Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 147 - 6. august 2002 Nr. 147 - 6. august 2002 7 Í døgunum 25. og 26. juli varð skipað fyri tónleikafagnaði í Vági og tað var Bach, ið stóð á skránni. Tiltakið eydnaðist væl og Claus Telling, fyrireikari, vísir ikki aftur, at talan kann vera um líknandi tiltøk í framtíðini. Ætlanir eru longu um ymisk tónleiktiløk í heyst TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Bachfestivalurin, sum var í kirkjuni í Vági fyri ólav- søku, var ein roynd. Og royndin eydnaðist væl, sig- ur Claus Telling, stigtakari. Claus telling er tónleik- ari. Kona hansara, Mari- anne Telling, er prestur í Vági og Claus starvast sum urguleikari, mentanarmed- arbeiðari og tónleikalærari. Hjúnini og trý børn teirra komu til Føroya fyri lítlum ári síðani. Ein Vinmaður Claus úr tónleikaumhvørvinum í Keypmannahavn, Søren Johannsen, er vanur at loysa av sum urguleikari í Havnar kirkju. Tá Claus frætti, at Søren var ávegis til Føroya, stakk hugskotið um eitt samstarv seg upp. Og Bachfagnaðurin sá dagsins ljós. Við sær hevði Søren danskar tónleikarar. Eisini føroyskir leikarar vóru við. Søren Johannsen er annars kendur úr met- bókum, tí hann hevur spælt allar urgukonsertirnar hjá Bach út í eitt. Væl eydnað Suðuroyar Sparikassi og Vágs Kommuna stuðalu tiltakinum. Og hóast neyð- ugt var hjá tónleikarunum at spýta í sjálvir, fyri at fáa tiltakið til veruleika, so eru teir í dag væl nøgdir. – Tað eydnaðist væl. Serliga kona mín, Mari- anne, gjørdi eitt stórt ar- beiði hesar dagarnar, sigur ein væl nøgdur fyrireikari. – Roknað var ikki við tí heilt stóra og tað er eini ein framíhjárættur at sleppa at leika Bach, hóast tað er krevjandi. Tað krevur sítt, t.d. fleiri tónleikarar og harvið fígging. Hetta er ser- stakur tónleikur, sigur Claus Telling. – Tónleikur er mest skrivaður sum cafétón-leik- ur til undirhalds. Men tó er hann kirkjukendur, sigur Claus Telling. Konsertir vóru um dagin og á kvøldi. Um dagin vóru ikki so nógvir áhoyrarar, men til kvøldkonsertirnar vóru eini 80 fólk, sum má metast at vera nógv. – Tað riggaði væl og fólk vóru væl nøgd, so væl, at vit kundu helst hildið á at leikt, og ikki givist, skemtar Claus, ið fegnast um góðu undirtøkuna. Ætlandi skuldi Kirkju- kórið Ljómur taka lut, men kórið var í útlondum á sangferð. – Hetta er eitt slag av pionerarbeiði. Kanska royna vit aftur. Og tá verða vit kanska betur fyri og ávegis nakkað fyrri og møguliga ber eisini til at ferðast við slíkum tiltaki, sigur Claus Telling. Onnur tiltøk Ætlanir eru tó um mong tónleikatiltøk seinni í ár. Eitt teirra er, at Ljómur syngur eina kantatu efftir Bach. Men verður líknandi tiltak aftur, sum Bachfagn- aðurin, so skal Ljómur lut- taka, sigur ein væl nøgdúr Claus Telling. Í næstum hevur hann ætl- anir um eitt kvøld í Stóra Pakkhúsi í Vági. Talan verður um solokonsert, har Chopin stendur á skránni. Pakkhúsið hevur fingið stásiligt klaver, ið stendur mát við tað ið krevst til konsertir á høgum støði, so tað er gaman í at skipa fyri tónleikatiltøkum har. Konsertin við tónleiki eftir Chopin verður ætlandi seinni í august. Listastevnan hevur tiltøk uttanfyri høvuðsstaðin