Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 147 - 6. august 2002 Nr. 147 - 6. august 2002 11 Stundum verður funnist at fjølmiðlunum fyri vánaligan tíðindaflutning og stundum veður funnist at fjølmiðlum – kanska serliga einum blað – fyri vánaligan fjølmiðlaetiskan sið. Viðhvørt eru hesar atfinningar heimilaðar og viðhvørt ikki. Tvídrátturin, sum í síðstu viku var millum Anfinn Kalsberg, løgmann, og Sjónvarp Føroya um tíðindaflutingin í samband við »Tobba-málið« er eitt gott dømi um eitt mál, sum eitt fjølmiðaetiskt ráð eigur at viðgera. Hetta vísir tíðindamaðurin, Per Højgaard, eisini á í einum lesarabrævi í Dimmalætt- ing leygardagin. Hann heldur, at fjølmiðlaetisktráð krevst, eins og hann nevnir, at vit hava onga fjøl- miðlaábyrgdarlóg í Føroyum – enn. Landsstýrið hevur arbeitt við málinum um eina fjøl- miðlaábyrgdarlóg. Í fyrstu atløgu varð ætlanin at seta donsku lógina í gildi við fleiri broytingum, men tá tað ikki bar til, boðaði landsstýrismaðurin í lógar- málum frá, at ein føroysk lóg skuldi gerast. V.ø.o. bíða vit eftir landsstýrinum. Í hesum aktuella málinum skuldsetti løgmaður sjónvarpið fyri at bera subjektivan tiðindaflutning. Hetta er ein rættiliga grov skuldseting, sum sjón- varpið ikki kann hava sitandi á sær. Men harafturat sigur sjónvarpsstjórin, Mikkjal Helmsdal, í Degi og Viku hóskvøldið, at løgmaður hevur hótt við fíggj- arligum atgerðum ímóti sjónvarpinum. Hetta passar ikki, sigur løgmaður, so í hesum máli er pástandur ímóti pástandi. Tað er ikki so langt síðani, at formaðurin í Fiski- mannafelagnum skuldsetti Útvarp Føroya fyri at lata táverandi landsstýrismann í mentamálum, Torbjørn Jacobsen, ávirka tíðindaflutningin í Útvarpinum í samband við málið um Halgafelli. Hesum vísti Útvarpið aftur, men málið varð lagt fyri Løgtingsins umboðsmann. Hann gav Útvarpinum eitt nefs – ikki fyri tíðindaflutningin sjálvan, men eftir fyrisitingar- lógini við atliti til samskiftið um málið. Men Umboðsmaðurin er ikki tann rætti at viðgera mál, tá borgarar halda, at tíðindaflutningurin hevur verið subjektivur, ella tá borgarar halda seg vera órættvíst viðfarnar í fjølmiðlunum. Tí eigur landsstýrið – saman við aðrari lóggávu á hesum øki – at seta eitt fjølmiðlaetiskt ráð, sum kann taka støðu til slíkar spurningar. Tað er vanligt í øllum framkomnum londum at hava pressuetisk ráð, og tey vilja vit helst teljast ímillum! DAGSINS MEINING Sosialurin Setið eitt fjølmiðlaetiskt ráð! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Ragnhild Ellingsgaard ragnhild@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktíonin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sólvit Simonsen Lat meg beinanvegin siga, at hettar sum eg skrivi, hevur yvirhøvur einki við tykkara klandurspolitikk at gera. Men táið eg fríggjakvøldið 27. juli hoyrdi teg fyrst í útvarpin- um, og síðan fyri opnum skermi í Sjónvarpi Føroya, spotta mann, sum var strandaður í Skergarðinum í Noregi, fór tað mær kalt niður eftir rygginum, at eitt menniskja kundi siga sovorði, dugur tú ikki at skilja støðuna hesir stakkals menn hava verið í, eina kalda ódnarveðursnátt á vetri. Dugur tú heldur ikki at hugsa tær, hvussu nógvir av okkara bestu sjómonnum, ið hava siglt á sker, summir eru komnir frá tí við lívinum, meðan aðrir blivu verandi har úti, burtur frá sínum. Við at spotta ein, so dugi eg ikki at síggja tað øðrvísi, enn at allir verða spottaðir undir einum. Men eg fari álíkavæl at fyrigeva tær tað sum tú sigur, tí helst hevur tú ikki verið so frætt sum á seiðabergi, og hevur soleiðis ikki ánilsi um, hvat tað er tú tosar um. Til Óla Breckmann Hans Birgir Hansen Mr. Big Eg kundi hugsað mær, at tað almenna, landi, komm- unur, privata sleppa sær av við ólógligu pyramiduskip- anirnar, tit hava í fyri- tøkum, á stovnum, virkjum um alt landi. Tað hevði verið uppá sítt pláss, at tit fingu Multi- Level Marketing & Net- work Marketing forrætn- ings skipanir ístaðin, fleir- tjóða fyritøkur nýta um allan heimin. Tað kann sleppast undan øllum dýrkandi millum- liðum av forhandlarum, við