Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 147 - 6. august 2002 Nr. 147 - 6. august 2002 9 Nýggjur borgarstjóri á Sandi Sands bygdarráð valdi fríggjakvøldið Jóhan Petur í Soylu sum bygdarráðsfor- mann KOMMUNUR Heri á Rógvi Sandur: À býráðsfundi hjá Sands bygdarráð fríggja- kvøldið var val av nýggjum býráðsformanni á skránni. Páll á Reynatúgvu er valdur borgarstjóri, men hann er farin í annað starv, og hevur Tórur Johannesen røkt starvið fyribils, tá Páll er í farloyvi. Í bygdaráðsfundinum fríggjakvøldið vóru tvey uppskot til borgarstjóra: Jóhan Petur í Soylu og Eyðun Viderø. Endin gjørdist, at Jóhan Petur fekk fýra atkvøður og Eyðun fekk tvær og ein var blank. Sostatt er Jóhan Pet- ur í Soylu nýggjur borgar- stjóri í Sands kommunu. -Eg valdi at stilla upp, tí tað var ein meirluta aftan- fyri meg, sigur Jóhan Petur í Soylu við Sosialin. Hann visti um stuðulin áðrenn fundin, sum hevði valið av bygdaráðsformanni sum einasta punkt á skránni. Nýggi borgarstjórin ætlar at halda fram á somu leið, sum er førd higartil. Hetta merkir so eisini, at hildið verður fram ímóti at fáa eina ítróttarhøll á Sandi. Meirilutin í Sands bygdarráð er eisini broyttur. Fyribilsborgarstjórin, Tórur Johannesen er farin burtur- úr meirilutanum, og Jákup Birgir Mohr, ið varð valdur á einum lista fyri seg, er vorðin partur av meiriluta- num. Tórur Johannesen var annars valdur á sama lista sum Jóhan Petur í Soylu til kommunuvalið seinast. Tórur Johannesen heldur fram sum varaborgarstjóri. Nevndirnar í bygdarráð- num eru eisini broyttar nak- að. Meirilutin telur nú: Jóhan Petur í Soylu, Eli Hentze, Olga Fossdalsá og Jákup Birgir Mohr. Minnilutin verður mann- aður av: Tóri Johannesen, Jonnu Krog og Eyðuni Viderø. Jóhan Petur í Soylu, nýggjur borgarstjóri heiman á Sandi. Mynd: Heri á Rógvi Tað rennur evja undan einum tanga, sum stendur inni á Sundi. Illgruni hevur verið um, at talan er um útlát frá sjúkum laksi, men tí vísir Heilsufrøðiliga Starvstovan aftur UMHVØRVI Edvard Joensen Sund: Tað stendur ein tangi við slógvi frá alifiski inni á Sundi. Undan tanganum rennur okkurt lýsikent, sum fólk hava óttast fyri kann vera útlát frá sjúkum fiski. ILA hevur verið nevnt í hesum sambandi. Men so er ikki, verður sagt av Fiskisjúkudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvstov- uni. Talan er um ein tanga og eina kvørn, sum sett vórðu upp á Sundi um tað mund- ið, tá brennistøðin á Hjalla var stongd nakað fyri ólav- søku, sigur Øssur Hansen, eftirlitsmaður á Fiskasjúku- deildini hjá Heildufrøðiligu Starvsstovuni. Tangin varð settur upp saman við eini kvørn at mala fisk í, soleiðis at alar- ar á Kaldbaksfirði sjálvur kundi beina fyri tí fiski, sum doyði í ringunum og tískil ikki kundi seljast. Vanliga mannagongdin er annars, at slíkt eftir av- talu verður brent á Komm- unalu Orku- og Brennistøð- ini á Hjalla. Tangin og kvørnin vóru sett upp í samráð við og undir eftirliti av Fiska- sjúkudeildini, og var avtal- an, at tey skuldu beinast burtur aftur, tá brennistøðin lat uppaftur. Hví tey enn ikki eru burturbeind, duga tey á Fiskasjúkudeildini ikki at siga, og ikki bar til at fáa orð á alaran, áðrenn blaðið fór til prentingar. Hinvegin sigur Øssur Hansen, eftirlitsmaður á Fiskasjúkudeildini, at tað, sum renur undan tangan- um, er óskaðiligt, og als einki hevur við ILA sjúku at gera, sum annars hevur verið róð framundir. Hann sigur, at fyribein- ingin hevur verið eftir fyri- skrivaðum reglum, og Heilsufrøðiliga Starvsstov- an ikki hevur havt nakað at funnist at í so máta. Av Komunalu Orku- og Brennistøðini verður sagt, at har kenna tey einki til hendan tanga inni á Sundi, og at haðani er hann ikki umbiðin. Bara reint órudd Skipaeftirlitið letur alment upp í nýggjum hølum í Miðvági tann 19. august. Skrivstovan í Havn verður stongd hós- dagin og fríggjadagin í hesi vikuni vegna flyting SKIPAEFTIRLIT Edvard Joensen Miðvági: Skipaeftirlitið letur upp í nýinnrættðaum hølum í Gomlusmiðju í Miðvági mánadagin 19. august. Í samband við flyt- ingina verður skrivstovan í Havn stongd hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni. Eftir