og hósdagin 8. august letur upp framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri, har Preben Boye og Zakarias Heinesen sýna fram LIST Dagfinn Olsen Listastevnan 2002 er í hæddini. Norðurlandahúsið er karmur um flestu tiltøk- ini, men eisini kring landið gongur ymiskt fyri seg. Hósdagin letur upp fram- sýning í Gallarí oynni á Tvøroyri, ið vanliga sam- starvar við Norðurlanda- húsið. Talan er um mynd- høggaralist og málninga- list. Tað eru Preben Boye og Zakarias Heinesen, ið sýna fram. Zakarias Heinesen kenna vit sum ein av okkara fremstu núlivandi listar- monnum. Hann sýnir fram bæði úti og heima, og málningar hansara eru væl dámdir og ganga sum heitt breyð. Málningar hansara eru eyðkendir. Sagt hevur verið, at hann við list síni málar flótandi oyggjar. Og hóast hann, sum flestu í sínum ættarliði, nýtir før- oysku náttúruna sum mynd- evni, so flytir hann seg og hann er egin. Preben Boye er millum fremstu myndahøggarar í Danmark. Hann er føddur í Reykjavík í 1944 og er út- búgvin verkfrøðingur. Hann heldur til í Torup í Danmark. Hann hevur havt sýningar í Danmark og í Føroyum, og eisini hevur hann havt sera nógvar upp- gávur at prýða bygningar og annað. Hann sýnir fram list úr bronsu og gróti. Gallarí Oyggin, sum Palle Juls- gart rekur, fegnast um at hava fing- ið slíka vitj- an. Ferniser- ing er hós- d a g i n klokkan 15. Fr a m s ý n - ingin er opin frá 8. august til 8. september. Væleydnaður Bachfagnaður Bachfagnaðurin í Vági fyri ólavsøku eydnaðist stak væl og kann vera byrjanin til fleiri tiltøk av sama slag (Mynd: D. Olsen) Stásiligt klaver, ið stendur mát, er í Stóra Pakkhúsið í Vági, so væl ber til at hýsa tónleikatiltøkum. Longu nú eru ætlanir um konsertir seinni í heyst (Mynd: D. Olsen) Listastevnan í Gallarí Oynni Høggmynd eftir Preben Boye Gallarí Oyggin á Tvøroyri er partur av Listastevnuni 2002. Hósdagin letur upp sýning við Preben Boye og Zakarias Heinesen (Mynd: D. Olsen) Vaktarskipið Tjaldrið kom sunnukvøldið á Havnina við trol- bátinum Tindi, sum hevði fiskað í einum stongdum øki FISKISKAPUR Stefan í Skorini Trolbáturin Tindur varð sunnukvøldið tikin fyri at fiska í einum stongdum øki. Tað var vaktarskipið Tjaldrið, sum kom fram á bátin, og tók hann við sær á Havnina, har skipini løgdu at klokkan hálvgum ellivu. Tindur, sum er heima- hoyrandi á Strondum, royndi í stongda økinum, sum nevnist D2. Hetta økið liggur vestanfyri Suður- oynna og er innanfyri tólv fjórðinga markið. Tá Tjaldrið kom fram á bátin hevði hann trolið úti, so skiparin er tikin uppá fesk- an gerning. Økið er opið frá 31. mai til 8. juli á hvørjum ári, men stongt restina av árin- um. Tindur er ein av teim- um trolbátunum, sum fær loyvi at fiska innanfyri tólv fjórðingar um summarið. Mánadagin á middegi hevði skiparin framvegis ikki fingið sektaruppskot, men tá var hann skuldsettur fyri ólógligan fiskiskap. Í næstum fer Tórs- havnar Býráð at biðja byggifeløg um tilboð uppá arbeiðið at gera klárt til 170 nýggjar bústaðir í Hoyvíks- haganum. Býráðið skal standa fyri arbeiðnum, so at húsaeigararnir sleppa undan einum parti av meirvirðisgjaldinum BYGGING Stefan í Skorini Tórshavnar