mikudagur 9. apríl 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AA [Of [[— DD SO
- Pe Em RS EL LO"
telf. 147 20. 1 1820 -
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: p/fsosialurin :
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Morterisen
Jan Miller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Skattarokningin
NAKRAR AV kommununum eru lidn-
ar við skattaálíkningina, og í flestu
forum er skattainntøkan størri í mun
til undanfarna ár. Hetta kunnu vit
taka sum eitt gott tekin. Og skjótt
kemur rokningin. Hvussu vælkomin
skattarokningin er, man vera mis-
javnt, men skal samfelagið hava
møguleika at greiða sínar skyldur,
má hin einstaki eisini gera tað!
EFTIR NÚVERANDI skattaskipan
skulu vit í ár gjalda aftur ein part av tí
inntøku, vit høvdu í 1979, sum als ikki
í ollum forum svarar til inntøkuna i
dag. Hon kann bæði vera storri ella
minni enn hon var í fjør, og av ti
kunnu skattgjaldstrupulleikar stand-
ast.
HETTA SÆST eisini týðuliga av teirri
stóru skattaeftirstøduni hjá flestu
kommunum í landinum. Tey allar-
flestu eru samd um, at best var, um
skatturin varð tíkin beinleiðis av inn-
tøkuni so hvort hon verður útgoldin,
um tað so er timaløn, vikuløn,
månadarløn ella partur av veiðu-
úrtoku.
Á HENDA HÁTT vóru teir pengar, tú
fekkst útgoidnar, tínir, og lættari var
at ráða yvir teimum. Eisini slapst und-
an skattaeftirstoðu, fyri bert at nevna
tvey dømi um fyrimunir við samtíðar-
skatting.
VÆL VITA VIT, at mangan standast
trupulleikar av at gera broytingar,
eisini tá tad snýr seg um skatt. Í fleiri
londum nærhendis okkum hava teir
havt samtíðarskatting í fleiri ár, og
hava teir eisini havt sínar byrjanar-
trupulleikar, men tað átti at borið til
hjá okkum, at tikid við læru frá
hesum londum, og skapt okkum eina
hóskiliga skattainnkrevjingarskipan.
HETTA EIGUR landsstýrið at fara
undir alt fyr! eitt, soleiðis at vit helst
frá komandi skattaári kunnu seta í
verk eina samtíðar skattaskipan — til
fyrimuns ryri øl
Nr. 27 — 9. april 1980
Ikki eiti á kristiligum sinnalag!
»Hvørji sannleiksvirði
hava tit hugsað, at skúlin
skuldi geva bernum okk-
ara? Eru tað slík, sum vit
finna í hesi grein tykkara,
har tit m.a. siga, at tey
homosexueHu eru skuldar-
leys, og at ein orsøk til
homosexualitet ofta er ein
strong og fordómsfull
uppaling? — ikki eiti á
»sannleiksviråum« — Nei,
einki eru tey skuldar-
leys…«
(Og so framvegis, min
undirstriking — »Dag-
blaðið< 20.2.1980, s. 2)
Orðini stava ikki frá
einum gomlum nasisti ella
úr rasistisku hugmynda-
frødi Adolf Hitlers, sum
hon kom fram i békini
»Mein Kampf«. Tey eru
skrivað av einum núliv-
andi føroyingi, sum setir
sjálvan seg í ein »kristnan
an« bås, og nytir »Dag-
blaðið< sum talirør
Um eg hevði sama
sinnalag sum hesin sami,
so sámuliga fólkaliga
kristiligi, maður hevur
yvirfyri sínum medmenn-
iskjum, so hevði eg sum
homoseksuellur stevnt
manninum fyri manna-
rættardómstólin í Haag
ella ákært Dagblaðið fyri
brot á tær paragraffir í
grundlóg okkara, sum
verja minnilutabólkar av
kynsligum, rasu-ligum
ella ødrum slagi móti for-
fylging.
