Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-04-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Einki røktarheim i Hav fyrr enn um eini 8 år steingjast — friøki i stadin Tað verður neyvan bygt nakað røktar- og ellisheim í Havn fyrr enn um eini fimm ár. Sostatt fara at ganga umleið sjey til átta ár,, áðrenn eitt tílíkt heim verður liðugt. Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður, upp- lýsir fyri Sosialinum, at við teimum peninga- játtanum og fteirri prioritering, sum er í dag, ber ikki til at siga annað, enn at tað ganga eini fimm ár, áðrenn bygging av røktarheimi í Havn kemur í gongd. Vilhelm heldur fram: — Eg eri fullgreidur yvir, og landsstýrið er vit- andi um, at umsteðurnar á uppihaldsdeildini á Lands- Johannesen sjúkrahúsinum eru alt annað enn góðar. Tað er ein akuttur tervur um alt landið á rektar- og ellis- heimum. Vit hava eina pri- oritering at ganga eftir. Hon sigur, at fyrst skal eitt røktar- og ellisheim byggjast í Klaksvík, síðani eitt í Eysturoynni og at enda eitt í Suður- streymi ella í Tórshavn. — Í letuni hava vit við tí fíggjarári, sum er byrj- að, einar 16 mill. kr. tekar í tveimum grunnum — fólkapensiónsgrunninum og rektarheimsgrunnin- um. Byggingin í Klaksvík er mett at kosta 19 mill. kr. og hon tekur trý ár. Síðani er tað byggingin í Eysturoynni, sum ikki er endaliga projekterað, og harafturat kemur ein bygging í Havn. Nógv ár ganga — Vit mugu sostatt rokna við, sigur Vilhelm Jo- hannesen víðari, at tað ganga eini 3 til 5 ár, áðrenn bygging av rektar- heimi í Havn byrjar. T.v.s. at eitt tílíkt heim verður ikki liðugt at flyta inn í fyrr enn um kanska eini sjey -átta år Uppá fyrispurning um viðurskiftini úti á uppi- haldsdeildini í Havn ikki eru alt ov vánalig at bjóða eldri fólki, sigur Vilhelm Johannesen, at tað kanska kundi boriðtil at bett um viðurskiftini á uppihalds- deildini. Eitt nú við at niðurleggja vegin, sum gongur vestanfyri uppi- haldsdeildina. Vegur steingjast — Sjúkrahúsverkið hevur fyrr biðið býráðið niður- leggja vegin og fert ferðsl- una út á Argir annan veg. Sjúkrahúsverkið ætlar nú men vegurin framvið uppihaldsdeildini møguliga saman við landsstýrinum at taka spurningin upp av nýggjum. Eydnast tað at fáa vegin burtur og kanska leggja eitt friøki til fólkið á uppihaldsdeild ini bæði vestan og eystan ístaðin, so hevði hetta bett nakað um, heldur landsstýrismaðurin fyri. — Men er tað forsvar- ligt at lata tey gomlu, sum hava búð har í 20 ár, verða verandi har í kanska 5—7 ár afturat? — Tað er ikki forsvar- ligt. Men tað einasta, sum kann skunda undir eina bygging, er at fáa meiri pening. Fast gjald — Tað, sum verður avsett fólkapensiónsgrunnin, liggur heilt fast. Tað eru tvey prosent av tí, sum verður goldið út í fólka- pensión og tvey prosent Framhald á síðu 19 Reytt 1. mai-hald i Havn Fjórða árið á rað verður rsytt 1. mai-hald í Havn. Tað ar 1. mai-bélkurin, sum skipar fyri haldinum. 