Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 25 — 29. mars 1980 Pirat-sendarar løgdu rásina fyri sjón- varpsfeløgunum D.P. Danielsen vildi ikki svara spurningi, um sendiloyviå frå landsstyrinum gjørdi sending- arnar hjá sjånvarpsfeløgunum meiri lógligar Landsstýrið = gav teimum privatu sjónvarpsfelegun- um loyvi at senda, tí fleiri privatsend- arar í longri tíð høvdu sent ólógliga. Soleiðis svaraði landsstýr- ismaðurin í mentamálum, D.P. Danielsen, tá hann í eini samreðu varð spurdur um grundina fyri lands- stýrisavgerðini tann |. november 1978. Og hetta svarið ferdi av náttúrligum orsekum til spurningin um D.P. Dan- ielsen helt, at sjónvarps- sendingarnar eru meira lógligar við sendiloyvinum hjá lands- stýrinum, men uttan av- talur við upphavsrættar- felegini, og uttan loyvi frá Danmarks Radio til at tappa sendingar og senda tær víðari við sendaranum hjá felagnum. D.P. Danieisen noktaði at svara spurninginum. Fjelmiðlagranskarin Jergen Poulsen, Álborg Universitetscenter, var í Feroyum á vári 1979 við tí endamáli at savna tilfar til eina kanning um >TV og den færøske kulturs frem- tid«. Jørgen Poulsen skrivar í bók síni eftir eina samreðu við D.P. Daniel- sen: »D. P. Danielsen stend- ur fast vid, at feløgini fingu sendiloyvi fyri at fåa greiðu á spurninginum, ti tað høvdu verið fleiri piratsendarar, og at hann sær eina hóttan móti fer- oyskum sjónvarpi í teim- um komandi norður- lendsku og ensku satelitt- unum. Tað er í hesari grundgevingini ikki greitt, hvussu sjónvarpið hjá sjónvarpsfelagnur við 50 prosentum av donskum og 50 prosentum av tilfari úr eðrum londum kann vera eitt feroyskt alternativ«. Politiskt tryst undan valinum Sambært kanningini hjå Jørgen Poulsen fekk Sjón- varpsfelagið í Tórshavn longu í apríl 1978 lyftið um at fara í holt við sjón- varpssendingar. Lyftið varð givið á einum fundi millum Sjónvarpsfelagið og landsstýrið. Grundgevingin hjá Sjónvarpsfelagnum var hon, at tað longu tá vóru í minsta lagi 600 sjón- varpstól í Havnini. Talan er ikki um eitt »tryst« uttan tydning, tí hver móttakari umboðaði tvær atkveður við tað komandi legtingsvalið í november, skrivar Jergen Poulsen. Um sama mundið, sum landsstýrið hevði fund við Sjónvarpsfelagið, við- gjerdi legtingið eitt upp- skot um at gera fyrsta byggistig av sendinetin- um. Hetta uppskotið varð viðtikið av legtinginum tann 29. september 1978, men samstundis havnaði legtingið einum uppskoti um at gera eina lóg fyri einum almennum sjón- varpi. Loyvið loysti frá ábyrgdini Í bók síni skrivar Jergen Poulsen um hetta mál: >Við at bíða við lóggáv- uni til sendinetið er bygt, ella í hvussu er til arbeiðið við tí er komið væl á veg, er vandi fyri at feroyska sjónvarpsmálið verður loyst við ov stuttum skot- brái, tí veljararnir fara neyvan at góðtaka, at sendinetið stendur liðugt og óbrúkt, meðan lóg verður gjerd fyri, hvussu sjónvarp skal gerast i Før- oyum Við at lata spurningin um sjónvarp í Feroyum enn einaferð bert snúgva seg um at gera sendinet samstundis sum tey pri vatu sjónvarpsfelegini sleppa at senda, verður lættari hjá feløgunum at fáa loyvi til at brúka tað almenna sendinetið. Harafturat loysti privata loysnin sjálvsagt legtingið frá ábyrgdini. in kann beinleiðis finnast at legtinginum og landsstýrinum fyri góðsku, mongd og kostnað av sendingunum. Tann privata loysnin loysti eisini spurningin um sjónvarpshús og spurningin um at fara undir framleiðslu av send- ingum. Við hesum er í minsta lagi í nekur ár sloppið undan nýggjum almennum útreiðslum — og almennar útreiðslur, serliga til mentanarlig endamál — hava ongantíð verið væl umtóktar í Fer- oyum. Mentanarstríð í andróðri >Við at loyva teimum pri- vatu sjónvarpsfelegunum hevur tað almenna at vísa seg loyst seg frá tí ment- anarpolitisku ábyrgdðini, sum ein tílík