Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 1980síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 15. mars 1980 sosialurin Hetta meina | kvinnurnar um landbúnaðin Kvinnutingið 1980 var um føroyskan landbúnað. Tingið bleiv hildið á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin — heldur ikki í ár fingu tær Tinghúsið — og tað endaði við einum tíðinda- fundi seinnapartin sunnudagin. Tá legði hver flokkur fram sína nidur- støðu um føroyska landbúnaðin. Tað eru tær vit hava her á síðuni. Um- boðini fyri Framburðs- Tjóðveldisflokkin og og fiskivinnuflokkin blivu samd um eina felagsnidurstødu, sum Tjóðveldisflokkurin legði fram á tíðindafundinum. Umframt fyrilestrar, floksfundir og tjak var bólkaarbeiði um seyðahald, neytahald, grønmeti, prýðisplantur, eftirlit við matvørum og ognarjørd og almenn jørð á kvinnutinginum 1980. Sjálvstýris- flokkurin Vit halda, at landbúnað- urin eigur at gerast til ein týðandi tátt í vinnu- lívinum, soleiðis at nógv fleiri arbeiðspláss kunnu fáast uppi á landi. Tað er í lagi, at nýggj virki verða bygd. Men í landbúnaðinum hava vit næstan alt, sum skal til. Maen tað må stilast 30- leiðis fyri, at jørðin verð- ur útnyttað til fulnar. Enn hava vit ikki nógv arbeiðsloysi í Føroyum. Men tað er byrjandi mill- um tey ungu, og tí megu vit sum skjótast skapa áhuga fyri jarðabrúkin- um, við at vísa teimum á og studia teimum til at útbúgva seg eisini á hes- um økinum. Sjálvandi má tað vera so, at ein kann fáa eina góða urtøku við rímilig- ari arbeiðstíð. Fáa vit landbúnaðin at geva meira av sær, verður grundarlag lagt undir einari útbyggjan eisini av ídnaðinum. Fyri at framleiðslan skal muna í landshúsar haldinum er neyðugt, at hon verður planløgd og samskipað. Tað er skilligt, at jarðarlóggávan skal broytast, og vilja vit heita á og stuðla ting monnum okkara í at gera nakað við hetta mál. Fólka- flokkurin Politikararnir skylda okkum sina nýggja lóg- gávu sum skjótast, eina lóggávu, sum skal hald- ast og ikki sum nú bert stendur uppá prent og einki meira. Tá fyrstani kann verða tosað um nakran veruligan land- búnað í Føroyum. Vit mæla til at gera sina verndarlóg. Tað vil siga, at innflutningurin verður avmarkaður, so tann føroyska fram- leiðslan altiå hevur fyrsta rætt Eisini á- leggja vit politikarunum at arbeiða fyri, at jarða- brúkarin kann fáa bílig og langfreistað lán, og annars leggja tað so til rættis, at tey fólk, sum hava áhuga fyri land- búnaðararbeiði, kunnu fara undir hetta við góð- um treysti. Fólkaflokkurin metir tað privata fyritaksemið Í einum samfelag við vinnuligum frælsi at vera besta trygdin fyri øking av framleiðslu virðinum. HOKKUriN Tað ar av stórum týdningi, at andbúnaðarvinnan mennist Tå vit vita, at nærum helvtin av jørdini er almenn, eigur landið at ganga undan við at gera langtíðarætlanir fyri landbúnaðarlendi Skipað verður 30 fyri, at landbúnað- urin verður ein lønandi vinna sum lid í bygdamenningar politikkinum. Tå vit hugsa um, hvussu lítil partur av fíggjarlógini fer til landbúnaðin (í 1977/78 0,84% av samlaðu útreiðsiun- um til samfelagið) og at jarð- arlógin ikki er broytt síðan 1937. og partar av henni íkki verða hildnir, vísir hetta, at eingin landbúnaðarpolitikkur verður førdur. Landbúnaðurin er jú sin vinna sins og allar aðrar, t.d. fiskivinnan. Av tí