mikudagur 19. mars 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Thatcher eftir 10 mánaðum
við stjórnarvaldið:
Nr. 22 — 19. mars 1980
Eitt stórt vónbrot
Í mai mánað í fjør
tók konservativi
flokkurin hjá
Margaret Thatch-
er við stjórnar-
valdinum í Bret-
landi eftir ein stór-
an valsigur.
Tað, sum ser-
merkti fyrru
stjórnina, vóru
verkføll, stórt ar-
beiðsloysi, hegir
skattir og lítil in-
flatión.
Úrslitið av
Thatcher-stjórnini
eftir 10 mánaðum:
Sterri arbeiðs-
loysi, verkfall,
høgir skattir og
ein skjott vaks-
andi inflation.
Labour-stjórnin við
James Callaghan sat í
minniluta, mótvegis
hesari, sum hevur ikki
færri enn 43 sessir í Und-
irhúsinum i meiriluta.
Sagt varð um Labour-
stjórnina, at hon var
veik, og ti hildu fólk, at
við at greiða atkveðu
fyri teim konservativu,
fingu tey eina sterka
stjórn. Thatcher var
kend fyri avgjerdu og
festu steðu sína í innan-
sum uttanríkismálum.
Mátti lúta
Tad byrjaði við samráð-
ingum um Zimbabve-
Rhodesia. Thatcher vildi
noyða grannalondini hjá
Rhodesia og patriotisku
fylkingina at góðkenna
steðu Bretlands at
viðurkenna stýrið hjá
Muzoreva. Her mátti
lútast m.a. tí at Nigeria
hótti við at leggja seg á
allar ognir Bretlands í
landinum
Enn verri hevur ging-
ist mótvegis EF. Alment
segði Thatcher, at hon
fór at virka fyri at fáa
broytt tað gjaldsbýtið,
sum galdandi var mót-
vegis EF limalondunum,
men eisini í hesum feri
mátti hon lúta. EF gav
greið boð. Skulu tit vera
við, so mugu tit eisini
gjalda.
Men tað er serliga á
heimavelli, at illa hevur
gingist. Tað skuldi
„loysa seg at arbeida«
varð sagt undan valin-
um, og framleiðsluorkan
skuldi setast upp. Skatt-
irnir niður, og soleiðis
eisini við almennu út-
reiðslunum.
Tey múgvandi
fingu enn meir
Fyri teim múgvandi kom
lækkingin í skattinum
væl við. Fyri tær hægstu
inntekurnar varð skatt-
urin lækkaður úr 83 pro-
sentum og niður í 60
prosent. Men tess longri
niður í inntekuni ein
kom, tess minni nyttu
fekk ein av skattalætt-
anum. Harafturímóti
varð meirvirðisgjaldið
hækkað úr 8 uppí 15
prosent. M.a. kom hetta
láginntekunum illa við.
Eisini vaks inflatiónin
Feir konservativu vildu
eisini spara við almennu
útreiðslunum. Hetta
gekk serliga út yvir tær
fyritøkur, sum framman-
undan fingu almennan
stuðul. Kommunurnar
eru nu eisini verri fyri i
spurninginum at lata
borgarum sínum sosialar
veitingar. Somuleiðis er
arbeiðsloysið vorðið enn
sterri, so nú eru ikki
færri enn hálvonnur
miljón bretar arbeiðs-
leysir.
Konservativi flokkur-
in er sjálvandi
vælvitandi um støduna,
men flokurin roynir nú
við hesum harðrenda
stýri í eini trý til fýra ár
at fáa landsins fíggjar-
viðurskifti upp á fetur
og soleiðis at tryggja
sær enn nekur ár í
landsins stýri.
Tað sær út sum um at
hetta fer at miseydnast
frá byrjan. Her verður
eingin betring í landsins
búskapi, og Thatcher
varð nú noydd at hækka
skattirnar, hóast flokkur
hennara frammanundan
valinum segði seg vilja
lækka teir.
Eisini borgarligu blød-
ini, sum fyrr bjóðaðu
»Maggie« vælkomna i
stjórnarsessin, eru nú
farin at ivast í, hvussu
fer at ganga. Viðurskift-
ini há stjórnini til fak-
feløgini gjørdust beinan-
” eitt mål,
vegin vånalig, m.a. av
teirri orsøk, at konserva-
tivi flokkurin beinan-
vegin høtti vid at av
marka rættindini hjá
teimum.
