týsdagur 6. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2002
17
Kurt kongur í Klaksvík
Framúr sigursmálið
hjá innskifta venjara-
num var krúnan á
drama, sum í ferð og
intensiteti var meiri,
enn tað vanliga sæst
her á leiðum
KÍ–HB
Jóannes Hansen
Kong Kurt kallaðu teir í
Sogndal Kurt Mørkøre, tá
hann fyri tveimum árum
síðani skoraði eina rúgvu
av málum, sum í síðsta
enda høvdu við sær, at liðið
flutti upp í bestu deildina.
Klaksvíkingar hava tikið
heitið hjá toppskoraranum
til sín, og sunnudagin vísti
hann, at hann er verdugur at
bera heitið.
Um tað ikki gongur, so
gongur tað alíkavæl, tá
tríggir nýggir menn verða
settir inn á vøllin. Hetta
segði FCK venjarin, Hans
Backe, sunnudagin, tá inn-
skiftu menninir høvdu syrgt
fyri, at FCK í yvirtíðini
skoraði og harvið vann øll
stigini.
Gongdin hjá KÍ sunnu-
dagin var soleiðis, at Kurt
Mørkøre væl kundi gjørt
orðini hjá meiri kenda
starvsfelagnum, sum stýrir
liðnum hjá vinmanninum
Toda Jónsson, til síni. Men
tað ger Kurt Mørkøre neyv-
an, tí hann er ov royndur at
seta seg sjálvan soleiðis í
miðdepilin.
Men tað er ein veruleiki,
at KÍ fekk ikki skil á spælið
og harvið ta tyngdina og
hugflogið í álopsspælið,
sum skal til fyri at fella eitt
so gott lið sum HB, fyrrenn
eftir
dupultútskiftingina
miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Tá kom Kurt Mørkøre
inn í álopið fyri stóra
Bjarne
Vattelstad,
sum
hevði havt stórar trupul-
leikar í royndini at sannføra
um, at hann er natúrligur
avloysari hjá Kurt Mørkøre,
og tá kom Harley Berthold-
sen inn á miðvallarplássið í
høgru, har Allan Mørkøre
hevði havt sera ilt við at
liva upp til tað, sum hann
áður hevur staðið fyri. Har-
ley Bertholdsen var undan
summarsteðginum ein av
mest støðugu klaksvíking-
unum, og teir stóru tjúgu
minuttirnir, hann var á
vøllinum sunnudagin, stað-
festu, at hann eigur pláss
millum teir fyrstu ellivu.
Meiri enn viljin
KÍ hevði alla tíðina havt
viljan at vera við og vinna.
Men sannleikin er, at
heimaliðið hevði fyrsta
tíman í fínu fótbóltslíkind-
unum sera ilt við at fáa tað
at hanga saman. Hjalgrím
Elttør var framúr sum arb-
eiðsmaður, og hann royndi
at fáa samanspæl í lag. Men
fyri tað mesta var tað so-
leiðis, at KÍ søplaði bóltin
burtur beinanvegin, tá teir
høvdu vunnið hann, og tí
var tað leingi soleiðis, at
teir runnu aftaná mótstøðu-
monnunum, vunnu nær-
dystirnar, mistu bóltin aftur
og gjørdu fleiri fríspørk,
sum við hvørt bóru vanda-
miklar støður við sær uttan-
fyri KÍ brotsteigin.
Eftir
útskiftingarnar
glapp rættuliga. KÍ vísti
meiri hugflog, tað kom
meiri breidd í, tyngdin í
álopspartinum
gjørdist
størri, og hóast málini til
2–1 og 3–2 ikki stóðust av
poleraðum og hugflogsrík-
um uppspæli, so var einki
at siga til, at KÍ fyri fyrstu
ferð síðani 1995 fór av
heimavøllinum eftir at hava
vunnið á HB. At teir fóru av
vøllinum er í so nógv sagt.
Klaksvíkingar
fegnaðust
sum um teir høvdu vunnið
meistaraskapin,
og
tað
gekk rúm tíð, áðrenn spæl-
ararnir fóru undir tak.
