Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-04-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. apríl 1980síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 26. apríl 1980 alu Postverkið vónsvikið av viðferð frå landsstýrinum: Landsstýrið vil spara — postverkið missir milliónir Hvønn mánað missir Postverk Føroya umleið eina hálva mill. kr. orsakað av teimum út av lagi vánaligu hølisvidurskiftunum. Teir fáa ikki givið tey frímerki út, sum møguleiki er fyri at selja. Postverkið hevur havt umsókn um at byggja nýggja frímerkja- og girodeild á Argj- um liggjandi í landsstýrinum í fleiri mánaðir. Meðan landsstýrið viðger málið, og leiðslan og starvsfólkið á posthúsinum bíða eftir svari — dýrkar ætlaða byggingin við umleið 150.000 kr. um mánaðin. Landsstýrið metir byggingina vera ov dýra — men postverkstjórin spyr, um hetta ikki eru dýrt spardir pengar. Sosialurin hevur í hesum sambandi vent sær til Esbern Midjord, stjóra á Postverk Føroya og landsstyrismanninum í postmálum, Hergeir Nielsen. Esbern Midjord sigur, at postverkið er vónsvikið av tí viðferð tað hevur fingið frá landsstýrinum í hesum máli. Ætlanin at fara undir bygging av eini frímerkja- og girodeild á Argjum varð longu legd fyri lands- stýrið í februar í fjør. Í juni—júli varð skitsupro- jektið latið landsstýrinum og í februar í ár endaliga detailprojektið. Esbern Midjord heldur fram: — Landsstýrið hevur málið til viðgerðar. Eg veit ikki rættiliga, hvat teir meina við — at hava málið til viðgerðar. Tað er ógvuliga átroðk- andi hjá okkum at koma í gongd beinanvegin. Vit hava sum er onga staðni at vera. Vit mugu leiga høli ymsa staðni í bynum, og hesi høli eru ikki hóskandi til tað arbeiði, sum vit gera. — Hevdu vit havt tey røttu hølini, so høvdu vit kunnað selt munandi fleiri frímerki. Vit kundu havt eina útgávu meira um árið. Postverkið kundi uttan iva selt frímerki fyri 6 mill. kr. meira um árið, vóru vit í hóskandi helum. Postverkstjórin vísir annars á, at ætlaða bygg- ingin er mett at kosta 15 mill. kr., og hvenn mánað drálað verður at fara í gongd, dýrkar byggingin við 150.000 kr. Uppá fyrispurning, hví landsstýrið drálar við at góðkenna projektið, sigur Esbern Midjord, at teir helst meta tað at vera ov dýrt. — Men kunnu tit gera byggingina bíligari? — Eit byggjarí kann altíð gerast bíligari. Tað kann eisini gerast so bíligt, at tað er óforsvar- ligt at fara í gongd — og ein kann sjálvandi niður- seta kvalitetin av einum arbeiði, men spurningurin er, um tað ikki eru dýrt spardir pengar, leggur hann afturat. Postverkstjórin vísir á, at teir ongar trupulleikar hava við fígging sum so. Tann neyðugi peningurin er tekur, og tað er ikki neyðugt at taka lán. Posthúsini i Havn eru alt ov lítil Tað er ov dýrt Hergeir Nielsen, lands- stýrismaður, sigur, at landsstýrið hevur ikki tikið endaliga steðu til málið. Málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi og semja varð um at kanna, um ætlaði bygningurin kann gerast bíligari. Hergeir Nielsen: — Pro- jektið er eftir landsstýri- sins fatan ov dýrt. Tí vil landsstýrið kanna málið fyri at vita, hverjar út- reiðslur kunnu sparast. Hann vísir á, at málið hevur verið kannað av sakkenum alla tíðina. Ymsir byggikønir hava verið spurdir til ráðs, og aðrir bygningar eru kann- aðir. — Tað er nógv, sum bendir á, at ætlaða bygg- ingin er í dýrara lagi, sigur landsstýrismaðurin. Hann vísir annars á, at sambært byggikostnaðin- um fer kvm. at kosta 10.000 kr. — Man veit um bygningar, sum verða bygdir til helvtina, og tí metir landsstýrið, at tað skal hava ta neyðugu