Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. august 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2002 15 At bæði oddaliðini kiksaðu hevur við sær, at í hvussu so er fimm feløg eru við í stríðnum um gullkrónurnar SAMANUM 11. UMFAR Jóannes Hansen Tað skal rímuligt ansast eftir, at tað ikki verður tikið ov rívan til. Men tað er neyvan langt við síðuna av at siga, at tað sjáldan ella kanska ongantíð áður er komið fyri, at kappingin um oddaplássið og harvið meistaraskapin í fótbólti hevur verið størri, og at so nógv feløg hava bjóðað seg fram, sum tað er lagt upp til, nú ein stórur triðingur restar av hesum kappingar- árinum. HB og GÍ viðhaldsfólkini skriva neyvan undir uppá, at úrslitini hesa ferð lagaðu seg væl. Men støðutalvan vísir, at tapini hjá oddalið- unum undan 11. umfarin- um hava við sær, at fimm feløg eru við í kappingini um meistaraskapin. Teir í B36 hava neyvan slept øll- um vónunum um, at tað skal eydnast teimum at endurvinna FM heitið, og um vit rokna meistararnar frá í fjør uppí, so eru tað seks feløg, sum hava møgu- leikan, nú tað resta sjey umfør. HB hevur verið oddalið eftir øll ellivu umførini, og teir eru framvegis tvey stig undan kappingneytunum. HB spældi sær avgjørt ikki allar meistaramøguleikarn- ar av hondum í dramanum í Klaksvík, men gongdin nógvu tey seinastu umfør- ini hevur bent á, at tað kann verða so skjótt, at odda- sessurin gleppur havnar- monnunum av hondum. Oddaliðið hevur tapt tvær ferðir upp í slag á útivølli, og skráin hjá teimum er sera torfør: B36 í Gunda- dali, GÍ í Gøtu og tá VB hevur verið í Gundadali, skal HB í fimtanda umfar- inum spæla í Runavík. Hesir dystirnir verða royndin hjá HB. Í trimum teimum síðstu umførunum eiga teir – á pappírinum í hvussu so er – lættastu skránna hjá teimum, sum nú eru við í FM kappingini. Eysturoyggin væl við GÍ spilti sær møguleikan burtur at vinna oddasessin, men gøtumen, sum skulu á Skála, áðrenn teir fara at taka ímóti HB, skulu sjálv- sagt ikki avskrivast. Steypavinnararnir úr NSÍ fóru eftir sannførandi avrik úr Serpigerði við øllum. NSÍ er á næstfremsta pláss- inum. Síðani 1980 hevur GÍ verið í 1. deild. Síðani tá er tað ongantíð komið fyri, at NSÍ í einum og sama ári hevur fingið øll stigini frá grannunum innan Gøtueið. Men tað hava teir fingið hesa ferð. Tað er longu staðfest, at árið í ár er ikki, sum tað plagar at vera hjá NSÍ, og sigurin í Gøtu var enn ein undirstriking av, at tað skal roknast við møguleikanum, at NSÍ kann vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð. Steypasigurin hevur givið sjálvsálitinum eina tonn rætta vegin. Sigurin í Gøtu skumpar ivaleyst uppaftur meiri undir, og tað eiga at vera vónir fyri góðari úrtøku næstu ferðirnar. Jógvan Martin Olsen og hansara menn undirstrika sjálvsagt, at allir dystir eru torførir, at bólturin er rund- ur og alt tað, sum skal sig- ast. Men veruleikin, at NSÍ tríggjar tær næstu ferðirnar skal spæla ímóti VB og EB/Streymi á heimavølli og Skála á útivølli, leggur upp til, at steypavinnararnir kunnu verða í tí støðuni, at tað verða teir, sum skulu verja oddasessin, tá HB í fjórði síðsta umfarinum skal til Runavíkar. Umframt í HB og GÍ so iðra teir seg sjálvsagt í B68. At teir ikki megnaðu at fáa fult á heimavølli ímóti TB kann ikki roknast at vera annað enn ein skandala. Í staðin fyri at liggja á næst- fremsta plássinum og undir liðini á grannunum í NSÍ, er B68 á fimta plássi. Av- rikið var so lítið sannfør- andi, at tað komandi sunnu- dag skulu aðrir bollar á suppuna, um dysturin á Eiði skal vinnast. TB, sum megnaði málleysan javnleik á Svangaskarði, legði mikukvøldið í síðstu viku rygg til 4–0 tap á Eiði. KÍ í kjalarvørrinum Avrikið sunnudagin var leikliga ikki so sannførandi hjá KÍ, sum ikki kom fyri seg fyrrenn eftir dupult útskiftingina í 2. hálvleiki. Men viljin og treystleikin bóru langt, og fyrsti sigurin á heimavølli á arvafíggind- anum í sjey ár eigur at birta undir