týsdagur 6. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 147 - 6. august 2002
Nr. 147 - 6. august 2002
3
Tvey norsk feløg tikin fyri dumping í USA
Fjord Seafood eigur
tvey av feløgunum,
sum USA meinar
hava selt laks fyri
undirprís á
marknaðinum í USA.
Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Ein
størri
amerikansk
kanning av 17 laksaútflyt-
arum úr Kili er nú um at
vera liðug. Myndugleikar-
nir kundu ikki finna tey
neyðugu prógvini móti 13
feløgum, sum teir kannaðu.
Cultivadora de Salmones
Linao Ltda og Salmones
Tecmar SA, sum norska
Fjord Seafood eigur vóru
saman við Los Fiordos og
Pesca Chile SA, skuldsett
fyri at hava dumpað laks á
amerikanska
marknaði-
num. Amerikanarar nevna
tað dumping, tá teir meta
seg at kunna prógva, at
laksur veður seldur fyri 0,5
prosent undir tí, sum verður
sett sum minstiprísur.
Feløgini kunnu nú rokna
við bót. Hvussu stórar bøt-
urnar vera verður sett út
frá, hvussu stórar mongdir
eru
seldar
fyri
dumpingprís. Um eitt felag
hevur selt laks fyri eina
millión krónur fyri ein
undirprís
upp
á
1,32
prosent undir tí, tað kostar
at framleiða laksin, so
verður bótin 13.200 krónur.
Í
samrøðu
við
Intrafish.com
viðgongur
sakførarin Michael Cour-
sey hjá LR Enterprises, at
bøturnar eru ikki tær heilt
stóru. Men hvørt oyra telur,
sigur hann. LR Enterprises
var felagið, sum fyrst kom
við dumpingákærum móti
kilversku laksaútflytarun-
um.
Frágreiðingin hjá ameri-
kansku myndugleikunum
vísir eisini, at fýra feløg
sleppa
undan
at
vera
granskað aftur. Cultivos
Marinos Chiloe Ltda., Pes-
quera Eicosal Ltda., Sal-
mones Mainstream og Sal-
mones Pacifico Sur SA
hava øll verið ákærd fyri
dumping tríggjar ferðir.
Amerikanskir myndugleik-
ar hava ongantíð funnið
nakað prógv fyri, at nakað
av hesum feløgunum hevur
selt fyri dumpingprís.
Hetta hevur við sær, at
feløgini ongantíð aftur vera
kannað í USA fyri dump-
ing.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá ið kæri maður, pápi, verpápi,
abbi og langabbi okkara
Martin Andreasen
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og ein serlig tøkk til
Frelsunarherin fyri tykkara stóra hjálpsemi.
Tøkk øll tit, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Dagmar og børnini
Svimjing um Nólsoyarfjørð 17. august
Vikuskiftið eftir Ova-
stevnuna leggja
svimjarar til brots
teir 4 km tvørtur um
Nólsoyarfjørð
Jákup av Skarði
Kapping og roysni
Í ár er fimta árið á rað, at
skipað verður fyri kapp-
svimjing um Nólsoyarfjørð.
Tiltakið fellir ikki saman
við Ovastevnuna 2002, tí
ov harður streymur er tá.
Kappinging um vinnara-
plássið er hørð - men sjálv-
sagt ber eisini til at luttaka
fyri at royna roysni.
Í fjør vóru átta luttakarar,
og fimm teirra svumu allan
teinin. Dia Jacobsen setti
nýtt met, tá ið hann svam
undan átta øðrum svimjar-
um og við tíðini 1:20:27
steig á land í Nólsoy.
Hinir svimjararnir, vóru:
Bogi Lenvig (1:35:16), Er-
lendur Simonsen (1:47:17),
Kári Simonsen (1:50:10),
Gunnar
Waagstein
(1:58:06), Rannvá Jacobsen
(2:13:24), Tommy Andrea-
sen, Katrin Sørensen og
Gunnar Dahl Olsen.
Teir svimjarar, ið møgu-
liga ikki vinna beint á port-
rið ella keiøkið, mugu gera
sítt ítarsta, at renna seinasta
teinin, tí tíðin verður tald,
til luttakarin er í heiðurs-
portrinum.
