Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 2. august 2002 15 UTTAN ÚR HEIMI Tað eydnaðist einari 31 ára gamlari norsk- ari kvinnu at sleppa umborð á eitt ferða- mannaflogfar við seks skammbyrsum í task- uni. Minst ein av byrsunum var lødd LOFTFERÐSLUEFTIRLIT Árni Joensen Kvinnan fór fyrst við flog- fari úr Oslo til Alta. Har kom hon til ilnar við mam- mu sína og eina systir, og tað endaði við, at kvinnan stongdi tær báðar inni í baðstovuni í summarhús- unum, sum tær vóru í. Hað- ani fór tann 31 ára gamla í vápnaskápið hjá pápanum, har hon tók seks skamm- byrsur og ein hóp av patrónum, sum hon koyrdi í taskuna. Um kvøldið fór konan til floghavnina í Alta og har upp í eitt Boeing 737-flog- far hjá felagnum Braathens, sum skuldi til Oslo. Einki eftirlit var í floghavnini, so kvinnan slapp umborð á flogfarið við bæði skamm- byrsum og patrónum. Stutt eftir at flogfarið var farið á flog, eydnaðist tað mammuni og systrini at sleppa út úr baðstovuni, og tær boðaðu alt fyri eitt løg- regluni frá, hvussu vorðið var. Løgreglan kunnaði so flogskiparan um, at hann hevði eitt alvápnað ferða- fólk umborð á flogfarinum. Eftir at hava hugsað seg um valdi flogskiparin at látast sum einki fyri ikki at órógva kvinnuna. Flogfarið helt tí fram til Oslo, har mannsterkt løgreglulið tók ímóti kvinnuni og handtók hana. Tá løgreglumenninir hug- du í taskuna, funnu teir eina Smith & Wesson Magnum kalibur 44, eina Smith & Wesson Magnum kalibur 35, eina Smith & Wesson kalibur 38, eina Smith & Wesson kalibur 9, eina Smith & Wesson kalibur 22 og eina Jennings kalibur 22. Minst ein av skamm- byrsunum var lødd, og í taskuni hevði kvinnan eis- ini 225 patrónir. Norska løgreglan sigur, at kvinnan hevði samband við ein mann, sum er uppi í einum rockarafelagsskapi í Oslo. Kvinna slapp umborð á norskt flogfar við seks skammbyrsum Bankafólk í USA bera ótta fyri, at tað vána- liga úrslitið hjá amerikanska bú- skapinum higartil í ár fer at gera ilt verri BÚSKAPUR Árni Joensen Vøksturin í amerikanska búskapinum annan árs- fjórðing í ár var 1,1 pro- sent, og tað var munandi minni enn tey 2,3 prosent- ini, sum búskaparfrøðingar høvdu væntað. Í fyrsta árs- fjórðinginum var vøksturin 5,0 prosent, men tað var eisini minni enn mett, tí metingin frammanundan var 6,1 prosent. Úrslitini higartil í ár og metingar vísa, at støðan hjá amerikanska búskapinum hetta seinasta árið hevur verið munandi verri, enn stjórnin í Washington higartil hevur sagt, og at talan í veruleikanum var um negativan vøkstur ein stóran part av árinum í fjør. Tað er helst eisini orsøkin til, at tað tykist vera so tor- ført at fáa ferð á hjólini aftur. Fleiri stúra nú fyri, at tað stóra fallið á partabræva- marknaðinum og tær nógvu fíggjargølurnar í vinnulívi- num skulu gera enda á tí sindri av framgongd, sum hevur verið seinastu mán- aðarnar. Samstundis vísa brúkara- kanningar, at amerikanarar longu fyri tveimum árum síðani fóru undir at spara pengar heldur enn at keypa nýggjar vørur, og vinnulív- ið ávarar nú um, at fram- leiðsluvinnan eigur at fyri- reika seg til minkandi sølu. Aftur vandi fyri bakkasti í amerikanska búskapinum Í einari roynd at bøta um álitið á amerikanska vinnulívinum hevur stjórnin hert revsingina fyri roknskaparsvik. Her skrivar Bush forseti undir nýggju lógina Myndugleikarnir í Moskva mæltu miku- dagin fólki til at halda seg innandura. Ikki færri enn 119 skógar- eldar herja nærhendis býnum, og tann nógvi roykurin kann vera vandamikil fyri heilsuna RUSSLAND Árni Joensen Í einari ávaring frá lækn- unum í Moskva stóð, at børn, gomul og fólk við varandi sjúkum áttu at halda seg innandura ella at fara út á bygd at bíða, til roykurin minkar. Hini fingu samstundis tey ráð, at tey eiga at hava okkurt vátt plagg fyri vindeygunum. Hetta er fyrstu ferð síðani í 1972, at roykur frá skóg- areldum hevur noytt myndugleikarnar í Moskva at ávara fólk um heilsu- vanda. Seinni um dagin boðaði tuberklastovan í bý- num frá, at hon væntar munandi fleiri tilburðir av lungnasjúkum í heyst enn onnur ár. Sløkkiliðini í Moskva siga, at tey hava higartil skrásett 119 skógareldar ymsastaðni kring høvuðs- staðin, og umleið 1.000 sløkkiliðsmenn royna at fáa tamarhald á eldunum. Aðrastaðni í Russlandi stríðast myndugleikarnir eisini við skógareldar. Ringast stendur til har eyst- uri í landinum, og úr Sibiria frættist eisini um skógar- eldar. Veðurmenninir siga, at roykurin í Moskva verður helst liggjandi til vikuskift- ið, tá teir vænta regn og frískan vind. Moskva undir í royki av skógareldum 15 14 Nr. 145 - 2. august 2002 C M Y K 14