sjálvsálitið og viljan. Tað hevur aftur og aftur verið nevnt, at KÍ hevur tor- ført við at vinna á liðunum, sum ikki hava fingið so nógv stig. Komandi sunnu- dag skulu klaksvíkingar suður á Sevmýri. Sunnu- dagin fingu teir so at siga ein eyka møguleika at blanda seg upp í gullstríðið. Tí er eingin ivi um, at teir sunnudagin fara at verða meiri uppsettir og ágrýtnir, enn teir hava verið eitt nú ímóti Skála og VB. Klaksvíkingar hava ofta verið sagdir at hava verið serliga boysnir á heima- vølli. Hagtølini fyri tað, sum er farið av hesum árin- um, stuðla ikki eintýðugt undir hesum. Men tað eigur at koma væl við – í hvussu so er hjá skattmeistaranum í felagnum – at fleiri stórir heimadystir eru á skránni. KÍ eigur B68, GÍ og NSÍ í Klaksvík. Úrslitini síðsta sunnudag høvdu við sær, at møguleikin øktist fyri rættuliga avgerandi upp- gerð, tá NSÍ í 18. og síðsta umfarinum, sum verður á skránni leygardagin 5. oktober, skal spæla í Klaks- vík. Tá B36 komandi sunnu- dag fer at spæla ímóti HB, verður talan um síðsta møguleikan at sleppa sær upp í kappingina um heið- ursmerkini. VB sigurin á EB/Streymi hevði við sær, at vágbingar eru slopnir heilt undan áttanda pláss- inum, og tað er lagt upp til, at teir fara at fáa væl fleiri stig. Teir eru góðir á heima- vølli, har teir skulu spæla ímóti Skála, TB og KÍ. Botnurin er tann sami Skála tapti stórt, og EB/Streymur tapti í Vági, har teir høvdu vónað at fingið stig. Stóra sensatión- in var, at tað eydnaðist tvørámonnum at sleppa av Svangaskarði við einum stigi. Avrikið á Mølini á Eiði mikukvøldið bendi lítið á, at tað skuldi laga seg soleiðis. Sjálvandi var stigið hjá tvørámonnum kærkomið. Men í fyrstu atløgu broytir tað ikki so nógv um støð- una. Nú er TB trý stig undan Skála. Fyrri dysturin teirra millum var á Tvør- oyri, og har var úrslitið 2–2. Um tað stendur á jøvnum millum tvey lið, so er inn- anhýsis uppgerðin avger- andi, áðrenn farið verður til málmunin. Tí er tað fram- vegis soleiðis, at týdningar- miklasta telvingin um at sleppa undan aftasta pláss- inum og harvið beinleiðis niðurflyting verður, tá TB í næstsíðsta umfarinum skal spæla á Skála. Toppurin er breiðari enn nakrantíð 15 Nr. 147 • týsdagur • 6. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Nýggja spælskipanin verður roynd í fýra dagar uppundir fyrsta dystin hjá nýggja venjaranum, sum verður ímóti Liktinstein mikudagin 21. august LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Hvørjir spælarar skulu mynda landsliðið, tá Likt- instein verður mótstøðulið- ið mikudagin 21. august klokkan 18, verður kunn- gjørt eftir næsta vikuskifti, tá tólvta umfarið í lands- kappingini er spælt. Annað vikuskifti verður ikki spælt í landskapping- ini. Tá skulu Henrik Lar- sen, Jógvan Martin Olsen og spælararnir, sum teir fara at senda boð eftir, í stutta venjingarlegu. – Ætlanin er, at spælar- arnir skulu møta leygar- dagin 17. august, og so verður vant miðvíst fram til 21. august, tá dysturin verður spældur. Tá vit vóru á venjingarlegu á Kypros fyrr í ár royndu vit 4–4–2 spælskipanina. Ta ferðina riggaði tað bara væl, og avrikini og úrslitini ímóti Liktinstein og Póllandi vóru góð, tá havt verður í huga, hvussu tíðliga á árinum hetta var. Nýggi venjarin ætlar at halda seg til fløtu verjuna við fýra monnum. Hetta saman við tí at Henrik Larsen skal hava møguleika at læra spælararnar at kenna ger, at tað er neyðugt at savnast í fleiri dagar, enn tað plagar at vera vanligt. Tað verður neyðugt at spæla rættuligar venjingardystir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum framvegis er hjálparvenjari hjá landsliðnum. Venjingarnar verða á Tórsvølli, og vit hava skilt, at spælararnir skulu halda til á Hotel Føroyum. Jógvan Martin Olsen sigur, at tað enn ikki er heilt greitt, hvussu nógvum spælarum boð verða send eftir. Minsta talið verður átjan, men tað kann hugs- ast, at uppaftur fleiri spæl- arar fara at fáa boð, og at síðsta sáldið ikki