Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 1980síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | Nr. 44 — 7. mai 1980 sosialurin bokarummæli eftir Jógvan Isaksen, stud. mag. Jógvan Isaksen ummælir yrkingasavn- ið »Vårt dagliga liv« eftir Alexander Kristiansen Sosialt medvit, men ymislig dygd Í eini viðmerking sigur rithevundurin, at savnið er sett saman av úrvals- yrkingum frá 1968— 1978 sum ikki áður hava verið prentaðar. Alex- andur Kristiansen má vera Feroya mest pro- duktivi yrkjari, tá hann, umframt at geva fimm yrkingasøvn út í hesum tíðarskeiði, enn hevur so nógvar yrkingar liggj- andi, at eitt savn við móti hundrað yrkingum bert er eitt úrval! Men negdin undantikin, hvat er so úrslitið av hesum produktiviteti? Fyrsta yrkingin stendur lutvís sum ein programyrking, ið skal fortelja hví hann yrkir: Á stødni er einki lív onkuntíð alduslettir Kyrt er í nátt Millum bátar ið standa á lunni er einans myrkrið eftir ið manar fram tað ið deytt er hægri og hátt — og havið er blátt Og tað er hitt sama myrkrið ið melur mær málið úr munni. Hvat meinar AK? Er tað deyðans myrkur, deyðaangistin, sum fær hann at yrkja? Ella er tað tað undanfarna? Ella myrkrið, sum ráddi áðr- enn nøkur fold var? Ella er tað nakað heilt annað? Ella eru tað bara smartir setningar? Og hvat hava hesar báðar tinge-ling reglurnar at gera í yrk- ingini, annað enn at vera tinge-ling: Hægri og hátt — og havið er blátt Tær leggja so einki - afturat innihaldinum, hvat tað so er! »Suåurlendskt kvøld« byrjar vid hesum ørindi: Tíðin liggur sum ein skitin tvega á gamalroyndum diski ein slitin røda sum spekir í gomlum húsum Harra Jemini! Tað tykist, at ikki bara her, sum yrkjarin hevur í rúgvuvís av orðum, men ikki reiðiliga veit hvat hann skal brúka tey til. Ofta ferir tað til eitt skal av orðum uttan størri innihald og tilvildarligt brúk av myndum. Men tað er ikki altíð so. >Sig at tú minnist< er annar- leiðis: Minnist tú kveldið í Chaouen vit gingu í togn eina løtu við miðeld í munni Minnist tú byttlingin blómustroyandi børnini setu biddandi, leiðandi Og okkara lív — tveir lokir við flennandi vatni vóru vit sjålvi meðan lofti var svart og mánin eitt skip í brotasjógvi og gjålvi? Sig at tú minnist. Henda yrking hevur nakað í sær, her eru liv- andi kenslur, sum ikki bert eru orð, ein ivandi vónandi longsul. Hevundurin sýnir sítt sosiala medvit í yrking- ini > At vera fiskur«: At vera fiskur Í liva við eygunum undir vatnskorpuni uttan samband við idnaðarsamfelagið , 213 tran b rlørbna + in Runnleifa fu LE” -- A ——— hr TL: ráfiskagrunnar og flakavirkir flakakonur í hvítum kitlum stórum stivlum og gul- um svintum ið dag út og dag inn standa lið um lið og skera uggar pilka pakka tosk hýsu upsa sum hata uggar líka so nógv sum tær ræðast formannin sum leingjast eftir hvild og eini sigarett og hugsa um børnini um tey klára seg einsamall Spæla sær í kjalarverrin- um frá veldigum skipum ið pløga høvini hoyra skipshjørtuni sláa Ferðast við havsins botn ið torvum standa íklettin har maður gjarar útfyri Minnast taraskógin sandeyguni tevja beiturnar gloyma gloypa. Vit byrja frá fiskun- um, fáa so eitt innskot um flakakonur og so aftur hjá fiskunum. Hev- undurin roynir at mót- stilla tað fría lívið hjá fiskunum og ta trælkaðu tilveruna hjá flakakon- unum. Hann roynir at vísa, at fiskurin, sum kanska endar á borðinum hjá flakakvinnuni, er minn offur enn „beðilin- (Tann veruligi beðilir finst