Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 145 - 2. august 2002 Nr. 145 - 2. august 2002 9 Í dag, 2. august, skal gittarspælarin í Týr, Heri Joensen, giftast við unnustu sínari, Sigrid Dalsgaard. Upprunaliga skuldi brúdleypið vera tann 3. august, men av tí, at Týr skal spæla kon- sert við Runrig í morgin, vórðu Heri og Sigrid noydd at framskunda brúdleyp teirra ein dag LISTASTEVNAN 2002 Ingrid Bjarnastein – Vit halda, at Týr stendur fyri nøkrum serføroyskum, sigur Birgir Kruse, stýris- formaður fyri Lista- stevnuna 2002. – Tí hildu vit tað verða ógvuliga týdningarmikið at fáa teir at spæla saman við Runrig. Teir spæla serfør- oyskan tónleik, sum er latin í ein nútíðar rock-ham. Fyri útlendingar er Týr helst bara eitt av fleiri 100 rock- bólkum, men fyri føroy- ingar og fólk, sum kenna tey føroysku kvæðini, er Týr nakað heilt serligt. Hetta er grundin til, at valið fall heilt nátúrliga á Týr, vil Birgir Kruse vera við. Hann vísir á, at bólkarnir eru ikki líkir tónleikaliga. Týr eru meira "heavy", meðan Runrig eru meira lyriskir, men teir eru eisini staðbundnir at plássinum teir koma frá, og eisini teir hava latið teirra tónleik í ein nútíðar ham. Stór samsýning Avtalan við Týr var gjørd longu í august mánaða í fjør um, at teir skuldu spæla til Listastevnuna, men tá funnið varð útav, at Heri Joensen, gittarspælar- in, skuldi giftast júst henda dagin, fingu fyrireikararnir jú ein trupulleika. – Vit tingaðust aftur og fram um tað, og vit komu so fram til eina avtalu, sum allir partar eru nøgdir við, sigur Birgir Kruse. – Nú vísir tað seg so, at brúðarhús skal vera tann dagin konsertin er, men bólkurin fær eina stóra samsýning afturfyri at spæla. Stýrisformaðurin vil ikki út við nøkrum talið, men hann sigur so mikið sum tað, at samsýningin er rundhandað, og at hon er tann størsta, ið nakrantíð er givin einum føroyskum rockorkestri fyri at spæla í Føroyum. – Í fjør var tað soleiðis, at Clickhaze spældi sum vinnarar av Prix Føroyum, og hetta er fast, men Prix Føroyar er jú bara annað hvørt ár. Men vit hava roynt at skipa tað soleiðis, at teir útlendsku artistarnir ikki renna avstað við øllum teimum størstu samsýning- unum og teir føroysku bólkarnir soleiðis eisini fáa ein b ita av køkuni, greiðir Birgir Kruse frá. Strævið Heri Joensen, brúðgóm- urin, sigur, at tað var eitt sindur strævið at skula flyta brúdleypið. – Men tað var ikki gjør- ligt at flyta konsertina, so vit vórðu noydd at fram- skunda brúdleypið, sigur Heri Joensen. – Vit vórðu longu bidnir um at spæla í august mán- aða í fjør, men tá vit so spurdu nær Listastevnan skuldi vera, fingu vit at vita, at hon lá frá 10. – 18. august, og tí løgdu vit brúdleypið tann 3., sum so átti at verið eina viku áðrenn. Men av tí at Lista- stevnan so varð longd, so fullu dagarnir saman. Og tá var onki annað at gera enn at flyta brúdleypið. Sjálvsagt spurdi Heri sína komandi brúður, Sigrid Dalsgaard, um hetta var í lagi áðrenn sagt varð ja til at spæla tann 3. august. Brúðarhús skal vera sama dagin sum konsertin, men til tað sigur Heri bara: – Jamen, so noyðist eg bara at vera vekk eina løtu. Týr kemur á pallin klokk- an 21.00 og skal spæla í ein góðan tíma áðrenn skotsku Runrig sleppa framat. FRAMSÝNING Ingrid Bjarnastein Í sambandi við Lista- stevnuna 2002 letur upp ein forvitnislig framsýning av hjúnunum Djamal Djuma- baeva úr Kirgisia og Mika- hail Kudinov úr Ukreina. Tey eru búsitandi í Santa Pætursborg, har tey hava fingið listarliga útbúgving. Umframt at sýna fram í Russlandi, sýna tey eisini fram listarverk teirra fram í Italia, Spania, Týsklandi og Danmark. Á Listastevnuni leggja tey Føroyar