Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 1980síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 sosialurin Nr. 26 — 2. apríl 1980 Framhald av síðu 10 vrak Ein annar havnarmað- ur, Jóhannes Nicolaisen, sonur Jóannes í Pætur- sastovu, var farin við skipinum í staðin fyri Albert. Hann kom skjótt aftur til Feroya, men fór seinni yvir aftur til Amerika, har hann síðani ferdi eitt skip, sum hevði heimstað í New Orleans. Íslandstúrurin við Hurrycane var fyrsti fiskitúrurin hjá Albert. Í 1914 fór hann aftur undir Ísland at fiska, hesaferð við »Pilot«. Hetta árið brast 1. heimskríggj á. Sigldi bátar til Íslands Albert hevði ein »veik- leika« altíð at vilja royna okkurt nýtt. Árini 1915 og 1916 gingu við at sigla fýra bátar úr Fer- oyum til keyparar í Ís- landi, tríggjar á Ísa- fjørdin og ein á Norð- fjørdin. Fyrsti båturin, Albert var við at sigla til Is- lands, var frå Norðskála. Hetta var ein litil båtur um 10 tons til støddar og skipari á ferðini var Niels í Heiðunum. Næsti báturin var ein 10-tonsari, sum Elias í Rættará hevði gjert. Niels var eisini skipari henda túrin. „Lítla Dorac „Lítla Dora< er triði báturin, sum Albert og Niels í Heiðunum og ein triði sigldu til Islands. Tað var ein langbumm- ari við einum lítlum Familjan Norðfoss. Myndin er tikin í 1940. Aftast frá vinstru: Olina, Johan og Gunver og fremst frá vinstru: Bernhard, móðurin Anna faðirin Albert og Sigmund, sum ikki er á lívi ? motori, sum Miller átti Ein islendskur keypmað- ur var komin til Feroya at keypa bátin. Hann kostaði 9000 kr., sum vóru nógvir pengar tá í tíðini. Albert greiðir frá, at hesin íslendingurin var ein »rættiligur« forrætn- ingsmadur. Hann fylti båtin vid kaffi og sukri, sum hann síðani smugl- aði inn í Íslandi. Men ikki nokk við tí. Áðrenn teir stevndu norður í hav, legdu teir inn á hvalasteðini norðuri við Áir og fyltu lastina við hvalasveivum. Íslend- ingar plagdu at grava hvalasveivirnar niður og síðani eta tær. Hetta var forkunnumatur í Íslandi. Rýmdu undan bretum Henda ferðin gjerdist ikki so lítið hendingarík. Albert greiðir soleiðis frá: — Tað var krígstíð, og vit máttu ansa okk- um. Tá vit nærkadusi Ís- landi, vórðu vit steðgað- ir av einum bretskum krígsskipi. Veðrið var ógvuliga vánaligt, útsynningur, regn og tjúkt. Tað var eisini út móti kveldi, so bretar bóðu okkum bíða til næsta morgun. Tá vildu teir koma umborð — og hevði úrslitið helst verið, at teir góvu okkum boð um at fara til Hetlands. — Niels skipari hevði ongan hug at bíða til næsta morgun. Tá tað var vorðið bølamyrkt, gjerdi hann av. at vit skuldu rýma. Og vit so gjørdu. Settu all segl og motorin til. Morgunin eftir var bretska skipið farið úr eygsjón og glaðir vóru vit. Íkki minst íslendski keyp- maðurin Maðkar í vatntanganum Albert greiðir víðari frá, at teir vóru upp í Sauðar- króki við hvalasveivun- um. Men gakk. Har var komin maðkur í, og teir noyddust tí at draga tær gjegnum sjógvin og upp á land fyri at reinsa tær. Maðkur var eisini komin í vatntangan umborð, og hetta var ikki tespiligt. Eftir at hava reinsað skipið fóru teir nú norður um Kappan og skuldu suður á Ísafjorð- in. Har var so nógv av rekaviði, at íslendingur- in helt, at hann her kundi gera eina góða forrætning. Hann gav monnunum boð um at fylla skipið við rekaviði, sum síðani varð seldur á Ísafirði. Ein stórkeypmaður á Ísafjorðinum, Árni Jónson, keypti Lítlu Doru. Albert og Niels fóru kortini ikki heim- aftur beinanvegin. Teir vóru í Íslandi til út á heystið. Har sigldu teir salt til smábygdirnar og „tóku fisk umborð aftur. — Vit hevdu tað ógvu- liga gott hesa tíðina, tí íslendingurin var eitt stás fólk, leggur Albert afturat. A sildaveiðu við íslendingum Í 1916 sigldi Albert tað fjórða og seinasta skipið til Islands. Tað var »Merkur«, sum flutti ferðafólk og post millum Havnina og Suduroynna Marius Dahl åtti skipid, sum hann nu seldi til Ísa- fjørdin Niels i Heidunum ikki skipari, tað var haraftur- ímóti Kristian i Gåsa dali. Islendingar skuldu bruka båtin til silda- fiskari, og i lastini