leygardagur 26. apríl 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 32 — 26. apríl 1980
telf. 147 20. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Arbeiðsloysis-
trygging
MEÐAN arbeiðsloysi í grannalondum okkara
hevur verið eitt av teim størstu vandamálunum,
hevur hetta vandamál ikki tókst monnum her
heima á landi serliga viðkomandi. Sagt hevur
verið, at her er nóg mikið av arbeiði, og at hvor,
sum hevur hug til arbeiði, hevur rikiligar møgu-
leikar til tess. Men so einfalt er tað tó íkki.
HÓAST LANDSSTÝRIÐ í stóran mun hevur fert
ein arbeiðsloysis-fyribyrgjandi politikk mótvegis
uppgávuráðum andstødunnar, mugu vit í dag
ásanna, at vit ikki kunnu siga, at vit eru sloppin
undan arbeiðsloysi.
MISJAVNT ER HVAR í landinum ein býr, og hvørji
arbeiðstilboð viðkomandi ski kann bjóða. Talan
kann vera um partvíst arbeiðsloysi — at arbeiði
bert er at fáa ávísar dagar í viku. Harafturat kemur
tað, vit kalla ungdómsarbeiðsloysi.
HVAT TAÐ vil siga, at vera arbeiðsleysur, eila ikki
at hava nóg mikið av arbeiði, kunnu tey best
døma um, sum kenna og hava kent svidan av tí.
Men eitt er vist: tað er torført hjá teimum, sum
ikki hava fulla viku at fáa endarnar at røkka
saman og annars greiða sínar skyldur.
LAT TAÐ TÍ vera okkara vón, at landsstýrið fer at
gera álvara av nú beinanvegin at fyrireika eina
arbeiðsloysistrygging, sum júst er eitt av teimum
málum, sum eru nevnd í samgonguskjalinum. Í
samband við eina arbeidsioysistrygging eigur
sjálvandi at vera fyriskipað arbeidsåvising, sum
kemur bæði virkjum og arbeiðsfólki til góðar.
Ikki nógmikið
at ásanna
SUM VIT SØGDU frá í seinasta mikudagsblaði, er ein
kanning um bústaðarviðurskiftini hjá ungfólki undir út-
búgving gjørd í Havn. Hvussu hesi viðurskifti hava verið
í mong år, og eru framvegis, munnu helst flest fólk vera
greið yvir, og tað vísir kanningin eisini. Niðursteðan
eftir eini fyribils meting av kanningini er, at tað er bráð-
neyðugt við byggjan av kollegium við kemrum.
SOSIALURIN HEVUR so mangan víst á hendan terv. og
tað hava onnur við, men tað er kortini eingin, sum hevur
gjørt nakað fyri at loysa trupulleikan. Frá mentamála-
neyndini hjá býráðnum, sum hevur skipað fyri kann-
ingini, verður nú sagt, at tørvurin er ásannaður. og til
hetta mugu vit siga, at tað er ikki ov tidliga at eisini bý-
ráðið hevur fingið eyguni upp fyri hesum.
MEN TAÐ ER IKKI nóg mikið bert at ásanna. Vit mugu
beinanvegin fara undir bygging av hóskandi íbúðar-
húsum. so hesin tørvur kann nektast, tí lítið eru skúlar
og onnur læruplåss í hevuðsstaðnum verd, um tey. sum
eru undir útbúgving. ikki so frægt sum fáa innivist í
býnum, ella búgva undir
umsteðum.
ómenniskjansligum
Løgting, lærarar & co.
einaferð enn
(uppiskoyti til bræv frá »forvitnum« 1. mars 1980)
Kanska er tað skeivt at
blanda persónlig viður-
skifti sum arbeiði, ogn,
osfr. upp í tað at vera
politikari. Kanska áttu vit
at mett politikarar eftir
teirra politisku stevnu-
skrá og ikki eftir persón-
ligum viðurskiftum.
Men soleiðis er tað ikki í
Feroyum. Bæði tí at polit-
ikarar oftast, tá teir koma
at buðinginum, hugsa
meira um persónlig áhuga-
mál enn politiskt endamál
og ideologi. Og tí at fólk í
Føroyum meta hvenn
annan eftir persónligum
viðurskiftum heldur enn
eftir politiskari stødu, og
velja hareftir. Soleiðis
hendir tað, at verkafólk
velur fólkafloksmenn, og
summir kapitalistar velja
javnaðarmenn, og so
víðari.
Tað at politikkur í Fer-
oyum er ein persónligur
spurningur í stóran mun,
ger, at summir bólkar
hava lættari við at komast
framat sessunum og
»beinunum« enn aðrir.
Familjuskapur hevur
nógv at siga — men eitt
annað er tann beinleiðis
yvirnáttúrliga og myst-
iska, magiska trúgvin,
sum fólk hevur á fólki við
einum ella eðrum pappíri,
sum vísir at tey hava tikið
eitthvert embætisprógv.
Í eini bygd er tað ofta
so, at lærarar, læknar og
prestar eru mestsum lyftir
yvirum allar menniskjans-
ligar veikleikar. Læknin er
ein magiskur persónur, ein
»heksadoktari« sum fólk
uppfata sum havandi yvir-
náttúrlig evni og helst
hevur samband við hægri
maktir, av tí at hann kann
lekja fólk. Í veruleikanum
er hesin maður ein teknik-
ari — ein, sum hevur lært
ein ávísan teknikk til at
fara við mannalikaminum
— eins og ein bátasmiður
hevur lært at fara við
sínum báti, og kann gera
hann í ordan um nakað er
í ólagi.