afturat, og her verður høvi at njóta poetisku myndir teirra. Framsýningin letur upp sunnudagin, 4. august, klokkan 16 í Listaskálan- um. RÆTTING Eyðun Klakstein Í blaðnum í gjár varð formaðurin í Tjóðveld- isflokkinum endurgivin fyri at siga, at málið um skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen var úti av verðini. Men soleiðis er ikki. Høgni Hoydal heldur, at málið var eitt persóns- mál, men varð gjørt til eitt samgongumál, og tað var púra burturvið. Men tann parturin av málinum, sum kundi føra til samgonguslit, varð loystur ólavsøku- dag, tá Tórbjørn Jacob- sen tók skuldsetingarnar aftur. Men harvið er málið ikki endaliga úti av verðini, tí tað reisur nógvar spurningar og fer at verða viðgjørt í polit- isku skipanini, bæði millum samgongu- flokkar og í flokkunum framyvir. Málið ikki úti av verðini Heri Joensen, gittarspælari í Týr: Flutt brúdleypið fyri konsert List úr eystri Heri Joensen, gittarspælari í Týr, (uttast til høgru) og unnusta hansara, Sigrid Dalsgaard, vórðu noydd at flyta brúdleyp teirra ein dag fram, av tí, at Týr skal spæla til konsert tann dagin brúdleypið upprunaliga skuldi vera Mynd: Jens Kr. Vang William McLeod, sum býr í Klaksvík, hevur samlað upp á pengar síðani einaferð í 1967, so tá ið hann fær ein pengaseðla í hondina, so er tað ikki bert ein pengaseðil. Hann sigur, at hann byrjaði, tá hann á sínum ungu døgum fór út at sigla og harvið fekk møgu- leika at vitja mong ymisk lond SAMRØÐA Solby A. Eliasen Klaksvík: Tað fyrsta Bill sigur, tá Sosialurin kemur á gátt er: »Nevn mær eitt land, sum eg ikki eigi pen- ing frá!« Og tá eg so nevni okkurt land, so hálar hann eina av teimum mongu mappunum, sum hann hevur, fram og finnur eftir lítlari løtu peng- ar úr hesum landi. Inni í hansara ítrivsrúmi, sum er fult av mappum við pengum úr londum bæði nær og fjar, eru eisini map- pur við frímerkjum, sum hann hevur savnað yvir eitt langt áramál. Men í dag samlar hann ikki longur upp á frímerkir. Uppi undir loftinum í ítrivsrúminum hanga eisini eitt ótal av pennum og lyklaringum, so tá ein traðkar inn í eitt tílíkt rúm, so er onki at ivast í, at her húsast ein samlari. Hann hevur eitt ótal av mappum standandi á hillu- num bæði við pengaseðlum og myntum. Og óansæð hvar tú hyggur inni í hesum tronga rúminum, so eru mappur ella bøkur, har eitt ella annað við pengum ella frímerkjum stendur á. Har eru pengar frá alskyns londum. Og Bill gevur sær góðar stundir at vísa peng- arnar fram, meðan hann greiðir frá. Hann vísir eina mappu, har tað stendur Zaire á, og greiðir frá, at hann eigur pengar frá landinum bæði áðrenn og aftan á, at tað skifti navn til Kongo. Hann leggur í sama andadrátti aftur at, at tað er sera tor- ført at fylgja við, tí lond kring heimin skifta nøvn, sum vit onnur skifta hosur. Millum annað eigur hann pengaseðlar frá Kongo við mynd av forsetanum, sum ongantíð náddi at gerast forseti, tí hann varð myrdur áðrenn. So tekur hann eina aðra mappu av hillunum. Á henni stendur Russland. Í henni standa pengaseðlar frá tíðini áðrenn USSR fall og inntil í dag. Og tað er sera áhugavert at síggja virði á pengunum. Tann størsti pengaseðilin ljóðar upp á 50.000.000.000 og Bill hyggur upp við smíli- num heilt uppi í eygunum, meðan hann greiðir frá, hvussu nógv tað kostar at skaffa sær hesar seðlarnar. Hann er limur í einum al- tjóða klubbi fyri penga- samlarar og í gjøgnum tann klubbin, hevur tað eydnast honum at fáa pengaseðlar úr mongum ymiskum lond- um. Har ígjøgnum fær hann eisini nógvar ymiskar prís- listar upp á pengar og verð- ur eisini allatíðina dagførd- ur, so hvørt sum nýggir pengaseðlar koma út alla staðni kring