mikudagur 2. apríl 1980síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 26 — 2. apríl 1980
Fiski- og arbeiðsmaðurin Albert Norðfoss:
Skaddur umborð á bretskum trolara
— lá á flekiborðinum í 17 tímar
Hóast hugurin lá til
sjólívið, so »vildi«
lagnan ikki, at Albert
Norðfoss skuldi blíva
verandi á sjónum øll
síni bestu ár.
Hann var bert 15
ára gamal, tá hann fór
til sjós fyrstu ferð.
Baldist síðani í umleið
20 ár á sjónum, til
hann í besta aldri fekk
ein so álvarsaman
snudd umborð á
bretskum trolara, at
hann legðist upp á
land — og ongantíð
síðani fór aftur til
sjós.
Albert er ikki vónsvikin
ella hugtungur. Hann
minnist aftur á gamlar
dagar á sjónum við
gledi. Tí hann upplivdi
nógv hesi árini á sjónum:
við havrannsóknarskipi í
Miðalhavinum, við slupp
Íslandi, flýddi
bretskum her-
skipi, ferdi fisk millum
lond og sigldi bátar úr
Føroyum til Islands.
Albert Noråfoss er
føddur i Havn i 1895.
Foreldrini vóru Elsebeth
og Dánjal í Horni i
Havn. Albert gekk í
gamla kommunuskúlan-
um, men tá hann var
fyltur 15 ár, vildi hann
sleppa at royna okkurt
nýtt og spennandi. Hann
vildi royna sjólívið
Við »Thor«
í Midalhavinum
Um hetta mundið kom
danska havrannsóknar-
skipið »Thor« á Havnina
við tveimum sjúkum
monnum, og boð vórðu
send eftir tveimum
føroyingum at koma við
í staðin.
Albert greiðir sjálvur
soleiðis frá:
— Hetta ljóðaði
spennandi. Teir skuldu í
Miðalhavið at gera
yngulkanningar. Eg tók
av tilboðnum. Hin feroy-
ingurin, sum fór við, var
Hans Jákup i Daiastovu
Hann var 10 ár eldri enn
eg. Eg mynstradi sum
deksdrongu- og
sum matrósur
Hans
12. februar í ár kundu hjúnini Anna og Albert Norðfoss i Havn halda diamantbrúdleyp —
tey høvdu tá verið gift í 60 ár
Tey bæði hava hesi seinastu 33 árini búð á Gráasteini. Hóast nokkso høga aldurin — so
hava tey bæði tað gott — eru frísk, glað og fryntlig. Sosialurin hevur verið úti og tosað við
tey bæði, sum høvdu nógu at siga frá.
Tað var fínasta veður,
tá Thor fór av Havnini.
Leiðin gekk fyrst til
Stornoway, har teir
skuldu hava ymsa veru
umborð. Síðani víðari
framvið bretsku vestur-
strondini, har tað var
lagt at í fleiri havnum at
fáa kol. Albert sigur, at
Thor var ein sannur kol-
slúkari, og tí máttu teir
hava nógv kol umborð til
tann tanga túrin suður í
Miðalhavið.
Stórt upplivilsi
Þeir steðgaðu í Gibralt-
ar. Fóru síðani víðari til
Tunis. Og soleiðis gekk
leiðin víðari eystur
gjøgnum hetta stóra
havið. Thor var ein um-
bygdur trolari, ið varð
nýttur sum havrann-
sóknarskip Umframt
manningina vóru fýra
vísindamenn við. Leiðari
av lurinum var
tann
víðagitni fiskifrøding-
urin Johannes Smith,
professari. Skipari var
ein dani, Georg Hansen
av navni. Henda mannin
skuldi Albert koma
samband við aftur fleiri
ferðir seinni
Miðalhavstúrurin við
Thor var eitt satt upp-
livilsi fyri tann unga
havnardrongin Albert
Norðfoss. Teir mundu
vera inni í havn í flestu
av miðalhavslondunum
Men tað er serstakliga
ein ávís hending, sum
rennur fram í minninum,
nú Albert hevur sett seg
at tosa um »gamlar«
dagar
Tad var meðan Thor lå
í havn í Grikkalandi
Albert bresar, men
hevur kortini eitt álvar-
samt bráð, tá hann sigur
frá hesi hendingini
Ófriður í
grikskum býi
— Eg og tveir av donsku
vinmonnum mínum vóru
farnir ein túr í land. Vit
spákaðu eftir
hevuðsgetuni. Har
hoyrdist brádliga mikið
mannamál. Fleiri túsund
fólk vóru komin saman á
torginum, og millum
teirra stóð ein maður á
einari tunnu. Hann veip-
aði við ørmunum og segði
okkurt, eingin av
okkum skilti eitt orð av
niðan
sum
Tad sá út til at líkjast
einum politiskum fundi.