at stórir partar av jørdini eru uttanbíggjar. er ógvuliga torført hjá fólki í bygdini at skapa sær lønandi vinnu innan landbunadin. Her má ein treyt vera, at eigarin býr á staðnum og nýtir hesa jerð. Jarðarlógin sigur at skipast so, at all, sum hava áhuga fyri landbúnaði, fáa møguleika at útbúgva seg og gera nýtslu av hesi útbúgv ing. Her undir kemur eisini út- búgving av fólki til liðugtvirk an av bunadarvørum. Festiskipanin verður av- loyst av leigusåttmålum. Urslitagott eftirlit verður ásett, so dugnaskapur kemur at løna seg. Frítíðarskipan: Her verður hugsað um, at øll tey, sum starvast innan land- búnaðin, skulu hava frítíðar møguleikar undir somu treyt- um sum onnur vinna. Tað almenna fyriskipar og/ eila stuðlar nýdyrking. Måtmælt verður, at dyrkaða jørðin verður tikin til bygging. Tað almenna luttekur í royndunum at troyta føroysk råevni til framleiðslu av t.d. fóðurevnum og tødum. Her kann vísast á kornframieidsiu og slógv Ognarjørdin skal hava somu sømdir, sum almenna jørdin til útbyggjan av hósk- andi brúkum. Samvinna mill- um jarðarbrúkararnar verður stuðlað (kollektiv brúk). Tað almenna kann átaka sær at seta garðar í rakstrar búnan stand. Tað almenna fær heimild til at uppkeypa búnaðarjerð til samanlegging. Royndarstað og landbún- aðarskúli eiga at verða løgd so, at hesir stovnar kunnu gera royndir um alt landið. Miðað verður móti, at før- oyingar gerast sjálvbjargnir við bunadarvørum. Á teimum oyggjum, har mjólkaflutning- ur er ógjerligur, verður dentur lagdur á kjøtframieidsiu. Seyðurin eigur at verða røktur á besta hátt, so góðsk an á ull, kjøti og avroðum til fulnar kann nýtast innan heimaídnað. Ynskiligt hevði verið, at fólk, ið fáast við seyðarakt kanna ullferðina á sleppingarlombum. Eftirlit skal verða við allari føroyskari framleidsiu. Vist verður á, at føroysk framleiðs- la verður alt ov illa merkt. Gjølla eigur at verða !'ýst, at framleiðslan er føroysk Sláturvirki og vakstrarhús við t.d. vindorku) verða sett á stovn Sambands- flokkurin Í grein 3 í stevnuskrá sam bandsfloksins stendur m.a.. at vinnulív okkara, har undir landbúnaðurin, eins væl og einhver onnur vinna, sum hevur gróðrarlíkindi her á landi, fær best møguligar um- stæður at virka undir Greinin í stevnuskránni nevnir gróðrarlíkindi og um- stæður og tað hava vit í vissan mun, um vit hava viljan og hugin at virka. Øl kunnu vit vera samd um, at ov lítið verður gjørt. Vit hava eisini lært, at lógir eru, ið ikki verða fylgdar Okkara serligu umsteður ikki minst, tí vit eru so fá- ment, er ein høvudsorsøkin til hetta. Vit halda, at við góðum vilja og tíðarhóskandi lóg gávu kundi munandi broytt. Her er nakað at hugsa um hjá flokkinum! Okkara krepputíðir gera. at nú er uppá hægstu tíð, at farið verður til verka á hesum eki. Vit kunnu hver sær vera við til at stuðla í tí dagliga og ávirka okkara politíkarar at gera nakað við tað skjótast gjørligt. Í dag, har alt verður gjørt upp í krónum og tímum, gloyma vit onnur virði, sum t.d. tað rikidømi, ið jørdin er Føroyska kvinnan hevur møguleikan at virka á hesum eki við at taka upp aftur tað, ið føroyska kvinnan hevði, bert á annan hátt, ið hóskar til okkara tíð Vit kunnu siga tað við orð- unum: »Uttan hegni, vit og kraft, armóð høvdu øll vit havt« Sambandsflokkurin virkar og vil virka fyri, at tað fría