Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-04-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. apríl 1980síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 26. apríl 1980 Hummaraveiða á føroysku firðunum: Umleið 10.000 rúsur á Skålafjør0inum og í Sundalagnum Lítið verður í part — tann, sum livir av tí, hevur ilt við at fáa endarnar at røkka sam- Sosialurin hevur spurt seg fyri á Skålafjørdinum og í Sundalagnum um rúsuveiðuna eftir humm- ara. Vit frætta, at tað í dag eru kanska millum 8.000 og 10.000 rúsur á firðunum. Eisini í Kald- baksfirði og Funningsfirði er stórt tal av rúsum. Ein av teimum monn- um, sum hesi seinastu ár- ini hevur havt hetta ar- beiðið burturav, er Joen Peter Andreasen á Oyra- bakka. Í fleiri ár hevur nógv verið at fáa við troli — nú er hann so eisini far- in yvir til at brúka rúsur. Joen Peter á Oyrabakka Joen Peter Andreasen sig- ur, at tað í dag eru so nógvar rúsur á firðunum, at tað neyvan kann loysa seg hjá sær bert at hava hummaran sum livibreyð. Tað verður rætt og slætt ov lítið í part til teir mongu rúsumenninar. Joen Peter hevur trolað eftir hummara tey seinastu átta árini við bát- inum Sigmundi, ið er 14 tons til steddar. Í fjer keypti hann nýggjan motor og keypti eisini nýtt spæl til at draga rús- ur. Hetta mundi kostað umleið 130.000 kr. Síðani hevur hann sjálv- ur gjert sær umleið 400 rúsur. Hann setir í Sunda- lagnum frá Hvítanesi norður til Víkar og hevur eisini roynt inni á Skála- fjørdinum, men mangan er trupult at sleppa framat, tí tað eru so nógvar rúsur. Kanska noyddur at selja bátin — ov nógvar rúsur Hóast Joen Peter hevur sett rættiliga nógvan pen- ing í hummaraveiðuna, so ivast hann í dag, um tað fer at mala runt, tí tað vísir seg at vera so lítið til av hummara — ella tað eru tær mongu rúsurnar, sum hver skal hava sítt. — Eg metti, at tað fór at ganga, áðrenn eg keypti nýggjan motor og riggaði rúsurnar til, men nú ivist eg stórliga. Kanska verði eg noyddur at selja bátin, Jomfrúhummari, tað slag- ið, sum vit veiða í Feroy- um heldur hann fyri. Sum demi um hvussu nógv minni tað er at fáa við rúsum í dag enn fyri bert tveimum árum síðani, sigur Joen Peter Andrea- sen, at menn tá fingu um- leið 120 kilo við 200 rús- um. Í dag fáa teir kanska bert 60 kilo við umleið 400 rúsum. Trolaðu nógv meira fyrr Higartil hevur verið loyvt at trola eftir hummara á hverjum ári. Kortini eru treytirnar vorðnar strang- ari við tíðini. Miðskeiðis í 60-unum vóru tað einir 10 bátar, sum trolaðu eftir me pp hummara heilar triggjar mánaðir um summarið. Men so fór hummarin at vera meira sjáldsamur og myndugleikarnir gjørdu av at avmarka veidutidina til triggjar vikur ella ein mánað um árið. Bátatalið minkaði tá nógv Hesi seinastu árini hava tí bert tríggir bátar trolað eftir hummara um summ- arið. Umframt Sigmund eru teir Dúgvan av Streymnesi og Streym- búgvin av Norðskála. Hesir báðir bátarnir hava trolað tey seinastu 20 árini. Vanliga eru 3—4 mans við hverjum bátin- um. Hesi undanfarnu árini við undantaki av í fjør, hevur N Strendur tn ro altíð verið tilskilað í trol- loyvunum, at næsta ár verður ikki loyvt at trola eftir hummara, men so hev- ur kortini ikki verið. Joen Peter Andreasen vónar annars, at teir sleppa at trola aftur í summar Hann heldur ikki, at trolið oyðileggur stovnin. Tað smæsta verður alt slept útaftur. Teir royna eisini at fara væl um tað, ið verður kovrt aftur á sjógv Trolingin eftir hummara hevur víst seg at geva ikki so lítið. Í fjør fingu teir tríggir bátarnir umleið 24 tons av humm- ara. Joen Peter selir hummaran til Kjølbro í Klaksvík fyri 23 kr. kilo. Jákup Sverri Joensen, fiskifrødingur: Steðgið troling eftir hummara — og setið minstu-meskavídd fyri rúsur — Fiskirannsóknar- stovan mælti í fjør landsstýrinum frá at geva monnum loyvi at trola eftir hummara. Teir góvu loyvini kort- ini. Vit fara aftur í ár at mæla landsstýrinum til at steðga trolingini. Hetta sigur Jákup Sverri Joensen, fiskifreðingur, í samreðu við Sosialin. Hann heldur, at vit út frá tí minkaðu veiðunegd av hummara eiga at gevast við trolingini. Hann sigur víðari, at stovnurin av hummara er minkaður nógv, og hetta kemst av trolingini. Nú koma tær mongu rúsurnar so afturat. Tað vísir seg at vera nógv smærri humm- ari menn fáa nú, og hetta merkir, og tað verður veitt ov nógv av hummara. Trolið minkar um stovnin At trolið minkar um stovnin vísir roynd, at tann sann- rúsurnar fáa altíð munandi minni, tá troitíðin er av. Jákup Sverri heldur, at tað er ikki rætti mátin at veiða hummaran við troli, tá menn kunnu brúka rúsur. Stórur partur av tí, sum kemur í trolið, er ov smátt, og verður koyrt aftur á sjógv. Nógv av tí fer ikki út aftur í heilum líki, heldur fiskifreðingurin. Uppá fyrispurning um okkum ikki tervar eina skipan fyri veiðuna eftir hummara, sigur Jákup Sverri, at tað er greitt, at her má okkurt gerast. M.a. er í dag einki minsta- mark fyri meskavíddini á rúsunum. Harafturímóti hava trolararnir ikki loyvi at taka hummara, sum er undir 15 cm. Meskavidd í rúsum Jákup Sverri Joensen sig- ur víðari, at teir fara at heita á landsstýrið at seta eina minstu-meskavídd hummararúsum. Annars gongst tað striltið hjá myndugleikun- um at fáa hagtel fyri veið- una av hummara — ser- liga yvir tað, sum verður veitt við rúsum. Eftir teimum reglum, sum eru galdandi fyri fiskiveiðu undir Feroyum, eiga menn at geva alla veiðu upp. Heðin Klein, fiskimálaráðharri: loyvi at trola eftir hummara á hava bátar fingið loyvi. | vikur Hetta eydnaðist ikki ta ferðina. Ikki tikið stødu um troling skal loyvast Tað er landsstýrið, sum á hverjum ári, skal geva bátunum fjør trolaðu triggir bátar Uppá fyrispurning um landsstýrið fer at geva bátunum loyvi at trola aftur í ár, sigur Hedin Klein, fiskimálaráðharri, at landsstýrið enn íkki hevur tikið stæðu til hetta mål, men at tað verður gjørt innan ein mánað. Hann vísir annars á, at tað í fjør var fundur millum lands- stýrið, fiskirannsóknarstovuna, at royna at fáa eina meira fasta skipan fyri hummaraveiðu føroysku firbunum. Higartil tnggjar rúsumenn og trolmenn um