leygardagur 29. mars 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Tað fyrsta ið alment kom fram í Feroy-
um, sum litað var av teirri sosialistisku
hugsjón, mundi vera hinumegin aldar-
móti. Ja, so undarliga tað kanska ljóðar,
stakk henda hugsjónin seg upp í >Fer-
ingatíðindi<, men tað hendi bert hesa
einu ferðina. Tað var Kristin í Geil,
seinri kendur sum hin óræddi blaðstjórin
á »Tingakrossi«, ið har hevði fingið eina
yrking tikna upp í blað >Feringafelags<
undir merkinum »SATYR«.
Yrkingin byrjaði við hesum orðum
>Angistróp á kvirru nått« og endaði við
hesum reglum, ið vóru sum ein knýttur
nevi í andlitið á samfelagnum — teimum
ráðandi —
»Skamm yvir tað samfund, ið bjóðar
sínum trælum gift fyri mat.«
Tað lýsti gjøgnum alla yrkingina, at
hann var í opposisjón til samfelagið, ella
samfelagsskipanina. Fyri honum vóru
tað longu tá tveir partar, teir ráðandi og
so trælirnir — arbeiðarastætturin. —
Kristin kom ikki aftur í >Feringatíð-
indi<, men til fólkafundin í Mannafalls-
dali — eisini hinumegin aldarmótið yrkti
hann ein fundarsang, har ið henda sama
sosialistiska hugsjónin, sum í yrkingini
frammanundan, lýsti av eldhuga fyri
sosialistiskari — ella radikalari — rerslu.
Og í hesum sangi tekur Kristin í Geil so-
leiðis. til:
„Heilaga rættferð og frælsi á jør8
. send yvir hav tínar logandi brandar,
ikki sum áður við drepandi sverð,
men við kunnskaps og kærleikans andar.
Lýsið títt virki
í skúla og kirkju,
tá birtist ljósari tíð yvir land!«
Fyrsta atsóknin
hjá arbeiðsmonnunum
Enn er eingin >Tingakrossur< komin,
men donsk blød komu til landið, mest
sum makkulaturur, til at pakka inn í, og
millum hesi bleðini bar tað eisini á at
»Social-Demokraten« kom — og hesi
bleðini fullu summi á góða gróðragrund.
Ein, ið kanska mest var ávirkaður av ti,
ið hann hevði lisið í hesum blað, var Óli á
Kák (Ole Udbe). Hann tosaði við felagar
sinar á arbeiðsplássinum og eggjaði
teimum til í felag at meta hjá arbeiðs-
gevaranum og krevja 20 oyru um tíman
(lenin var bert 16 oyru), og um teir ikki
fingu iad, so skuldu teir fara heimaftur.
Sum sagt so gjert. Morgunin eftir
mættu allir í handilshúsinum hjá arbeiðs-
gevaranum og stillaðu seg nakað frå
skivuni. Og so kom arbeiðsgevarin av
skrivstovuni, helst eitt sindur ilskur, tí
teir stóðu her og ikki vóru farnir til ar-
beiðis. Tá steig Óli á Kák fram til skiv-
una, og segði arbeiðsgevaranum, at teir
vóru samdir um, at vilja hava tjúgu
oyru um tíman, annars fóru teir til hús.
Svarið, ið Óli fekk frá arbeiðsgevaranum
var, at hann kundi fara heim, um hann
ikki vildi arbeiða! Oli fór! Men tá ið ar-
beiðsgevarin so spurdi hinar, um teir
ikki vildu fara til arbeiðis, ja, so fóru teir
aftur til arbeiðis fyri tey somu 16 oyruni
um tíman. — Svoleiðis endaði hin fyrsta
atsóknin hjá arbeiðsmonnum í Havn,
fyri at fáa 20 oyru um tíman. Oli kom á
svartalistan, og var ongantíð afturbiðin
til arbeiðis hjá hesum sama handilshús-
ið.
»Krossur« kemur —
blaðstjórin stevndur
So kom »Tingakrossur« við tí nýggja ár-
hundraði og við nýggjum frælsisvónum
fyri hitt trælkaða fólkið. Og »Krossurin«
rendi seg longu í sínum fyrstu degum
harðliga á teir ráðandi, embætismanna-
stættina, at Kristin í Geil varð stevnd-
ur, og dømdur til at gjalda 700 kr. í
skaðabetur. Hetta var nógvur peningur
tá, og hverki blaðstjórin Kristin í Geil
ella partafelagið »Fram« hevði ráð at
gjalda tílíkar stórar skaðabetur, sum
eingin annar fekk nakra nyttu av, uttan
hin danski politikassin.