2–1 málið skoraði Harley
Bertholdsen úr heilt stuttari
fjarstøðu. Ove Nysted var
hægstur, tá horna varð sent
innfyri úr høgru, og eftir
eitt lítið sindur av aftur og
fram smekkaði veteranurin
upp í nettakið.
Klaksvíkingar vóru ovur-
fegnir, men tá tveir minuttir
vóru eftir, gekk tað, sum
tað so mangan áður hevur
gjørt. HB javnaði til 2–2.
Jóhannis
Joensen
var
hægstur við handara stólp-
an og stútaði frísparksinn-
legg úr vinstru í málið.
Snópisligt hjá KÍ, men alt
fór uppfrá, tá tríggir av
teimum fýra minuttunum,
sum vóru lagdir afturat,
vóru farnir. Langur høgur
bóltur varð lagdur fram í
høgru, innskifti Erling Fles
snittaði víðari við høvdi-
num, Heðin á Lakjuni
tamdi til Kurt Mørkøre,
sum snaraði um seg sjálvan
og úr seytjan metrum og
eitt sindur til høgru høgdi
til og bólturin sat dygst
undir samankomingini í
handara síðunetinum.
Enn eina ferð hevði Kurt
kongur í Klaksvík vunnið
HB neisir, og hugsanirnar
fóru eitt nú aftur til dystin í
Gundadali í 1999, tá Kurt á
veg til Noregs segði farvæl
til KÍ við at skora sigurs-
málið ímóti HB og harvið
av álvara at rætta kósina
ímóti meistaraskapinum.
Verjukendir
HB spælararnir stóðu sum
slignir á nevið, og tað var
væl skiljandi. Svarið fer al-
tíð at hanga í luftini, men
spurningurin er, um HB
ikki var við at taka lívið av
sær sjálvum, tí teir vóru so
verjukendir. Útgangsstøðan
var 4–4–2 við Andrew av
Fløtum á toppinum og
Rógva Jacobsen aftanfyri.
Serliga í 1. hálvleiki var
HB spælið væl betri skipað,
enn tað var hjá KÍ. Trupul-
leikin hjá havnarmonnun-
um var, at teir megnaðu so
at siga ikki at spæla seg til
málmøguleikar. KÍ mið-
vøllurin og verjuspælarar-
nir vóru sera grammir at
kringseta
bóltførandi
mannin, og møguleikarnir
at senda fram á vøllin vóru
avmarkaðir. Andrew av
Fløtum var alt ov einsa-
mallur, hann noyddist ofta
langt aftur á vøllin fyri at
vera við til at føra bóltin
fram, og so vóru Ove Ny-
sted og Símun Joensen eir-
indarleysir í miðverjuni.
Tíðliga á árinum hevði
HB tríggjar trumfar í álopi-
num. Nú er Uni Arge burt-
ur, og hesa ferð hevði venj-
arin valt at halda Jón Róa
Jacobsen í miðverjuni, tí
Jan C. Dam og Hans á Lag
vóru skadddir. Jón Rói er
eisini hollur verjuspælari,
men afturlítandi hevði tað
ivaleyst verið gagnligari
fyri HB, um onkur annar
hevði røkt ta uppgávuna, og
Jón Rói Jacobsen hevði
stuðlað Andrew av Fløtum í
álopinum.
Fáir møguleikar
Í fyrra umfarinum vóru fáir
málmøguleikar. Hóast HB
var leikliga betri skipað og
hevði bóltin nógv tann
størra partin av tíðini, so
var KÍ meiri ágangandi
frammanfyri málinum, og
teir komu eisini á odda.
Eftir innlegg frá Atla
Danielsen í høgru, sneiddi
Hjalgrím Elttør framvið
tveimum, men møguleikin
tóktist hvørva. Bólturin
stakk til Allan Mørkøre,
sum potaði til Heðin á
Lakjuni. Úr átjan metrum
smekkaði Heðin til, og tað
sang í nettakinum aftanfyri
Bárð Johannesen.