1. mai-b6ik urin er Kjarnan í H.A.F. Reyða Kórið, ein sjónleikarbólk ur og onnur fólk. Haldið byrjar kl. 14.00 við Sjónleikarhúsið, har sin raða — vend móti báðum risaveldunum, USA og Sovjet - verður hildin. Víst verður á, hvussu USA brúkar Før oyar sum aitt skjøldur í stríðnum móti Sovjet, upplýsir sín av luttakarunum fyri Sosialinum. Frá Sjónleikarhúsinum fer kravgongan oman aftir Vaglinum og út á Skansan, har tríggjar rødur verða hildnar. Ein, sum vísir á veruligan stríðspolitikk ímóti arbeiðsgevaraveldinum í Føroyum, og hvussu konufólk serliga verða rakt í okkara kúgandi samfelag. Næsta rødan vísir á ta stóru íbúðarneyðina í Havnini, og vendir sær ímóti tí stóra kapitali, sum verður oyðslaður burtur til m.a. svimjihylin, samstundis sum fólk nærum liva úti á gøtuni. Tridja rødan er um kreppuna í fiskivinnuni. Hon vísir á, at orsøkin til kreppuna er tað privata initiativið, og vendir sær ímóti at tað mest sum bara er tað arbeiðandi fólkið. sum rindar gildið fyri miseydnaðu úrslitini hjá reiðarunum og politikarunum. — Og vísir á, at tað sinasta, sum kann bjarga okkum undan afturvendandi kreppum er sosialistiskt arbeiðaraveldi, eitt sjålvstød- ugt sosialistiskt Føroyar. Ímillum rødurnar, syngur Reyða Kórið, sum seinastu tíðina hevur vant fleiri nýggjar sangir og sostatt kemur at seta sín serliga dám á reyða 1. mai-haldið. Haldið andar við einum felagssangi. Um kveldið verður kvøldseta í Læraraskúlaaulini. Har luttekur Reyða Kórið aftur og sjónleikur verður fram førdur. Luttøka er av ymsum fólki, sum lesa yrkingar og ødrum sum spæla tónleik. Aftaná verður høvi til prát afturvið kaffi og pannikøkum. Kvøldsetan verður kl. 20 1. mai-dagskveld. Nr. 33 — 30. apríl 1980 Undirritaðu vilja á henda hátt heita á land- sins fólkavaldu kvinnur og menn, um sum skjótast at finna eina loysn viðvíkjandi uppi- haldsdeildini her á Landssjúkrahúsinum. I 1962 vórðu »barakkirnar« uppsettar sum ein fyribilsloysn fyri eitt komandi rektar- heim/uppihaldsdeiid. Uppihaldsdeildin varð roknað til 22 røkt- arsjúklingar, men har liggja altid fleiri. Búðumsteðurnar eru sera vánaligar — t.d. eru stovurnar bert 19 m* til steddar, og hús- ast har 4 sjúklingar hvers meðal-aldur er 80 ár. Her kann ikki verða nógv rásarúm til hvenn teirra, og hvussu við privatlivi? — ein skuffa í einum náttborði er alt. Um onkur teirra so kundi hugsað sær at farið útum at fingið sær fríska luft, er hetta eisini ómeguligt vegna bilos og larm. Um ein er vorðin gamal, er tað tó ein mannarættur at hava meguleika fyri at vera fyri seg sjálvan av og á. út av lagi vánaligum umstsðum, og er hetta til baga bæði fyri sjúklingar og starvsfólk. | I 18 ár hava eldri og ússalig fólk búð undir | | | Vit halda, at henda sokailaða »fyribils- loysn: hevur vart nóg leingi, og at skil må faast á hesum viðurskiftum ongantíð ov skjótt. Tað er harmuligt, at hetta mál einans verður umtalað av framman undan vali!! okkara politikarum Við hávirðing Næmingar á Sjúkrasystraskúla Feroya og sjúkrasystrar útl. 1980 Ein fyribilsloysn skjótt 20 ára gomul: Privatliv! — ein skuffa í einum náttborði er alt: Tað eru skjótt 20 ár síðani, at tær við tíðini víðagitnu »barakkirnar« vørðu uppsettar sum sin fyribilsioysn fyri eitt komandi røktarheim og uppihaldsdeild á Landssjúkrahúsinum. Fleiri ferðir hesi nógvu árini hava raddir verið frammi um at fáa bøtt um vidurskiftini hjá hesum gomlu félkunum, ið onga aðrastaðni hava at vera. Nú hava umleið 60 fólk, tað eru sjúkrasystranæmingar og sjúkrasystrar á Landssjúkrahúsinum, sent eitt bræv til Føroya Løgting, har tey biðja um at ein loysn verður funnin á málinum sum skjótast. it prenta áheitanina her: