týsdagur 6. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 147 - 6. august 2002
Nr. 147 - 6. august 2002
5
Ísrael fer at hevna
palestinsku atsókn-
irnar sunudagin, sum
kostaðu níggju
mannalív, og hevndin
verður eirindaleys,
sigur stjórnin
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Ísraelska stjórnin svór í
gjár, at teir palestinsku fel-
agsskapirnir, sum halda
fram við at søkja at málum
í Ísrael, skulu fáa av at vita.
Serliga verður hugsað um
felagsskapirnar, sum skipa
fyri sjálvmorðsbumbuat-
sóknum, og í kunngerðini
hjá stjórnini stóð, at hevnd-
in fyri hesi álopini verður
eirindaleys.
Teir níggju ísraelsmenn-
inir, sum doyðu sunnudag-
in, vóru í einum bussi, sum
ein
palestinskur
sjálv-
m o r ð s b u m b u m a ð u r
sprongdi í luftina við einari
bumbu. Tilburðurin var tætt
við býin Safed har norðuri í
Ísrael. Bussurin var á veg
úr býnum Haifa, og fleiri
hermenn
vóru
millum
ferðafólkini.
Stutt eftir spreingingina
ringdi ein maður til fronsku
tíðindastovuna AFP. Mað-
urin segði seg umboða fel-
agsskapin Hamas og segði,
at tað vóru teir, sum høvdu
skipað fyri atsóknini við
Safed.
ES og USA fordømdu alt
fyri eitt atsóknina.
Aftur í gjár gjørdu vápn-
aðir palestinar um seg. Út-
varpið hjá ísraelska herin-
um segði, at ein maður
hevði skotið eftir einum
ísraelskum bili nærhendis
Ramallah á Vestara Áar-
bakka. Í bilinum vóru nið-
ursetufólk, maður, kona og
tvey børn. Maðurin og kon-
an doyðu, og bæði børnini,
sum vóru fimm ár og seks
mánaðir, vórðu særd.
Tátta takið
Ísraelski herurin kunn-
gjørdi í gjár, at hann fer at
tátta takið um fimm palest-
inskar býir afturat til tess at
forða fleiri fleiri atsóknum.
– Havandi í huga tað,
sum er hent í seinastuni,
hava vit gjørt av at avmarka
rásarúmið hjá fólkinum í
Jenin, Nablus, Tulkarm,
Qalqilya og Ramallah, stóð
í kunngerðini frá herinum.
Býirnir Betlehem og Heb-
ron sleppa undan teimum
herdu tiltøkunum.
Í síðstu viku loystu
ísraelsmenn nøkur av bond-
unum, sum teir hava havt
palestinararnar í, og m. a.
varð fráboðað, at palestinar,
sum arbeiddu í Ísrael,
skuldu sleppa aftur til ar-
beiðis. Í kunngerðini frá
herinum í gjár stóð, at ætl-
anin er at halda fram við at
linna tiltøkini í býum, har
tað er friðarligt.
Tvey fólk doyðu, tá
ein bumba brast í
spanska býnum Santa
Pola sunnukvøldið
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Spanska løgreglan segði í
gjár, at tey bæði, sum
doyðu av bumbuspreing-
ingini, vóru ein 57 ára gam-
al maður og ein átta ára
gomul smágenta. Meiri enn
25 onnur fingu skaða.
Bumban lá í bili, sum
stóð uttan fyri løgreglu-
støðina í býnum Santa Pola
og stutt frá einari bussstøð,
har nógv fremmand ferða-
fólk ofta eru savnað. Tað
eru fólk, sum vitja kenda
frítíðarstaðið Alicante á
sponsku
miðjarðarhavs-
strondini, sum plaga at nýta
busstøðina.
Spanska løgreglan sigur,
at atsóknin líkist atsóknum,
sum baskiski loysingarfel-
agsskapurin ETA hevur
skipað fyri, og blaðið El
Mundo skrivaði í gjár, at
tað var ETA, sum legði
bumbuna í bilin í Santa
Pola.
ETA hevur ofta fyrr hótt
við at søkja at sponsku frí-
tíðarplássunum um summ-
arið til tess at ræða fremm-
and ferðafólk frá at koma
til Spania at halda summ-
arfrí. Á tann hátt ætlar fel-
agsskapurin at raka ferða-
vinnuna, sum er ein ógvu-
liga týðandi inntøkukelda
hjá spanska samfelagnum.
