mikudagur 11. juni 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 sosialurin
Dansa og spæla í Kl-høllini
Nr. 45 — 11. juni 1980
dagbókin
Komandi fríggja-
kveld kl. 20 hava "
pt og Norea Radio varð afturvald. Í henni
sita Danjal av Rana, for-
maður, Mervyn Dimon
næstformaður, Óli Debes
Danmark
Millumbylgja 205 m (1466
kHz) kl. 21.15—21.30.
á spælimenn úr Vejle
framsyning í Kl-høll-
ini
må fólk úr Vejle Í dag: »Omvendelsen — VI Hans Vang
Folkedanserforenin hvad er det?« Mogens *%SSameistari. =
olke ans 2 Munch, Åkirkeby, talar. Hinir stjórnarlimirnir
komu við Englandi í Fisini er »Bibelleksi- 9 Sofus Strem, Hav
gjårkvøldi. kon«, sum Jens Ole Srímur Hammer og Sig:
Vejle Folkedanser- Christensen leggur til døre 8
forening hevur eitt rættis. pe HS nóg
sera gott dansilið, Evangelisk Lutherisk þa Me yrådsvalid i
sum hevur ferðast Strengekor, Bornholm, A se du mm
iða í Europa O syngur. Norskar sending- % hava yrsta uppstilling-
v Í rop: g ar eru hvenn dag kl. 16.05 arfundin fyri summarfrí
Amerika. á stuttbylgju 31 m (9,6 tíðina, soleiðis, at listin
Tey hava tvær | mHz)og kl. 17.05 å stutt- kundi verða liðugur
Musikkstevnan 1980:
Munandi vøkstur i undirtøku og dygd
Nú vit hvitusunnudag í út-
varpinum og seinni aftur í
sjónvarpinum fingu at
hoyra og síggja uppteku av
hornorkesturstevnuni í
Fuglafirði, datt mær í huga,
at tað mær vitandi onki er
vorðið skrivað um hesa
megnar musikkstevnu. Alt
gott um ítrótt at siga, men
mær tykir, at bleðini her
gera so stóran mismun, tí
meðan tað um alt landið
neyvan sleppur bóltur í
mál, uttan at hann verður
vidgjørdur í bleðunum, so
verður eitt stevnuhald, har
so stórur partur av okkara
musikkfólki finnur saman
til felags konsertir, als ikki
umtalað. Hesar konsertir
geva jú bestu myndina av
okkara virkna musikklívi,
og vit, sum við áhuga hava
fylgt hesum árligu stevn-
um, hava kunnað frett okk-
um yvir ein munandi vekst-
ur bæði til undirtøku og til
dygd.
Vestmanna Hornorkest-
ur kom fyrst fram á pallin í
ár. Hetta orkestur hevur
rættiliga tikið dik á seg hesi
seinnu árini og hevur ong-
antíð verið so fjølment sum
nú. Tekkina eigur Jens J.
Egholm, ið so trúliga hevur
arbeitt við ungdóminum ár
um ár, og eisini er rímiligt
at nevna, at Havnar Horn-
orkestur her eins og í so
mongum feri áður hevur
veitt eina munandi hjálp,
sum vestemnningar munnu
vera takksamir fyri. Tá ið
nú eisini verður hugsað um
tað kórvirksemi bæði við
vaksnum og bernum, sum í
seinastuni hevur tikið seg
upp í Vestmanna, er her
veruliga talan um eina
musikalska veking, ið vit
mugu ynskja alt gott fyri í
arbeiðinum framyvir.
Eins og í seksti-árunum,
tá ið Robert Oughton fyrru
ferð var venjari hjá Havnar
Hornorkestri, hevur hetta
orkestur nú aftur sína ung-
lingadeild, ið hevur sítt
sjálvsteðuga venjingar-
arbeiði. At her er ein kenur
vegleiðari aftanfyri, hoyrist
beinanvegin á orkestur-
klanginum, hesum edla
brass-band ljóminum, ið
annars eyðkennir ensku or-
kestrini. Leikandi lætt og
væl fracerað spældu ung-
lingarnir úr Havn undir
leiðslu av tí blaðunga Ronn-
ie Rørsvik. At Ronnie
hevur allar gávur, ið kunnu
mynda framúrskarandi
dirigentin, sæst beinanveg-
in. Hann er musikalskur,
hevur temperament og ó-
vanliga gott handalag. Tað
er at vóna, at hann hevu:
áræði og fær umsteður til
rættiliga at útbúgva seg til
musikkuppalandi yrki.
Nes Sóknar Musikkfelag
var næsta orkestrið. Tað er
altíð format yvir tí, sum
Símun Nónklett skipar fyri.
Hansara orkestur spældi
eisini við eldhuga, men tað
tykist, sum at einstakir
spælarar spilla fyri tí vakra
ljóminum við ov harðligum
spæli. Tað er at ynskja
eftir, at orkestrið fær meira
tilgongd av (ungum) spæl-
arum, og at eisini genturnar
á Skálafjerðinum fáa hug
at spæla horn.