ætlan skuldi Skipa- eftirlitið latið upp í Mið- vági tann 1. august, men nú gongur ikki altíð, sum ætl- að, staðfestir stjórin, Óla Hans Hammer Olsen. Høvuðsgrundin til, at eitt sindur varð seinkað nú, er tann, sigur hann, at gólvið er umvælt, og tilfarið, sum har er brúkt, skal hava nakað væl av tí at festa seg. Í aðrar mátar er hann væl nøgdur við umbyggingina, sum gjørd er. Húsið er bygt um eftir ynski frá teimum, sum skulu brúka tað, og tað fer ivaleyst at roynast eftir ætlan, væntar stjórin á Skipaeftirlitinum. Hóast tað ikki verður latið upp alment fyrr enn tann 19. august, man lív fara at vera í húsinum eina viku ella so undan tí degn- um, er væntandi. Tí hós- dagin og fríggjadagin í hesi vikuni verður skrivstovan í Havn stongd vegna flyting, og tá farið veðru aftur til arbeiðis komandi mánadag, skuldi tað helst verið í nýggjum hølum í Miðvági. Skipaeftirlitið fær eisini nýtt telefonnummar, nú flutt verður. Nýggja numm- arið verður 35 56 00, og nýggja telefaksnummarið verður 35 56 01, sigur Óla Hans Hammer Olsen. Hann greiðir frá, at tað í dag arbeiða sjey fólk á Skipaeftirlitinum. Men søkt er eftir tí áttanda, og um- sóknarfreistin er úti. Tað eru fleiri umsóknir komnar, sigur hann. Og talan er um fólk við góðum kvalifikatiónum. So skjótt liðugt er at flyta, verður ein eftirlitsmaður settur, og fær so boð um tað beinanveg, upplýsir stjórin á Skipa- eftirlitinum. Hann sigur, at talan er um eftirlitsmann í orðins bók- staviliga týdningi, tí bara menn hava søkt. – Hetta er eisini ein mansdominerað verð, sigur hann. Krøvini eru soleiðis, at tað traditionelt ikki eru kvinnur, sum lúka tey krøv- ini, sett verða. Millum annað verður kravt av umsøkjarunum, at teir hava ávísa útbúgving, eitt nú maskinmeistrarar, umframt at teir skulu hava so og so langa siglingstíð og prakstiska royndir. Tað rennur evja úr einum goymslutanga, sum saman við eini kvørn til at mala deyðan fisk í, stendur inni á Sundi. Hetta er tó óskaðiligt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan Mynd: Álvur Haraldsen Skipaeftirlitið flytir um fjúrtan dagar Skipaeftirlitið letur alment upp í gomlu smiðjuni hjá JK Joensen í Miðvági tann 19. august Mynd: Edvard Joensen C M Y K 9 8 ÚTSØLAN HELDUR FRAM Braun El Ketil wk210 Vanl. prísur 625,- Vanl. prísur 1195,- Nú einans 499,- Nú einans 895,- Nú einans 7795,- Nú einans 2835,- Nú einans 2835,- Nú einans 1542,- Nú einans 1542,- Blomberg eymhetta dz610, hvít 310 m3 Siemens komfýrur v/luft grill & keramik Blanco mega vask v/bakka 6s Blanco mega vask v/bakka 6s Blanco viva vask 60 cm 6 Blanco viva vask 60 cm 6 Blanco viva vask 60 cm 6 VØSK FRÁ BLANCO Vanl. prísur 4050,- Vanl. prísur 2053,- Vanl. prísur 2053,- Vanl. prísur 2053,- Blanco Classic 8 Blanco Classic 8 Vanl. prísur 4407,- Vanl. prísur 9195,- Nú einans 2864,- Nú einans 2864,- Ideline honddustsúvari 530,- 365,- Voss eymhetta vhm605-0 stál 363 m3 (58db) 4195,- 3145,- Voss eymhetta vhm617-1 hvít 560 m3 (50db) 3595,- 3055,- Voss eymhetta vhm605-1 hvít 363 m3 (58db) 3295,- 2195,- Moulinex hvirla (Avmarkað nøgd) 668,- 499,- Moulinex fritura Acp251 1000g 18W (Avmarkað nøgd) 998,- 798,- Tefal fritura 6273 1000g 2000 Watt 1495,- 1160,- Miéle micro m625w digitalur 21 L 5430,- 4895,- Elvita micro 20l. 800 Watt 1290,- 999,- Buknecht micro 21L digitalur 1000 Watt 3395,- 2795,- Thermex deco vegg eymhetta stál (Avmarkað nøgd) 7495,- 6745,- Blomberg komf rur 50 cm yvir- & undirvarma 5995,- 4795,- Miéle fingertouch km465 Miéle innb. ovnur h316bw v/luft grill & klokku hvítur 15990,- 13995,- Blomberg uppvaskimaskina dwf041 hvít 5995,- 5395,- Asko turkitrumla kondens El st ring 10595,- 8995,- Asko trukitrumla Avtrek El st ring 9995,- 8295,- Creda turkitrumla Kondens 5995,- 4395,- AEG turkitrumla kondens (Avmarkað nøgd) 9795,- 8815,- AEG turkitrumla Avtrek (Avmarkað nøgd) 7595,- 6835,- Bauknecht turkitrumla Avtrek (Avmarkað nøgd) 5795,- 4900,- Gram køliskáp ks240-06 H: 1070mm B: 550mm (energi B) 5995,- 5090,- Gorenje køl/frysti k336/2p H: 1770mm B: 600mm (energiA) 10450,- 8500,- Zanussi køli zt155 H: 85cm B: 55cm (energi A) 3290,- 2595,-