leygardagur 12. apríl 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 1 1820
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari:
Fyritaks-
og bladstjøri:
Blaðmenn:
p/f sosialurin
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Syndabukkurin
landsstýrið
TAÐ SÆR IKKI mætari út, enn at ein sonn
orrusta hevur tikið seg upp millum Maskin-
meistarafelagið ødrumegin og Starvsmanna-
felagið hinumegin. Men hóast stríðið veru-
liga stendur ímillum — ella kanska rættari
skuldi staðið ímillum — hesar báðar partar, er
landsstýrið vorðið syndabukkur, sum íkki
einaferð, og fær høvudsskuldina fyri træt-
una.
Í STUTTUM SNÝR trætan seg um, at Mask-
inmeistarafelagið ikki longur vil góðtaka, at
maskinmenn við strandfaraskipum eru limir í
Starvsmannafelagnum, har teir hava verið
seinastu mongu árini, men at teir heldur eiga
at vera í Maskinmeistarafelagnum, sum skal
gera sáttmála fyri teir við landsstýrið.
SUM KUNNUGT setti Maskinmeistarafelag-
ið limum sínum bann fyri at vera við til at
sigla nýggja strandfaraskipið Teistan heim úr
Danmark, og seinasta, sum hent er í
málinum, er, at Maskinmeistarafelagið í gjár
setti limum sínum forboð fyri at arbeiða
umborð á strandfaraskipum. Sostatt lá allur
strandfaraflotin í gjár, tó undantikin skipini
hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.
TAÐ KUNDI TÓKST sum tað var landsstýrið,
sum á sinni við allar megi, vildi noyða
maskinmeistarar upp í Starvsmannafelagið,
fyri síðani at gera sáttmála við teir, men
hetta hevur, hvat vit hava skilt, ikki verið so.
Maskinmeistararnir eru farnir i Starvsmanna-
felagið av egnum vilja, tí teir hava ivaleyst
hildið seg fingið størri sømdir har.
TÍBETUR HAVA VIT í Føroyum organisa-
tiónsfrælsi, og tað stendur sjálvandi eisini
maskinmonnum frítt, hvussu teir vilja organi-
sera seg, men tað, at vit hava hetta frælsið,
ber somuleiðis við sær, at vit mugu virða teir
sáttmálar, sum fakfelog gera við arbeiðs-
gevara sín. Sum sagt hevur landsstýrið sátt-
mála við Starvsmannafelagið og kann tí
eingin krevja, at landsstýrið fer at kveistra
hendan sáttmála til viks.
LANDSSTÝRIÐ HEVUR sagt seg sinnað at
gera sítt til at greiða hesi sáttmálaviðurskifti,
áðrenn nýggjasta strandfaraskipið fer í reglu-
liga sigling um mánaðarskiftið mai—juni, og
hevur somuleiðis gjørt Maskinmeistarafelag-
num greitt, at tað ikki ber til at broyta
sáttmálan við Starvsmannafelagið uttan
nærri samrådingar. Hesar samráðingar
millum Starvsmannafelagið og landsstýrið
fara júst fram í hesum døgum.
OKKUM KUNNUGT hava bæði Starvs-
mannafelagið og landsstýrið vilja til at loysa
hesa trætu /'ð samráðingarborðið, og kunnu
vit ti als ikki góðtaka hesi seinastu tiltøk
Maskinmeistarafelagsins
sosialurin
Nr. 28 — 12. apríl 1980
Sparing var orðið læknin
umreddi eitt hóskveld fyri
stuttum 1 1tvarpin 1m
Man hann kenna týdning-
in av hesum orði?
Ég veit um fleiri læknar,
sum ikki kenna hetta orð
Eg kann.taka okkurt
demi. Sagt verður, at fer-
oyingar hava fingið
eygnalækna. Eg havi ikki
sæð hann enn. Hví ikki
siga sum er: Havnin hevur
fingið eygnalækna!