Fastur táttur
Sigast kann, at svimjingin
um Nólsoyarfjørð nú er
vorðin føst kapping í sam-
bandi við Ovastevnuna - tó,
at kappingin í ár er viku-
skiftið eftir. Hetta er ógvu-
liga nátúrligt, tá ið hugsað
verður um, at stevnan verð-
ur fyriskipað at fáa til vega
svimjihylin, ið Ove Joensen
lovaði nólsoyingum.
Nakað er eftir á mál at
byggja svimjihylin lidnan,
men stuðlanevndin, ið skip-
að hevur fyri Ovastevnuni
hesi árini, hevur gott mót.
Fyri hvørt ár eru fleiri
stevnugestir, og tiltøkini
verða eisini fleiri, at gest-
irnir skulu hugna sær sum
best.
Leygardagin 17.
august, kl. 12 verður
skotið av!
Hevur tú áhuga at luttaka í
svimjingini um Nólsoyar-
fjørð, so er at venda sær til
Erlend
Simonsen
(tlf.
310644) ella Jákup av
Skarði
(tlf.
327171/
217001).
Tú skalt fáa tær til vega:
Froskmanna- ella triatlon-
búna, bát (min. 6-manna-
far) v/ vhf-sendiútgerð og
harafturat skulu tvey vaksin
verða í bátinum, sigur Ják-
up av Skarði, sum er ein av
fyrireikaranum av Ova-
stevnuni í Nólsoy.
Í vikuni verður skip-
að fyri enn einum
summartiltaki úti í
Grøv í Klaksvík. Hetta
er triðju ferð, at ein
slík hugnaløta verður
fyri eldri í Norðoyggj-
um.
SUMMAR
Rúna Sivertsen
Um viðrar verður í morgin
skipað fyri hugnaløtu úti í
Grøv, sum er ætlað øllum
norðingum.
Tað eru, Felagið Hugni,
Dagtilhaldið og Áhuga-
bólkurin fyri eldri í Norð-
oyggjum, ið skipa fyri hes-
um summartiltaki, sum ser-
liga er ætlað teimum eldru.
Hini bæði árini var undir-
tøkan góð, fyrru ferð vóru
160 fólk og seinnu ferð
200.
Á skránni verður felags-
sangur við harmoniku-
spæli. Jógvan Gerðalíð fer
at hugleiða um náttúruna,
og minnast aftur á barna-
og ungdómsdagar. Eisini
verður kaffi og vaflur at
fáa.
Øll eru hjartaliga væl-
komin til tiltakið, sum
verður lýst nærri í Útvarpi-
num.
Summartiltak fyri eldri úti í Grøv
Aftur í ár verður skipað fyri
summartiltaki fyri eldri úti í
Grøv í Klaksvík. Hetta er
triðju ferð, at ein slík
hugnaløta er fyri eldri í
Norðoyggjum. Hini bæði
árini var undirtøkan góð,
fyrru ferð vóru 160 fólk og
seinnu ferð 200.
Mynd: Norðlýsið
Nýggi sandoyarting-
maðurin Rúni Hentze
ætlar sær at nýta alla
sína tíð til tingarbeið-
ið, ið næstu tíðina fer
at merkja nógv at seta
seg inn í. Hóast hann
kanska ikki hevur so
nógvar royndir, ætlar
hann ikki at halda seg
aftur
SAMRØÐA
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Finnur Justinussen
Skopun: Við 92 atkvøðum
gjørdist
skopuningurin
Rúni Hentze nummar tvey
á listanum hjá Tjóðveldis-
flokkinum í Sandoynni til
seinasta løgtingsval. Nú
Páll á Reynatúgvu er vorð-
in landsstýrismaður, so er
ein stólur í nýggja tingsal-
um settur av til Rúna
Hentze at nýta.
Nýggi sandoyartingmað-
urin hevur ongantíð sitið á
tingi áður, men hann hevur
gjørt nakrar royndir, tí
fyrstu ferð, hann stillaði
upp, var í 1988, men tað
hevur ikki bragdað fyrr enn
nú.
Hann goymir seg heldur
ikki burtur í bygdamyndini.
