leygardagur 22. mars 1980síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 sosialurin Nr. 23 — 22. mars 1980
Danmarks Radio mátti bíða eitt ár
eftir svari úr landsstýrinum
Danir hava boðið sær til at samráðast
um rættindi til eitt alment sjónvarp
eftir Boga Godtfred
Í desember mánað
1978 skrivaði Dan-
marks Radio til
landsstýrið og beyð
sær til at hjálpa fer-
oyingum at seta
eitt alment sjón-
varp á stovn.
Men landsstýrið svaraði
ikki uppá brævið fyrrenn
meira enn eitt ár seinni,
sjålvt um Danmarks
Radio skrivaði einaferð
afturat og minti á tilboðið
Danmarks Radio skriv-
aði til landsstýrið, tí Sjón-
varpsfelagið í Havn á
heysti i 1978 hevði biðið
Danmarks Radio um loyvi
at brúka sendingarnar
haðani
Hetta loyvið kundi
Danmarks Radio íikki
geva, tí ongar avtalur eru
millum Danmarks Radio
og upphavsrættarfelogini
um tað
Men um somu tíð
skuldi Danmarks Radio
samráðast um programm-
rættindi til tað komandi
almenna grønlandska
sjónvarpið, og ti hevdi tað
verið lagaligast um føroy-
ingar komu vid i sama
samrådingarumfari, sigur
Hans Ellegaard, skriv
stovustjóri í Danmarks
Radio.
Hans Ellegaard er
skrivstovustjóri í búskap-
ardeildini og ein av hans-
ara uppgávum er at fera
samráðingar um upphavs-
rættindi. Hann kennir
eisini føroysk viðurskifti.
Fyrst í 50'unum var hann
fulltrúi á ríkisumboðs-
skrivstovuni
Í brævinum frá Dan-
marks Radio til landsstýr-
ið tann 21. desember 1978
skrivar Hans Ellegaard
millum annað:
„Um tað er ætlanin at
seta á stovn alment sjón-
varp í Feroyum, og um tit
rokna við at fáa ein part
av sendingunum frá okk-
um, og um tit halda tað
vera eitt gott uppskot at
Danmarks Radio roynir at
útvega tykkum rættindi
til sendingarnar hjá okk
um, vil eg fegin byrja sam-
ráðingar um hetta«.
Boom
OGRE
Ur Tinganesi kom einki svar.
mentamålum, D.P. Danielsen, vildi ikki siga hvi lands-
stýrið ikki svaraði uppá tilboðið
Landsstýrismaðurin i
Onki er hent enn
Danmark Radio mátti
iða eftir svari í meira enn
eitt ar. Ikki fyrrenn í jan-
ar mánað i ár hevði
landsstýrið fund við Dan-
marks Radio. Tá varð
Danmarks Radio biðið um
at byrja samráðingarnar
um upphavsrættindi til
eitt alment feroyskt sjón-
varp.
Síðani henda fundin er
onki hent. Gongd er ikki
komin á samráðingarnar
enn. Danmarks Radio
bíðar aftur eftir svari úr
landsstýrinum — hesaferð
eftir nærri upplýsingum
um hverjar avtalur lands-
stýrið ynskir og hvat tær
skulu umfata.
— Tað harmar okkum,
at landsstýrið ikki svarar,
tí tað er vónleyst seinni at
samráðast fyri føroyingar
einsamallar, sigur Hans
Ellegaard.
Um Feroyar komu við í
samráðingarumfarið sam-
an við Grenlandi, kundu
vit keypt rættindini bílig-
ri. Hugsa vit um fólka-
talið er talan jú ikki um
stóra meirnýtslu.