Býráð fer í næstum undir størstu útstykking í Føroya søgu. Klárt skal gerast fyri 173 nýggjum bústøðum í Hoy- vík. Talan er um 130 vanlig grundøki, har eitt sethús verður á hvørjum. Síðani skulu 43 randarhús ella sambygd hús, sum tey eis- ini verða nevnd, byggjast afturat. MVG Rúni Leitisstein er formað- ur í eigarafelagnum Hoy- víkshagin Suður. Hann vónar, at byggifeløg kunnu fáa útbjóðingartilfarið sum skjótast, so at farast kann undir byggingina. Eigarafelagið og býráðið hava ætlanir um at leggja byggingina soleiðis til rætt- is, at tað er býráðið, sum fer at standa fyri byggingini. Orsøkin til at tað ikki er eigarafelagið, sum stendur fyri byggingini, er, at eig- arafelagið ikki kann fáa MVG afturgoldið. Tað kann býráðið hinvegin, og tí er tað bíligari hjá teimum, sum byggja, at býráðið stendur fyri arbeiðnum. – Vit bíða eftir svari frá Toll- og Skattstovu Føroya. Hon skal geva endaliga góðkenning fyri, at býráðið kann standa fyri bygging- ini, og soleiðis sleppa vit undan einum parti av meir- virðisgjaldinum, sigur for- maðurin. Advokatar og revisorar hava orðað eitt uppskot um, hvussu hesin leisturin skal síggja út. Væntandi fáa eigarafelagið og býráðið grønt ljós frá Toll- og Skatt- stovuni um at farast kann til verka. Ætlanin var upprunaliga, at eigarafelagið skuldi standa fyri byggingini, men tá tey varnaðust, at tey skuldu rinda fult MVG, vendu tey sær til býráðið og heittu á tað um at standa fyri byggingini. Nú fær býráðið endur- goldið tríggjar fjórðingar av meirvirðisgjaldinum, og hetta kemur sum vera man sera væl við hjá teimum, sum hava ognað sær grund- øki í hesi útstykkingini. Øll seld Øll tey 130 grundøkini eru longu seld, og eigararnir bíða nú eftir, at arbeiðið skal fara í gongd. Tey 130 grundøkini eru 300, 400 og 500 fermetrar til støddar. Tey 43 randarhúsini eru enn ikki seld. Orsøkin til hetta er, at býráðið ikki hevur kunnað ásett ein fastan prís fyri húsini. Tí hava fólk ikki viljað bundið seg til at keypa húsini frammanundan. Ætlanin er nú, at lata privatar byggiharrar um at byggja randarhúsini, og teir skulu síðani sjálvir syrgja fyri at selja tey. Lítil ivi er tó um, at eingin trupulleiki verður at sleppa av við tey, tá prísurin einaferð verður fastlagdur. Enn er øki bara hagi, men skjótt verður tað ein býling- ur. Tilboðið, sum byggifel- øg fara at lata inn, umfatar gerð av vegi, gongubreyt- um, kloakk, streymi og telefonneti. Tá hetta arbeiðið er lið- ugt, kunnu teir einstøku eigararnir av grundøkjun- um fara í gongd við at byggja húsini. Ætlanin er aftanfyri ta upprunaligu tíðarætlanina, men Rúni Leitisstein held- ur tó, at projektið hevur gingið væl. Hann vísir á, at tað er umráðandi at loysa trupulleikarnar beinan- vegin, heldur enn at koma í rasshaft av teimum seinni. Tindur tikin í stongdum øki Tindur av Strondum kom sunnukvøldið á Havnina, eftir at Tjaldrið, sum liggur aftanfyri, hevði tikið bátin í einum stongdum øki Mynd: Álvur Haraldsen 173 nýggj grundøki í Hoyvík: Størsta útstykking í Føroyum Soleiðis fer Hoyvíkshagin at síggja út, tá 170 nýggir bústaðir eru bygdir. Arbeiðið at gera klárt verður væntandi boðið út í næstum C M Y K 7 6