tíðina at projektið, Nielsen. viðgera sigur Hergeir Viðgera málið í komandi viku — Metir út, at landsstýrið tá samanum kemur, fer at skera nakrar milliónir kr. av projektinum? — Vit mugu í øllum førum hava haldgóðar grundgevingar fyri, at tað er neyðugt við hasum kostnaðinum. — Um tað nú vísir seg, at bygningurin ikki kann gerast bíligari, skal hann nekta tervin hjá postverk- inum, fer landsstýrið tá at góðkenna projektið? — Eg kann ikki svara fyri, hvat landsstýrið sum so ger í málinum. Hergeir Nielsen metir annars sjálvur, at tað hevur týdning, at ein frí- merkja- og girodeild verður bygd so skjótt sum gjørligt. Hann roknar við, at landsstýrið fer at viðgera málið í komandi viku. Í hesum húsum i Varðagetu husast frimerkjadeildin Fíggjarnevndin seinkar bygging av dagsstovnum Sosiala nevndin hjá býráðnum í Havn hevur álagt komm- unalu figgjarnevnd- ini at ogna kommun- uni eitt øki i Eystur- bynum til dags- stovnar, men líkt er til, at figgjarnevndin bølir åheitanini, ti nú eru fleiri mánaðir síðani, at fíggjar- nevndin fekk hana. Sosiala nevnd hevur nevniliga í umbúna at byggja ein dagstovn til 80—100 børn á einum. eki, ið liggur við Djóna í Geilsgetu. Økid, sum, er lagt til slik endamål i byggi- ætlanini, er um 3000 kvm. til steddar. Kommunan eigur um 2000 kvm. meðan restin er privat ogn. Hesar upplýsingar- nar gav Leivur Jo- hannesen, formaður í sosialu nevnd, Sosialin- um fyrr í ár. Upp á fyri- spurning, hvat rekist fyri ætlanunum, sigur hann, at enn er einki svar komið frá fíggjar- nevndini! 2 mill. kr. settar av Annars eru 2 mill. kr settar av å figgjar- ætlanini til gerå av dagstovnum i Havn og i Hoyvik. Harafturat eru settar 200.000 kr. av til projektering til hvønn av stovnunum. Sostatt bidar sosiala nevndin bert eftir at fara i holt vid ætlaninar Dagsstovnurin i Hoyvik er ætladur til 80 børn. Hann er eitt lið í sáttmálanum um samanleggingina mill- um Havnina og Hoyvík-Hvítanes. Stórur tervur — kenna hann ikki Fyrr í vikuni kunn- gjerdi Sosialurin eina kanning, sum plássum í Havn. Sam- bært hesi kanning, er tervur á stívliga 500 dagstovnaplássum. Spurdur um eina við- merking til hesar upp- lýsingar sigur Leivur Johannesen, at hann kann hverki vátta ella avnokta, at tervurin er so stórur. — Og tað er ógvuliga keðiligt, sigur hann, men leggur afturat, at tað eru fleiri mánaðir síðani, at sosiala nevndin avgjørdi, at fyrisitingin á sosialu deildini skuldi skipa so fyri, at ein uppskriving av bernum kundi fara fram so hvert. Hendan skipanin er enn ikki komin í lag, hóast sosiala nevndin álegði fyrisitingini at fáa hesa skipanina í lag beinanvegin, soleiðis at ein hóming fæst á tí veruliga tervinum av dagstovnaplássum. Síða 3 Foreldrafelag sett á stovn á Tveroyri Tann 17. mars varð for- eldrafelag stovnað á Tveroyri. Felagið er óheft bæði politiskt og átrúnaðarliga. | Enda- málið við felagnum er at virka fyri at skapa børnum í Tveroyrar kommunu góð kor at mennast undir. Limir í felagnum eru foreldur og verjar hjá bernum upp til 18 ár. Í dag eru 42 limir í felag- num. Í nevndini sita Sigrun Joensen, formaður, Alma Fossá, næstformaður Mau- reen Thomsen, kassa meistri, Leilen Peter- evndarlimir. Tiltaks limir eru Anna Ra A Ikki úr Mikladali — men Klaksvík Herfyri gjerdu vit tað mistak í Sosialinum at gera listamannin Amariel Norðoy til mikladalsmann. Blaðið biður orsaka: Amariel er úr Klaksvík. Blaðm. Framsýning í Gentofte Amariel Norðoy, lista- maðurin úr Klaksvík, sum júst hevur verið heima Feroyum og hildið eina framsýning, skal í juni mánað hava na framsvning í ráð- anin er á 3