leygardagur 7. juni 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Útflutnings-
móguleiki
Í MORGIN ENDAR altjóða fiskivinnu-
stevnan, sum hevur verið í Keyp-
mannahavn, har eisini luttøka hevur
verið av fleiri føroyskum fyritøkum
og ídnaðarvirkjum. Føroyskar fyri-
tekur innan framleiðslu av fiskivinnu-
amboðum, skipum og skipaferðslu.
FÓLK ÚR ØLLUM heimspørtum hava
vitjað stevnuna, og sagt verður, at
føroyski básurin hevur verið væl vitj-
aður, og at nógv góð orð eru fallin til
frama fyri foroyska básin.
HETTA ER FYRSTU ferð, at vit hava
verið umboðaðir á eini alheims fiski-
vinnustevnu á ein slíkan hátt sum
hesaferð, og er tað tí gleðiligt at
frætta, at teir, sum skipa fyri tí partin-
um, lata so væl at, og at hetta hevur
givið teimum luttakandi fyritøkunum
vónir um útflutningsmeguleika fyri
framleiðslu sínari.
SJÁLVANDI SKAL ein ikki vera so
bláoygdur og rokna við, at hver fyri-
spurningur gevur sølu ella nærri av-
talur, og at menn koma aftur av
stevnu við skjáttuni fullari av sátt-
málum. Men tað í sær sjálvum at
vera við á tílíkari stevnu, ger sítt til, at
foroysk framleiðsla verður kend av
ødrum enn okkum sjålvum, og at út-
heimurin veit, at vit hava áhuga fyri
samhandli.
HINVEGIN MÅ EIN tilik luttøka ikki
metast so, at hetta var tad, id vit
kundu gera, og so einki meir. Í staðin
eigur hetta bert at verða roknað sum
ein byrjan, og at menn nú av álvara
fara til verka og leggja sær í geyma,
hvat av føroyskari framleiðslu út-
lendingar serliga hava áhuga fyri, og
síðani virka út frá tí. Her krevst sam-
starv millum virki og skilagóð polit-
isk planlegging. Hetta vildi komið
hverjum virki til góðar og landsins
búskapi sum heild.
sosialurin
Nr. 44 — 7. mai 1980
Moldin á
Sandi
Tann, sum vil málin-
um væl, eigur at
viðgera tað ærliga,
sakliga og realist-
iskt.
Tað kann ikki sigast ann-
að enn, at bæði Dagblaðið
og 14. September royna at
viðgera hetta málið, uttan
at tryggja sær upplýsing-
ar frá rettu keldunum, og
verður viðgerðin sostatt
ikki heilt góð.
Málið snýr seg í stutt-
um um, at nógv stórt grót
skal nýtast í samband við
havnarvíðkanina á Sandi.
Grótið skal spreingjast
burtur úr økinum vestan-
fyri verandi Sands havn
og fiskahúsið har. Hetta
ekið verður samstundis
lækkað og hækkað í hædd
við verandi keipláss og
stóra grótið skal nýtast til
grótkastið, sum skal vera
verjugarður suður-eystur-
eftir, sunnan fyri havnina.
Aðrenn komast kann til
helluna (grótið) at
spreingja, má sverður,
mold, leirur, eyrur, leyst
grót o.a. gravast omanav
og neyst og goymsluhús
skulu niðurrívast. Alt
hetta tilfarið er mett at
vera ein rúgva uppá
umleið 80—90.000 m:?, ella
umleið 150—160.000 tons
Tá arbeiðssáttmálin varð
vidgjørdur, var hendan
komandi rúgvan ein
stórur trupulleiki, men at
enda varð so avtalað, at
vegur skuldi gerast niðan
á Nýpu, beint vestur frá
Sands havn og har skuldi
so tað ónýtiliga tilfarið
leggjast niður 1 eina
hellu: móti havinum
meðan besta moldin
skuldi leggjast framvið og
norður frá nevnda vegi
uppi á slettum. Tað var
ellum pertum greitt, at á
havnarøkinum (arbeiðs-
plássinum) kom bert ein
minni partur umleið
10—15.000 m* av moldini
at verða goymdur. Hetta
mest orsakað av pláss-
troti.