Segan var í stuttum henda: 2 ungir
arbeiðsmannasynir høvdu skotið nyggj-
árið inn heldur harðliga og politiið tók
teir, og vórðu teir demdir at gjalda 10 og
15 kr. í sekt. Kristin í Geil kom at verða
so sintur, tá ið hann í Krossinum segði
frá hesum, at hann bar saman hesar báð-
ar lívsglaðu dreingirnar, ið dømdir vóru
fyri at hava stuttleika sær ein nýggjárs-
aftan, við synir embætismanna, ið gingu
í handlarnar at >rapsa< — men tá var
lógin bæði blind og deyv! — Sorinskriv-
arin Bang slapp ikki at døma í sakar-
málinum móti »Tingakrossi«, tað skitna
arbeiði fekk C. C. Danielsen, sum tá sat
á skrivstovuni. Ein skuldi trúð, at hetta
skuldi gera blaðstjóran á »Tingakrossi«
eyðmjúkan, men so var ikki. Hann setti
altíð fingurin á, tá ið hin minni menti
kom illa fyri av einari ella aðrari orsek.
Hann duldi ongantíð fyri síni viðfaddu
kenslu fyri teimum, ið illa koma fyri ella
líða hungur og hall. — Men neistan,
frælsisneistan, hevði hann blakað mill-
um hina føroysku arbeiðara- og fiski-
mannafjeldina.
Royndu eitt
sosialistiskt blað — men ...
Umframt eitt lítið prik viðhvert og eitt
sterri prik aðrar tíðir, hoyrdist lítið um
tær sosialistisku hugsjónir. ið vóru farn-
ar at gera seg galdandi suðuri á megia-
landinum. Jú, tað var onkur, ið sang
„Brátt lýsir í Eystri, sosialistasangin
sum Kristin í Geil hevði týtt úr donsk-
um. Tað var ein sangur, sum fangaði.
Í 1911 komu tríggir unglingar saman í
»Kaffistovuni« — Húsini hjá Trinu á
Sandi — í Havn, og talaðu saman um at
geva út eitt lítið blað, sum í skapi og
innihaldi skuldi vera nakað í tí anda sum
>Corsaren< hjá Goldsmidt. Hetta var
kanska at fljúgva nakað høgt, hildu teir,
og nýttu so »Ravnen« sum fyrimynd.
»Ravnen« var satiriskt skemtiblað. Tó
hildu hesir unglingar seg ikki til at
kunna halda sama flogið sum ravnurin,
og ti skuldi blaðið eita »Kråkan«.
Maurentius varð settur sum blaðstjóri,
Kristoffur Ziska, sum teknari og Andri-
as Hansen, sum blaðstjórnarskrivari.
Samráðst var við Kristin í Geil, um at
verða við at leggja blaðið til rættis, og
Eliesar Poulsen (Eliesar í Pállstovu úr
Mikladali) skuldi bæði teknað og gera
hevdið.
Men henda ætlan hugagóðu unglinga
fall niður fyri — »Kråkan« fór ongantíð
á flog, og tað hevði sínar grundir. Mau-
rentius fór til skips og sigldi norðuri í
Nr. 25 — 29. mars 1980
Hin sosialistiska hugsjónin
ger landnám í Føroyum
Vági, Kristoffur Ziska fór eisini til skips
við »Oliviu«, sum gekk burtur á Suður-
landinum. Eftir sat so Dia, sum altíð var
hin stilli og siðiligi unglingin, og sum
vituligt leit hann sær ikki hetta til einsa-
mallur. Eliesar goymdi hevdið á blað-
num í fleiri ár. Men >Krákan varð bein-
skerd, beint sum hon hevði verið búgvin
at fljúgva.
Gera sosialistiskan
felagsskap
Hin næsta royndin var at fáa í lag ein
lítlan felagsskap, ein frælslyntan og
hugnaligan felagsskap. Hetta bar betur
til. Felagið varð skipað sum ein lesiring-
ur — har varð lisið og tjakast. Felagið
fekk navnið >Tjakfelagið<, og byrjaði
við 7 ella 8 limum. Teir, ið her førdu,
vóru J. P. Davidsen, N. A. Ejdesgaard,
Maurentius Viðstein og Chr. Skylv
Hansen (sonur Jóhonnu Mariu Skylv
Hansen) og har komu so við og við fleiri
limir. Men har væntaði upplýsandi
sosialistiskur lesnaður, og so skrivaði
Chr. Skylv til Borgbjerg eftir tilfarið til
lesnað og tjak — og væl bar til. >Social-
Demokraten< kom, og blað teirra ungu
donsku sosialista >Fremad< kom eisini -
— og hesi bleðini komu regluliga. Har-
aftrat fann Kristin í Geil bæði eitt og
annað á síni stóru bókahill, sum hann
helt koma til nyttu í felagnum — og nú
var >Tjakfelagið< væl útbúgvið til at
hava tjak, lesa og kanska skriva onkra
blaðgrein í >Tingakross< ella »Social-
Demokraten«, og hetta varð gjørt so av
og á.
Fekk heilar 50 limir
>Tjakfelagið< vaks so við og við, og talið
á limum var komið upp á 50, tá ið heims-
bardagin í 1914 brast á. Tá vóru eisini
stundir til at tjakast við fólk bæði á got
uni og á arbeiðsplássi — og hetta var
eisini gjørt, og tað so dúgliga, at felagið
kom »i ringt orå«, tí teir skuldu avskaffa
kong og mangt annað, sum verri var.