— Ætlanin er so at
leggja afturat i teimum
sáttmálum sum Dan-
marks Radio ger við upp-
havsrættarfelogini, at pro-
grammini eisini kunnu
sendast í Grenlandi og í
Feroyum. Tað er lættast
og þbíligast fyri allar
partar, sigur Hans Elle-
gaard
Trupult at
samrådast
Danmarks Radi«
samráðingar vid 60 yn
feløg. Samrådingar 3
bert eitt felag kunnu taka
fleiri mánaðir
Privata grønlandska
kaðal-sjónvarpið hevur
roynt at samrådast sjålvt
men tað var so trupult at
teir góvust.
Í eini samreðu
desember mánað í fjør
ein mánað áðrenn lands
stýrið svaraði brævinum
frá Danmarks Radio
varð Dánjal Pauli Daniel
sen, landsstýrismaður
spurdur, hví landsstýrið
ikki hevði svarað uppá
tilboðið. Hann vildi ikki
svara spurninginum.
Finnbogi Isaksen, fyrr
verandi landsstýrismaður
segði í eini viðmerking í
desember mánað:
— Hetta er jú eitt stór
fingið tilboð sum lands-
stýrið eigur at svara bein-
an vegin.
Tad er púra vitleyst at
landsstýrið ikki svarar
Um ferovingar seinni
biðja um hjálp til sam-
ráðingar, kann Danmarks
Radio av rettum siga nei,
heldur Finnbogi Isaksen
Nú hevur landsstýrið
svarað fyrsta brævinum
sum varð sent úr Dan
marks Radio fyri meira
enn einum ári síðani. Men
sjálvar samrådingarnar
eru ikki byrjaðar enn.
Danmarks Radio bíðar
framvegis.
Liðkappingin í badminton liðug:
HBF II føroyameistari
Lidkappingin i badminton
er nú liðug. Føroyameist-
ari gjørdist eitt av liðum
Havnar Badmintonfelags,
HBF II.
Mikudagin varð
seinasti og avgerandi
dysturin leiktur, og stóð
hann millum HBF I og
HBF II. Frammanundan
kevði HBF I eitt stig
meir. og var ti ikki neyð-
ugt hjá teimum at leika
meir enn javnleik, men
úrslitið gjerdist tó 5—3 til
HBF (II, sum sostatt
gerdi St før: ameistari
Tev einstøku úrslit
hesum seinasta dvstinum
vóru:
Hans J. Stenberg— Kári
Nielsen 5—15, 15—11 og
18—16.
Joan Pætur Midjord—
Jón Niclasen 15—6 og
15—3
Poul Michelsen —Petur
Hansen 10—15 og 10—15
Poul Michelsen og
Hans J. Stenberg moti
Petur Hansen og Kára
Nielsen !—15 og 6—15
Joan Pætur Midjord og
Herman í Stórustovu
I
ímóti Bent á Lava og
Andor Ellefsen og
Guðbjerg Smith 6—11 og
8—11
Sólrun Michelsen og
Tórgerð Nielsen móti Guð-
bjørg Smith og Hergerð
Joensen 12—15, 15—3 og
15—9
Tórgerð Nielsen og
Benny Junker móti Her-
gerð Joensen og Jón
Niclasen 15—12 og 15—8
Steyp til o
Seinasta mn
gnar
) árini hevur
leikt um ferdastevp,
sum Føroya Banki setti ut
badmintonfeløgini
kappast um. Tad hevur øll
verið HBF,
vunnið,
árini
hevur
sum
og fekk
Standandi fra vinstri
felagið í ár hetta steyp til
ognar.
Nú kappingin er liðug,
er reðin hendan:
Nr. 1 HBF II, nr. 2
HBF i, nr. 3 HBF III, nr
4 MBF, nr. 5 HBF IV, nr
6 VB og nr. 7 KIF
Arni Nielsen, formaður i badmintondeildini, handar her steypið til vinnandi liðið
Poul Michelsen, Benny Junker, Joan Pætur Midjord, Hans
J. Stenberg og Petur Højgaard. Frammanfyri: Heri Berg, Tórgerð Nielsen, Sølrun
Michelsen, Kamma Ellefsen og Herman í Stórustovu