knøttin. Í hesum ítrivsrúminum standa eisini bøkur um pengar. Í hesum bókum, sum eru eitt slag av leksi- kon yvir pengar, standa myndir av alskyns pengum. Har kann Bill so leita eftir ymiskum pengum, sum tað enn ikki hevur eydnast hon- um at fáa fatur á. Hann roynir at skaffa sær eitt sett úr hvørjum landi. Og at síggja til hjá einum, sum ikki hevur so nógv skil fyri hesum ítrivi, so sær ikki út til, at honum manglar nógv. Men sjálvur sigur hann, at tað kemur okkurt nýtt alla- tíðina, so tað ræður um at fylgja við. Føroyskir pengar Bill eigur ikki so nógvar føroyskar pengar, men tó ikki onki. Hann heldur, at hann byrjaði ov seint at samla upp á føroyskar pengar. Hann eigur tó teir gomlu fimmkrónuseðlarnar og tíggjukrónuseðlarnar, bæði teir reyðu og grønu. Og so eigur hann ein túsund- krónuseðil, sum Marita Petersen, sála, fyrrverandi løgmaður hevur skrivað undir. Eisini eigur hann nógvar gamlar, danskar myntir. Í somu mappu, sum allar tær donsku myntirnar eru í, eru eisini nakrar aðrar danskar myntir, sum føroy- ingar lótu gera undir kríg- num. Á øllum teimum myntunum stendur árstalið 1941. Í lummanum undir hes- um myntunum eru nakrir Kjølbro´s pengar. Tað vóru pengar, sum Kjølbro lat gera í sínari tíð, og sum ein bert kundi keypa frá honum við. Og Bill eigur enntá ein føroyskan 50 krónuseðil, sum er vrakaður, tí tað er feilur í prentingini. Bill vil ikki avdúka, hvaðani hann hevur fingið henda sjáld- sama pengaseðil, men hann goymir hann sum reyðar- gull saman við øllum hin- um pengaseðlunum. Byrjaði í 60-unum – Eg byrjaði so smátt at samla upp á pengar, tá eg fór at sigla, sigur hann. Bill er føddur í Skotlandi, men kom fyrstu ferð til Føroyar við einum trolara, sum fjúrtan ára gamal. Tað var í 1946. – Vit komu regluliga inn á Klaksvík, so rættiliga skjótt kom ein at kenna mong fólk her. Og so møtti eg Albertu og vit giftust í apríl í 1956. Og tá eg so fór út at sigla langvegis, byrj- aði eg so av álvara at fáa áhuga fyri at samla, greiðir Bill frá. Hann var fleiri ferðir bæði í Grønlandi og Íslandi og fiskaði, og tá hann so kom heim aftur, goymdi hann pengar frá londunum báðum. Og soleiðis byrjaði tað heila. Hann fór so at sigla við Polarfarinum og áhugin fyri útlendskum pengum bara vaks og vaks. At byrja við samlaði hann tó bert upp á myntir, men í dag er hann givin við tí, og samlar bert upp á seðlar. Hann greiðir frá, at tað eru fleiri flokkar av peng- um, júst sum við so mong- um øðrum. Tað vil siga, at teir reinu og sløttu seðlar- nir, sum ongin so at siga hevur nomið við, teir eru fyrsta floks, meðan seðlar- nir so verða flokkaðir niður eftir alt eftir góðskuni á teimum. – At samla pengar er eitt sera kostnaðarmikið ítriv, sigur Bill. Hann greiðir frá, at ser- liga myntirnir kunnu vera sera dýrir. Tann dýrasta myntin, sum hann vísir mær á í eini bók, er frá einaferð í 19. øld og kostar upp móti 50.000 krónum fyri eina. Hon er eisini úr gulli. Eina tílíka mynt eigur Bill tó ikki, men hann eigur kortini eisini gullstykkir. – Tá tað verður ov dýrt, so leiti eg eftir tí bíligasta, sum eg kann finna, sigur hann og smílist. Onga teldu Fyri at kunna halda skil á eini slíkari ørgrynnu av pengum, so má tað vera skipað. Men Bill hevur onga teldu, men har aftur ímóti hevur hann eitt ring- bind, har hann hevur skriv- að hvønn tann einasta pengaseðil niður, sum hann eigur. Tað vil siga, at hann hevur skrivað úr hvørjum landi seðilin er úr og seriu- nummarið niður. Ringbind- ið stendur at bresta við ørk- unum við hesum týdningar- miklu upplýsningunum í. – So um nakar stjelur frá mær, so síggi eg beinanveg- in, hvat tað er fyri ein seðil mær manglar. Og