Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-03-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mars 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 —— H im telf. 14720. 11820 søstalurin box 76, 3800 Torshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Tað skal loysa seg ODDAGREINIRNAR í Dimmalætting eru mangan áhugaverdar at lesa, og hava tær altíð eitt til felags. Tær eru allar líka svartar. Blaðið, eins og flokkurin tað umbodar, ræðist alt, sum ber av framburði í hesum landi, og serliga tí, sum kann koma flestum til góðar! SEINASTA oddagreinin fegnast yvir, at kongaligi einahandilin varð avtikin, og hetta eru vit samdir við Dimmum um, men tá hon fer at samanlíkna hendan einahandilin, sum varð avtikin fyri 125 árum síðani, við Strand- ferðsluna, kunnu vit ikki vera samdir. Sagt verður, at tær royndir av almennari yvirtøku av Strandferðsluni í landinum hava roynst illa, og somuleiðis verður sagt, at tað sum fyrr einki kostaði landinum, er nú farið at kosta landinum longu frá byrjanini. NÚ ER TAÐ SO, at vit meta samferðslu- spurningin sum eina landsuppgávu og skyldu, um henda samferðsla kostar ella ikki. Tað var tann tíð, at samband bert var millum tey gki í landinum, har tað av privatum »loysti sega at koyra/sigla ímillum við gomlum dangum og bussum, og so hvert hesar rutur fóru at geva hali og/ella vórðu ov dýrar at haida við líka, vórðu tær vinarligast latnar landinum at reka. UM TAÐ IKKI loysir seg at sigla uppá Suður- oynna, skulu vit gevast við hesi sigling? Um tað ikki loysir seg at hava samband við Klaksvíkina, skulu vit so niðurleggja hetta samband? Vit vinna heldur ikki pengar við at hava skúlarnar opnar, sjúkrahúsini opin o.s.fr. Skulu vit lata hesi aftur? EITT SKAL BÆÐI sambandsflokkurin og blað hans, Dimmalætting, eiga rós fyri, og tað er, at ikki er neyðugt at ivast í, hvussu teir vilja loysa dagsins spurningar. Hver nýggjur dagur ber okkum prógv um, hvussu neyðugt tað er at hesin flokkur verður hildin uttan fyri landsins stýri. Hvussu sambands- flokkurin vil loysa (ella lata vera við at loysa) samferðsluspurningin, er bert eitt av mongum dómum um tørvandi politiskan vilja. Fimleika- framsyning verður í Tvøroyrar skúla í dag leygar- dagin 29.3. kl. 15.00 og sunnudagin 30.3 kl. 15.00. i : vøroyrar Fimleikarfelag | Sum kunnugt er eingin sáttmáli millum fiski- mannafelagið og reiðara- felagið í løtuni. Og or- søkin er tann, at FF íkki hevur viljað gingið við til ta broyting í sáttmálan- um at fiskimenn skulu luttaka í hækkanini av oljuprísunum. Nú hevur so nógv ver- ið sagt um hendan spurning, so tað kundi kanska verið á leið at greitt eitt sindur frá teim- um sjónarmiðum, sum liggja til grund fyri stødu- takan FFs. Tað eru tvær meginorsøkir til hesa stødutakan. | Fyrsta orsøkin: Inntøkur fiskimanna Tá ein fer í holt vid sått- målasamrådingar er grundarlagið fyrst og fremst verandi inntøku meguleikar hjá fiski- monnum. Her vísa hag- tel FFs greitt, at inntøk- urnar hjá fiskimonnum í flestu førum hava verið fallandi. Trýstið hevur verið harðast viðvíkjandi ísfiskatrolunum, sum royna bert undir Føroy- um, so tey tøl, sum verða tíkin fram, viðvíkja hes- um bólkinum. Her var miðalinntskan hjá dekk- ara í 1979 kr. 434 um dag- in, og var hetta ein aftur gongd uppá 17% í mun til 1978. Henda miðalinn- tøka í 1979 svaraði til løn- ina fyri ein góðan 10 tím- ars arbeiðsdag á landi við minstutimaløn. So må vera lætt at skilja at minni løn ber ikki til at jóða fiskimonnum við teirra arbeidsvidurskift- um, um ætlanin er at fáa góða manning. Men út rokningar FFs vísa enn- tá, at við núverandi Nr. 25 — 29. mars 1980 Hugleiðingar við eitt sáttmálaloysi Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag fiskaprísum og somu veiðu sum í fjør koma fiskimenn enn meira aft urút í mun til lønarlagid, t.v.s. teir