Blødini høvdu longu gjørt sína nyttu, og
tå ið so hitt norska »Klassekampen« og
tey svensku blødini »Stormklockan« og
»Brand« komu afturat, so hevði felagið
nógv andaligt lóður til at berjast móti
afturhaldinum, hini kapitalistisku sam-
felagsskipanini við. Bardagin, ið beint
var brostin á, var ein veksturin á tí kapi-
talistiska trænum, varð hildið fram fyri
fólki, ikki bert i Havnargøtum og á ar-
beiðsplássum, men hetta var harðliga
hildið fram av J. P. Davidsen á einum
fólkafundi á Getueiði — og felagið kom í
bleðini. »Tingakrossur« skrivaði um
nýggjar tónar, og mælti til at fáast „við
okkara egnu Pappenheimarar<, meðan
»Dimmalætting« við gråturødd bað fólk
vara seg, tí hetta var »udslag af en ung-
socialistisk forening í Thorshavn«. Tað
var ikki bert »Dimma«, ið var skøkk.
men fóik ristu á høvdinum mangastaðni
um alt Feroyaland, um henda »vill-
leidda« ungdom.
Havnar Arbeiðsmannafelag
verður stovnað
Nei, kongur fekk frið fyri >Tjakfelag-
num«, men »Pappenheimararnir«, sum
»Tingakrossur« hevði á máli, máttu í
grasið bíta hin 16. januar í 1916, tá ið
»Havnar Arbeiðsmannafelag< varð
stovnað. Tá fingu arbeiðsmenn endiliga
25 oyru um tíman, og Óli á Kák slapp
aftur til arbeiðis, javnt við aðrar arbeiðs-
menn, hvar ið tað so var.
»Havnar Arbeiðsmannafelag=< var á-
veksturin av arbeiði »Tjakfelagsins«
millum arbeiðsmenn bæði á getuni og á
arbeiðsplássunum. Tað var tí eisini skill-
igt, at skuldi nakar koma í fyrstu nevnd
arbeiðsmannafelagsins, so komu tað at
vera fremstu menn >Tjakfelagsins<. Har
kom J. P. Davidsen at verða formaður
og Kristin í Geil kom at verða arbeiðs-
mannafelagsins fyrsti skrivari. Hann
hevði tað uppiborið, ti so dyggur stuðul
heyði hann verið teimum ungu, ið so fáir
høvdu skipað seg í felag, við ti endamåli.
at fremja sosialistiska upplýsing millum
arbeiðarar, so teir kundu taka seg saman
og verja síni egnu áhugamál. Á Tveroyri
varð árið fyri stovnað eitt arbeiðsmanna-
felag við navninum »Enigheden«, nú
»Fylking«.
Felagið fær tveir veingir
Um >Tjakfelagið< skal verða sagt, at her
livdi undir fjølini til tess at >Havnar
Arbeiðsmannafelag< varð stovnað. Mill-
um hevuðsbekurnar, ið nýttar vóru
bæði at lesa úr og hava frammi til tjak,
er vert at nevna Cammille Flamerions
»Verdens Undergang«, Borgbjerg og C.
E. Jensens »Socialdemokratiets Aar-
hundrede«, Wilhelm Liebkneckts »Soci-
alismens 10 Bud«, ja, eisini var Darwin
og hansara visindaliga »skaparverk«
havt til umreðu á felagsins fundum. —
Ta Karl Liebkneckt á týska rikisdegi at-
kveddi ímóti, at veita pening til kriggs-
førsluna hjá Wilhelmi keisara, kom
nýggjur kvøkkur í teir sosialistisku
flokkarnar um allan heimin — og hesin
kvøkkur kom eisini á teir ungu í >Tjak-
felagnum. Har komu at vera líkasum 2
veingir, sum kortini stóðu væl saman í
felagsskapinum. Meirilutin (J. P. David-
sen) helt seg til teir gomlu í teirri sosial-
istisku stevnu, meðan minnilutin (Mau-
rentius Viðstein) fylgdi hinum nýggja
strateginum við hug — og hevur alt siå-
ani verið úti á vinstra vongi.
Stauning vitjar
Meðan Johs. Guttesen var formaður og
M. S. Viðstein var skrivari í 1925, kom
danski ríkisráðharrin Th. Stauning til
Føroya at ferðast. Hann hevði høvi til at
vera á nevndarfundi hjá arbeiðsmanna-
felagnum, umframt at hann eitt kveldið
helt rødu á felagsfundi, sum nevndin
skipaði fyri í avhaldshúsinum. — Seinri
kom fólkatingsmaðurin Hans Nielsen,
til Føroya — í samráð millum felags-
nevndina og Socialdemokratisk Forbund
í Danmark, at halda nakrar upplýsandi
fundir, í teirri ætlan at kveikja lív aftur í
hin sosialistiska felagsskapin, sum