Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-04-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. apríl 1980síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 12. apríl 1980 Fíggjar- nevndar- limir for- nermaðir — og skemt av tingsins rødarapalli — Tað tykist, sum figgjar- nevndarlimir eru fornerm- aðir, tí teir ikki fáa øll mål til viðgerðar. Tað er ein spurningur, um tað ikki er uppá tíðina at skifta út limirnar hjá samgonguni í figgjarnevndini. Við hesum orðum byrj- aði Finnbogi Ísaksen eitt heidur margháttligt orða- skifti á tingfundinum mikudagin. Tingmenn vóru ikki samdir um, í hverja nevnd, keypið a Magnusi Heinasoni skuldi, — figgjarnevndina ella fiskivinnunevndina. Jógvan Sundstein fýltist á, at figgjarnevndin fekk øll mål, bert tey høvdu okkurt við pengar at gera. Og hvørji mål hava ikki tað, spurdi Jógvan Sund- stein og helt, at kom ikki broyting í her kundi tingið eins væl avtaka all- ar hinar nevndirnar. Formaðurin í fíggjar- nevndini, Hákur Djur- huus, vildi ikki lata orðini hjá Finnboga sita á sær Hann setti beina kós á rødarapallin og boðaði frá, at figgjarnevndin fór at taka orðini hjá Finn- boga til eftirtektar. Tað, Finnbogi hevði sagt, var helst planlagt og so var at fylgja tí út í æsir. — Fíggjarnevndin hevur ikki altíð verið samd við landsstýrið. Hon hevur umboðað legtingið. segði Hákun Djurhuus og helt, at tað var kanska tí, Finn- bogi isaksen vildi hava nýtt fólk í nevndina. Nú kom Finnbogi aftur og segði, at tinglimir hevdu hug at brosa, tá hann nevndi hatta um út- skifting av figgjarnevnd- arlimum. Tað var eisini skemt í tí, segði hann. — Men ag kundi væl hugsað mær at skift formannin í fíggjarneyndini út legði hann afturat. Nú var Adolfi Hansen ovboðið. íkki tí, honum tókti synd í samgongu- monnunum í fíggjar- nevndini, men tí hann vildi hava at vita, um tað var skemt, sum skuldi framberast av tingsins reðarapalli. Tingformað- urin svaraði, at sjálvandi er tað meiningin, at tað skal vera meint í álvara, sum verður sagt á ting- sins rødarapalli. Og so endaði Finnbogi Isaksen hetta skemtiliga orða- skiftið við at spyrja ting- formannin, um Adolf Han- sen so fekk orðið aftur Síða 5 So fall avgerðin um grundstykkini. For- maðurin i byggi- og byarskipanarnevndini: — Púra óansvarligt — Tað er púra óansvarligt, tað, sum er gjert her í kveld. Grundsteðið er tikið undan arbeiðinum hjá byggi og byarskipanarnevndini. Kann eg tað, so fari eg at siga meg frá sum formaður í byggi- og býarskipanar- nevndini. Essa Arge, formadur i byggi- og býarskipanar- nevndini, metir avgerðina hjá Tórshavnar býráð um tey stívliga 90 grundstykkini vestanfyri Sundsvegin so álvarsliga fyri nevndina, at hann ikki longur ynskir at sita í formanssessinum Býráðið hevur við avgerð- ini tikið heimildina og megu leikarnar at arbeiða við grundstykkjaspurninginum frá byggi- og býarskipanar- nevndini, segði Essa Arge aftaná atkveðugreiðsluna hóskveldið. Minnilutin fekk meiriluta Tað var minnilutatilráðingin frá Sofusi Sivertsen og Peturi í Gong, sum bleiv samtykt. Henda tilráðingin gongur ynskinum