Men slíkt sinnalag havi
eg ikki. Maðurin er bert
eitt offurlamb fyri ein út-
breiddan hugsanarhátt
millum hveiju-kristin her
á landi, fólk sum brúka
sínar innibyrgdu agress-
ionir til sjålvsrættvisger-
ing og reinsa seg sjálvi við
at forfylgja ødrum, sum
løttu
eru at leypa á i
okkara åh, so kristiliga
tel fey royna at
Jesus teirra
sjalvrættvis-
gering, men um Jesus nú
var millum hesi fólk í dag,
so hevði hann helst spýtt
y í andlitið. Ella helst
heyði hann verið so mikið
at sær komin, at hann læt
tey hava frið at dyrka sítt
kryplaða forfylgilsissinni,
bert bidid løgregluna taka
sær av teimum, um teirra
tey
andaliga forfylging
broyttist til beinleiðis
likamligar atgerðir. Tí
slíkt hevur fólk upplivað
fyrr.
Mong homoseksuell
noyðast tann dag í dag at
rýma frá feðilandi teirra
Feroyar, vegna útspilling-
ar og forfylgingar. Tey
hvelju-kristnu laða, onnur
beinleiðis skjóta. Aðra-
staðni fáa vit meiri frið,
kunnu hitta fólk við somu
áhugamálum og vanda-
málum og tosa frítt um
hetta. Tað forloysir sinnið
og gevur tær eina kenslu,
sum stavar frá samhuga
og mannakærleika. Ofta er
mannasinnið nógv kær-
leikskendari i slíkum
minnilutahópum, enn mill-
um teir vitloysis-stríðs-
menn, sum ákalla seg
sjálvan í navni Kristusar á
Føroya klettum.
Ikki veit eg, hví kristin
endiliga skulu vera so
rætt fyri tí kynsliga lívin-
um. Gud hevur, ífylgi
Bíbliuna, skapt menniskju
í sínum egna bílæti, so
hann man eisini hava havt
eitt kynslív. Hví sokallað
»kristin« ræðast kropslig-
ar virkishættir og biolog-
iskar veruleikar, er mær
ein gáta. Man tað vera ti,
at folk, sum hava krypladi
vidurskifti vid sin egna
kropp og hansara virkis-
hátt, hava lyndi til at nýta
krógva hesa kri;l
undir? Um so er,
me
hesum fólki sålarfrødisliga
náttúriiga kensiu yvirfy
teim kropsligu virkishætt-
unum, sum tey ræðast. Og
ikki minst, er hetta eitt
prógv um, at um Feroyar
ynskja eitt komandi ætt-
arlið, sum er sálarliga
heilsusterkt og kann hava
náttúrlig viðurskifti hvat
tí likamliga viðvíkur, so
tervar kunnleiki, eisini í
skúlanum.
At geva skúlanæming-
um kunnleika — hvat er
tað vandamikið fyri? Eitt
samfelag, sum uppfatar
kunnleika av einumbveri-
um slagi sum vandamikl-
an, tað er eitt sjúkt sam-
Hetta viðvíkur
eisini tí kynsliga lívinum,
sum er eitt náttúrligt og
týdningarmikið lið í okk-
ara veruhátti sum menn-
iskju. Skeivur kunnleiki
bítur altíð seg sjálvan í
halan, og tað at fjala
kunnleika fyri fólki — tað
veri seg bernum ella
vaksnum — skapar altíð
ein ónáttúrligan róma
kring um ein part av veru-
leikanum, sum antin gerst
meir spennandi enn hann í
veruleikanum er, ella gerst
tað so, at fólk fær
rangverdar hugmyndir
um henda veruleikapart.
Sjálvandi hava øll bio-
logiskt innrættað fólk —
eisini føroyingar — fyrr
ella seinni og á ein ella
annan hátt funnið út av,
hvussu tey eru vorðin til,
og hvat kynslív er fyri
nakað. Nakað heiit annað
er tann stóri munur, tey
munnu uppliva millum tey
reint persónligu upplivils-
ini við kynslívi, og so ta
reint út sagt býttu og
tåpuligu støduna, sum
tey vaksnu — her ofta
hvelju-kristnu — taka til
hetta her. Tey ungu tosa ti
neyvan við síni foreldur
um kynslív, tey halda av
góðum grundum at tey
vaksnu hava eina undar-
liga kryplaða
felag
og býtta
uppfatan av kynslívi, og tí
fáa tey automatiskt
ónáttúrlig viðurskifti við
síni foreldur og annað
vaksið fólk. Tey ungu fáa
sær sjálvi tær upplýsingar
til veag, bæði í teori og
praksis, sum tey halda
vera neyðugar hvat
kynslívi viðvíkur.