Í so máta var tað eðrvísi
við Fuglafjarðar Hornor-
kestri. Hetta unga orkest-
ur, stovnað 1969, hevur
ment seg til at vera ikki
bert eitt hitt fjølmentasta,
men eisini best leikandi, og
tað hóast tað mest at kalla
er eitt unglingaorkestur, tí
tey ungu og tá helst gentur-
nar eru í stórum meiriluta.
Nú hava fuglfirðingar altíð
borið orð fyri at vera sera
musikalskir, og eitt nú í
Vestmanna varð sagt, at
um skip við fuglfirðingum
var á vágni, so varð altíð
góður dansur á bryggjuni
ella í dansistovuni, tí tá
vantaði ikki musikkurin.
Men gott orkestur kemur
ikki av berum musikali-
teti, og í Fuglafirði hava
tey verið heppin við leiðar-
um, sum hava hildið teim-
um ungu til, hava dugað at
fingið undirtøku frå
myndugleikunum og ikki
minst at koma i samband
vid kønar venjarar. Ikki er
ov mikið sagt, at maðurin,
ið mest setti dám á stevn-
una, var Robert Oughton.
Ikki nýtist at skammrósa
honum í bleðunum, men tað
skal verða sagt, at musikk-
hugaði freast stórliga yvir,
at hesin vala musikarin og
dirigenturin, sum áður
hevur sett sær so varandi
spor i okkara livandi
musikklívi, ja, at kalla var
vorðin ein myta, ið víst
varð aftur á, nú aftur er við
at leggja eitt professionelit
steði víða um í landinum.
At Fuglafjarðar Horn-
orkestur, um enn ikki lýta-
leyst, kundi koma so væl
frá einari krevjandi upp-
gávu sum brotum úr sym-
foniini »Ur nýggja heimin-
um« eftir A. Dworak var
onki minni enn eitt bragd.
Tvøroyrar Hornorkestur
legði fyri annan stevnu-
dagin. Tað var týðuligt at
merkja, at fólk freddust
yvir, at suðuringar nú eisini
eru komnir við í hesum frá-
líka og ríkandi frítíðarvirk-
semi. At orkestrið so skjótt
kundi koma fyri seg og
longu eftir tveimum árum
luttaka í stevnuhaldi
millum hini orkestrini, er at
undrast og gleðast yvir.
Mær vitandi hevur horn-
blástur verið bæði á Tver-
oyri og í Vági áður, men tað
man ikki vera at taka nakað
frá nekrum at siga, at mað-
urin, ið her hevur lagt gott
steði, er Hugh Watkins,
hesin ótrúliga arbeiðssami
og fjølbroytti musikarin,
sum tíverri alt ov skjátt fór
av landinum aftur. Tað var
tó heppið, at her er maður
komin í mans stað. J. Mal-
pass sýndi týðuliga, at
hann væl er ferur fyri at
føra tað víðari, sum hans-
ara undangongumaður gav
byrjan til. Tað er nú at
vóna, at tað musikkpeda-
gogiska virksemi, sum nú
er við at taka seg upp á
Tveroyri, fer at breiða seg
til eisini hinar bygdirnar í
framsýningar í Fer
oyum. Hin verður í
Eydnuni á Oyra-
bakka sunnudagin
kl. 17.30.
oynni.
Servágs Tónleikafelag er
við at teljast millum tey
meira tilkomnu í liðinum.
Tað er ein spontanur musi-
kalitetur og ein smittandi
spæligleði yvir hesum ljóm-
liði. Hensar Ellingsgaard,
sum ikki sjálvur hevur tikið
serstaka útbúgving í tón-
leiki, ger her eitt gott og
trútt arbeiði, væl stuðlaður
av kenum blásarum á av
gerandi sessum. Høvdu
vágafólk, sum áður hava
gingið undan í samvinnu
millum bygdir, gingið
saman um eina musikkupp-
alingarskipan fyri alla
oynna — og fyri alt tað
fingið Vestmanna uppí —
so hevði skjótt sprottið ein
musikalskur = aktivitetur,
sum kundi fingið alstóran
týdning fyri ta mentunnar-
ligu menningina í hesum so
hegliga liggjandi bygdum
Ein skal vera varin við at
nýta superlativir í umtalu
av hesari, men mær tókti
nú onki orkestur at vera so
væl samanspælt og so ljóm-
andi sum Klaksvíkar Horn-
orkestur Norman Ed-
wards, sum doyði mitt í sín-
um musikkmennandi virk-
semi í Feroyum, legði sær
nær at ala fram tað fagra
samljóði, ið sum áður nevnt
eyðkennir tey góðu ensku
hornorkestrini. Hesin
ljómur er enn í Klaksvíkar
Hornorkestri, og uttan at
taka nakað frá Otto Sam-
uelsen, ið á so dámligan
hátt hevði ieidsluna um
hendir, so mundi tað gera
sítt til tað so fullfiggjada
spæl, at kønir og væl skúl-
aðir spælarar sum Filer,
Alex og Bogi bera tann
musikalska disciplin og
tann sans fyri fraceringum
víðari, sum N. Edwards
legði í orkestrið. Tað var tó
at undrast yvir, at so fá ung
vóru við, serliga tá hugsað
verður um. at Klaksvíkin
enn er einasta pláss í land-
inum, sum hevur eina
musikkpedagogiska skip-
an, ið av rettum kann bera
navnið musikkskúli — og er
bylgju 25 m (11,8 mHz).
