mikudagur 11. juni 1980síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 11. juni 1980
sosialurin
Sida 3
H.C. Andersens Boulevard 6:
Virkar sum
føroysk
í Danmark |
Ur at gera å Føroysku
Viðskiftastovuni
Tað var í februar
mánað í ár, at flutt varð
inn í nýggju helini hjá
»Føroysku Viðskifta-
stovuni í Keypmanna-
havn«. Vidskiftastovan
liggur sera væl fyri,
nevniliga i bygningin-
um hjå Studenterfor-
eningen i H.C.
Andersens Boulevard
nr. 6. Hetta er bert
nakrar fåar metrar frå
sjálvum Ráðhúsplássin-
um.
Sosialurin vitjaði herfyri
inn á gólvið í H.C. Ander-
Marta Dalsgaard úr Servági arbeiðir á skrivstovuni hjá
Feroysku Viðskiftastovuni
sens Boulevard 6 og hittu
vit Tryggva Johansen,
sendifulltrúa. Tryggvi
hevur nú í sjey ár rekt
starvið sum feroyskur
handils- og marknaðarráð-
gevi í Keypmannahavn.
Hevuðsuppgáva hansara
hesi seinastu árini hevur
verið at geva feroyskum
virkjum og útflytarum ráð
og vegleiðing í handils- og
marknaðarspurningum.
Opið alt árið
Tey fyrstu árini ferðaðist
Tryggvi nógv í erindum
uttanlands. Hesa tíðina
var skrivstovan í Hold-
bergsgade 14.
Hø
Her i H.C. Andersens Boulevard nr. 6 heldur Føroyska Vidskiftastovan til saman vid Tryggingarsambandi Før-
oyar. Hølini liggja i stovuhæddini til vinstru
I dag er hetta broytt.
Undir heitinum
»Føroyska Vidskiftastov-
an i Keypmannahavn«, er
Tryggvi fluttur inn í rúm-
ligu helini í H.C. Ander-
sens Boulevard 6, har
skrivstovan nú er opin alt
árið. A skrivstovuni
arbeiðir nú eisini Marta
Dalsgaard úr Servági.
Ur at gera
Tey bæði Tryggvi og
Marta hava havt serstak-
liga nógv at gera hesar
fyrstu mánaðirnar í ár.
Umframt at vera flutt í
nýggj heli, so hevur verið
úr at gera at leggja fer-
oysku luttekuna á alheims
fiskivinnuframsýningini í
Keypmannahavn til
rættis. Framsýningin varð
hildin í degunum 2. til 8.
juni.
Mánakveldið í seinastu
viku vóru umleið 80 føroy-
ingar savnaðir á Feroysku
Viðskiftastovuni til eina
hugnaliga letu. Tað vóru
landsstýrið og luttakar-
arnir á feroysku framsýn-
ingini í Bellacentrinum,
sum vóru vertir.
Sendistovan
Sambært rættiliga nýggju
reglugerðini fyri Føroysku
Viðskiftastovuna í Keyp-
mannahavn, skal stovan
taka sær av flest ellum
spurningum, ið viðvíkja
Føroyum og føroyingum.
Nyggi stovnurin virkar
sum ein sendistova.
Stovan skal virka fyri at
fremja føroyskan utflutn-
ing og rådgeva i øllum
vinnuligum spurningum.
Hon skal vera føroysk-
um myndugleikum, stovn-
um, virkjum og privatum
til hjálpar i viðskiftum út-
eftir
Hon skal vera donskum
og útlendskum myndug-
leikum, sendistovum,
stovnum og privatum til
hjálpar í ellum spurning-
um Feroyum viðvíkjandi,
og stovan skal vera feroy-
ingum í Danmark til hjálp-
ar við upplýsingum og
leiðbeiningum av ymsum
slag.
Fremja feroyskt
felagslív í Danmark
Viðskiftastovan skal eis-
ini vera føroyingum til
handa í eðrum enn hand-
ilsligum og vinnuligum
málum t.d. við lutteku í
samráðingum, kannan av
ávísum spurningum, sum
torfert er at greiða heim-
anífrá.
Í reglugerðini fyri stov-
una stendur eisini, at í
tann mun umsteðurnar
loyva tað, skal stovan
vera feroyingum
búsitandi í Danmark til
handa við hjálp og vegleið-
ing av ymsum slagi. Har-
ímillum í viðurskiftum við
danskar og feroyskar
myndugleikar og stovnar
Stovan skal eisini vera
til hjálpar við tiltøkum, ið
fremja feroyskt felagslív
og trivnað millum
førovingar í Danmark.
Tryggvi Johansen sigur,
at síðani tey fluttu inn í H.
C. Andersen Boulevard eru
tað rættiliga nógvir føroy-
ingar og útlendingar. sum
venda sær til skriv-
stovuna fyri at fáa eina og
hverja hjálp. Hann vísir á,
at nú summarið er komið,
fáa teir rættiliganógvar
fyrispurningar í samband
við at ferðast til og í Fer-
oyum.
Skattaspurningar
A skrivstovuni koma tey
eisini nógv í samband við
føroyingar i Danmark.
sum hava ymsar trupul-
leikar við skatti 0.ø.
Uppá fyrispurning um
tað er tervur á eini tílíkari
viðskiftastovu sigur
Tryggvi Johansen, at tað
er tað so avgjert. Tað“
ber hvussu so er tað
nógva fólkið, ið leitar inn á
stovuna ella ringir, prógv
um.
Tryggvi Johansen hevur verið í Keypmannahavn tey
seinastu sjey árini. Fyrst sum handils- og marknaðar-
ráðgevi — nú sum sendifulltrúi. Hann er leiðari á Fer-
oysku Viðskiftastovuni