verður gjørt fyrrenn dagin fyri dystin. Fyri venjingina hevði tað komið væl við, um 22 spælarar vóru tøkir. Um bara átjan spælarar fara at fáa boð kann tað hugsast, at heitt fer at verða á onkrar aðrar at vera við í venjing- ardystum. Jákup Mikkelsen er framvegis á beinkinum í Molde, men tað tykist greitt, at hann verður mál- verji saman við Jens Martini Knudsen. Burtur- sæð frá Toda Jónsson hevur eingin spælari givið avboð til landsliðið, men Jens Kristian Hansen, sum hev- ur verið fastur fúsur síðani 1994, er framvegis skaddur. Millum uppløgdu lands- liðsnøvnini eru veteranarn- ir Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Øssur Han- sen, Hans Fróði Hansen, John Petersen og Julian Johnsson. Og millum yngru menninar eru nakrir sjálvskrivaðir: Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Hjal- grím Elttør, Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen. Aðrir spælarar, sum avgjørt mugu metast at vera í inni í myndini, eru Súni Olsen, Sámal Joensen, Heðin á Lakjuni, Rógvi Jacobsen og Helgi L. Petersen – um hann er áhugaður at vera á lands- liðnum. Olympiaduliðið er úttikið, og líkt er til at tað er tað sterkasta liðið sum nakrantíð fer at umboða Før- oyar á talvolympiadu. Kappingin verður leikt um mánaðar- skiftið oktober/- november í Slovenia TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Vónirnar eru góðar, stað- festur forsetin í Talvsam- bandi Føroya, Rani Nolsøe. – Í ár verður miðað enn longur enn undanfarnar Olympiadur, og tað hava vit eisini allar orsøkir at trúgva á, sigur Rani, sum allar- helst sjálvur verður liðleið- ari á ferðini. OL liðið 2002: 1. John Arni Nilssen 2. Flóvin Tór Næs 3. Heini Olsen 4. IM John Rødgaard 5. Eyðun Nolsøe 6. Hans Kristian Simonsen Hetta eru góð nøvn, og vert at leggja til merkis er at Hans Kristian Simonsen er úttikin, sjálvt um ratingtal hansara ikki røkkur einum landsliðsplássi. Hann er besti unglingur í løtuni, og er samstundis eisini føroya- meistari. Tískil er hann út- tikin. Ólavur Simonsen, sum annars er fimthægstrataður í Føroyum, hevur boðað frá, at hann ikki kann lut- taka í ár. Eyðun Nolsøe hevur tí fingið hansara pláss. Eitt ivamál Bert eitt ivamál er í úttøk- uni, og tað er um Flóvin Tór Næs verður við ella ikki. Men innan eina viku verður hetta greitt, tí tá skal liðið á pappírinum sendast til fyrireikarnar, og Flóvin fer sjálvsagt at geva endal- igt svar innan tá. Enn eru nakrir mánaðir eftir til OL-startskotið, men nú kunna úttiknu telvararn- ir í øllum førum leggja lag á og byrja fyrireikingarnar, soleiðis at teir allir verða í góðum formi tá álvara kemur í leikin. Vit fara komandi vikurnar at fylgja við fyrireikingargongdini. Talvið hesa vikuna Í Politiken Cup herfyri gjørdist greitt at John Arni Nilssen vann sær ein IM norm, og harvið sín fyrsta. Her er talvið, sum loksins ognaði honum normin. Nilssen,J (2363) - Matamoros Franco,C (2473) Politiken Cup Copenhagen (9), 24.07.2002 1.d4 Rif6 2.c4 c5 3.d5 b5 4.cxb5 a6 5.b6 [5.bxa6 Bxa6 gevur svørtum gott mótspæl fyri finnu] 5...d6 6.Ric3 g6 7.e4 Bg7 8.Rif3 Ribd7 9.a4 Fxb6 10.a5 Fa7 11.h3 0-0 12.Bc4 Rb8 13.Fe2 Rie8 14.0-0 Ric7 15.Bf4 Rib5? (vísur seg seinni at vera gott fyri hvítan, men helst hevur svartur kent seg kroystan) 16.Rixb5 axb5 17.Bxb5 Rxb5 18.Fxb5 Ba6 19.Fa4 Bxf1 20.Rxf1 Rb8 21.Rb1 Rxb2 22.Rxb2 Bxb2 23.Fb5 (John Arni hevur betri endatalv vegna a- frífinnuni) 23...Bc3 24.Bd2 Bxd2 25.Rixd2 f6 26.Ric4 Kf7 27.f4 (svartur kann einki annað gera enn at bíða) 27...g5 28.fxg5 fxg5 (ein mergjaður gjøgnum- brotsleikur, sum viknar enn meir um svørtu støðuna) 29...dxe5 30.Fc6 e4 31.Fe6+ Kf8 32.a6 Fc7 33.Fxe4 Rif6 34.Ff5 Fd8 35.Fe5 Fa8 36.d6 Fxa6 37.dxe7+ 1-0 Landsliðið skal í venjingarlegu Eitt sterkt OL - lið Hjagrím Eltør leikti væl í Klaksvík sunndagin, og er avgjørt ímillum teir sjálvskrivaðu á landsliðnum til dystin ímóti Liktinstein seinni í mánaðinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14