Vandamálið kann her
kanska vera, at tey eru
noydd at royna praksis
áðrenn teori. Og soleiðis
ofta koma til úrslit, tey
ikki sjálvi ynskja. Fingu
tey teoilina tryggjaða
fyrst, so kundi tað hjálpt
teimum til at duga betri
at farið við praksis. Og til
at avgjørt, meiri med-
vitað, hvussu, nær, hvar
og við hverjum og hvussu
kynslívið eigur at umsit-
ast. Kúga kynslívið, tað
ber ikki til, men tað ber til
at gera teim ungu ta
bjarnatænastu at fáa tey
at ræðast tað — og harvið
seg sjálvan sum likam —
og soleiðis skapa kryplað-
ar, sálarsjúkar verur, sum
so kanska hava fyri neyð-
ini at finna eina kryplaða
útgávu av >kristindómi<
til at krógva sínar kyns-
ligu kryplingar undir, og
forfylgja eðrum — td.
homoseksuellum — og so
endurtekur segan seg ætt-
arlið eftir ættarlið. Ein
sjúk sega. Eitt sjúkt
sálarlív
Eg vil enda hesa grein
við at undirstrika; at upp-
fatanin hjá hesum
»kristna« manni í Dag-
biaðnum í veruleikanum
undirstrikar ein heilt ófati-
ligan tørv fyri undirvising
i kynslivi i føroyska
skúlanum. Latið íikki
eisini tað komandi ættar-
liðið gerast offur fyri ta
stødugt endurframleiddu
fåvitskuna!
Pouglas Pauli Gliebre
Kvinnur fyri friði —
ein sápubleðra?
Øgiliga nógv rok hevur í
seinastuni verið
rundanum eina innsavnan
av undirskriftum, sum ber
heitið >Kvinnur fyri fridi«.
Hetta skal eitast at vera
heimsins stersta fólka-
rersla, og tiltakið verður
uppfatað sum loysnin fyri
ell heimsins vandamál.
Tað eru mannfólkini, sum
vilja berjast, kvinnurnar
eru samsintar um frið. So-
leiðis sær heimurin út í
dag.
Í eldir hava samfelags-
freðisligir aspirantar
góðgeringarmenni annars
roynt at broytt heimin við
og
at savnað undirskriftir og
fáa fólk at svara spurnar-
blødum sum síðani gerast
grundarlag fyri onkrum
statistiskum telum og
kurvum. Kunngeringar og
so síðani lagt í okkurt
skjalasavn.
Aðrastaðni í heiminum
hava fólk hverki stundir
ella tol til at savna inn
undirskriftir hverja ferð
tey skulu taka til atgerð-
ar. Har fólk eru kúgað,
liva í trældómi og undir
oki, er tað ein spurningur
um hver ið eigur våpnini
At tosa um frið við ein,
sum er traðkaður niður av
ognarharrum, ella hevur
byrsumúlan í rygginum,
merkir bert eitt: kirkju-
garðsfrið. Tí er tað náttúr-
ligt fyri slík fólk at útvega
sær vápn, stríðast fyri
frælsi og valdi. Um hesi
vápn so koma úr Sovjett
ella USA, er líka mikið.
Tey skulu brúkast, tey eru
neyðug. Dagliga steðan
hjá slíkum íóiki talar fyri
seg sjálva.
Hver er tað, sum skriv-
ar undir »kvinnur
fridi«? Jú
flestu góðviljandi og frið-
fyri
óivað eru t ær
relskand men hår arn
arelskandi, men ar eg
eisini til dømis danskar
sosialdemokratfrúur og
fínar frúur úr borgarligum
flokkum, sum atkveða fyri
fleiri vápnum til NATO-
herin. Politikarar úr borg-
arligum flokkum hugsa
sum so: fleiri vápn, meiri
friður. Styrkið NATO,
sum borgar fyri friði!
verður hugsað.
Um hesar »kvinnur fyri
fridi« hugsaðu sær nakað
veruligt úrslit av at skriva
síni nøvn á lepar og senda
teir runt kring heimin,
meðan einaræðisbeðlarnir
flenna, so hevði ein byrjan
verið at opna eyguni fyri
Framhald á síðu 11