av tí, at eg havi seriunummarið, so kann hann skrásetast. Og so er bara hjá tjóvinum at nýta pengaseðilin ella at royna at sleppa sær av við hann, sig- ur Bill flennandi. – Eg hugsaði eina ferð um at fáa mær eina teldu, men eg veit ikki... tað er ongantíð blivið til nakað, og nú eri eg so gamal, at nú verður tað helst ikki til nak- að, sigur Bill. Bill plagdi at samla upp á frímerkir fyrr eisini, men tað er hann givin við. – Tíðin er farin frá bræv- skrivaðríið, heldur hann. Men beint áðrenn eg takki fyri meg, vísir hann mær tvey sjálvsom frímerk- ir á einum brævbjálva úr USA. Annað frímerki er av Marilyn Monroe og hitt av Elvis Presley. So ikki kann annað sigast um henda samlara á Bøgøtu í Klaksvík enn, at hann eig- ur mangt og hvat spennandi og sera áhugavert inni í ítrivsrúminum hjá sær. Kona hansara, Alberta, sig- ur, at hann trívist eisini sera væl inni har, og at tað bert er áhugin hjá honum fyri at eiga útlendskar pengar, sum drívur verkið. Hóast hann ikki er endaliga settur enn, so vónar formaður- in í svimjifelagnum Ægir í Klaksvík, at felagið kann byrja venjingarnar aftur, tá skúlarnir byrja aftur SVIMJING Solby A. Eliasen Klaksvík: Dan Mikkel- sen sigur, at tey hava onkran, sum tey hava tos- að við um at verða venj- ari hjá Ægi, men enn er ikki nakað endaligt av- gjørt. Hann sigur, at tey í Ægir fegin vilja byrja aftur, tá skúlarnir byrja. Og hóast felagið so at siga datt niður fyri, með- an umbyggingin av svimjihøllini stóð uppá, so heldur formaðurin, at tað sær bara heilt gott út hjá teimum viðvíkjandi fólki til komandi kapp- ingarár. Dan hevur tosað við onkran av teimum eldru svimjarunum, sum rætti- liga byrjaðu at gera um seg, beint áðrenn svimji- høllin lat aftur, og siga fleiri av teimum seg verða spent upp á at fara at byrja venjingarnar aftur. Hann vil tó ikki koma beinleiðis inn á nakað, men hann sigur, at tað sær ljóst út, sum er fyri felagið. Millum svimjararnar, sum vóru við tá, kunnu nevnast Bára Joensen og Kristian Olsen. Bára vann heitið Ársins svimj- ari hjá kvinnum kapping- arárið 2000/01 og Krist- ian var bert fáar atkvøður frá at vinna sama heiður- in hjá monnum. Dan vónar, at um tey bæði koma aftur, so kunna tey verða við til at toga nøk- ur av hinum við aftur. Kristian Olsen sigur, at hann hevur ætlanir um at byrja at svimja aftur nú, meðan tað kanska enn er eitt sindur óvist um Bára fer at byrja aftur ella ikki. Góð svimjihøll Dan Mikkelsen heldur, at svimjihøllin nú er fín. – Gott nokk er bygn- ingurin gamal enn, men hatta er sum ein nýggj høll, sigur Dan. Hann dylir heldur ikki fyri, at tær nógv betraðu umstøðurnar í høllini bæði viðvíkjandi ljóði og ljósi fara at gera sítt til at kappingar, sum skulu verða í høllini, fara at eydnast betri. Byggiætlanin fyri Klaksvíkar Svimjihøll er í trimum byggistigum og er fyrsta byggistig um at verða liðugt nú. Ætlanin at fara undir annað byggi- stig um eini fýra til fimm ár. Summi halda, at tað kann fara at vera torført at byggja eitt svimjifelag upp undir tílíkum um- støðum, tí svimjararnir mugu hava eitt stað at venja í. Tað var tað, sum gjør- di, at felagið datt niður fyri, meðan fyrsta byggi- stig stóð upp á, tí svimj- ararnir høvdu ikki um- støður til at ferðast í mill- um hvønn dag til venj- ing. Men Dan heldur, at tað kanska ikki verður ein aktuellur trupulleiki um fýra til fimm ár, tí tað ljóðar sum um tað møgu- liga verður koyrandi um Leirvíksfjørð til ta tíð, og tað ger alt munandi lætt- ari. Venjari til Ægir ikki settur enn Bill eigur pengar úr yvir 300 londum Bill McLeod er her avmyndaður við tveimum av hansara mongu mappum við myntum og pengaseðlum í C M Y K 9 8