Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-04-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Standið saman Í MORGIN ER 1. MAI — altjóða arbeiðaradag- urin. Á hesum degi er vanligt, at arbeiðsfólk kring allan heim savnast til hátíðarhald, har litið verður aftur um bak og metingar gjørdar um hvat framtíðin kann hava at bjóða. Hesin dagur hevur verið hildin síðani 2. Sosialistiski Internationali, fyri 91 árum síðani, samtykti at halda dagin sum arbeiðaradag. TAÐ ER NÓGV broytt hesi ár hvat viðurskift- um hjá verkamannafjøldini viðvíkur. Frá likamligari trælking og kúging er vunnið hesi stætt nøkunlunda mannsømilig kor. SUM IKKI á einum øki, vóru vit eisini her eft- irbátur við at tryggja arbeiðandi fjøldini hampulig kor. Tað eru ikki liðin meir enn tjúgu ár síðani vit fingu tær sosialu lógirnar so sum fólkapensiónina. Síðani eru ávísir batar framdir sum t.d. ein stytting av arbeiðs- vikuni. Eisini er lóg samtykt um arbeiðara- vernd, soleiðis at verkafólkið kann virka undir tryggari viðurskiftum, og sum tað sein- asta og størsta sosiala framstigið í nyggjari tíð: sjúkradagpeningaskipanin. Henda lóg. sum tryggjar teimum timaløntu eina inntøku undir sjúku. TAÐ ER TÍ VERT at geva gætur, at eingi framstig hendu á sosiala økinum fyrr enn Javnaðarflokkurin fekk avgerandi ávirkan á føroyskan politikk. Hetta er ein politikkur, sum flokkurin øll hesi árini hevur strembað fram ímóti gjøgnum skifandi landsstyri. Javnaðarflokkurin hevur ongantíð einsamall- ur havt meiriluta, men hevur roynt at náað hesi úrslit gjøgnum neyðsemjur við sam- gonguflokkar. TAÐ ER EINKI at ivast í, at tað slítur ein flokk at vera við í skiftandi landsstýrissamgongum í eitt so langt áramál, sum Javnaðarflokkurin hevur verið tað, og sum vera man ikki bert hevur verið við til at taka populerar avgerðir. Men heldur at standa við ábyrgdini og vinna nakað framá, enn at sita fornermaður í and- stødu og einki útinna, hevur verið floksins mál. JAVNADARFLOKKURIN ER ein partur av ar- beidararørsluni. Hin parturin eru verka- mannafelggini. Hesi hava alt síðan tey vóru stovnaði gjørt eitt ótroyttiligt og dygdargott arbeiði. Tað var ynskiligt, at hesi felag, so ólík tey eru, stóðu betur saman, og høvdu tå betri møguleika at gjørt seg galdandi. Ein spjadd arbeidararørsla er størsta ynski hjá kapitalvaldinum og grindasveinum tess á tingi. TAÐ SKAL VERA OKKARA vón, at verka- mannafeløgini øll finna saman í ein lands- felagsskap, sum saman við sosialistum á tingi, eru før fyri at standa ímóti tí harða ágangi frá mongum síðum. Ikki fyrr enn tå er møguleiki s«aptur til satt fólkaræði í Føroy- um Nr. 33 — 30. apríl 1980 Fólkaflokkurin og tey homoseksuellu »Dagbladid« endurtekur forfylgingina! Alvaratos helt eg tað vera eitt sindur grovt, tá »Sosialurin« birtir yvir- skrift herfyri, um at fólka- floksmenn hava havt „Mein Kampf« eftir Adolf Hitler sum fyrimynd. Men eftir at hava lisið >Per í leysari luft“ á baksíðu Dagblaðsins 11. apríl, mátti eg viðganga, at ikki var ov ógvisliga tikið til. Rithevdunurin á >Mein Kampf< nýtti jedarnar. Dagblaðið hevur nú íkki bert í lesarabrøvum, men eisini sum blað — og fólkaflokkurin hevur ábyrgd fyri tí — skrivað um homoseksuell, at: >... Vit hava ivaleyst av hasum slagnum... har meinar »Per« og sostatt blaðstjórnin og fólka- flokkurin, at tað er rættvíst at forfylgja, og kanska útvísa homoseksu- ellum. »Per í leysari luft« skal eitast at vera ein »skemtiteigur«, men hann er tað als ikki. Hann undirstrikar »luftina« í teim fólkafloksmonnum, eg vil beinleiðis nevna teir rasistar, sum hava ein inniligan hug at forfylgja fólki, sum eru kynsligt eðrvísi. Tí spyrji eg: er hetta kriminelt í okkara sam- felagi? Heldur Dagblaðið áfram við forfylging og dálking av homoseksuell- um, er spurningurin bara nær ið blaðstjórnin verður stevnd eftir grundlógini. Hevur eitt blað og ein flokkur opinlýst loyvi at forfylgja kynsligum minnilutahópum? Um fólkaflokkurin og tess veljarar ikki opinlýst styðja hesa hugsanina, eiga tey alt fyri eitt at seta hasa blaðstjórnina frá. Tí annars hava tey sjálvi ábyrgdina av, hvat hasin kynsliga rasistiski rit- stjórin skrivar, í »skemti« so væl sum álvarsteigum. DPG Havnin i Skopun Í Sosialinum 14.4.