Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-04-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. apríl 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Føroyskt ella danskt øl Í HESI VIKUNI legði landsstýrið mál fyri tingið um at geva føroysku bryggjaríunum loyvi at bryggja sterkari øl. Eftir hesum uppskotinum skal tað vera teimum loyvt at bryggja øl upp til sokallaða gull- styrki. Málið er reist sum eitt ídnaðarmál, sum rímuligt er. EFTIR OKKARA metan er uppskotið skilagott, og tað er nógv sum talar fyri, at uppskotið eigur at verða samtykt. Tað er tó okkurt, sum vit hava hug at fílast á hesum uppskoti viðvíkjandi. Tá tað frættist um hetta uppskot skiltu vit tað so, at ætlanin hjá landsstýrismanninum í ídnaðarmálum var, at bann skuldi setast fyri innflutningi av sterkari gli. Hetta stendur ikki í uppskotinum, sum nú fyriliggur. Betur var, um hetta bann var at finna í uppskotinum. EITT ANNAÐ, sum spurnartekin kann setast við er, at sambært uppskotinum verða tað bryggja- ríini, sum hava goymsluna undir hond og skulu útflýggja ølid. Tað er ikki tí, at vit undirmeta bryggjarfini í nakran hátt, men eftir okkara hugsan var betur, um eitt landsmonopol varð sett at hava goymslu og útflýggjan um hendi. SUM VERA MAN koma nú nógvar viðmerkingar til uppskotið úr mongum ættum, og ikki eru tær allar líka sakligar. Vit meta hetta uppskot sum eitt ídnaðarmál og einki annað. Eftir okkara metan er tað skeivt at fara at tosa um rúsdrekka- misnýtslu í hesum sambandi, ella um at seta hetta uppskotið undir félkaatkvødu. Vit kunnu bert ásanna, at øl verður drukkið í Føroyum (fyri 6 milli- ónir um árið) og lítið er, sum talar fyri, at meira verður drukkið, um glið er føroyskt ella danskt. AT FARA YVIR um ánna eftir vatni, hevur ikki verið hildið at vera skilagott. Tíansheldur at fara heilt til Danmarkar eftir tí. Vit hava brúk fyri at minka um innflutningin og vaksa um egnu fram- leiðslu okkara. Hetta ber á tað borðið. Tornæmir tíðindamenn MIKUDAGIN hevði Dagblaðið sina tíðindagrein um Sosialin og Sjónvarpsfelagið. Greinin var partvist ein viðmerking frå nevndarlimi í felagnum og partvist áskoðanina hjá blaðmanninum. V.ø.o. eitt marghåttligt, subjektivt, journalistiskt avrik. SAGT VERDUR m.a.: »Sosialurin heldur fram vid sinum hetzi móti privata sjónvarpinum. Nú hava teir funnið...“ Einaferð enn skal sláast fast, at áskoðanin hjá Sosial- inum bert kemur fram í oddagreinum ella í serligum við- merkingum. Og ikki í tíðindagreinum, eins og vanligt er í Dagblaðnum! SOSIALURIN er prinsipielt ímóti privatum sjónvarps- virksemi, men hevur ikki ríkið einstáttaða propaganda fyri ella ímóti sjónvarpsfelagnum. Tverturímóti hevur Sosialurin borið tíðindi um felagið, tá okkurt hevur verið frammi, eins og blaðið hevur eina gjølliga sendi- skrá. MEN VIT hava víst á vansan við privatum sjónvarps- virksemi og — mótvegis tí einstáttaða Dagblaðnum — hevur Sosialurin havt eina greinarød fyri at lýsa sjón- varpsmálið frá fleiri síðum. Í hesi greinargðini, sum hevur avdúkað hvussu ófantaliga myndugleikarnir hava borið seg at, eru navnframir danskir TV-menn komnir við sínum áskoðanum um t.d. privata sjónvarpi. Er hetta hetzin??? AT TAÐ í tíðindgreinum, reportasjum o.ø. koma fram ymiskar hugsanir um ymisk viðurskifti, er bert ein dygd og ikki ein veikleiki. Og samstundis er fullkomiliga greitt. at hesar áskoðanir ikki automatiskt eru tær somu sum tær hjá Sosialinum. Men tað tykist torført hjá tíðindamonnum Dagblaðsins at skilja slíkar journal- istiskar sjálvfylgjur. sosialurin Nr. 30 — 19. apríl 1980 Alkohol monopolar! Bryggjariini hava heitt å Landsstýrið um at fáa loyvi at bryggja sterkt øl í Feroyum Hendan áheitan verður nú løgd fyri legtingið til stødutakan. | Hetta er eitt ålvarsmål, sum her skal takast stødu til, um vit skulu endur- reisa Alkohol monopolar- nar i Føroyum, hesir blivu ju avtiknir eftir ynski frå fólkinum. Alkohol | monopolarnir gjørdu tað lætt hjá fólki at fáa hendur á alkoholi. Drekaríi tók yvirhond og fólkið kom út í stóra neyð og armóð. Fyri at koma burtur úr alkohol-pláguni blivu monopolarnir avtiknir og andi ikki broytast uttan at fólkið er eftirspurt Tå alkohol var skamtað og torført at fåa hendur å, minkaði nýtslan og alko- holskaðarnir blivu færri. Sum fráleið og tíðirnar broyttust, hava verið gjørdar nógvar royndir at máa steðið undan skamt- anini, og er alkoholnýtslan nú aftur blivin so stór, at onkur heldur at vit líka so gott kunnu endurreisa alkohol monopolarnar. Hetta er so tað okkara fólkavaldu kvinnur og menn skulu taka steðu til, um tey vilja taka undir við hesum undirgravandi ágangi á alkoholskamtan- ina, og líkasum ajourfera fólkið upp úr armóðini, soleiðis alkoholi verður minkandi, tey tilkomnu verða hjálpt móti at glíða longur út á skráplanin. Ungfólkið, tað uppvaksandi ættarliðið, verður betri vart móti alkoholvandanum. Øll vita vit, at alkohol er niðurbrótandi fyri sál og likam. Ungdómur, sum skal íðka ítrótt, fær forboð fyri at drekka alkohol. Tað er lógfest at fólk, sum hava eitt ávíst pro- mille av alkohol í bl6din- um, ikki mugu koyra bil, við eðrum orðum, fólk ávirkað av alkoholi eru ikki arbeiðsfer, eru til fedrarnir og lyfta at skaðin av í hesum máli, er ein nýgg} skamtanarlóg, sum verður hildin, og sum umfatar allar alkoholdrykkir Bryggjaríunum tervar ikki størri umsetning, tey klára seg væl við at fram- leiða tostadrykkir. Um tað í hesi krepputíð verður byrgt upp fyri alkoholmisbrúkinum, kann landið spara fleiri milliónir krónur í innflutn- ingi. Tað verða í dag gjerd nógv og góð verndartiltøk móti dálking og skaða, her verður hugsað um djórini og náttúruna, men alt hetta er til fánýtis, um vii samstundis oyðileggja likam og sål við alkohol- eitran. alkoholi skamtað, hetta vesaldómin og harvið ampa fyri onnur, og ofta var sum sagt eftir ynski opna ræsur fyri sterri orsektilskaðatilburðir. Niklas Mikkelsen frá fólkinum og má sjálv- armóð, ella gera sum Tað, sum er átroðkandi Eins og t 1 frium frælsi Tad, sum annað, man vera ilt“. Nakað soleiðis mundi sitatum úr Sosialinum. Tá kr. vóru trektar frå, farið í seguna, at tarvarnir hevdu frítt frælsi í hagan- um á sumri. Har bygdin átti tarvin, fekk hann hoygg partvís pr. kúgv um veturin. Nú skal tað vera langt frá mær at samanbera P. Ellefsen við ein tarv í so máta. Men atburður hans- ara er tó ikki so heilt burtur við. Eg havi mett P.E. nakað soleiðis, síðani hann kom upp í politikk, at hann man halda seg hava so góðan rætt til mangt og hvat, ið kann sigast í orðum. Man hetta komast av, at hann hevur heitið for- maður sambandsfloksins? Stersta flokk á tingi. Tað, sum sermerkir hendan mann er, at hann ikki tolir sýnið av løg- manni. Man plagdi at siga, at tarvur tolir ikki reytt, men løgmadur hava reytt lummaturriklæði? Oftani koma mong respektleys orð og skuldsetingar frá hesum manni. Harnæst tað seinasta eg hoyrdi frá P.E., tá legði hann eftir legtingsformanninum Hilmar Bech. Man Hilmar hava tað uppiborið hetta nettupp frá P.E. Hver annar tað var fyri H.B, hevði mangan steðgað P.E. við sínum skitnu orðum og teirri gomlu útspillingar- plátuni, sum hann ótarn- aður sleppur at koyra í gjøgnum, hverja ferð hann kemur nær