Um ársskiftið byrjaði
rættiligt stríð á arbeiðs
marknaðinum. Serliga í
tí partinum av stålidnad-
inum, sum landið eigur
Hesin partur er 75 pro-
sent av allari stálfram-
leiðslu landsins. Hesin
idnadurin heyði ilt við at
klára seg, og mætari
gjerdist tað ikki, tá
stjórnini fór at spara um
almennu útreiðslusíðuna
Munurin millum krav
arbeiðaranna upp á 20
prosent í lenarhækkan
og tað, sum arbeiðsgev-
arar bjóðaðu, 2 prosent,
gjerdist ov stórur
Arbeiðið varð niðurlagt.
Seinri tóku fleiri onnur
fakfeløg undir, og
ófriðurin á arbeiðsmark-
naðinum breiddi seg.
Labour
framgongd
Stjórnin hevur hildið seg
frá at leggja seg út í
ósemjuna á arbeiðs-
marknaðinum við teirri
grundgeving, at hetta er
sum arbeiðs-
marknaðurin sjálvur fær
greiðu á. Hvussu verður
og ikki, so stendur fast,
at konservativi flokkur-
in ikki hevur nær til so
stóran veljaraskara
aftan fyri seg nú, sum
hann hevði við valið.
Hetta vísa allar veljara-
kanningar.
Og ikki er tað legið, tá
hugsað verður um gerð-
irnar nú og vallyftini
undan valinum.
pol.
Sterkar kreftir vilja
— Tað eru ómetaliga sterk-
ar kreftir, sum arbeiða ó-
metaliga hart fyri einum
fullkomiligum banni móti
laksaveiðu í fríum havi. Tað
hevur tí nógv at síga fyri at
verja støðu okkara, at vit
seta út nógv meira laks enn
vit veiða.
Hetta segði Heðin M.
Klein, landsstýrismaður, tå
tingið mánadagin hevði
fyrstu viðgerð av uppskoti
landsstýrisins um avgjald
(1 kr./kg.) av laksaveiðu.
Peningurin skal brúkast til
aling og utseting av sjóbún-
um laksi.
Hedin M. Klein visti å, at
prinsipielt er fullkomið
bann måti at veiða laks við
Føroyar
Atli Dam, legmaður, tos-
aði eisini um tær sterku
kreftirnar móti laksaveiðu á
havinum. Hann segði, at
amerikumenn nú arbeiða
við at gera eina laksa-
kommissién fyri Norður
Atlantshav. Endamálið er at
fáa góðkent tað sjónar
miðið, at laksur einans má
veiðast í áum. Tí ræður tað
um, at vit seta nógvan laks
út, soleiðis at vit kunnu
siga, at tann laks, vit fiska,
hava vit sjálvir framleitt,
segði løgmadur. Hann visti
á, at tann peningur, sum av-
gjaldið fer at geva, er ikki
nóg mikið. Tað mugu nógv-
ar milliónir til afturat.
Teir tingmenn, sum
høvdu orðið, tóku ikki allir
undir við uppskotinum um
avgjaldið. Hinvegin fekk
tankin um laksaaling góða
undirtøku. Jógvan Olsen
(sbfl.) meinti, at avgjaldið
fyri ein stóran part fer at
hvørva í umsitingarliånum
og at tað fer at elva til
óneyðugt fjas og ónegd hjá
fiskimonnum. Hann meinti,
at laksaalingina skal lands-
kassin gjalda.
Annars ávaraði Jógvan
Olsen móti at sleppa út
laksi, har sum fjarðasildin
vanliga kemur. Tað er vandi
fyri, at laksurin fer at troðka
burtur fjarðasildastovnin,
segði hann.
Øssur Dam Jacobsen
(fikfl.) tók undir við lands-
stýrisuppskotinum. Men
hann ivadist í, um tað er
rætt at lata lógina vera aft-
urvirkandi til 1. januar. Hes-
um tók Poul J. Olsen (jvfl.)
undir við. Hann meinti.
lógin skuldi koma í gildi
tann 1. apríl. Til hetta segði
Heðin M. Klein, at teir. sum
fiska laks, vita um iógar
uppskotið og at tað er
meiningin, lógin skal hava
afturvirkandi kraft.
Haldur Hansen (jvfl)
mælti = fiskivinnunevndini
(hon fekk málið aftaná
fyrstu viðgerð) til at um-
hugsa, um ikki túrarnir hjá
laksabátunum eiga at av
markast til 8 dagar, so laks
urin er feskur, tá hann kem
ur í land.