Fyrr komu eygnalækn-
ar út at kanna fólk kring
landið, og hetta var fólkið
fegið um. Í dag skal hvert
mansbarn við veikari sjón
til Havnar at kannast.
Hver skal gjalda ferða-
Neyvan!
i g? Sjukrakassin! N
K PK 1 Kanska K la
esta hoskvøld og greið:
lurtarunum frá, hvat er
bíligari, annadhvørt at
gjalda fyri ein — nevniliga
eygnalæknan
oll tey túsund, ið hava
veika sjón og við ringum
tannabiti noyðast til
Havnar? Eg takki framm-
anundan!
Nú kann verða sagt, at
tólini at kanna við eru í
Havn. Ég veit væl, at
nekur við sera veikari sjón
skulu serkannast, megu-
liga við tólum, sum ikki
kunnu flytast, men megin-
parturin av fólkinum kann
óivað kannast úti um
ikki vorðin, at tey ikki
Ella er tað
Biður ein um tíð hjá
skal ein
tíð fæst
hesum lækna,
vera heppin, um
innan hálvt ár
Eg og óivað mong við
mær eru vónbrotin, síðan
hesin lækni kom. Væl-
signað — lat okkum sum
skjótast sum fyrr fáa
onkran dana upp her, sum
kann fara kring landið alt
og kanna tey við veikari
sjón, sum ikki orka hesi
ótolandi viðurskifti
longur.
Hetta er nú ikki bert
galdandi j
læknan
ferdapeningur kundi ikki
verið spardur, um allir, ið
hava hevi til tess
Hvussu nogvur
eygnalækni, oyrna-, næsa
og hålslækni, hudlækni og
fleiri við teimum, sum
serkønir eitast at vera, av
og å reistu rassin frå
stólunum i Tórshavn og
vitjaðu út til sjúkling-
arnar uttan fyri hevuðs-
staðin.
Hesi orð frá einum, ið
ikki hevur sæð
lækna í 5—6 ár.
eygna-
Ein brillapa
Finkulturur
Danski skrivandi William
Heinesen heldur, at onkur
føroyingur átti at blivið
lika nógv virdur, sum
hann sjålvur blivur tad i
Havnini. Áarstovubreður-
nir t.d.? Teir åttu helst at
fingið felags minnisvarða.
Summir heidurslimir ger-
ast so virkisfýsnir, kunnu
næstan enda við at leiða
fyritøkuna.
Hóast nevndu Aar-
stovubreður millum
manna eru mettir ólíkir og
ójavnir í virki og verki,
hevði jú borið til at koyrt
teir í ein og sama pott sum
havnarmenn og WH sjálv-
an í ein annan, sum dansk
thorshavner. Tá kundu
teir serverast úteftir sum:
Kulturelle Thorshavn:
ere: »Heinesen/Aarstovu-
brødurnir«
Í meingi munar tå
Heinesen móti hinum båd-
um tilsamans, fifty/fifty,
sum tey siga. Sama lutfall
verður, um teir tveir fáa
ein minnisvarða saman,
og WH ein fyri seg sjálv-
an.
At somu Aarstovubreð-
ur eru teir somu sum okk-
ara stórmenni: H.A. Djur-
huus, skaldanna skald í
nýggjari tíð, og bróðurin
Janus Djurhuus, eisini
skald, men meira umset-
ari, er ikki ellum greitt,
ikki teim yngru ið hvussu
er. Tey kenna teir sum
skaldabreðurnar Djur-
huus í okkara tíð, men
kenna nógv meira til H.A.
Djurhuus. Annars mundu
sjålvir Aarstovubreðurnir
vera fleiri enn teir tveir
Men hesir somu kunnu
so ikki sjálvir taka stødu
til nakran slíkan »heidur«,
og eiga heldur ikki longur
beini. ættfólk til slíkt.
