Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 147 20. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: = = Á = Alitið og trúgvin BÚSKAPARLIGA úrslitið fyri 1979 var vána- ligt í mun til árini frammanundan. Um árs- skiftð var útlitið fyri 1980 eisini dapurt. Tosað varð áhaldandi um trupulleikar og kreppu hjá høvudsvinnuni og hjá samfelagnum sum heild. TEIR MEST dapurtskygdu sáddu mistreysti og misálit. Við teirra svartskygni spáddu teir hungur, hall og undirgang. Høvdu als onki álit á okkara stýri og onga trúgv til at vend kom í so at útflutningsvirðið aftur fór at vaksa. Í VIKUNI fingu vit útflutningstelini fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar av hesum árinum. Tøl- ini sýna, at okkara útflutningur i nøgd er vaksin við gott og væl 11% og í virði við gott og væl 33%. Hetta kann takast sum ein ábending um, at vend er við at koma í, at talan er um eina vend til tað betra Í VETUR framdu landsstýrið og landsstýris- samgongan nýggja stuðulslóggávu til fiski- vinnuna og tilhoyrandi inntøkulégir. Hetta varð gjørt í teirri trúgv, at hesi tiltøk ikki bert vóru neyðug. men ein beinleiðis treyt fyri, at vinnan kundi halda fram, at arbeiðsplássini vórðu varðveitt og at talan kundi verða um eina vend til tað betra. ÚRSLITIÐ fyri teir fimm fyrstu månadarnar av árinum eru tó ongin koddi at sova á. Vit hava framvegis trupulleikar. Tað er sera tor- ført at halda summum pørtum av veiðuflota- num í gongd. Her hugsa vit serstakliga um rækjuskipini og um tey sterru línuskipini Men vit hava álit á okkara stýri og trúgva at gongdar leiðir verða funnar. TAÐ VERÐUR alsamt neyðugt at tryggja veiðumgguleikar til hendan partin av flota- num, samstundis sum vit arbeiða við eini umlegging av okkara veiðustrukturi, soleiðis at størri dentur verður lagdur á tað djúpa vatnið við Føroyar. Men hetta verður sjálv- andi ikki gjørt frá einum degi til annan. SOMULEIDIS er tað av avgjørdum týdningi at vit útbyggja ídnaðin, landbúnaðin og aðrar alternativar vinnuvegir. Um hetta fer at eydn- ast, eru álitið og trúgvin á okkum sjálvar av- gerandi fyri. Sendið lesarabrøv til sosialin sosialurin Nr. 48 — 21. juni 1980 Landsstýrið bíðar eftir svari - imeðan fiska rækjuskipini — Sjálvsagt vil lands- stýrið royna at tillaga seg grønlendsk sjónar- mið, men vit kunnu tían verri ikki koma teimum á meti í tann mun, at vit skulu steðga fiskiskapi- num, meðan skipini eru á túri Hetta sigur Atli Dam, legmaður í eini viðmerk- ing til áheitanina frá grenlendingum, um at føroysku rækjuskipini í Eysturgrenlandi skulu steðga fiskiskapinum við tað sama. Eftir at hava fingið á- heitan í seinastu viku um at steðga fiskiskapi- num, var fundur nú um Steinbjørn sagt farvæl dagarnar millum lands stýrið og felagið Rækju skip, har menn samdust im at senda forsætis málaráðnum eitt svar skriv. Hetta svarskrivið segði, at tað vil vera øko- nomiskt óforsvarligt at steðga fiskiskapinum hjá teimum skipum, sum eru á túri. Skotið varð tí upp, at vit skulu ikki senda fleiri skip á tað ekið, sum fisk- að verður á í letuni, men at lata. teir bátarnar, sum eru á túri, fiskað nakað aftrat, soleiðis at teir fáa millum 70 og 100% í lastina. Í letuni bíðar lands- stýrið so eftir svarið írá forsætismálaráðnum. Í- meðan fiska tey 13 fer oysku rækjuskipin ir Eysturgrenlandi. Tað er ikki endaliga gjert upp, hvat skipini hava veitt, men tað man liggja um 3.000 tons Grenlendingar hava annars skotið upp, at veiðan verður steðgað fyribils, og at fiskifrød- ingar skulu sleppa at kanna veiðuúrslitini og annað. — Vit taka undir við, at fiskifreðingar skulu gera kanningar av stovninum í Eysturgren- landi, og hava vit longu sett kanningar í verk, upplýsir Atli Dam, leg maður Hann heldur annars ikki sjálvur, at tað skuldi verið nakar serligur vandi at hildið fram við veiðuni Legmaður sigur við- ari, at áhugi er fyri at royna norðan fyri 67 stig fyri at finna meguligar nýggjar rækjuleidir Hann heldur, at tað meguliga fer at bera til at víðka økini, so hvert tey eru kannað, soleiðis at tað meguliga er grundarlag fyri munandi størri rækjuveiðu í Eyst- urgrenlandi. Tað eru jú hesar royndir menn hava gjørt í Vesturgrønlandi. VIð seinastu næmingarnar Eftir at hava røkt starvið sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla í 10 år, segði Steinbjørn Jacobsen í gjár farvæl við sínar seinastu næmingar. Summarskeiðið 1980 er endað. Á skeiðinum hava verið 36 næmingar. Steinbjørn Jacobsen tók við sum háskúlastjóri tann 1. apríl 1970. Hann hevur nú sagt starvið frá sær frá 1. august. Tá tekur nýggi stjórin, Torben Johannesen, lærari á Viðareiði við Á myndini omanfyri eru næmingar og lærarar frå seinasta ske. 3num. i H $