-1980 sigur Lindberg Djurhuus tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. nakað um havnina í Skop- un, og skal hetta bera vera lítið ískoyti til tað, ið hann sigur um leingjan av Boðagarðinum — garðurin norðuri í Bergi. Best skal her verða lagt aftur- at, at varð tað gjørt so sum ætlað varð framm- anundan, nevniliga at koyra tann garðin longur suður, ja, kanska suður í móti endanum á grynnuni, tí tá vildi tann garðurin mett fyri tí aldu, sum ann- ars oyðileggur bæði inn- sigling og sjálva havnina, og so hevði sami garður eisini tikið ímóti stersta partinum av tí, sum kemur inn eystanífrá. Tá fingu vit havnina róliga aftur og eina góða innsigl- ing. Vit kunnu taka demi í hvussu var í havn- ini í Tórshavn, har vóru ymiskar royndir gjerdar við at fáa hana kyrra, men einki batti fyrr enn garður (brimgarðurin) kom so langt vestur, sum hann er í dag. Tá bleiv gott, ja so gott, at í dag er havnin í Tórshavn besta bygda havn í landinum, og tað gjørdi brimgarðurin, tá hann kom so langt vestur, at hann lukkaði fyri ellum tí, sum var aldu- kent, ið kom inn á bæði vestaru og eystaru vág, og forholdini her hjá okkum eru nettupp tey somu. Allar aðrar royndir við okkara havn verður burturspilt arbeiði. Havnina kyrra fyrst. Arbeiðið so víðari innan- fyri, um tað tá skal gerast meira. Í Skopun 22.4.-1980 gamal útróðrarmaður ÍSB felag fyri brekað Við stórum áhuga lýddi eg á samrøduna, Útvarp Fer- oya hevði vid formannin fyri ÍSB, Jógvan Jensen. Eitt tílíkt felag burdi verið stovnað fyri 20 árum síðani — kanska 100 árum síðani. Men betur seint enn ongantíð, og vónandi fáa tit nakað av skafti, eila sagt við ødrum orðum, vónandi fáa tey brekaðu gagn av hesum felag. Nú kundi eg av ymsum orsek- um ikki vera við til aðal- fundin. Sum eg skilti á Jógvan Jensen hevur felagið al- miklar uppgávur at fara undir, tvs. fyrireikingar- uppgávur og loysnir, ið eitt hvert samfelag, ið er vinarliga sinnað móti teim brekaðu fyri langari tíð síðan burdi havt loyst úr lagdi. Men í okkara sam- felag hava altíð verið og eru afturhaldskreftir, ið vilja og ynskja, at alt skal standa í stað og einhver er sær sjálvum næstur. Okkara samfelag er sera konservativt. Viðvíkjandi at beta um kor teirra brek- aðu eru vit eftirbátar við lít, sum Jógvan nevndi, at skúlar, ið bygdir eru og verða eru als ikki egnaðir fyri fólk í rullustóli. Mær rennur í huga, at ráðgevar- in í serundirvísing í fólka- skúlanum hevði eina grein í Socialdemokraten fyri tíð síðan, har hann m.a. nevndi, at Eysturskúlin í Tórshavn var væl egnaður fyri fólki í rullistóli, og nú kemur Jógvan Jensen, sum ketta upp úr hevda- trog, og greiðir frá, at skúlarnir als ikki eru egn- aðir, hverjum av hesum báðum skulu vit nú trúgva? Kanska vit kunnu fáa eina neyvari frágreiðing frá teimum hesum viðvíkj- andi. A sama hátt eru svimji- hallirnar óegnaðar fyri brekað, t.d. tey ið eru bundin til ein rullustól. Ítróttarheilin i Tórshavn kann óivað gerast á ein slíkan hátt, at tey í rullustóli sjálvi ótarnað kunnu koma inn hagar — tað er so altíð ein byrjan. Eins og við so mongum ødrum her í samfelagnum, tá ið tað snýr seg um livi- líkindi hjá teim brekaðu, so fær óivað hetta nýggja felag innan ÍSF, kallað ISB, nóg mikið at takast við. Men so kann ein freistast at spyrja, er tað nú neyðugt at seta ávís menniskju í okkara sam- felag í bás, hetta ljóðar í oyrum mínum utopiskt, at seta á stovn eitt felag fyri at kunna luttaka á einum sera avmarkaðum eki í samfelagsheildini. Men í dag, 1980, sær tað ut, sum um tað er neyðugt, tíverri. 2 Orsøkin: Onnur feløg (sova - dura). Politikar- arnir vilja als ikki vita av hesum trupulleikum, ella sagt vid sðrum orðum, fyri teimum er hetta ein trupulleiki, ein svullur, ið teir als ikki vilja vita av, ei heldur loysa. Landsverkfrødingurin, byarverkfrødingurin, arki- tektar o.s.fr.… hugna sær i sini kroysu — og teirra svart- og snævursyni fær teir at hugsa um glæstri- borgir. Ein vøkur lognbrå. Men tað hevur so ósigandi mikið at siga, at menniskju, óansæð hver tað er og óansæð á hverj- um eki tað enn er, sýna áhuga fyri hesum bólki í samfelagnum. Eg ynski ÍSB góðan byr. Eystanlot I Sendið lesarabrov til sosialin | | Få i |