mikudagur 2. apríl 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 26 — 2. apríl 1980
FOROYA
SOSIAL-DEMOKRATU
AVNAÐUR RRÓF
5 oyru + g +
EYGARDAGIN
RSKAPUR
MARS
(Brot úr Feroya Sosialdemokrati mars/apríl 1955)
, - LE .
Góðir sjónleikarar
Leikurin Mýs og Menn, eftir John Stein-
beck, hevur verið framferdur í Havn.
Heðin Brú skrivar m.a. um henda leik,
at hesin var so væl framborin, at slíkt
ikki er sætt í Havnini áður. Hann
stimbrar teim leikandi at halda fram í
góðum treysti, og hevur góðar vónir um
framtíðar sjónleikarvirksemi í Havnini.
Mannagongdin hevur nú í nógv ár verið
tann, at leikurin er batnaður tak fyri
tak, sigur Heðin Brú.
Sangarastreika
í Havn
Í sama blaði verður sagt, at Viderø
prestur í vikuni frammanundan skrivaði
eina blaðgrein, har hann fanst at kirkju-
sanginum í Havnar kirkju, sum hann
helt vera út av lagi ringan.
Til festugudstænastuna seinasta miku-
kveld metti kirkjukórið ikki upp, men
annars gekk gudstænastan sína vanligu
gongd. .
Sosialurin heldur, at tað tó neyvan hev-
ur verið sjálvum kirkjukórinum Viderø
hevur funnist at, men heldur meinig-
heitssanginum, ið fleiri enn hann kundu
ynskt betur.
Blaðið vónar annars, at kirkjukórið
fer at finna aftur í kirkjuna, tí tað kann
,
Ut úr FA
Havnar Arbeiðsmannafelag samtykti
við 34 atkveðum fyri og 4 ímóti, at siga
seg úr Feroya Arbeiðarafelag. Sosialurin
ivast tó í, um bert sløk 5% av limum fel-
agsins kunnu taka eitt so álvarsamt stig
Tulipanærin
Ein havnamaður skrivar í einum lesara-
brævi, at partur av seyðinum hevur
havt ringar dagar, men hinvegin er tað
eisini seyður. sum ikki hevur liðið nakra
neyð. Hann hevur havt gyltar dagar.
Hetta er tulipanærin — ella seyðurin,
sum um næturnar strikur i Havnar gøt-
um fyri at royna at sleppa sær inn í onkr-
an urtagarð at leska seg við teim nálum
og blómuspirum, ið nú fara at spretta.
Hann heldur, at hetta er ein sonn plága,
sum endi má fáast á.
Heitast kann á politi, men tað man
helst vera eins deyvt fyri hesi åheitan,
sum fyri áheitanini viðvíkjandi leysum
hundum í Havnar getum, skrivar lesarin
og heldur, at onnur ráð eru ikki til at
taka, enn at borgarar sjálvir taka sær
um reiggj, og taka tann seyðin upp, teir
síggja ganga leysan í býnum, og leiða
hann oman i sArnes Minde«, so ánarar-
nir megu gjalda nakað fyri at fáa hann
aftur. Tí, tað eru teir, ið seyðin eiga, og
so illa fara um hann, ið eiga at beta fyri
óskilið, og ikki seyðurin sjálvur, skrivar
havnamaður.
Myndin sýnir ta gomlu pressuna uppi á
Heygsbreyt — prentsmiðjan hjá Sosial-
inum í 20 ár. Pressan var frá hinumegin
aldarskiftið, men koyrdi líka til 1974 —
so dánt í hvussu er.
Úr legtinginum:
Bensinskattur
og prísískoyti
NÚ SKULU ÚTRÓÐRARMENN OG
BILSTJÓRAR KYRKJAST
Undir hesi yvirskrift skrivar Sosialurin
um eitt uppskot, sum legmaður, Kr.
Djurhuus, hevur lagt fyri tingið, um at
áleggja bensini ein toll uppá 70% av inn-
keypsprísinum, ella 20 oyru fyri liturin.
Sambandsmenn tóku væl undir við upp-
skotinum. M.a. høvdu Andr. Djurhuus
og Hans Iversen orðið, har teir hildu
hetta vera eitt gott uppskot. Her er ein
ótollað vera, sum væl kundi bera henda
tollin, hildu teir.
Hinvegin hildu J. Fr. Øregaard og J. P.
Davidsen hetta vera eitt skilaleyst upp-
skot. Teir førdu fram, at bensin var ikki
nekur skreytvera, og var neyðugt fyri
mong fyri at kunna rekja vinnu sína, og
nevndu teir serliga útróðramannin.
Javnaðarflokkurin hevði sítt broyt-
ingaruppskot til landsstýrisuppskotið,
har teir mæltu til, at bensin til útróðra-
bátar og annars bensin til nýtslu í sam-
band við allan fiskiskap, skuldi vera
undantikið tollinum. Javnaðaruppskotið
varð felt og landsstýrisuppskotið sam-
tykt.
Men tá talan var um prísískoytið, var
Sosialurin meiri bjartskygdur. Ikki
minst nú bensingjald var fyri, legdu
javnaðarmenn dent á, at útróðrarmenn
fingu prísískoyti. Hetta eydnaðist. Leg-
maður gav eftir at lata útróðrarmonnum
eitt prísískoyti uppá 2 oyru pr. kg av rá-
Hetta var striltiå, men hesaferð vunnu
vit tó nakað, skrivar Sosialurin í apríl
1955 — fyri 25 árum síðani.
Ein minnilig ferð:
Erlendur og Hákun
sluppu ikki avstað
vegna kava
(brot úr Sosialinum 6. og 9. februar 1963)
Erlendur Patursson og Hákun Djur-
huus boðsendir av donsku stjórnini
til samráðingar um 12 fjórðings
sjómarkið
Danska stjórnin hevur boðsent lands-
stýrinum at koma til samráðingar um
fiskimarkið, nú uppsagnarfreistin gong-
ur út í apríl.
Legmaður og Erl. Patursson fara til
samráðingar, sum skuldu byrja í dag.
Teir fóru ikki við Drottningini, sum fór
úr Feroyum sunnudagin, men fingu
danska militerflúgvumaskinu eftir sær,
hon kom longu mánakveldið. Í gjár var
so nógvur kavi lagstur á flogvøllin, at
ikki var farandi. Teir fóru tí við (haldið
tygum fast!) NIELS EBBESEN til Het-
lands, haðani teir skulu leiga sær flogfar
til Keypmannah. Ætlanin var, at
samráðingarnar skuldu byrja í Keyp-
mannahavn í dag.
Bretar geva longu ilt av sær
Í Bretlandi eru tíðindi um útflytanina
av sjómarkinum illa dámd — so illa. at
bleðini har nú skriva um at steingja
marknaðin fyri sølu av føroyskum fiski.
” Nú fæst so at síggja, hvussu leikur
fer; men givið er, at fiskimarkið eigur, og
hevur sjálvsagdan rætt at verða flutt út
á 12 fjórðingar — har er eingin onnur
leið gongd.
Treiska Bretland hevur megina —
men vit hava rættin!
og í næsta blaðnum verður greitt frá tí
heldur truplu ferðini hjá Hákuni og Er-
lendi:
Ikki fyrr enn hósdagin seinrapartin fór
danska militerflogfarið við Hákun Djur-
huusi og Erlendi Paturssyni. Við í
ferðini vóru eisini ríkisumboðsmaðurin
og landsstýrisins skrivstovustjóri.
Samráðingarnar við ríkisstjórnina
fóru fram í gjár, men tær vórðu ikki
lidnar og munnu helst halda fram í dag.
Nú teir eru farnir at samráðast við
ríkisstjórnina, er tað almanna hugsan í
Feroyum, at landsstýrismenninir nýta
hevi til at samráðast við ríkisstjórnina
um yvirtøkumålini, sosum skúlan, post-
verkið og eisini um statsborgaraskapin.
Trupult gekst landsstýrismonnunum
at sleppa av landinum. Týsdagin skuldi
teir fara úr Vágum við danska militer-
flogfarinum, sum var komið eftir
teimum; men so nógvur kavi legðist á
flogvellin, at ikki var farandi. Einir 50
danskri marinusoldátar frá Niels Ebbe-
sen royndu síðan at sópa farleið fyri
landsstýrisins loysingar- og fullveldis-
hetjum; men einki bar til. — Týskveldið
fóru teir so umborð á Niels Ebbesen, ið
vildi flyta teir til Hetlands; men tá teir
frættu, at tað vildi taka skipinum eitt
samdegurð at sigla til Hetlands, settust
teir aftur. Mikudagin skuldi Niels Ebbe-
sen flyta teir aftur til Havnar, men teir
vóru komnir at sita so væl umborð á
danska herskipinum — blíðit vóru
menninir — at teir fóru íkki í land í
Havn, men fylgdu við skipinum inn á
Skálafjerð, har Thorshavn síðan flutti
teir til Havnar. Endiliga hósdagin
eydnaðist tað landsstýrismonnunum at
sleppa avstað við danska flogfarinum.
|