hjá Eigarafelag- num av grundstykkjum til sethús um býti av grund- stykkjunum á meti. Tað kom ikki óvæntað, at tilráðingin bleiv samtykt, eftir at Petur Christiansen í samreðu við Sosialin mikudagin upplýsti, at hann fór at atkveða fyri hesi tilráðingini og ikki teirri hjá meirilutanum, Essa Arge, Finni Johansen og Leivi Jo- hannesen. Atkvett bleiv við navna- kalli og úrslitið bleiv 7—6, andstaðan og Petur Christ- iansen móti restini av sam- gonguni. Spurningur um tolking Tað kom týðiliga fram undir orðaskiftinum um málið. at tað er ymiskt, hvussu býráðs- limir tolka býráðssamtyktina frá 1978. Tá bleiv samtykt við 10—0 atkvødum, at Eig- arafelagið sum eina roynd fær loyvi at byggibúna ekið vestanfyri Sundsvegin. Býráðslimirnir, sum at- kveddu fyri hóskveldið, segdu seg ikki vilja bróta hetta lyftið nú. Essa Arge meinti hinvegin, at tað varð viðtikið i 1978, at. Eigarafelagið skal sleppa at útstykkja eftir, at grund- sæykkini eru býtt út. Tá skal nevniliga, sambært vidtøkum felagsins, stovnast eitt ser- felag fyri tey, sum tá hava fingið grundstykki. Og hetta felagið, sum veruliga er eitt eigarafelag av grundstykkj- um, skal byggibúna. — Vit hava ikki givið nakað lyfti til Eigarafelagið um, at tað skal fáa grund- stykki framum aðrar borg- arar, segði Essa Arge og legði afturat, at allar umsóknir, eisini tær hjá Eigarafelag- num, hava fingið somu viðferð. Tær eru settar upp eftir aldri. på Sá Tað eru 94 grundstykki á økinum vestanfyri Sunds- vegin. Utstykkingarætlanin fyri ekið bleiv góðkend á fundi í byggi- og byarskipanarnevndini 27 november i fjør Rætta skeivleikan Finnur Johansen segåi, at kommunan hevur nógvar um- sóknir liggjandi, sum eru eldri enn tær, sum nú fáa grundstykki Jákup S. Jacobsen nevndi viðtekurnar frá 1973, har um- sekjarar blivu flokkaðir í fýra bólkar. Tá fóru fleiri afturum og hava ikki fingið grund- stykki enn — Nú hava vit meguleikan at rætta henda skeivleika, vit gjørdu i 1973. Ti taki eg undir við meirilutatilrååingini, segåi Jåkup S. Jacobsen Til hetta segåi Sofus Si- vertsen, at eftir, hvat hann dugdi at siggja, so er elsta umsóknin á listanum hjá by- ráðnum frá september 1974 M.a. Petur F. Christiansen vísti á, at tað eru einans 12 av teimum 90 á listanum í minni- lutatilráðingini, sum ikki eru við á hinum listanum. Ingi Mohr segði, at eftir, hvat hann dugdi at skilja, so var hvergin tilráðingin rætt- vis. Men nú hevði hýráðið bundið seg til at lata Eigara- felagnum grundstykkini sum eina roynd. Trolari í Klaksvík seldur á aktión Fiskaríbankin hevur keypt klaksvíkstrolaran Norðhav fyri 50.000 kr. Hetta hendi á tvingsils- uppboði hósdagin. Ongin annar bjóðaði. Fiskaríbankin hevur bæði 1. og 2. prioritet í Norðhav, tilsamans slakar 164.000 kr. Ongin 3 prioritetur bleiv -vndur á tvingsilsuppboðnum, men Feroya Banki hevur 4. prioritet, slakar 615.000 kr. Sjópantikravið hjá Fiskimannafelagnum er 19.556 kr. Eitt annað sjó- pantikrav, frá Klaksvíkar havn, bleiv nevnt. Tað er uppå 41.237 kr., men tad er ikki skjalprógvað. Sjó- pantikravið frá Fugla- fjarðar havn, 666 kr., er