eini mikrofon. Hinir legtingsmenn javnaðarfloksins eru av Paula mettir eins og nikkudukkur. Samgongan hevur sanniliga fingið sína skolu. >Ongantíð hava so fáir gjørt so nógvum so tað standa. Aftur her kemur tarva- lyndið fram. Tá heystið kom, blivu vanliga mjólki- kýrnar tiknar heim. Hetta førdi so aftur við sær, at tarvurin var ikki negdur við bert at hava nekur ungneyt eftir í haganum. Mangan bleiv hann so dólskur, at hann fór at bróta garð og volda skaða á innmerkina. Eg, sum javnaðarmaður, fari at biðja P.E. bara lata javnaðarmenn orna sín flokk og floksvidurskifti. Vit fara ikki at bróta inn i sambandsflokkin. Í Dimmalætting nr. 32, 15. mars eigur P.E. 3 greinar. Tann fyrsta um >Suður- oyasiglingina. II. grein »Og so blivu tey øll flongd«. III. grein um J. Fr. Øregård såla. Alt í lagi við góðum minningarorðum. Men eina lítla viðmerking til hesa grein. Eisini eg skal lýsa frið yvir minnið um Øregård: »Men um Øregård hevði kunnað talað í dag, so hevði hann sagt«: >Tað hevur altíð staðið stór virðing fyri teimum, ið hava stjórnað og stýrt Føroya Javnaðarflokki fram til dagin í dag«. Fyri at venda aftur til tað fyrstu greinina. Eg skal viðgera hana stutt. Eftir orðalagnum vóna vit suðringar at eina sikra stemmu fyri S.-siglingini hava vit í væntan frá P. Ellefsen. Men mín æraði P.E., um tað kemur upp á tal at byggja nýtt skip, latið tað tá ikki blíva eitt av tí stutta slagnum, har báðir endarnir eru burtur. Nr. II grein er full av tað alt er tikið burtur úr, er tað nógv mesta lygn, ið eftir stendur. Mær kemur fyri P.E., at tú man ikki oftani hava fingið homlu- bandið! Og so ert tú enntá so frekur eins og Hitler, at siga somu lygn tvær ferðir í somu grein. Eftir sum P.E. um tað mundið beint mundi vera farin at ganga í turrum buksum. Skal eg loyva mær at fortelja tær frá einari sannari søgu, sum snýr seg um at stýra við harð- ari hond. Ein sambands- hevdingi fór einaferð av landinum við 250 feroy- ingum í varðveitslu (ar- beiðsmonnum). Um ikki hasin áður- nevndi hevdingi fyri langt síðani er deyður, skuldi eg nógv meiri nágreiniliga farið út í æsir við manna- gongdini. Men hetta man tó hava fest seg eitt ella annað stað í søguni. Fyri fyrstu ferð, í hvussu so er í nýggjari tíð, blivu 250 mans gjørdir ómyndugir. Teir máttu bert fáa 25,00 kr. útgoldn- ar um vikuna í arbeiðslen. Hetta vóru harraboð! Har- næst í mótsatt fall sum nú ið fiskimenn fáa pening í so sum viðbótum, og minstulen, so bleiv tað, sum eftir var av arbeiðs- lønini, t.v.s. tá tær 25,00 sendar heim til tåtidar »Føroyar« fyri at landið skuldi brúka teir pengar- nar. Tann, sum ikki var negdur við hetta, bleiv yvirgivin til, um eg so má siga, til beðilin. Eitt slag av løgreglu. Og tad, id verri var, eisini landsforvistir. Eg vil ikki riva sår uppaftur at bløda. Eg biði orsaka. Hetta rópi eg at stýra við harðari hond, og sýna tað so dyggiliga í verki. Hasa framferðina meti eg fyri at knokkroyta hampa arbeiðsmenn, og ikki, at um eitt skip hjá landinum skuldi tikið eitt sindur av frakt afturat ferðafólki. Hongur hendan privata skipaferðsla í so tunnum tráði, frykti eg fyri, at hann slitnar av sær sjálvum. Um nú tað hendir, hvat so? Jú, tá kanska er boð til tað almenna, t.v.s. ell hini ónærisligu menniskjuni (tey sum sambandsflokkurin skýrir skattaborgarar). Tað vil aftur siga tit, hini gomlu. Haldið tykkum frá hini stóru lagkekuni. Tit skulu bert gjalda, men ikki valda. Ein vekur tanga- gongd. Tekk fyri upptekuna. Vágur tann 16/3—80 Henzar Joensen luttakið í orðaskiftinum! sigið tykkara meining stutt og greitt! so sleppa fleiri brøv við! ég