Fáa ST og aðrir
hjálparfelagsskapir
ikki fleiri túsund tons
av mati innan ein
mánað, verða fleiri
milliónir norður-
koreanar hóttir av
hungursneyð
HUNGUR
Árni Joensen:
Alheims matvørustovnurin
WFP bað í gjár altjóða
samfelagið um hjálp til at
fyribyrgja einari álvars-
samari hungursvanlukku í
Norðurkorea.
ST hevur fleiri ferðir fyrr
biðið um hjálp til at forða
einari vanlukku í Norður-
korea. ST sigur, at tað er
neyðugt at fáa til vega
umleið 130.000 tons av
mati til umleið seks milli-
ónir fólk í Norðurkoprea,
sum hava so lítið til matna,
at tey hava altjóða hjálpina
fyri neyðini.
Asia-talsmaðurin
hjá
alheims matvørustovnin-
um, John Powell, sigur, at
eydnast tað ikki at fáa
gevaralondini at veita meiri
stuðul skjótt, noyðist fel-
agsskapurion at raðfesta,
hvør skal fáa hjálp, og hvør
ikki skal fáa.
– Tað kann hugsast, at
hjálparfólkini koma í tað
støðu, at tey kunnu bara
hjálpa børnunum og teim-
um gomlu, og at lítið og
einki verður til hini, sigur
talsmaðurin.
Hevndin verður eirindaleys
Bussurin, sum ein
sjálvmorðsbumbumaður
sprongdi eina bumbu í
sunnudagin, varð
fullkomiliga oyðilagdur av
spreingingini
UTTAN ÚR HEIMI
Formaðurin í vápnaeftir-
litsliðinum hjá ST, sviin
Hans Blix, tekur ikki av
innbjóðingini
frá
iraksku stjórnini um at
koma til Bagdad at tosa
um, hvussu eftirlitið
kann takast uppaftur.
Hans Blix sigur, at
hann fer ongan veg, fyrr
enn Saddam Hussein,
forseti boðar frá, at hann
er til reiðar at lata ST-
eftirlitsmenninar
taka
arbeiðið uppaftur uttan
forðingar.
ST-aðalskrivarin, Kofi
Annan, hevur sagt, at
talan verður ikki um at
senda eftirlitsmenn aftur
til Irak undir teimum
treytum, sum stjórnin í
Bagdad hevur lagt við.
Fer ikki til
Bagdad
Milliónir norðurkoreanar
hóttir av hungursneyð
ETA søkir aftur at
frítíðarplássum
Kári Djurhuus er
settur í starv á Smyril
Line sum PR-maður.
Hann skal taka sær av
øllum arbeiðnum,
sum hevur við
fjølmiðlar at gera, og
er hansara uppgáva
fyrst og fremst at
uppbyggja eitt
fjølmiðlanetverk
MIÐLAR
Ingrid Bjarnastein
Nýggja Norröna er vorðin
nógv umtalað og viðgjørd í
teimum ymsu fjølmiðlun-
um. Stórur áhugi er fyri
nýggja skipinum, og Smyril
Line hevur
sett ein PR-
mann at taka
sær av fjøl-
miðlunum í
s a m b a n d i
við nýggju
N o r r ö n u .
Og
hesin
m a ð u r i n
eitur
Kári
Djurhuus.
– Uppgáv-
an hjá mær
er fyri at
nøkta tann
fjølmiðla-
tørvin sum er, og so har-
afturat skal eg upparbeiða
eitt fjølmiðlanetverk fyri
stovnin, sigur Kári Djur-
huus, sum í løtuni er stadd-
ur í Bergen, júst í hesum
ørindunum.
– Eg skal skapa kontaktir
soleiðis, at Smyril Line
kann venda sær til onkran,
tá teir koma við onkrum
nýggjum. Sum er nú, so er
tað soleiðis, at tá okkurt
nýtt er á skránni, veit
stovnurin ikki, hvagar hann
skal fara við tí.
Arbeiðið hjá Kára er
sostatt at skapa sambond
við fjølmiðlarnar. Bæði
í Føroyum og uttanlands.
Og
í
løtuni
er
Kári
Djurhuus í Bergen, har
hann er holt við at víðka
um fjølmiðlaringin.
– Nú havi eg arbeitt í
fleiri ár á Christiansborg,
so eg havi hitt fleiri
fjølmiðlafólk
her
úr
Norðanlondum,
so
nú
arbeiði eg við at finna teir
journalistarnar, sum eru
áhugaðir í Føroyum og í
júst hesum viðvíkjandi
Norrönu,
greiðir
Kári
Djurhuus frá.
Áhugin
fyri
nýggju
Norrönu vísir seg at vera
stórur.
– Ein jarnbunki, sum
stendur niðri í Lübeck,
selur kanska ikki so nógv í
løtuni, men vit hugsa
longur fram í tíðina. Um
tað, sum fer at henda
komandi hálva árið og fram
eftir.