Nevndin afturvald
Tvøroyrar Javnadarfelag
aðalfund seinasta
nevndin
hevði
hóskveld, har
tað enn soleiðis har norðuri,
at hornblástur bert er fyri
mannfólk?
Harmoniorkestrið >G.H.
M.< hevur altíð sett sín
festliga dám á orkestur-
stevnurnar m.a. tí, at tað er
sett saman á so fjølbroytt-
an hátt við eisini træblási-
instrumentum. So fjølment
og so væl leikandi sum hesa
ferð hevur orkestrið valla
verið áður. Mong nevn
høvdu verið at nevna, um
ein skuldi givið hverjum
sítt, sum hava skipað fyri í
G.H.M., frá tí at orkestrið
varð stovnað fyri brátt
seksti árum síðan, men
mundi ikki áðurnevndi
H. Watkins, ið umframt at
arbeiða suðuri í Suðuroy og
hava eitt ótal av næming-
um í ymsum træblásiin-
strumentum í Havnini
eisini tók sær av G.H.M.,
eigur sín stóra part í tí
knappligu menningini í hes-
um orkestri? Tað mundi
frett gamla Bager Hansen,
sum orkestrið hevur navn
eftir, at sæð og hoyrt
hendan leikandi ungdómin,
sum nú í so stóran mun
myndar G.H.M. Tað eru
ikki so mong ár síðan, at
konsertir, har brúk var fyri
floytuspæli, máttu leggjast
til dagar, har kommunu-
læknin hevði tíð at koma, tí
ongin annar spældi hetta
instrument, og nú sótu
heilar átta ungar gentur á
rað hver við sínar tver-
floytu. Eisini klarinettirnar
vóru væl mannaðar súm
ongantíð áður, og tað
mundi gera sítt til tað góða
samljóði í hesum bólki, at
ein av teim ungu spælarun-
um úr G.HM. Martin
Mouritsen, ið síðan Stig
Heinesen man vera fyrsti
føroyski orkesturmusik-
arin. ið hevur sett sær fyri
at gerast musikari burtur-
av og nú gongur á kgl.
danska musikkkonserva-
toriinum, júst var heima
um hetta mundið. Mátti tað
gjerst fleiri og fleiri av
okkara ungu musikkgáv-
aðu greitt, at tað er ein rák
góðari tíð fyri valið.
Eisini var á fundinum
eitt áhugavert tjak um
stýring og leiðslu av virkj-
um, har kommunan er
hevuðseigari.
og trygg framtíð í tí at ger-
ast musikkuppalari, tí her
verður nóg mikið til nógvar
hendur, og ikki fer at koma
rættilig gongd í okkara
musikalsku menning, fyrr
enn vit hava okkara egna
útbúna fólk.
Kenneth Jensen, sum
stjórnar orkestrinum í ár,
er kenur bæði sum leikari
og leiðari, og hann bar
G.H.M. fram til mesta fag-
nað frá áhoyrarunum.
Tað man ikki vera av til-
vild, at tað altíð fellur
Havnar Hornorkestri í lut
at enda musikkstevnu-
konsertirnar. At hetta vala
orkestur hevur vunnið sær
hesa serstødu er ikki bara
tí, at tað hevur flest ár á
baki (stovnað 1903), men
her hava serliga seinastu
20—25 árini menn skipað
fyri, sum hava viljað og
dugað at finna orkestrinum
hina kenastu hjálp uttan-
ífrá. Hugsi her um Ludvig
Breckmann, sála, og svágin
Th. P. Christiansen. Nú-
verandi venjarin Robert
Oughton er vorðin
nevndur, og eg havi hug at
leggja aíturat, at ógloym-
andi véru tær vitjanir, ið
orkestrið í seinnu helvt av
seksti-årunum fekk av
nekrum av fremstu horn-
blásarum úr Onglandi við
sjálvum Jaeger á odda. IO
Ova Olsen hevur orkestrið
nú ein gávuríkan leiðara, og
hansara samstarv við R.
Oughton gevur vónir um
varandi framgongd i
orkestrinum.
Jú, víst vóru tað livgandi
letur at sita millum fjell í
besta summarveðri og
merkja tann gróður, ið er í
okkara musikklivi. Men
hesin gróðurin er enn ov til-
vildarligur. Eftir er at
ynskja, at okkara mentun-
arpolitikarar fara at seta
miðvíst inn á hesum eki, tí
her vinnast varandi lívs-
virði, ið ikki krevja milli-
ónir.
Ólavur Hátún