fáa eina minni hækking í teirra inntøku enn tær lønarhækkingar, sum roknast kunnu við í samfelagnum annars. Tískil eru tað ikki bert tóm orð, tá sagt verður, at fiskimenn hava einki at lata av. Uppgávan hjá FF má hóast alt vera at tryggja at fiskimenn fáa teirra rímiliga part av »samfelagslagkøkuni« Eingin annar ger tað Annars eru skipini ikki heilt óhjálpt. Av tí saml- aða prísi, sum verður goldin fyri feskfisk í løt- uni, hesin er í løtuni um kr. 4,00 pr. kg. vid øllum studningum, verður goldið úr landskassanum um kr. 1,50. Av hesum kr. 1,50 verða umi. kr 1,10 goldin til skipini. Um vit taka gongdina frá 15 mars 1979 til 15. mars 1980, so er fiskimanna partur av samlaðu út- gjeldini pr. kg. ráfisk fall- in úr 30% í 23,5% Tær almennu skipanir, sum víst verður til oman- fyri eru: 1. Lagt er omaná fesk- fiskaprísirnar gjøgnum ráfiskagrunnin. Hetta kemur báðum pørtum til góðar. Tó skipinum meira enn manningini. 2. Oljustudningurin er hækkaður. Hetta kemur skipunum til góðar. 3. latin er rakstrar studningur. Hetta kemur skipunum til góðar 4. Minkað er um prís- viðbótina. Hetta minkar um hjá fiskimonnum. Sum tað skilst hevur løgtingid gjøgnum hesar skipanir, sum umboða um 35—40% av samlaðu Utgjøldunum pr. kg. rå fisk longu broytt sundur- býtið av samlaðu »køk- uni« til fyrimuns fyri skipini. Og tað hevur eisini verið tikið til eftir- tektar. Onnur orsøkin: vilja ikki hava oljufrådrått Tå FF ikki vil hava at manningin skal luttaka f oljuutreiåslum hevur hetta fleiri orsøkir, sum t.d. 1. Fiskimenn hava altíð strembað eftir at fáa bruttosáttmálar, so- leiðis at tær ymsu út- reiðslurnar eru fiski- monnum óviðkomandi. Hesum ynski hevur reið- arafelagið eftirlíkað, so flestu nýggju sáttmálar- nir eru bruttosáttmálar, enntá eisini eftir upp- skoti frá reiðarafelag num. Tá nógvir túrar verða gjørdir sum hjá ís- fiskatrolarum er nærum eisini neyðugt við brutto- sáttmála, tá trupult er at gera útreiðslurnar upp hvenn túr sær, og enn verri at hava eftirlit við hesum 2. Tá tosað verður um ein oljuprís uppá kr. 1,87 við frádrátti av 44 oyrum í oljustudningi, so er hetta bert lutvíst rætt. Tí við seinastu stuðuls- lóggávu valdi landsstýrið í staðin fyri beinleiðis oljustudning at geva studning uppá sjálvan fiskin sum rakstrar- studning. Hesin óbeinleiðis oljustudning- ur vil ongantíð koma fiskimonnum til gæðar Og um neyðugt hevur verið við enn fleiri til- tokum, hevði landsstýrið tá helst valt at t.d. heldur lækka rakstrarstudning- in enn oljustudningin, tá hetta vildi »hildnast« betri hjá skipunum. 3. Ein slíkur oljufrá- dráttur í sáttmálanum vildi so við og við máa grundarlagið undan sátt- málanum, tá parturin hjá manningini vildi minkað so hvert oljan fór upp og sjålvt um tað var við nátúrligum hækkingum. Hvussu avleiðingarnar høvdu verið av hesum kunnu vit síggja við at rokna uppá avleiðingar- nar, um FF i 1975 hevði gingið reiðarafelagnum á meti, tá sáttmálin eisini var uppsagdur við sama kravi. Hevði ein slík semja verið gjørd tá, vildi oljufrådråtturin í dag verið um 70 oyru pr. litur, og hevði inntøkan hjá hesum fiskimonnum verið minst kr. 50 lægri pr. dag enn hon hóast alt er Sum tað sæst er ikki nógv at gera frá fiski- manna síðu. Víst hevur verið á áður, at tað hevur altavgerandi týdning fyri alt samfelagið at fiski- vinnan verður hildin gangandi. Og sansar at, skulu øll bera byrðarnar av hesum. Hetta hevur eisini verið gjørt við teimum ymsu stuðulslóggávunum. Sagt varð í viðmerking- unum til seinastu kreppuuppskotini, at hesi skuldu gera tað meguligt hjá flestu skipum at halda áfram at veiða Reiðarafelagið sigur, at hetta endamál ikki er rokkið, og at sam tyktu uppskotini íkki rakka ti málsetningi tey høvdu. At her er okkurt, sum haltar, kunnu vit ikki lata fiskimenn gjalda rokningina fyri. Í hvussu er ikki fiskimenn einsa- mallar.