leygardagur 26. apríl 1980síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
1,5 mill. kr. sett til íbúðarbygging:
Bíða bert
eftir oki
So kann farast undir at gera projekt fyri
íbúðarblokkar
Sosiala nevndin hjá býráð-
num í Havn bíðar bert eft-
ir einum svari frá Byggi-
og byarskipanarnevndini
um ávísing av einum
grundeki til íbúðarbygg-
ing
Á fíggjarætlanini hjá
Havnar kommunu fyri
komandi ár, eru settar 1,5
mill. kr. av til fyrireiking
av íbúðarbygging.
Byggi- og býarskipan-
arnevndin hevur ikki
kunnað ávíst nakað eki
enn, men sunnanfyri tað
ætlaðu útstykkingina
vestanfyri Sundsvegin er
eitt hóskiligt eki til slíka
bygging, sigur Leivur Jo-
hannesen, formaður í
sosialu nevndini.
Hann sigur, at so skjótt
sum eitt eki er tókt,
verður farið í gongd við at
gera eitt projekt
Í síni tíð varð gjørd ein
tekning fyri íbúðarblokk-
ar. Hesir eru í trimum
hæddum og hver íbúðin er
60 kvm. til steddar. Har-
afturat kemur kjallari við
vaskirúmum og felags-
rúmum.
Spurdur um, hvussu
eitt slíkt byggjarí eigur at
skipast, sigur Leivur Jo-
hannesen, at tað helst
eigur at vera eitt íbúðar-
felag, sum átekur sær
byggingina við m.a. tekn-
iskum stuðli frá kommun-
uni.
Leivur Johannesen
metir, at prisurin fyri
kvadratmeturin i einum
slíkum byggjaríi fer at
liggja um 4—5000 kr. ella
útvið 300.000 kr. fyri
hverja íbúð.
Stoypiasfaltið roynist væl:
Helst leggjast á
fleiri vegamót
Stoypiasfaltið verður lagt á við hond og tekur tí langa tíð
Í fjer vórðu royndir gjerd-
ar við at leggja eitt serligt,
slitsterkt asfalt á eitt
vegapetti í Havn.
Leivur Johannesen,
Tekniska deild Tórshavn
ar býráðs, upplýsir, at líkt
er til, at hetta sokallaða
stoypiasfaltið heldur nógv
betri enn tað vanliga as-
faltið, og verður tí um-
hugsað at leggja á eini
tvey vegamót afturat í ár
Nú skal vegapettið frá
vegamótinum við Dala
vegin út til Fr. Petersens-
getu, sum í fjer varð lagt
við stoypiasfalti, uppmát-
ast fyri at kanna eftir, .
hvussu nógv asfaltið er
slitið
Um royndirnar eru
góðar, verður helst hildið
fram við at leggja hetta
asfaltið á í vegamótunum,
har nógv ferðsla er
Umframt at tað tekur
langa tíð at leggja stoypi-
asfaltið á við tað, at tað
verður lagt á við hond,
kostar tað eisini nógv
meira enn vanligt asfalt.
Kostnaðurin fyri hvenn
kvadratmetur er um 200
kr
- Men heldur tað betri,
er nógv vunnið, sigur
Leivur Johannesen.
Nr. 32 — 26. apríl 1980
Feroyskir sjúkrahjálparar á ålitismannaskeidi í Havn. Inge Sørensen frá Dansk Kommunalarbejderforbund vitj
Myndin er tikin uttanfyri nýggju hølini hjá sjúkrahjálparafelagnum í Villumgøtu I
ar
Stórt trot á sjúkrahjálparum í Føroyum:
Átroðkandi at fáa
sjúkrahjálparaskúla
— sleppa sum er ikki inn á donsku skúlarnar
Í dag eru umleið 150
sjúkrahjálparar í Fer-
oyum. Teir arbeiða á
teimum trimum sjúkra-
húsunum og báðum
røktarheimunum í land-
inum. Steðan er tann,
at tað er stórt trot á
sjúkrahjálparum á hes-
um arbeiðsplássum.
Harafturat kemur at
røktarheim nú skulu
byggjast í Nordoyggj-
um og í Eysturoynni —
sostatt verður tervurin
á nýggjum sjúkrahjálp-
arum uppaftur sterri í
framtíðini.
Tað var við hesi
roynd, at Sosialurin stekk
inn á gólvið
felagshølunum
oyska
nýggju
hjá
sjúkrahjálpara-
felagnum í vikuni. Felagið
fekk í januar egin skriv-
stovu- og fundarhøli í Vill-
umsgøtu I í Havn.
Sjúkrahjálparafelag
Føroya hevur í hesum døg-
um havt skeið fyri álitis-
fólkum úr fleiri oyggjum.