Eftir at arbeiðssáttmál-
in varð undirskrivaður í
mars í ár hevur verið
stødugt arbeitt við ymisk-
um meguleikum fyri at
bjarga restini av teirri
góðu og nýtiligu moldini,
hvat allir partar helst
halda vera rættast at
bjarga. Men, sum eingin
higartil hevur viljað
goldið fyri at varðveitt —
her er nevniliga trupulleik-
in. Hetta er kjarnan í
málinum nú. Tað kostar
upp til kr. 26,- pr. m' í
meirprísi at flyta hesa
mold frá havnarøkinum til
tey ávístu plássini, hagar
moldin er ynskt og umbið-
in, einamest til lands-
búnaðarendamál. Hesi
økini liggja upp til 6 km
frá havnarøkinum. Um alt
tilfarið frá útgravingini
skal flytast burtur, so
vildi tað komið at kostað
umleið 1 1/2 milj. kr. og
tað vildi harumframt havt
tann vansan við sær, at
einir fýra til seks stórir
dumparar og lastbilar
skuldu koyrt gjøgnum
Sands bygd tvær ferðir
um tíman hvenn dag í eitt
ár. Hetta hevur stórar
vansar av ymiskum slag
við sær. Slitið av bygda-
egunum dálking av
gravaða tilfarinum o.s.fr
Og hvussu við ferðslu-
trygdini í bygdini. Oreal-
istiskt at hugsa sær,
hevur verið hildið higartil,
men alt kann broytast við
pengum
Nú er arbeiðið við at
koma í gongd av álvara og
ein loysn má finnast. Bæði
landi og kommunum er
álagt at spara í hesum
degum, og her er peningur
veruliga spardur,
umframt at fleiri vansar
eru umgingnir fyri tað
fólk, sum býr á Sandi.
Eingin annar hevur higar-
til ávíst nakra aðra loysn
enn minni nakra betri
loysn. Men øll hugskot
verða viðgjerd. Persónliga
haldi eg ikki, at funna
loysnin er tann besta, sæð
út frá ellum sjónarmiðum.
Men eg haldi tað vera
frægastu loysnina, sæð út
frá einum heildarsjónar-
miði, um tann góða moldin
verður bjargað, og út frá
hesum hevur verið arbeitt
og verður framvegis ar-
beitt við at finna hóskandi
loysnir. Men óansæð, hver
ið skal gjalda, so kemur
tað at kosta fleiri
hundrað túsund krónur at
flyta tann partin, sum vit
nevna góða nýtiliga mold
(eini 25—30.000 m')
burtur av havnarøkinum.
Tað er ovlítið við kr.
215.000, sum samb. 14.
September er nóg mikið til
at flyta 86.000 tons til tey
ætladu økini. Tað fáast
ikki 20 kúfóður av dyrki-
lendi fyri kr. 300.000, sum
nevnt í Dagblaðnum. Og
tað er ósatt, tá tað verður
skrivað, at bygdarráðið
einki hevur gjert við málið
og ikki letst um vón.
Bygdarráðið er fram-
vegis positivt sinnað og
arbeiðir við positivum
loysnum. Men avgerðin
liggur hjá Feroya Lands-
stýri og umboði tess,
landsverkfreðingarstov-
uni, sum ráðið fyri nakað
av tíð síðani hevur biðið
um hjálp í málinum og enn
er ikki ov seint, sum
skrivað í Dagblaðnum, tí
enn er so gott sum eingin
mold farin á sjógv. Sands
bygdarráð vil loysa
praktisku trupulleikarnar
í hesum máli, men pening-
in til tess má Feroya
Landsstýrið játta. At
flyta mold til hagalendi er
nýdyrking, sum verður
stuðlað í Feroyum við
veltistudningi. Landbún-
aður og havnagerðir eru
undir leiðslu av sama
landsstýrismanni, so
okkurt skuldi verið gjert í
málinum?