privat sjón- varpsloysn sjálvandi hevur. Samanbera vit ta privatu sjónvarpsloysnina við tí drúgva stríðnum fyri føroyskum máli og mentan tey seinastu hundrað árini, bendir tað tann skeiva vegin. Tað er spell, at fólkið í so stóran mun verður vant við danska mátan at gera sjónvarp, áðrenn ein foroysk sjónvarpsfram- leiðsla annars hevur kunn- að víst, at aðrir mátar at »hugsa« sendingar kunnu vera líka góðir og nóg meira viðkomandi, skrivar Jorgen Poulsen Bókin hjá Jorgen Poul sen >TV og den færøske virkelighed« kom út fyri stuttum Utgevari er Fróðskaparsetur Føroya Jørgen Poulsen: — Spell, at fólk skulu venjast við danska mátan at sjónvarp gera Á i i Kapping um sendi- tíð millum út- varp og sjónvarp Landsstýrið svarar ikki áheitan um tillaging A vári 1979 skrivaði Út- varp Feroya til Lands- stýrið og bað um at fáa av- talu í lag við Sjónvarps- felagið í Havn um sendi- tíðir. Utvarpsnevndin flutti fram í brævinum, at allar sendingarnar hjá sjón- varpsfelagnum eru í bestu senditíðini hjá útvarpin- um. Men Landsstýrið hev- ur enn ikki svarað áheit- anini, sigur Niels Juel Arge, útvarpsstjóri. Sjónvarpsfelagið i Havn sendir 15 timar um vikuna, friggjakvøld, leyg- arkvøld, sunnukvøld og annadhvønn tysdag ella mikudag. Utvarp Føroya sendir fimm timar dagliga vid høvudsdenti å kvøld- sendingunum. Ein avtala er meira neyðug nú enn nakrantíð, síðani Landsstýrið á heysti 1979 gav fimm sjónvarpsfelegum afturat sendiloyvi. Hesi felegini eru í fimm teimum sterstu bygdunum í Feroyum. Sendararnir hjá felegunum røkka sostatt um stersta partin av oyggjunum. Feløgini i Eysturoynni og i Klaksvik hava sett 1 Lime mar signal-umsetarar Fey tappa sjálvi sendingarnar á sama hátt sum Sjónvarpsfelagið í Tórshavn. Feløgini hava gjert i- leggingar i sendiútgerð fyri 70.000 — 110.000 krónur hvert, fíggjað við limagjaldi. Men í øllum bygdum eru fleiri sjón- varpstól enn limir. Sjón- varpsfelagið á Tvøroyri telur t.d. ikki meira enn 50 limir, men tað eru yvir 100 sjónvarpstól í býnum. Senda uttan at byggja igjøgnum Allar sendingarnar, sum feløgini senda, eru tappað- ar frá danska sjónvarpin- um, nakrar fáar undan- tiknar, sum Sjónvarpsfe- lagið í Havn ger við bara einum hálvprofessionell- um video-upptakara. Í letuni senda felegini 15 tímar um vikuna, men einki er til hindurs fyri, at tey kunnu økja um sendi- tíðina. I sendiloyvinum er nevniliga eingin avmark- ing av senditíð. Landsstýrið hevur bara tryggjað sær, at sending- arnar skulu hava eina góðsku, soleiðis at all kunnu síggja tær. Haraft- urat hevur Filmseftirlitið rætt til at hyggja sending- arnar igjøgnum. Tað hev- ur Filmseftirlitið kortini enn ongantíð gjort Orsøkin til at Filmseft- rlitið hevur tann rættin er, at Landsstýrið vil tryggja seg ímóti guds- spottandi og ónæriligum sendingum. Men felegini senda tappaðar sjónvarpsseriur áðrenn allir partarnir eru sendir í danska sjónvarp- inum. Sostatt verður fyrsti partur sendur uttan at vita, hvat fer fram í t.d. sætta parti. Það er óvist hvat Landsstýrið vildi gjert, um sjónleikar- arnir fóru at lata seg úr og fóru í song saman í hesum partinum. J. Karter Højgaard, for- maður í Sjónvarpsfelagn- um í Havn, viðgongur eis- ini, at felagið ikki hevur stundir til at hyggja eftir øllum sendingunum, ådrenn tær veråa sendar. Feløgini senda eisini barnasendingar hjá Dan- marks Radio. Tað halda nógv vera av leið, tí tey føroysku bernini eru longu frammanundan undir stór- ari málsligari ávirkan utt- anífrá. 90 prosent av útláninum á bókasavninum í Havn eru danskar bekur. Orsekin er ikki, at bernini ikki eisini lesa feroyskar barna- bekur, men tær eru bara ikki so nógvar í tali Tá J. Karter Hejgaard formaður í lagnum í Havn, vari spurdur, hví felagið sendir danskar barnasendingar Sjónvarpst x svaraði hann: — Okkurt noyðast at senda