Í hesum sambandi vitjaði
Inge Sørensen, sum er
felagsskrivari í DKA —
Dansk Kommunalar-
bejderforbund. Donsku
sjúkrahjálpararnir eru
limir í hesum felag. Før-
oysku sjúkrahjálpararnir
vóru limir í felagnum til í
1974, tá teir fingu sítt
egna felag.
Kanna tervin
Á skeiðnum varð tosað
um sáttmálaviðurskifti,
útbúgvingarspurningin og
álitismannaskipanina.
Eisini varð kjakast um,
hvussu sjúkrahjálpararnir
skulu gera eina kanning
av tørvinum á sjúkra-
hjálparum í Feroyum.
Tað var á einum fundi
herfyri við Vilhelm Jo-
hannesen, landsstýris-
mann, at sjúkrahjálpara-
felagið fekk til uppgávu at
kanna tervin á
sjúkrahjálparum. Hetta
fyri at vita, hvussu stórur
tørvur er á einum sjúkra-
hjálparaskúla i Føroyum
Ein av størstu trupul-
leikunum hjá sjúkrahjálp-
arum í dag er útbúgving-
arspurningurin. Higartil
hava allir sjúkrahjálparar
fingið sína útbúgving á
donskum skúlum. Nú
kunnu donsku skúlarnir
ikki longur átaka sær at
útbúgva føroyingar eisini.
Mugu hava skúla
Meta Johannesen, for-
maður í sjúkrahjálpara-
felagnum, sigur, at tað tí
hevur ógvuliga stóran
týdning, at ein sjúkra-
hjálparaskúli verður sett-
ur á stovn í Feroyum.
Hon vísir á, at tá sátt-
málið varð undirskrivaður
við sjúkrahússtýrið, var
tað ein treyt, at skúli varð
settur á stovn í Feroyum.
T8 hevur ikki frá politisk-
ari síðu verið gjert nakað
við málið, og tí hevur fe-
lagið nú fingið gongd á og
m.a. havt fund við nýggja
landsstýrismannin um
spurningin.
Tervurin á sjúkrahjálp-
arum er stórur. Tí verða
tað eisini fyri ein part
brúkt ófaklærd fólk til
sjúkrahjálparaarbeiði.
Hetta eru sjúkrahjálpar-
arnir ikki negdir við.
Trotið á sjúkrahjálparum
er serstakliga stórt
summarfrítíðini.
Formaðurin sjúkra-
hjálparafelagnum sigur,
at tað arbeiða umleið 50
sjúkrahjálparar á Lands-
sjúkrahúsinum. Sekt
hevur verið eftir frítíðar-
avloysarum — men eingin
sekir um arbeiði. Orsekin
er tann, at tað eru eingir
aðrir sjúkrahjálparar í
Feroyum.
Sjúkrasystranæm-
ingar úr normering
— fleiri sjúkra-
hjálparar
Broytingarnar í útbúgv-
ingini hjá sjúkrasytrun-
um, har næmingarnir
skulu takast úr normer-
ingini á deildunum, fera
við sær, at tað nú skulu
fleiri sjúkrahjálparar á
deildirnar at taka sær av tí
arbeiði, sum sjúkrasystra-
næmingar higartil hava
gjørt.
Tað tekur i dag eitt år
at útbúgva seg til sjúkra-
hjálpara á donskum skúla.
Tað eru 360 tímar til teori
og síðani arbeiði á medi-
sinskari- og kirurgiskari
deild og á rekarheimi í til-
samans 9 mánaðir.
Teir flestu av feroysku
sjúkrahjálparunum hava
fingið ta gomlu útbúgv-
ingina uppá í alt 8 mánað-
ir. Tí verður nú roynt at
eftirútbúgva hesi fólk
Inge Serensen sigur, at í
Danmark skulu allir
sjúkrahjálparar hava hese
eftirútbúgving. Eftirút
búgvingin hevur verið
roynd í Feroyum. Í januar
í ár vórðu sostatt 18
sjúkrahjálparar á Lands-
sjúkrahúsinum lidnar við
120 tíma teoretiska eftir-
útbúgving. Inge Serensen
heldur fyri, at allir sjúkra-
hjálparar, bæði á sjúkra-
húsum og rektarheimum,
eiga at fáa eftirútbúgving.
Spurningurin um fer-
oyska sjúkrahjálparaút-
búgving kann helst
loysast á tann hátt, at
skúlin kemur at hava eitt
ávíst tilknýti til sjúkra-
systraskúlan, soleiðis, at
báðar útbúgvingarnar t.d.
kunnu brúka somu lærar-
ar.