fyritakssemið eigur at vera drivkraftin í øllum framburði í vinnulívi okkara. Hetta halda vit eisini skal galda á land bunadarøkinum; vil tann ein staki gera nakað, skal hann stuðlast. Hetta kemur ikki bert honum, men okkum øll- um til góðar Samanumtíkið halda vit: Uppskot seyðaráðgevar ans skal takst til eftirtektar beinanvegin. Vit skulu stremba eftir sjålvi at nøkta tørvin mjólka- vørum vidvikjandi. Sama er gaidandi fyri epli, og nýggjar royndir eiga at gerast. tá talan er um gren meti. Ansurin skal vekjast fyri prýðisplantum, m.a. í skúlum og frítíðarskúlum Jarðarlóggávan skal endur verið skoðast Vit krevja eina lóggávu eftirlit við aller: føroyskar! matvøru flokkurin Flokkurin ásannar at landbúnaðurin hevur ar beitt undir torførum kor um, og virkað verður fyri, at vinnan aftur gerst hollur buskapartig- ur táttur í samfelagnum Framleiðslan verður økt, so at tørvurin verð- ur nektaður á teimum verum, sum tað ber til at ala fram í Feroyum. Føroyskum búnaðar verum verður útvegað tryggari marknað og búnaðarmonnum betta inntøku. Samvinnutiltøk í vinnuni verða stuðlað Utbugving búnaðar manna verður utbygd og legd í fasta legu Utbyggingin av ídnað- inum seigur at vera sin hevuðstáttur í okkara bygdamenningarpoli- tikki. Miðað verður tí móti heldur at byggja fleiri smá enn færri stór virki. Førdur verður sin mið- vísur bygdamenningar- politikkur, ið hevur sum sítt fremsta stavnhaid at tryggja arbeiði á stað- num til allar vinnuførar hendur. Landbunadurin verður útbygdur og skipað verður fyri nýtslu av all- Til hetta kann sigast, at jarðarlógin sum hon er ikki verður fylgd Onkur helt, at fólk ikki vistu at lóg var. Hetta vísir at lógin antin må handhevast eila broyt ast. Við m.a. tí í huga, at lógin varð gjørd i 1937 skjóta vit upp, at land stýrið setur eina landbunadarnevnd, mannað við fólki, sum arbeiðir innan teir ymisku tættirnar í land- búnaðinum og fólki úr almennu stovnunum sum eru knýttir at land búnaðinum. Hesi skulu kanna lóg - 4 ina, visa á skeivleikar og broyta tað. ið neyðugt er og sjálvandi eisini visa á nyggjar møgu leikar innan landbúnaðin Vit meta. at verður ny hugsað og læra vit at hugsa sjålvstødugt — so kunnu vit í stóran mun vera sjálvforsýnandi. Vit mugu íkki altíð gera sum hini, og rokna við at sumt ikki ber til, ti at okkara umhvervi ikki er eins og tað, vit sam- meta við Okkara landbúnaður umfatar alt okkara land og allan okkara sjógv Rekja vit alt samalt sum best, klára vit okkum sjålvi Enn eru vit komin stutt hesum måli viðvíkjandi Fyri at koma longur tervar upplysing og útbúgving Avgjert neyðugt er at hugsa um hetta í skúla okkara. Vit mugu læra børn og foreldur at handaligt arbeiði er líka gott sum bókligt, og at vit hava líka nógv brúk fyri báðum Eisini gera vit vart við at hóast vit hava lyndi til at kalla Føroyar eitt land uttan arbeiðsioysi, er ar beiðsloysið stórt. Ein stórur partur av ungdóminum veit sær einki at gera. Nógv konufólk eru arbeiðs- leys uttan heist at vilja tað likki bara smábarna- mammumij. Vit vita øll, at í nógvum heimum ganga ofta fleiri konu fólk heima og hava einki at takast við. Og vit mugu heidur íkki gioyma. at gomul og av- lamin ofta hava hendur. sum ikki sleppa at arbeiða. ikki øll avlamin eru óarbeiðsfer. men sum er, hava vit íkki nóg mikið arbeiði sum pass- ar til teirra.