sjálvandi eina heil: aðrastaðni). Menniskj uni hava gloyp agninum sum tað modernaða kapitalist iska samfelagið neidur fram fyri tey og sleppa ikki av aftur húkinum. Yrkingin er eftir mínum tykki rættiliga væleydn- að, hóast hon fleiri staðni er dekan og leys og mest sum missir haldið. „Í nátt skal Allende myråast« roynir at brúka teknikkin at seta friðarligt her móti ófrið- arligum har. Tom Krist- ensen brúkar hetta ógvuliga effektivt í yrk- ingini »Dobbeit«, og á føroyskum ger Líggjas í Bø tað sama sum >Mað- urin og moldin«. Í hesum føri er úrslitið so sum so, og kann illa vera annað, tá reglur sum hesar sníkja seg inn í yrking- ina Tankarnir á heimsins strondum bonirnarí skýnur standa sum kølidiskar í heila mínum Í yrkingini »Ulrika«, sum er vend til Ulrike Meinhof, sigur hann, at vit vaska okkara hendur tí annars hevdu vit neyvan / yvirlivað<. Sum ein annar Kristus má Ul- rike bera allar syndirnar á sínum herðum. Og heðiarnir hava brúk fyri verða registreraðir. Kapitalurin hevur brúk fyri terror, fyri at makt- in ikki skal glíða honum av hendi. Ein yrking sum er áhugaverd vegna sýns- vinkulin er >Tann dagin í Dallas«. Eg havi lisið onkunstaðnis, at øll — i hvussu so er i vestur- heiminum — minnast hvar tey véru, og hvat tey gjørdu, tá tey fingu boðini, at Kennedy var myrdur. Við hesum huga er tað stuttligt, at Alexandur Kristiansen akkurát velur at siga frå, hvat hann spældi tann dagin, og nær hann fekk boðini. „Bílætið< viðger á skemtiligan hátt synda- fallið og gleðist yvir tað Tí hvat við erotikkini og hvat við okkum eðrum um einki syndafall var. Verðin hevði verið so keðilig sum ein sunnu dagur í paradísi. Ein yrking skal nevn- ast aftur, tað er »Å káta horninum«, har høvund- urin letur oldingin vera mynd av teimum, sum kvøld eftir kvøld, år eftir ár, hanga á »Glade hjørn« og bíða eftir, at okkurt skal henda, at ein framtíð skal vísa seg Seinasta erindi dementerar henda megu- leika sum undan. Nógvir eru tankar og hugskot, sum flaksa í allar ættir og av tí sama ikki koma úr stað; leggja einki nýtt afturat okkara fatan. Uppbyggingin er ofta kontrapunktisk, og tað tykist sum yrkjarin heldur, at tað hevur virði í sær sjálvum at gera vart við mótsetningar Viðhvert er eisini ein næstan ekðpressienist- iskur dámur yvir dentin- um, hann leggur á við orðum at fáa ein ávísan klang fram. Skilnaður frá ekspressionistunum er m.a, at teir ofta gjerdu sær orð sum ljóðaðu væl og passaðu inn í rytm- una ít.d. Tom Kristensen yrkingini »Itokih«), meðan AK brúkar vanlig orð. Tó kunnu hesi ofta akkurát tað sama verið heimagjørd, tí tey. har tey eru sett. bert eru fyri at fáa eina ljóðeffekt fram. Innihaldið er tydningarleyst. Sum heild er iad so nógv dumba í savninum, at kornið verður fjalt um tú ikki ansar eftir, at savnið hevði staðið seg betur, við at tað“ 'frá hevundans hond varð lúkað fittliga i tí. Tað finnast meira enn so góð- ar yrkingar, men megin- parturin er so håttaåur, t tú skal vera ógvuliga Oldingin smáttkrevjin fyri at á káta horninum nøktast av teimum mm eng ør um rk í teir bros Jogvan Isaksen ” , 3 , 3 War w m s* i €run rúk ti terr Stórur partur av yrk- nsing Eg ingunum i»Vårt dagliga + ; : ml - á ml Alexander Kristian 1£ á « sigur ógvuliga lítið. . 5 ; € g h sen: Vart dagliga liv ua0 NEISUN ieYpu KKI ID Egið Forlag. Fugie so poten MU g iesariun er Ká fjarður 1972 116 s . yer nr r Fr > „A R i , BAA OK KU RNA. DIES TI DESU DTG AE AEAER Dd 0 TORT ÆLTOUEC - EEG