Hetta er samstarv við Lista- stevnuna. Kirkja, bygdasavn, Kgl. Handil og Tvøroyrar Klubbi standa eisini á skránni og Pakkhúscafé verður í hugnaligu hølun- um hjá Bátafelagnum Naddoddi. Skipað verður eisini fyri sonevndum Dans på Brygga og tá gongur dans- urin vanliga lystiliga. Veitsla verður eisini í Ítróttarhøllini, har dansur eisini er á skránni. Tilmeld- ing kann gerast á Kunning- arstovuni á telefon 372480. Á Kunningarstovuni á Tvøroyri bíða tey enn spent, um fleiri úr føroysk- um bátafeløgunum fara at sýna áhuga fyri stevnuni, ið verður frá 9. til 11. august. Stór róðrar- og mentanarstevna verður á Tvøroyri í døgunum frá 9. til 11. august, har føroyingar og útlendingar við áhuga fyri báti og sjógvi hittast. Eini 200 fólk úr grannalondunum hava teknað seg til stevnuna Stór róðrar- og mentanarstevna sjósetast á Tvøroyri Tá Egberto Gismonti fer á pall í Norður- landahúsinum leygar- dagin 10. august, hevur ein loyvi at vænta sær eina uppliving fyri lívið. Gismonti er einki minni enn heims- kendur og hevur verið fagnaður á altjóða pallinum í meira enn 30 ár TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Fagnaðarorðini fáa ongan enda, tá tað ræður um um- røðu av Egberto Gismonti. Heimsins besti úr Brasil. Gismonti er vorðin eitt við sálina í stóra landinum. Tónleikarar vilja vera við, at Gismonti er besti nú- livandi tónleikarin í Brasil. Soleiðis kann haldast fram og áhuga eiga at leita sær størri kunnleika, ið t.d. fæst í skrá og á heimasíðu fyri Listastevnuna fyri 2002. Tónleikurin er brasili- anskur og er í serflokki. Gismonti hevur í meira enn 30 ár spælt, givið út og ferðast kring heimin við øðrum kendum tónleikar- um. Og umdømið tykist bert vaksa. Á ferðini í Føroyum verður tað Gismonti Pro- ject, sum varð stovnað í fjør, sum fer á pall. Við í hesum er Edvard N. Debess. Hann fekk í 2001 høvi at vera við á Summ- arsession í Danmark, sum er fyri professionellar jazz- tónleikarar. Ein skal vigast og finnast nóg tungur fyri at sleppa við. Tað eydnaðist Edvardi at sleppa við í orkestrið hjá Gismonti. Verkætlanin hevur síðani hildið fram. Konsertin í Føroyum er í tveimum pørtum. Fyrsti partur er solospæl hjá Gismonti. Hann leikar líka væl á sín serbygda 10 streingjaða guitar, sum á klaver. Síðani fer mann- ingin í Gismonti Project á pallin saman við Egberto Gismonti. Liveupptøka verður gjørd av hesi ser- støku konsert til seinni nýtslu. Hin besti úr Brasil vitjar í Føroyum Gismonti Project. Føroyingurin Edvard N. Debess er partur av manningini, ið leikar við úrmælinginum Egberto Gismonti C M Y K 7 6