Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-06-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juni 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Pleygudeildin á Landssjúkrahúsinum: Mugu vera steindeyv fyri at kunna sova Útsýnið: Nógv ferðsla, hømiligur og illgresi Tað eru demi um, at heilt andsfrisk fólk gerast skjótt senil, tá tey koma á pleygudeildina — og tað er ikki ov nógv sagt, at tey gomlu fáa ein vånalig- an aldurdóm, um tey koma á pleygudeildina teirra síðstu ár. Soleiðis segði fyristødu- kvinnan á pleygudeildini á Landssjúkrahúsinum, Dorte Madsen á borgara- fundinum í Havn miku- kveldi Tað, sum hon víðari førdi fram í sínum inn- leggi, visir, hvussu stórur tervur tað er á einum nýggjum røktarheimi í Havn Hon greiddi frá, hvussu vánaligar umsteðurnar eru á pleygudeildini, sum nú í meira enn 18 ár hevur húsast í barakkini við Landssjúkrahúsið - >fyri- bils« — Pleygudeildin er heilt óacceptabul sum bústaður hjá eldri fólki í åravis, segði Dorte Madsen. Hon visti tó á, at tey gomlu eru i teirri truplu stæðu, at tey hava einki annað at velja i, ti vit hava einki annað at bjóða teimum. Dorte Madsen: — Tey gomlu á pleygudeildini hava einki privatliv. Fleiri liggja á hverjari stovu og pláss er ikki fyri nøkrum ognarlutum har. Tey hava ikki eina stovu, sum tey kunnu kalla teirra egnu Og tey hava ikki eina hurð, sum tey kunnu lata aftur eftir seg, tá tey vilja vera fyri seg sjálvan. — Sjálvt á WC eru tey ikki einsamøll, og meguleikar- nir at vera saman við fam- iljuni eru eingir, so tey familieru viðurskiftini fella burtur — Somuleiðis hava tey einki stað, har tey kunnu gleðast yvir at sita og vera saman við hinum. Har er ein lítil, myrk og óhugna- lig uppihaldsstova, har eingin vil vera. Tey sita tí úti á gongini, og nógv teirra eta eisini á gongini. Dorte Madsen nevndi eisini viðurskiftini uttan- fyri deildina. Eystanfyri er útsýnið hemiligur og ill- gresi og vestanfyri er nógv ferðsla alt samdogrið. — Tað er nærum ógjer- ligt at fáa blund í eyguni Nr. 50 — 28. juni 1980 uttan tey eru steindeyv. Somuleiðis spruttar runa inn á seingirnar, tá vind- eyguni eru opin. Og opin mugu tey vera, fyri at tey gomlu skulu fáa friska luft. Dorte Madsen segði at enda, at kemur eldur bygningin, so eru megu- leikarnir at sleppa út eing- ir. Fiskaalifelagið >Á Strond«: Hava lagt 10 hyljar undir Kunoyarlandinum Fiskurin órógvaður av forvitnum fremmandum Fiskilalifelagið »Å Strond« i Klaksvik er nu komið væl í gongd vid al- ingini i Haraldsundi. Teir hava lagt allar 10 hyljar- nar ut beint ut fyri Husar- kletti sunnarlaga å Kun- oynni. hava teir 2500 ælabogasil og 10 000 laksasmolt gangandi trimum av hyljunum. Pf 4 Strond hevur annars keypt 50.000 silayngul frå I løtuni 5 SE Fiskaaling. Hesi småu sil- ini ganga i einum av teim- um gomlu svimjihyljunum úti i Grøv í Klaksvík. Fel- agið hevur leigad hyljar- nar frá Klaksvíkar komm unu. Jógvan Hansen, leiðari å alisteðini sigur, at sila- yngulin trívist væl i svimjihylinum. Teir fingu silini fyri góðari viku sid- ani. Tá vigaðu tey um 1,7 gram. Nú hava teir tikið eina roynd og vísir hon, at PS Svimjihyljarnir uti i Grøv verda nu bruktir til fiskaaling silini longu viga 3,6 gram. Silini verða fóðrað við turrfóðuri, sum er keypt úr Noregi. Ætlanin er, at nakað av hesum sílunum skulu í hyljarnar í Har- aldssundi til heystar Bert royndir í góðum veðrið Uppá fyrispurning hvussu plássið í Haraldssundi er egnað til fiskaaling, sigur Jógvan Hansen, at enn hava teir ikki havt stór- vegis trupulleikar. Hann heldur, at plássið út fyri Húsarklett man vera tað frægasta plássið at leggja hyljarnar. Teir hava enn ikki roynt hyljarnar í ódn- arveðri, men tó heldur Jógvan Hansen, at hyljar- nir fara at klára at standa ímóti ringum veðri. I løtuni eru teir noyddir at flyta fóðurið við báti tvertur um sundið. Útlit er tó til, at bygging av ein- um húsi á Kunoynni kann fara í gongd skjótt. Teir hava havt samráðingar við eigararnar í Haralds- sundi, sum vilja royndunum við bestu semdir. Higartil hava teir so gjørt eina brúgv frá landi. Hon er gjørd av gomlum telefonsteyrum og er fýra vísa aling metrar breið og niggju metrar long. Her er so- statt pláss til bátar at legja at. Annars sigur Jógvan Hansen, at teir hava verið eitt sindur órógvaðir av fremmandum bátum. Hetta er eitt sindur óhepp- ið, tí panikkur kemur í fiskin, tá fremmandir bát- ar spæla sær rundan um hyljarnar. — Tað kann henda, at fiskur doyr av hesi orsek, men tað er vón okkara, at fólk fara at vera meira varðin, sigur elsini Jógvan Hansen at enda Hyljarnir homast beint ut fyri sunnara endan av Kunoynni. Minnist til haldaragjaldid sr UR FÉ