beinleiðis samvinnu mill- um lond, hvat hópin av føroyingum kenna til í dag um alt landi. Tað krevur at alt starvs- fólki lærir at arbeiða sjálv- støðugt og kenna vørur og tænastur og kunna greiða kundum frá slíkum og hvussu í hesar roynast í tí dagliga. Tað er eisini ein treyt, at tey sjálvi keypa og royna hesar vørur og tænastur og fáa sínar egnu royndir, ið tey skulu nýta í tí dagliga søluarbeiðinum um alt landi. Tað er hvat hópin av sjálvstøðugum sølufólki fáast við, ið arbeiða heim- anífrá, ið hava heima handil við skipaðum heima-party, bæði heima og úti hjá við- skiftafólkum. Tað er slíkir møguleikar við áðurnevndu forrætings- skipanum, ið skapa seri- øsum, virkisfúsnum, motiveraðum møguleikan at uppliva sínar egny dreymar í dag. Tað eru slík sjálvstøðug sølufólk, ið greiddu einum frá sínum sólskins søgum, tá tey byrjaðu eitt áhugavert og spennandi lív við nógv- um fjølbroyttum avbjóð- ingum. Tað eru fólk sum eftir fáum árum fingu goldið sítt sethúsalán, omanfyri 1 mió. kr., ið føroyingar drag- ast við í ein heilan manns- aldur, sleppast kann undan í dag. Tað er við at broyta kost/lívs/nýtsluvanar/fáa fjølbroyttan frískan kost/kosttilskot/motión morgun/kvøld, ið líka sum er byrjanin hjá tykkum øllum. Tað at vinna sær størri heilsubót/økta vælveru vil spara frávik frá arbeiði/- sjúkradagar sleppast kann undan, ið rakar familjunna heima og arbeiðsplássi. Tað eru nógv, ið eru byrj- aði at fylgja slíkum ráðum, ið ein viðgerð í túsundtals lesarabrøvum í bløðum. Hví ikki taka tykkum sam- an og gera nakað við tað? PS: Vitja heimasíðuna: www.faroeinn.fo Ólógligar pyramiduskipanir í Føroyum Fleiri føroyingar enn nakrantíð leita sær í summar til fjarskotin lond til sól og summar. Eisini føroyska ferðavinnan merkir positiv tekin FERÐAVINNA Heri á Rógvi Summarið er háárstíð hjá ferðavinnuni. Nú tað aftur eru góðar tíðir í Føroyum, sær tað heldur ikki út til, at føroyingar halda seg aftur við at fara út at ferðast. Vit hava ringt eitt sindur runt fyri at taka pulsin. Hjá Faroe Travel í havn fáast tey nógv við at selja sokallaðar charter-ferðir. Tey umboða feløg sum Tjæreborg og Star Tour. Hetta eru ferðir, har ferðing og uppihald verður selt í einum, og ferðast verður oftani til lond við sól og summar í syðra endanum av Evropa. Hóast tey hjá Faroe Travel mest fáast við van- liga flogferðaseðlasølu, so fáast tey við heilt fitt av av- greiðslu av tílíkum slag um várið og um summarið. Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sigur, at hóast tey ikki gera nógv við statistik, so hava tey lagt til merkis, at áhugin fyri at ferðast er stórur, og charter- ferðirnar hava veruliga vundið upp á seg. – Áhugin er heilt avgjørt stórur og vaksandi. Í kreppuárunum var millum lítið og einki selt, men síð- ani tá hevur tað veruliga tikið dyk á seg. Tað vísir seg, at tað er summar og sól, ið fólk sóknast eftir, sigur Dánjal Poulsen. Sambært Dánjali eru tað støð sum Mallorca og Miðjarahavið, ið eru serliga væl umtókt, og tað tykist ikki sum um, at fólk vilja longur burtur. Hann metir, at tað eru fyri tað nógva tey fólkini, ið áður hava ferðast til Danmarkar, sum leggja leiðina eitt sindur longur suðureftir í ár. Ferðaløgini eru oftast blandað av yms- um bólkum: nógvar barna- familjur, men eisini nógv pør og yngri ungdómar í smærri bólkum fara avstað, metir Dánjal Poulsen. Hann leggur afturat, at tað fyri tað nógva eru tey meira til- komnu, ið ferðast á hvørj- um árið, men tað kanska snýr seg um annaðhvørt ár ella so hjá yngri fólkum. – Tey, ið eru von við at ferðast, bíleggja í góðari tíð, og tað er oftani eitt hálvt ár áðrenn fráferðina. Um várið koma so fleiri bíleggingar, og so eru tað altíð nøkur, ið fáa ein spontanan hug at fara at ferðast um summarið, sigur Dánjal Poulsen. Háarstíð er vanliga í juli og august, og tað merkir so eisini, at prísirnir eru væl dýrari enn kanska tíðliga um heystið og juni mánað. Sambært Dánjal Poulsen hava nøkur eisini fingið eyguni upp fyri at ferðast hesar tíðir. Sum heild heldur hann ikki, at ferðirnar eru vorðn- ar dýrari, tí