— Men seinni
kom órógv á fólk. Bråd-
liga hoyrdist gangur frá
hestahógvum. Jú mín
sann — nakrar hundrað
letu
metrar framman fyri
okkum komu fleiri
hundrað politistar á
hestbaki og spjaddu
óheppin. Hann fekk eitt
slag í hevdið og svímaði.
Men vit fingu hann
kortini umborð aftur í
ollum góðum.
Í Keypmannahavn
— Jú víst var hetta
spennandi fyri ein 15 ára
gamlan havnardrong,
leggur Albert afturat.
Tururin hjá Thor endaði
um heystið í 1910, og
teir settu kós móti
Keypmannahavn. Hóast
Albert bert hevði fingið
lítla len, so hevði hann
her lært fitt fólk at
kenna, sæð nakað av
heiminum uttan fyri
Havnina og roynt sjó-
lívið.
Tad varð eingin steðg-
ur í Keypmannahavn.
Albert kendi ongan at
fara til, og Smith pro-
fessari, bjóðaði sær til at
fylgja honum oman í
havnina at vita, um har
var okkurt feroyskt
skip, sum
hann kundi
sleppa heim við. Og tað
var tað.
Tann gamla skonn
artin »Frederikshåb«
skuldi just rigga til
at fara heim. Albert fekk
hyru umborð, hjálpti
kokkinum — og fekk so-
leiðis fría ferð til Feroya
Tårurin varð drúgvur
Vardi í heilar 21 dagar
Merkti fisk
undir Feroyum
Arið eftir fekk Albert
bræv frá skiparanum á
Thor, Georg Hansen.
Hann skrivaði, at teir
høvdu selt Thor til Ís-
lands, og at teir istadin
høvdu leigað lang-
bummaran »Surprise«
frá Restorff til at gera
kanningar undir
Føroyum. Georg bað Al-
bert fara við skipinum.
Og hann var skjótur
at taka av. Teir fóru tá
undir Feroyar at merkja
fisk. Skipari var Ísak
Næss og maskinmaður
Sofus hjá Adolfi.
Tey fylgjandi árini
vóru ikki minni spenn-
andi og innihaldsrík,
sum tey fyrstu. Í 1912
fór Albert fyri fyrstu
ferð til Íslands.
Flutti fisk
til Bretlands
Ikki at fiska — men at
føra fisk til meginlandið.
Hetta árið var hann við
„Súluni<, sum Jóannes í
Funningsstovu í Havn
førdi. Teir tóku fisk frá
Millersskipunum og
førdu hann til Bretlands
og Danmarkar.
Georg Hansen hevði
ikki gloymt Albert Norð-
foss í Havn. Í 1913 fær
Albert enn eitt bræv frá
Georg Hansen, sum
sigur frá, at danski stat-
urin nú hevur keypt eina
skonnart við motori, og
at ætlanin er at fara til
Suðuramerika at gera
kanningar. Men
mongum brestur ætlan.
Albert sigur soleiðis
frá: — Tað leið so langt
út á summarið, og skipið
var enn ikki komið til
Feroya eftir mær. Ég
tímdi ikki at bíða longur,
og tá so Óla Svend
Svendsen biður meg
koma ein túr til Íslands
við »Hurrycane«, segði
egja.
Fyrstu ferð
at fiska
— Vit vóru ikki meira
enn farnir av Havnini, tå
skonnartin við Georg
Hansen kemur á Havn-
ina at taka meg við. Í
fyrstu atløgu var eg vón-
brotin — men so fekk eg
at vita, at skonnartin
var farin á land og varð
Framhald á síðu 12