vorðið ov“ gamalt, varð upplýst á tvingsilsupp- boðnum. Tað var P/f Hav við Dánjali Nielsen í Klaks- vík, sum átti Norðhav, ið er bygdur í Rosslau í 1965 kring oyggjarnar Lastbilførarar mis- nøgdir við parker- ingsskipanina Lastbilferarar í Havn eru misnegdir við nýggju parkeringsskipanina fyri tung akfør, sum kom í gildi 1. apríl Tað er serliga degurðatímin, sum er raktur av skipanini. Víst verður á, at ein lastbilferari, sum arbeiðir í Eysturbýnum og eisini býr har, skal fyrst út í Alaker at seta lastbilin, síðani skal hann aftur yvir í Eysturbýin at eta degurða, so aftur út í Alaker eftir bilinum og koyra hann heim aftur á arbeiðsplássið í Eysturbýnum. Tad sigur seg sjálvt. at meginparturin av degurðatímanum fer til hesa ferðingina aftur og fram Lastbilferararnir eru limir í Havnar Arbeiðs- mannafelag og hevur felagið teirra vegna biðið um fund við ferðslunevndina, býráðið og fútan um spurningin. Hesin fundur var hósdagin og blivu partarnir har samdir um, at feråslumyndug- leikarnir beinanvegin fara parkeringspláss til tt Kar! Johansen, formaður i undir at finna fleiri Arbeiðs- LI Havnar mannafelag, sigur, at felagið bleiv ikki spurt til Fimm umsóknir um skrivara- starvið Fimm hava sekt um starvið sum skrivar! hjá nevndini fyri rá- fiskagrunnin. Umsókn- arfreistin var til 1 april. Nevndin hevur viðgjert umsóknirnar og gjørt eina innstill- ing, sum er send lands- stýrinum Talan er um eitt nytt starv sum so. Nevndin fyri ráfiskagrunnin hevur ein skrivara, men hesin hevur tað bert sum hjáarbeiði, við tað at hann er í eðrum starvi. Ætlanin er, at tann, sum nú verður settur í skriv- arastarvið, skal hava tað burturav. Ein av uppgávunum hjá skrivaranum verður at eftirkanna útrokningargrundar — lagið hjá ráfiskagrunn- inum og annars vera ráðgevi hjá nevndini. Nýggi skrivarin skal taka við starvinum 1 mai í ár. Hósvíkar kirkja nýtt orgul Í morgin verður nýggja orglið í Hósvík- ar kirkju vígt av Ej- vindi Vilhelm, bispi. Verland Johansen, hevur bygt orglið, sum hevur 6 stemmur. Tað kostar 181.000 kr. Orglið er seinasta liðið í einari hevuðsum- væling, sum Hósvíkar kirkja hevur fingið. Tá iðrenn parkeringsskipanin bleiv gjerd og orglið er iroknad, kost ar henda umvæling slakar 500.000 kr Kirkjan varð vigd 1929 og orglið, sum verður vigt í morgin, er tað triðja í kirkjuni og fyrsta pípuorglið. Trý valsteð Við býráðsvalið í heyst verða trý valsteð í Tårshavnar kommunu Fey, sum búgva í Kald- bak og Kaldbaksbotni, norðan fyri Fjarðará. velja í Kaldbaks skúla. Tey, sum búgva sunnanfyri Fjarðará, á Sundi, Hvitanesi, á Ternuryggi, eystanfyri Hoydalså, og i Hoyvik velja i Hoyvikar skula. Og tey, sum búgva i Mjerkadali og komm- uni, sum hon var, áðrenn Kaldbak og Hoyvík komu uppí, velja framvegis í Kommunuskúlanum. Svangur innbrotstjóvur Seinast vit frættu hevði politiiå á Tver- oyri ongi spor at ganga eftir í samband við inn- brotið í frystigoymsl- una hjá Poul Hansen í síðstu viku. Innbrotið bleiv fráboðað leygar- dagin Onkur hevði brotið upp hongilásið á goymsluni og farin av stað við kjeti og hesn- arungum