so stór kapping er á økinum. Av tí at ferð- ing og uppihald eru í ein- um, so hava charter-ferð- irnar hildið eitt rímiligt lágt prísstøði, men tað kostar framvegis heitl fitt, um familjan skal eina ella tvær vikur til Mallorca at liggja undir pálmum og nýta sól- ina. Sesongin longd Eisini hugurin at ferðast til Føroya tykist at vera vaks- andi. Per Hansen á Ferða- ráð Føroya sigur, at teir hava merkt ein vøkstur í tal av vitjandi. Per sigur, at tað hevur eydnast at longt eitt sindur um sesongina, soleiðis at munandi fleiri vitjandi hava verið á gátt hjá teimum í apríl og mei mánað. Enn fyriliggja einki tøl fyri, hvussu nógv fólk hava verið summar tey ymsu støðini, men á Ferðaráðn- um fáa tey lagt til merkis, hvussu nógv fólkini eru, sum venda sær til teirra. – Tað sær hampuligt út í ár. Eitt nú hava vit lagt til merkis ein stóran vøkstur í tølum av vitjandi í apríl og juli. Tað hevur eydnast, at longt sesongina eitt sindur, sigur Per Hansen, sum nevnir Norrønu sum eina av høvuðsorsøkunum til, at fleiri fólk koma til landið tíðliga um várið. Hóast sesongin er longd, so vísir Per á, at tað fram- vegis eru juni, juli og aug- ust, sum eru nógv tær bestu mánaðirnir hjá ferðavinn- uni í Føroyum. Hann sigur, at teir hava lagt til merkis, at tað í vár og í heyst eru komin fleiri fólk til landið við egnum bilum – í mun til mest skúlaflokkar og líknandi árini fyri. Ferðaráðið flutti í 2001 av Kongabrúnni oman í Vágsbotni, og hetta hava teir eisini lagt merkis. – Vit løgdu til merkis, at vitjanirnar minkaðu mun- andi, tá vit fluttu, men nú er tað farið at líkjast teimum gomlu tølunum aftur. Í juli mánað vóru enntá fleiri á gátt hjá okkum, enn tað vóru í 2000. Minni í juli Johannes Jensen er stjóri á Hotel Føroyum, sum er tað størsta hotellið í Føroyum. Hann letur sum heild eisini væl at summarinum. Johannes Jensen metir summarið vera nakað tað sama í mun til í fjør. – Besti mánaðurin hjá hotellunum er juni, og august er næstbesti mánað- urin. Hetta merkir so, at vit ikki hava fult hús í juli, og soleiðis hevur tað verið leingi, sigur Johannes Jensen. Eisini Hotel Føroyar hev- ur lagt til merkis, at sesongin er longd nakað í ár. Hotellið merkti nevni- liga ein vøkstur í apríl mán- aði. – Vit merkja, at sesongin er longd nakrar dagar um árið seinastu árini, sigur Johannes Jensen. Hotel Føroyar hevur 216 songarpláss, og í summar hava tað mest verið skand- inavar, ið hava gist á hotell- inum. Eisini týskarar eru óførir at vitja. Minni virksemi Um Vága floghavn ferðast minni fólk enn í fjør. Hetta skyldast teirri vantandi oljuvinnuni, sum gjørdi stóran mun í fjør, men hev- ur als ikki verið til í ár. Alt summar hevur talið av ferðafólki um flogvøllin verið minkandi, men flog- feløgini lata tó væl at. Vága floghavn greiðir í tíðindaskrivi frá um flog- ferðsluna í juli: Eftir at ferðafólkatalið um Vága Floghavn vaks við 12,1% í juli 2000 og aftur við 12,0% í juli 2001 er afturgongdin í juli í ár 7,5%. Í juli mánaða ferðað- ust 23.872 fólk um flog- havnina móti 25.804 sama mánaða í fjør. Afturgongd- in hevur verið á øllum far- leiðunum uttan á Noregs- leiðini, ið hevði ein vøkstur uppá 17,6%. Størsta aftur- gongdin hevur verið á leið- unum til og frá Stórabret- landi. Hetta kann best lýs- ast við, at tað í fjør var munandi av frálandavirk- semi í floghavnini, meðan onki virksemi av hesum slag er í ár. Fyrstu 7 mánaðarnar í ár hava 90.472 fólk ferðast um floghavnina. hetta er 2,8% færri enn sama tíðar- skeið í fjør. Operatiónirnar, tvs. frá- ferðir og komur, hava somuleiðis verið væl færri í juli í ár, tá 601 fráferðir og komur vóru, móti 812 sama mánaða í fjør. Posturin er vaksin við 13,3% til 41,9 tons og farmurin loftvegis við 2,6% til 27,7 tons. Vanliga økist post- og farmamongdin, tá ferðafólkatalið minkar. Ferðahugurin bara veksur Summar og sól í Føroyum er ikki nóg mikið fyri øll, men ríkiligt fyri nøkur. Í øllum førum leita fleiri føroyingar enn nakrantíð til syðra endan av Evropa í tráðanini eftir sól og summar Mynd: Finnur Justinussen. C M Y K 11 10