Men fólk trýr á slíkar
menn sum altvaldandi,
sum gudar — og sjálvt um
teir ikki hava eitt vet av
politikki í knokkinum, so
hava teir lætt við at verða
valdir á ting.
Lærarin er »høvdid i
bygdini«. Sjálvt um hann
ikki hevur annað enn eitt
pappír frá einum lærara-
skúla, sum ikki sigur nógv
um hansara politisku evni
og kunnleikar, so veit
hann alt um veður og vind
og hann er lyftur yvir alt
tjak sum ein „klókur
maður<. Hann má á ting!
Stillar hann upp, verður
hann valdur, líka mikið
hverja politiska stevnu-
skrá hann hevur, ella
hvenn hann vil verja og
hvenn hann vil vraka, ella
um hann veit nakað yvir-
hevur, hvat politikki við-
víkur.
Presturin er umboð fyri
Hannsjålvan her á jørå. Ti
blandar hann seg sjåldan i
politikk — tað er ov jarð-
bundið fyri hansara yvir-
náttúrliga starv. Men um
hann ger tað, so stendur
hann kanska sterkari enn
bæði lærarin ella læknin.
Um sjálvur hann í erva
verður blandaður uppí
politikk, so er einki at
gera: har verður alt annað
at víkja tá veljast skal.
Men fáir prestar fáast við
politikk og jarðbundið ar-
beiði. Tí tað hevði kanska
minkað um virðing teirra
sum umboðsmenn hans í
erva her á fold.
Útbrótararnir — teir
kollveltingarhugaðu miss-
ionerarnir — teir leggja
alla sína gudsskaptu reli-
giøsu kraft inn í politiskt
arbeiði. Tó mest til frama
fyri kapitalistiskar og aft-
urhaldssinnaðar kreftir.
Teir verja sjáldan hin
minni menta, arbeiðs-
mannin, í stríði hansara
fyri einum rættvísari býti
av ágóða samfelagsin. Nei
— teir brúka Gud í bar-
daganum fyri sambandi,
kapitalista-valdi og ellum
afturhaldssinni, summir
vilja aftur í svertu miðeld-
ina við forfylgingum av
eðrvísi hugsandi og religi-
øsum sensuri, og noktan
fyri starvi til fólk, sum
ikki hugsa sum teir
sjálvir. Teir tæna kapital-
ismuni, men siga seg tæna
Gudi. Synd?
Hvat so við hinum fer-
oyingunum? Arbeiðs-
manninum, fiskimannin-
um, handverkaranum, tí
lesandi, teim arbeiðsleysu
konufólkunum, húsmeðr-
unum? Hvussu ofta koma
hesi, sum hóast alt um-
boða eitt stórt fleirtal, a
ting? Hví ikki? Hvat er
tað, sum skapar feroying-
um eina turkatrúgv uppá
»finar« menn við pappir-
um: revisorar, stjórar, lær-
arar, læknar, prestar, aka-
demikarar, partabrævs-
snúltarar?
Hví er hesin meiriluti so
lítið umboðaður á tingi?
Hevur hann ikk áhuga í
politikki? Hevur hann ikki
tíð? Hevur hann ikki yvir-
skot til politiskt arbeiði?
Hevur hann onki vit um
politikk (hava tingmenn-
inir tað???). Hví er stætta-
skiftið so eyðsýnt í fer-
oyskari tingmentan?
Kanska er tað sum
vantar ein verulig politisk
skúling av einum fólki,
sum í áratugir er díkt
undir í býttleika frá Dag-
blaðnum, Dimmalætting,
Tingakrossi og eðrum
tvætli. Um orðið »folka-
ræði“ skal hava nakra
meining, so má tað týða at
fólkið alt skal ráða yvir
landinum, yvir búskapin-
um, yvir ognarviðurskift-
um, yvir okkara sam-
felagslivi ellum. Og ikki
einans fiskaselustjórar,
partabrævs-snúltarar og
aðrir útlærdir útnyttarar.
Vend má koma í. Svarið
er: eitt sosialistiskt
Feroyar við veruligum
fólkaræði yvir ollum við-
urskiftum í samfelagnum:
framleiðslutólinum, virkj-
um, skipum, skrivstovu-
veldinum, skúlaskapi,
prestaskapi og eðrum. Tá-
staðni fær orðið fólkaræði
eina veruliga meining.
N.N.
Yvirprisrådid
Kann Sosialurin upplysa
mær, um prísráðið
sambært tí nýggj príslóg-
ini er valt, og um so er,
hverjir sita í tí?
Svar: spurin
Feroya legting valdi yvir-
prísráðið tann
19. mai grannskoðari,
1979.
Í yvirprísráðnum sita:
Petur Alberg Lamhauge,
Havn,
Sverre Skaalum, av-
greiðslumaður, Vági, og
Dánjal Magnussen, advo-
katur, Havn.
at leggja kristna (!) navn
sítt til greinina, og goymir
seg aftanfyri tað, at tey, ið
leggja navn til, gera hetta
bert fyri at polera egnu
gloriu sína — fyri at verða
sædd.
Frægari er at polera
egnu gloriu sína undir full-
um navni, enn at svína
nevndar persónar út —
undir dulnevni. Eins egna
gloria verður í øllum
forum ikki reinari av at
dálka aðrar.
Niclái Petersen
luttakið í orðaskiftinum!
sigið tykkara meining stutt og greitt! so sleppa fleiri brøv
við!