Við
einum
fjølmiðlanetverki er tað
lættari at fara út aftaná, og
fáa sambond við tey røttu
fólkini, sigur Kári.
Kári vísir eisini á, at ein
noyðist at byrja tíðliga fyri
at fáa tey røttu sambondini
í lag.
Fyribils er Kári Djurhuus
settur sum PR-maður til
einaferð inn í næsta ár. Men
sjálvur sigur hann, at tað
kann
væl
vera,
at
tíðarskeiðið verður styttri.
Alt
eftir,
hvussu
væl
arbeiðið gongur.
SKIPASMÍÐ
Ingrid Bjarnastein
Tað gongur framá við
byggingini
av
nýggju
Norrönu, og hetta fer
veruliga at merkjast nú.
Tann
24.
august
skal
Norröna sjósetast, og fer
hon tá við fullari ferð út á
sjógv.
– Arbeiðið gongur sum
tað
skal,
sigur
Kári
Djurhuus, talsmaður fyri
Smyril Line. – Og tað, eg
havi frætt, so verður hon
liðug til tíðina.
Og nú ber eisini til at fara
upp á brúnna, tí brúgvin
varð sett upp klokkan 6.00 í
gjáramorgunin, men tíverri
eru ongar myndir frá
hesum.
Nýggja Norröna verður
liðug í umleið februar og
kemur hon til Føroya
mánaðarskifti februar-mars
2003.
Kári Djurhuus:
Skal uppbyggja eitt fjølmiðlanetverk
Norröna sjósetast um
góðar tvær vikur
Leygardagin varð
skipað fyri stórum
laksa- og sølutorgi í
Runavík. Básar, telt,
pallur, pavilliongir,
borð og stólar vóru
sett upp á høvuðs-
vegnum í miðbýnum
í Runavíkini
BÝARLÍV
Jóhan Jacobsen
Veðrið var av tí besta, so
ein rúgva av fólki var og
vitjaði tiltakið, sum varð
sera væleydnað.
Langur leygardagur var
eisini hendan dagin í
Runavíkini, og hetta serliga
tiltakið, sum er tað fyrsta
av sínum slag í Runavík,
var frá middegi og út til
klokkan fimm. Út á dagin
komu fleiri og fleiri fólk at
vitja forkunnuga laksa- og
sølutorgið.
Høvuðsvegurin í mið-
býnum var stongdur, og
riggaði hetta væl. Á sølu-
torginum vóru básar settir
upp við ymsum sølulutum:
frukt, blómur, klæðir og
eisini var loppumarknaður.
Pannukøkur og vaflur
vóru at fáa á útikafé, sum
pensionistarnir stóðu fyri.
Feskur laksur var eisini at
fáa til sølu, og hoyrdist at
nógv varð selt.
Av stóra laksaborðinum,
sum kokkurin Poul Rustin
stóð fyri, fingu nógv sær
ein góðan bita. Hetta var
enntá ókeypis.
Eisini var undirhald við
tónleiki frá eini dupult
kvartett og barnasangur við
Duritu, Ester, Drós, Beintu
og
Tanju
og
einum
sangbólki
úr
Kelduni.
Eisini sungu Jónsvein og
Birgir nakrar sangir.
Stigtakarnir, sum eru
Kunningarstovan, Handils-
miðdepilin og Runavíkar
Kommuna,
vóru
sera
vælnøgdir við tiltakið. Til
dømis vóru nógv fleiri fólk
og vitjaðu torgið í ár, enn í
fjør, men tá var veðrið ikki
heilt til vildar. Ætlanin er at
víðka um sølutorgið til ein
størri uttandura marknað,
sum ein eitt nú sær
sunnanfyri.
Tiltakið er eisini ein part-
ur av arbeiðnum fyri at
betra um trivnaðinum í
býnum, og væntað verður
við eins góðari undirtøku
næsta ár. Eisini vænta
fyriskiparnir at nógv fleiri
handlar úr býnum fara at
luttaka á torginum næstu-
ferð.
Sera væleydnað laksa-
og sølutorg í Runavík
Kári Djurhuus er settur í starv sum PR-maður
hjá Smyril Line. Hann skal taka sær av øllum
fjølmiðlaarbeiðnum í sambandi við nýggju
Norrönu, og harafturat skal hann uppbyggja
eitt
fjølmiðlanetverk fyri stovnin
Savnsmynd
Nýggja Norröna er veruliga farin at taka skap. Her eru tey ovastu dekkini sett á hana
C
M
Y
K
5
4