Breðurnir hava skrivað og
virkað fyri alt Feroya fólk,
og eru líka væl kendir
uttanfyri sum í Havnini,
eins og t.d. kanska serliga
Mikkjal á Ryggi, men
eisini aðrir eru tað. Nakað
annað fólk, tað danska
t.d., ella teirra kultur,
hava hesir menn als ikki
vent sær til, so tað sum
verður gjert teimum til
heiðurs, má vera áhuga-
mål Føroya fólks, ikki
bara Tórshavnar, ella
nakað hjá Dansk/færøsk
kulturfond.
Ansast má eisini eftir,
at slíkir menn ikki á ein-
hvenn hátt gerast kultur-
hekjur
fyri ymisk
óviðkomandi, so sum
stundum verður, ít.d. við
Jerg. Fr. Jacobsen í okk-
ara eld). Tað er jú so, at tá
skald eru farin, verða
ymisk skrivandi ofta so
íðin eftir at granska teirra
tilfar, og meguliga taka
citatir og brot til at prýða
sína egnu skriving.
Nú munnu feroyingar
vera raknaðir við av mis-
takinum Dansk/færøsk
Kulturforvirring. Har
hevur WH starvast nakað
nógv, men nú hann, um-
framt at vera danskur for-
fattari, er heiðurslimur og
ný-tendrað føroysk TV-
stjørna, man vera nóg
mikið fyri hendur, so hann
ikki setir seg til dóms
yvir, ella fremur avgerðir
fyri føroyskt mentannar-
liv å nøkrum øki, sum ikki
er púra algongt.
Vón.
Sj Sjukratekin sum reklama?
12. mars nytir Sosialurin
tad i eini reklamulysing,
at »Morgunbladid i
Reykjavik brukar eisini
Sosialin sum — keldu«.
Hetta verður tolkad sum
»progv um dygd og åhuga-
verdan tidindaflutning i
Sosialinum«.
Av sonnum ein åhuga-
verd støda hjå Sosialinum.
Tekur blaðið tað eisini
sum dygdartekin, um
»Dimmalætting« heldur
innihald Sosialsins sam-
svara so væl við sína linju
at »Sosialurin« kundi
verið brúktur sum kelda
har?
»Morgunbladid« er eitt
heilt ótrúliga konserva-
tivt, fantastiskt borgar-
ligt/kapitalistiskt hug-
leyst blad, sum spælir
sama doyvandi og býttis-
gerandi leiklut í Íslandi
sum »Dimmalætting« og
»Dagbladid« Feroyum
Er tað slíkur blaðheimur
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
og blaðmentan »Sosialur-
in< vil samarbeiða við?
Vanliga hava »Dimma-
lætting« og >Morgunblað-
ið< eina tætta samvinnu —
tí bleðini eru sum skrivað
av somu hond, og sjálvt
yvirskriftin á blaðheysin-
um hava eins typur — eins
og tað
danska
super-konservativa
»Berli
tidende«, sum tey
nos!
DRSKE
bæði
helst hava sum
hugmyndafreðisliga fyri-
mynd.
Hetta áttu blaðmenn
»Sosialsins«, harav hin
eini er fyrrverandi íslands-
búgvi, at vitað. Eru tað
slíkar kreftir í grannalond-
unum, sum »Sosialurin«
helst vil arbeiða saman
við?
Eftir mínum tykki er
tað meiri sjúkratekin enn
reklama í tí, at super-
konservativ blød i granna-
londum taka tidindaflutn-
ing »Sosialsins« sum góða
veru.
Tad merkir, at tíðinda-
flutningurin er steðuleys-
ur, (»objektivur«), at hann
kann brukast i borgarligu
býttisgerðingini av fólki,
og at hann er uttan allan
merg og alla megi.
Um tit vilja hava
hugsandi fólk at halda
»Sosialin«, so mugu tit
finna aðrar reklamuhættir
og aðrar felagar í eðrum
londum.
N.N. Nabel
Neistin
Eykaaðalfundur
verður á
Hotel
Havnia månakvøldid 21/4 kl. 19.30.
NEVNDIN