var eisini ein sildanót. Eisini hesa ferð vórðu teir steðgaðir av bretum, sum kannaðu skipið, men lótu teir fara víðari. Albert fór heldur ikki hesa ferð heim aftur beinanvegin. Hann var eisini hetta summarið í Íslandi og royndi eftir sild norðanfyri. Frá 1917 til 1920 var Albert á Suðurlandinum við sluppini »Marshall«, Hesa ferð var sum Jóannes í Funn- ingsstovu átti. Hann fekk tá lungnahinnu- bruna og mátti fara í land. Við bretskum trolara Í 1922 vóru bretskir trolarar inni í Feroyum at fáa flekjarar við á íslandsmiðini. Albert var nú komin so dánt fyri seg aftur, at hann fór við einum trolara. Tad var á einum av hesum túrum, at sjólívið hjá Albert Norðíoss skuldi fáa ein bráðan enda. Albert breyt beinið, meinslaði síðuna og hevdið og mátti fara í land í Íslandi, har hann var í tríggjar mánaðir, áðrenn hann slapp til Feroya. Hetta var nokk tann hendingin, sum hevur fest seg best í minninum hjá Alberti. Hann minn- ist tað, sum var tað í gjár: Veir um beinið Vit royndu á Suður landinum, og tað var ringt veður. Meðan vit standa har á dekkinum og arbeiða fisk, kemur veirurin frá trumluni sleingjandi aftur eftir dekkinum og rakar meg um beinini. Eg varð alt í einum slongdur eftir dekkinum. Orsekin til óhappið var, at stýri- maðurin hevði táttað ov fast í bremsuna, sum síð- ani ikki gav nakað út aftur, sum vanligt er. Úrslitið varð, at veirurin slitnaði. — Tað tók heilar 17 tímar at sigla til lands. Í meðan varð eg lagdur á flekiborðið, tí tað var ov trongligt at fara niður undir við mær. Á flekiborðið Albert sigur víðari: — Eg var púra klárur alla tíðina. Mær hevur altíð dámt skráina væl, og tað fyrsta eg gjerdi, tá eg varð lagdur á fleki- borðið, var at biðja ein av bretunum um at fáa mær skráina úr lumman- um. Albert Norðfoss var nú skjótt 30 ára gamal. A sjógvin kom hann ikki aftur. Tað dugdi hann væl at skilja. So var einki annað at gera enn at royna ymisk arbeiði á landi ístaðin. Restina av sínum arbeiðsárum varð Albert sostatt arbeiðsmaður í Havn. Arbeiðsmaðurin Frá seinast í 20-unum til hann gjerdist pensioner- Dánjal, aður í 1960, fekst Albert við ymisk fyrifallandi arbeiði í Havn. Hann arbeiddi nekur ár við at knúsa skerv í fyrsta grótbrotinum við Skansan. Eina tíð var hann við til at laga húsagrundir. Albert var eisini við at dekka Havnará til og gera Múllersbrúgv — strekkið millum Konga- brúnna og Tinganes. Her var nógv hella, sum mátti borast og skjótast niður. Albert greiðir frá, at teir tá ikki høvdu ma- skinborð. mea at teir borðaðu alt við hond. Undir 2. heimsbar- daga steðgaði nærum alt arbeiði. Okkurt var tó at tríva í. Albert fekk arbeiði hjá kommununi — fór at gera veg. Teir gjørdu tá vegin frá Kleynisvarða heilt norður á Sundsháls. Sjá:vur minnist hann hesa tíðina væl, tí hon- um dåmdi væl hetta arbeiðið. — Vit høvdu ein ógvuliga fittan og góðan arheiðsformann, heldur Albert fyri. — Tad var Johan Simonsen, sum dugdi so væl at síggja. hvussu arbeiði skuldi leggjast til rættis. Tað var ongantíð neyðugt at gera nakað afturumaftur, tá Johan stílaði fyri. Timalønin var Í kr. Í 50-unum arbeiddi Albert á kolasøluni hjá soninum, Johan. Síðani fór hann niðan í grót- brotið undir Varða at arbeiða og var har til hann var komin í pensi- ónsaldur. Framhald av síðu 11 at tað er gott, at sendi- tíðin er avmarkað. Fev bæði eru eingir sjonvarpsnarkomanar, sum so ofta verður tikið til í Feroyum í hesum døgum. Harafturímóti dámar teimum ógvuliga væl at ferðast um summ- arið. Hesi seinastu sjey árini hava Albert og Anna verið í Danmark á hverjum sumri. y Ferðast nógv — Vit hava verið í luftini 14 ferðir, sigur Anna. Hon leggur afturat, at henni dámar so væl at flúgva — og ætlanin er at fara »nidur« aftur í summar — við flogfari sjálvandi Og tey bæði hyggja upp á hvønn annan og smilast. Anna sigur: Jú víst hava vit bæði upplivað saman men minst til — bæði ax nogv góðum og ringum. Tíðir- nar vóru ikki altid so góðar. 60 ár í hjúnar- bandi er ein long tí, men vit hava eisini skeldast av og á. Albert nikkar. Brosar. BEÐIÐ ae 2 så