týsdagur 6. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 147 - 6. august 2002
Nr. 147 - 6. august 2002
13
Føroyskt eins og út-
lendskt. Klassiskt eins
og nútíðar. Setanin av
Listastevnuni 2002
varð merkt av fleiri
pørtum av
mentanini, sum vit
fara at síggja meira til
næstu vikurnar. Eitt
frálíka væl skipað
tiltak
SETAN
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Finnur Justinussen
Nógv hevur verið bæði tos-
að og sagt um hesa góðu
Listastevnu. Leygardagin
fór tann næsta av sínum
slag av bakkastokki. Hesa-
ferð varð stevnan sett ein
leygardag, og skipað var
fyri einari hátíðarligari løtu
í Norðurlandahúsinum.
Hóast tey flestu mestur
vóru innboðin, so var eisini
pláss fyri teimum, ið keypa
atgongumerki.
Skulu vit til at tosa gott
ella minni gott, sum siður
er, so skal fyriskipanin og
pallsetingin fáa rós herfrá.
Setanin riggaði veruliga
væl, og uttan óneyðugt
uttanumtos fleyt setanini
ógvuliga væl.
Serliga
mótasýningin
vakti ans(lesið eisini meira
um hetta aðrastaðni í blað-
num). Eisini nýskrivaða
verkið eftir Trónd Bogason
var forkunnugt, men tú
kundi ikki lata vera við at
hugsa,
at
ein
frunframførsla av hesum
slag kundi fingið betri
sømdir.
Samansjóða
listagreinir
– Við tilnevninum »Før-
oya« vilja vit vísa á, at
stevnan er fyri allar føroy-
ingar, høgan og lágan, ung-
an og gamlan. Og eisini
fyri hin vitjandi, ið hevur
kosið sær hetta land sum
heimstað hesar komandi 16
dagarnar.
Hugsjónin aftanfyri hetta
tiltak, Listastevnu Føroya,
er herheima at samansjóða
listagreinarnar og at geva
fólki møguleikar fyri upp-
livingum, sum annars helst
ikki høvdu verið gjørligar.
Vit vilja draga heimslist-
ina higar og samstundis
vísa umheiminum, nakað
av tí besta vit eiga. Á henda
hátt møtast vit á einum
mentunarligum palli, sum
VIT seta karmin um, hesar
komandi 16 dagarnar.
Soleiðis segði Birgir
Kruse, formaður í Lista-
stevnustýrinum, tá hann
bar fram eina heilsan.
Fyri øll
Eins og Birgir Kruse, um-
boðar Heðin Mortensen
eisini Tórshavnar Komm-
unu í sambandi við fyri-
skipanina av Listastevnuni.
Hann er varaformaður fyri
umboðsráðið.
Tá
Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Havn, er burturstaddur, so
var tað Heðin Mortensen,
varaborgarstjóri, ið umboð-
aði býráðið.
-»Eg kvøði, sum kvøðið
er fyri mær«, søgdu tey
gomlu. Tað merkir, at
ættarlið eftir ættarlið neyvt
andurgav tað, teimum varð
sagt.
Í »Færøernes Oldtidshis-
torie« sigur okkara stóri
søgufrøðingur Niels Wint-
her nakað um, hvussu
ófatiligt
tað
er,
at
føroyingar hava varðveitt
rímurnar,
tættirnar
og
kvæðini við einum slíkum
trúskapi, og við slíkari
virðing fyri keldunum, at
teir av røttum kundu siga,
at »teir kvóðu, sum fyri
teimum var kvøðið!«
Ein kann kanska siga, at
her fór fram eitt stórt
savnsarbeiði, sum ikki bara
føroyingar kunnu njóta væl
av, tí hesin arvur bjargaði
okkum okkara tungumál,
men eisini, at hetta er í dag
eitt próvfast savnsarbeiði,
sum onnur eisini njóta væl
av. Bæði innan sjónleik og
dans finna vit stevið og
endurljóðini aftur, her á
Listastevnuni ljóða tey líka
úr New York, segði hann
m.a.
– Og lat meg áðrenn eg
seti stevnuna gera púra
klárt, at tað frøir meg per-
sónliga almikið, at henda
stevnan er fyri øll. Her eru
stutt sagt eingi úrvald evni
ella úrvaldar listarligar
»sjangrur«, sum bert um-
boða og bert hava áhuga
fyri eitt fátal. Hetta er góð
felags fólkamentan, sum eg
persónliga gleði meg til at
uppliva, segði Heðin Mort-
ensen at enda.
Sangur
Umframt báðar røðurnar
frá Heðin Mortensen og
Birgir Kruse, so var eisini –
sum nevnt – sangur á
skránni. Ernst Sondum
Dalsgarð sang nýskrivaða
tónaverkið Bara at vera
eftir Trónd Bogason og
Niels Una Dam. Eisini Elsa
Waage sang nøkur brot
eftir Wagner.
Laura Joensen segði eis-
ini nøkur orð um norður-
lendsku sjónleikaradagar-
nar. Dagarnir verða hildnir
í døgunum 7. til 11. august
í Føroyum, og fara teir eis-
ini at seta sín dám á lista-
stevnuna.
Listastevnan sett:
Úr øllum ættum
Vinnarin av leikritakapp-
ingini, ið varð útskrivað í
sambandi við Listastevn-
una og í samstarvi við Út-
varp
Føroya,
gjørdist
Marjun Kjelnes úr Havn.
Hóast hon er ein rætti-
liga nýggjur kapitul í før-
oyskum rithøvundasaman-
hangi, so hevur hon megn-
að at gjørt vart við seg
sjálva seinasta hálvtannað
árið við at vinna eina
stuttsøgukapping og gerast
nummar tvey í einari. Og
nú hevur hon eisini vunnið
leikritakappingina.
Leikurin hjá henni kall-
ast fyri Trongd, og varð
leikurin sendur í Útvarpi
Føroya leygarkvøldið kl.
19 við føroyskum leikar-
um, har Marjun eisini sjálv
luttók.
Við heiðurinum fylgja
eisini 50.000 kr.
Lesið meira um Marjun
og virðislønina í Sosiali-
num í morgin.
Marjun vann
»Marjun«: Marjun Kjelnes vann leikritakappingina og tær 50.000 kr., ið fylgja við, fyri leik sín Trongd.
Mynd: Finnur Justinussen.
C
M
Y
K
13
12