Adolf Hansen (frb.&fivtl )
mótmælti, at avgjåldiå, sum
hann kallaði 2% eykaskatt,
bert skuldi takast av laksi
Heldur íkki Hilmar Kass
(sifl.) kundi taka undir við
avgjaldinum.
Eindemi — hevuðs-
Tað er onki annað land
heiminum. sum sendir
høvudsvinnu sína í sosialu
nevnd, segði Pauli Ellefsen
(sbfl.) m.a. undir fyrstu við-
gerð av uppskoti fram-
burðs- og fiskivinnufloksins
um prístalsviðgerð av fesk
fiskaprísum. Málið fór í so-
sialu nevnd eftir tilmæli frá
uppskotssetarunum.
Uppskotið fekk heldur
kaldliga méttøku. Tað var
serliga Pauli Ellefsen, sum
heit lítið um tað. Hann
segði, at grundhugsanin í
uppskotinum er góð, men
tað er illa gjøgnumhugsað
og tað tryggjar hverki
monnum sella skipum størri
vinning.
Jørgen Thomsen jvfl.)
segði, at hansara flokkur
tók undir við tankanum í
uppskotinum.
Jógvan Sundstein (fikfl.)
mælti til, at sosiala nevnd
sendir uppskotið til um-
mælis hjá Meginfelag út-
róðrarmanna, Fiskimanna-
felagnum, Fiskaseluni og
Reidarafelagnum.
50. tingfundurin
Tingfundur verður í dag kl.
15. Á skránni er val av
tveimum limum í umboðs-
mannanevnd Færgernes
Reaikreditinstitut, val av
einum limi í nevnd Gren-
landsfelagsins og framiøga.
Tingfundurin í dag er
tann 50. í hesi tingsetuni.
IN
dagbókin
Festugudstænastur
í kveld kl. 20:
Havnar kirkja: Jákup
Magnussen
Kollafjørdur: Axel Tor-
garå
Vestmanna: Niels P
Danielsen
Norðskáli: Hans J. Joen-
sen
Oyndarfjerður: Petur M
Rasmussen
Sørvågur: Bergur Jacob-
sen
Sandvik: Elsa Funding
Hóskveldið kl. 20:
Nólsoy: Hans J. Joensen
Gjógv: Bergur Jacobsen
Funningur: Petur M. Ras-
mussen
Midvågur: Axel Tórgarð
Hvalba: Elsa Funding
Tveroyri: Johan Weihe
Kirkjubólkurin
í Árhus
Feroysk gudstænasta
verður í Hasle kirkju
sunnudagin 23. í h. Bíbliu-
fundur verður týsdagin
25.íih.
Nærri upplýsingar fá-
ast hjá Lisbeth Michelsen,
Kornmodsbakken 62, tlf.
06154724
Norea Radio
Danmark
Hoyrist á millumbylgju
205 m (1466 kHz) ki
21.15—21.30
Í dag: >Forbandelsens
pæl — Livets træ!< Johs
3, 14—16. Hartvig Wagn-
er, fyristødumadur, talar
Annie Munch
Lykke Nielsen syngja
og Poul
Norskar sendingar eru
hvert kveld kl. 17.05
stuttbylgju 31 m
a
(9,6
mHz) og kl. 18.05 á stutt-
næmingar
vitjan á
Helsesportcenter.
ein
brekað í Noregi.
greiða frá
Beitostølen
Tad er
ítróttarmiðsteð fyri
Aftaná verður orða-
bylgju 41 m (7,2 mHz).
Javni almennan
fund i Vestmanna
Friggjadagin 21. mars kl
19 hevur Javni, landsfe-
lagid evnaveikum at bata,
almennan fund i Vest-
manna skula.
fundinum heldur Heri
Kragesteen fyrilestur um
evnaveik og læraraskula-
%
'
skifti.
Seinasti fyri-
lesturin um
Norðstreymoy
lóskveldið kl.
almenna
20 endar
fyrilestrareðin
um Norðstreymons
Seinasta fyrilesturin
Sámal
fyrrverandi
heldur Johansen,
lærari, um
bygdalív og fólk. Hesaferð
eru tað bygdirnar í Kolla-
fjarðar, Kvívíkar, Vest-
manna og Saksunar
kommunum, sum koma
fyri.
Fyrilesturin verður í
fyrilestrasali Fróðskapar-
setursins á Debesartreð.
Uppistova
Juniordeildin hevur fund í
kveld kl. 19 og Ung-
mannadeildin kl. 21
Samkoma fyri
tilkomin og eldri verður
fríggjadagin kl. 15 og um
kveldið kl. 20 er opið hús
fyri oll