Vónandi verða allar
kreftir, sum vilja málinum
væl, hereftir nýttar til at
arbeiða fyri eini skilagóð-
ari loysn. Tað er meira
gagnligt enn ber rópan
upp í blødunum og esing
annars.
Tað er rættur og skylda
blaðheimsins at seta fing-
urin á, har ikki rætt er
farið fram. Men tað er
eisini skylda blaðmanna
at seta seg inn í evni og
greiða frá tí á rættan og
positivan hátt. Og, ikki
minst, oysa av rettum
keldum — ikki bert renna
við slatri og hálvum sann-
leikum.
J.B. Mohr bygdar-
ráðsformaður, Sandi
Tær beru lótir
Tað var ikki lukkuligt,
sum Erlendur, Karin og
Jógvan, helvtin av Tjóð-
veldisflokkinum, leikaðu í
móti landsstýrinum
(Heðin og Hergeir írokn-
aðir) tå avgjert varð at
seta prístalið aftur til 100.
Hóast tað at hesi trý vóru
fullvitandi um framman-
undan at hetta var ein
avtala millum landsstýr-
isflokkarnar, og at hetta
var gjert við tí endamáli
at halda ellum arbeiðum
gangandi.
Hesi trý tjóðveldisfólk-
ini mundu heldur íkki
hugsað so ómetaliga nógv
um arbeiðsmannin, hand-
verkaran, hin láglenta,
men heldur um tey á
henda hátt kundu fáa sær
nakrar atkveður til næstu
ferð.
At hava tvær tungur í
sama heysi, hava tjóðveld-
ismenn altíð verið kønir í
og hava dugað væl. Vit
eru nú komin forbi 1. mai
og tær lenarsamráðingar,
sum hava verið. Millum
aðrar var eisini sáttmálin
millum prentsmiðjur og
prentarar uppsagdur, men
fekst tíbetur semja.Men
um tað ikki fekst semja,
hvat so? Jú, so fóru øll
bleðini í verkfall og leggið
til merkis — IKKI 14.
September!!! HVi?
Tað er tí at teir eru so
góðir fakfelagsmenn, at tá
teir sjálvir síggja sær
meguleika at ganga uttan
um fakfeleg, so gera teir
tað. Arbeiðarablaðið
mikla hjá Tjóðveldisflokk-
inum er einasta feroyska
blað, sum verður framleitt
við óorganiseraðari ar-
beiðskraft. Jú, sannir ar-
beiðaravinir. Tit skuldu
heldur verið glaiðr yvir at
kunna tagt.
arbeiðsmaður
=... =
Utbjóðing
Vegna Leirvíkar bygdarráð verður arbeiðið í
samband við útbygging av vatnveitingini í
Leirvík við hesum boðið út aiment.
Arbeiðið umfatar jarð- og planerings-
arbeiði fyri tveimum goymslubrunnum og
reinsiverksbygningi umframt gerð av einum
goymslubrunni.
Útbjóðingartilfarið fæst til láns á tekni-
stovuni frá tysdegi 10. juni móti kr. 600,- í
veðhaldi. Skrivlig boð merkt »Vatnveiting í
Leirvíka verða at senda Leirvíkar bygdarráði í
seinasta lagi hósdagin 26. juni 1980 kl. 19.00.
Tilboðini verða tá opnað, og kunnu teir, ið
bjóðað hava, vera hjástaddir.
Svenn Brimheim & Martin Erik Leo
Rådgevandi verkfrødingar M. ing. F.
Térsgøta 24 — 3800 Tórshavn
tlf. 1 1488
É
á
t
f
Í
i
Í
rr
A
Er
eee