Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 1980síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 46 — 14. juni 1980 Foroyski fólkatingsmaðurin, Jákup Lindenskov, aftaná fyrstu tingsetuna á Christiansborg: Órættvíst at tey sum ava ivaleyst framman- undan eisini skulu fáa meira — atkvøddi tí fyri »sosialindkomst« upp- skotinum — Tað er rættvist, at tann, sum hevur hjálp fyri neyðini, fær hana. Men eg dugi ikki at síggja tað rættvísa í, at tann, sum hevur iva- leyst frammanundan, eisini skal hava pengar frá skattaborgaranum. Soleiðis tók feroyski fólkatingsmaðurin á danatingi, Jákup Lindenskov, til orða, tå Sosialurin herfyri vitj- inn á gólvið á aði Á veg til arbeiðis. Jákup Lindenskov er við at ista stóru hurðina á Christiansborg upp I ATA Christiansborg. Tað var júst um tað mundið, tá lógaruppskotini um »sosialindkomst« vóru til triðju viðgerð í fólkatingssalinum. Jákup Lindenskov, sum vanliga atkvødur fyri javnaðaruppskotum, at- kvøddi eisini hesaferå fyri lógaruppskotunum um „sosialindkomst<, tí sum hann sjálvur sigur: — Tað er ikki rætt, at tey, sum hava nokk at liva av frammanundan eisini skulu fáa væl afturat. Málið um »sosialind- komst« varð samtykt sama dagin, sum vit vóru inni á Christiansborg. Teir Radikalu, Centrumdemo- kratarnir, Kristiligi fólka- flokkurin og Javnaðar- flokkurin vórðu framman- undan samdir um at fáa uppskotini igjøgnum. Nýtt útrokningar- grundarlag Endamálið við nýggju lóg- unum er at fáa eitt nýtt útrokningargrundarlag fyri tær sosialu veitingar- nar bæði tá talan er um studning til lesandi og félk í læru og tá talan er um fólkapensión og stu- ðul av eðrum slagi. Higartil hevur tað verið so, at studningurin hevur verið veittur í mun til egna skattainnteku. Men har hevur m.a. javnaðar- flokurin ført fram, at hetta er órættvíst. Grundgev- ingin er tann, at tað í høv- uðsheitum eru tey, sum frammanundan eru best fyri í samfelagnum, sum fáa fyrimunirnar av gald- andi skipan. % Jákup Lindenskov á fólkatingsins rødarapalli. Har hev- ur hann staðið nakrar ferðir, siðan hann varð valdur í fólkatingið Tað er jú loyvt at taka annað enn beinleiðis inn- teku inn í skattagrundar- lagið — eitt nú avskriving- ar. Sostatt kann ein per- sónur, sum hevur hegan livifót, hava lítla ella onga innteku at skatta av, meðan ein familju-arbeiðs- maður hevur eina innteku. sum ger, at hann kanska ongan ella litlan studning fær til síni bern, ið skulu lesa ella í læru. Hann við avskfivingargrundar- lagnum harafturímóti fær kanska stóran studning til síni bern. Tað er henda skeivleik- an, nýggja lógin skal broyta. »Millionerur« missir rættin til pension Tað skal vera eins grund- arlag fyri øll. Tað sama er galdandi við t.d. pensión- ini. Her leggur man loft í. Hevur tú eina innteku, suin er rættiliga høg, so verður pensiónin av- markað í mun til hesa inn- tøku. I dag hevur t.d. e n millionerur rætt til pens- ión. Við nýggju lógini fer hansara pensión at fella burtur. Uppá fyrispurning um ein tílík prinsipp-avgerð fer at hava ávirkan á lóg- gávuna í Feroyum, sigur Jákup Lindenskov, at tað kemur tíðin at vísa. Tað er nakað, sum vit sjálvir koma at taka stødu til tyrst. Egin heli á »ministaragongini« Jákup Lindenskov varð valdur í fólkatingið í oktober mánað i fjør. Hann varð valdur í staðin fyri Johan Nielsen, sum tá ikki ynskti at verða uppaftur- stillaður. Føroysku fólkatings- menninir hava síni egnu skrivstovuheli á Christ- iansborg. Jákup Linden- skov og Pauli Ellefsen halda til á tí sonevndu »ministaragongini«, ið liggur beint við síðuna av sjálvum tingsalinum. — Hvussu dámar tær so fólkatingsarbeiðið, spurdu vit Jákup Lindenskov? — Tað hevur higartil verið bæði áhugavert og spennandi. Ein hittir nógv fólk og fær sett seg inn í hópin av málum, sum eisini hava týdning fyri føroysk viðurskifti. — Nú havi eg sitið í fólkatinginum í út við eitt fólkatingsár og hesa tíðina havi eg verið nokk so nógv her á Christiansborg. Hetta samsvarar eisini við tað, eg segði beint aftaná valið seinasta heyst. Og nú javnaðarflokkurin í Feroyum styðjar danska javnaðarflokkin, so ferir tað við sær, at ein er meira bundin av fólkatings- arbeiðinum. Stuðul at vera á legtingi eisini Jákup Lindenskov hevur