Forbókstavarnir RH standa
á portrinum, so tað kann
valla vera nakar ivi.
Allíkavæl
mugu
vit
ringja fyri heilt greitt at
frætta, hvar hesin nýggi
tingmaðurin heldur til, nú
vit hava gjørt av at vitja í
oynni.
Altíð Tjóðveldið
Sum nevnt er navnið á
nýggja tingmanninum Rúni
Hentze. Hann er 51 ára
gamal, er giftur og eigur trý
børn og fýra abbabørn. Av
uppruna er hann argjamað-
ur, men flutti í 1983 til
Skopunar, haðani konan er.
Starvið hjá honum er skip-
ari, og hann førir til dagligt
50 tonsaran Ingibjørg.
Alt tað, hann minnist,
hevur hann eisini verið
tjóðveldismaður. Hann er
fullveldismaður av besta
slag.
Í valstríðnum legði hann
eisini størstan dentin á tann
meira tjóðskaparliga partin.
– Politikkur má førast eftir
alt eftir, um vit vilja hava
eitt sjálvstøðugt land ella
ikki, sigur Rúni Hentze.
Tríggjar mánaðir eftir
valið, á ólavsøku, fekk
Rúni sín elddóp, tá hann í
aftastu røð gekk skrúgongu
saman við hinum ting-
monnunum.
Nú, hann er komin á ting,
ætlar hann leggja skipara
gerningin á hillina eina tíð,
og ístaðin nýta alla sína tíð
til tingarbeiðið.
– Eg havi fylgt eitt sindur
við í arbeiðinum hjá tingin-
um, men tað er givið, at eg
skal seta meg inn í eina
øgiliga rúgvu. Eg verið
kanska eitt sindur friðarlig-
ur at byrja við, men eg ætli
mær sanniliga eisini at tosa,
tá eg fái møguleikan, sigur
Rúni Hentze, ið sostatt
verður triði skiparin millum
tingmenn Tjóðveldisfloks-
ins. Hinir eru Niklái Peter-
sen og so sjálvandi eisini
Tórbjørn Jacobsen.
Og tað verður væntandi
eisini á tí tjóðskaparliga
økinum, at vit mestur fara
at hoyra tað gretta frá Rúna.
– Eg eri fyri einari skip-
aðari loysing. Verandi leist-
ur er góður, og hesin er í
veruleikanum tann sami,
sum undanfarna samgonga
førdi, sigur Rúni Hentze.
Verja oynna
Sum vera man ætlar Rúni
eisini at leggja seg eftir at
tosa fyri sandoyingar á
tingi.
– Her mugu skapast fleiri
trivnaðarmøguleikar fyri
ungdómin í oynni. Eitt nú
við við fleiri fráferðum við
Teistanum, soleiðis at ung-
dómurin ikki blívur burtur
frá oynni, sigur Rúni
Hentze.
Nýggi tingmaðurin hoyr-
ir eisini til tann bólkin av
Sandoyingum, ið fegnir
vilja síggja eina ítróttarhøll
í bygdini. Ongantíð ov
skjótt, sigur Rúni.
Nýggi tingmaðurin ætlar
harumframt at lurta eftir
fólkinum í oynna, nú hann
fer um tinggátt.
Hóvliga til verka
Rúni Hentze er nýggjur tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin og Sandoynna
C
M
Y
K
3
2
ÁRSINS BESTA
Samsung
SV2512
fyrr 1.790,-
SMS – Tel. 319697 · Saltangará – Tel. 449697 · Klaksvík – Tel. 479697
ÚTSØLA
ÚTSØLA
- Byrjar mikudagin
31. juli kl. 12.00
SPAR
400,-
SPAR
400,-
1.390,-
1.390,-
1.899,-
1.899,-
JVC KD-S621
fyrr 2.660,- · 4x45 watt
CD og Radio
CD BILSTEREO
SPAR
761,-
SPAR
761,-
· Jet Drive
· Auto clock
· NTSC avspæling
· v.m.
United DVD
DVD739
fyrr 2.790,-
1.895,-
1.895,-
Kodufríður
SPAR
895,-
SPAR
895,-