HB svaraði aftur við
brotssparksmálið. Í ikki
serliga vandamiklari støðu
metti dómarin, at Rógvi
Jacobsen varð skumpaður í
ryggin, og Andrew av Fløt-
um trillaði bóltin í málið úr
ellivu metrum.
Men í síðsta enda vóru
klaksvíkingar
drúgvari.
Stríðsviljin lýsti av teimum.
Andrew av Fløtum fekk
eina ferð í 2. hálvleiki bólt-
in stungnan fram ímillum.
Hjalgrím
Elttør
spenti
aftaná honum og megnaði
at taka bóltin av honum.
Tað vísti vinnaraviljan, og í
hinum endanum høvdu
klaksvíkingar síðsta partin
av tíðini Harley Berthold-
sen og Kurt Mørkøre. Ikki
minst tað gjørdi munin.
KÍ: Meinhardt Joensen –
Atli Danielsen, Ove Ny-
sted, Símun Joensen, Rúni
Elttør – Allan Mørkøre, Jan
Joensen, Allan Joensen,
Hjalgrím Elttør – Bjarne
Vattelstad, Heðin á Lakjuni
HB: Bárður Johannesen –
Tór–Ingar Akselsen, Jó-
hannis Joensen, Jón Rói
Jacobsen, Janus M. Joen-
sen – Bjarni Jørgensen,
Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru,
Hallur Danielsen – Rógvi
Jacobsen, Andrew av Fløt-
um.
Kongurin í Klaksvík hevur
júst ognað KÍ øll trý stigini
ímóti HB.
Mynd Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 147 - 6. august 2002
Tað var ein dystur
millum sjeynda og
áttanda pláss, tá VB
og EB/Streymur
brustu saman suðuri
á Eiðinum. VB vann
dystin sannførandi,
og hava teir enn
samband við ovaru
helvt. Hóast góð úrslit
seinastu tíðina telist
EB/Streymur enn
millum botnliðini
VB-EB/STREYMUR
Heini í Skorini
Eftir dystin á Eiðinum
sunnudagin er stigatalvan í
1. deild býtt sundur í tvey, tí
VB við sigri megnaði at
leggja sjógv millum seg og
botnin í føroysku 1. deild.
Fimm stig eru nú millum
VB
á
sjeynda
og
EB/Streym á áttanda plássi,
og í Vági draga tey óivað
andan lættari eftir sann-
førandi 3-0 sigurin á sunda-
lagsmonnum.
VB avgjørdi í fyrra
hálvleiki
VB fekk fyrsta málið eftir
eitt korter, og var tað eitt
heldur tilvildarligt mál.
Leikandi venjarin Marek
Wiercbicki skeyt fríspark
uppá mál, men bólturin tók
í EB/Streym spælara og
snýtti Gunnar á Steig í mál-
inun, og so var 1-0 til VB.
Fáir málmøguleikar vóru
í fyrra hálvleiki, og liðini
tóktust hava trupulleikar at
spæla seg fram til vanda-
miklar støður. VB hevði tó
yvirvág í spælinum, og var
bólturin mest á hálvuni hjá
EB/Streymi.
Seint í seinna hálvleiki
bragdaði
aftur
í
hjá
vágbingum, tá nýklakti
landsliðsleikarin
Palli
Augustinussen legði VB á
odda 2-0, og eftir hetta var
greitt, at tað fór at vera
torført hjá sundalagsmonn-
um at fáa stig við sær norð-
ur um fjørðin. Eftir góðar
eitt-tvey
kombinatiónir
gjørdist Palli leysur og fekk
fulla úrtøku burturúr góða
VB álopinum.
EB/Streymur hevði onkra
royndina at minka um mun-
in móti endanum av fyrra
hálvleiki, men sum sagt
spurdist einki burturúr.
Lyklaleikarin
hjá
EB/Streymi, Ronnie Samu-
elsen, royndi seg við onkr-
um skoti, meðan Vinjard
Dam eisini hevði onkran
hálvan møguleika, men
ikki bar til. 2-0 var sostatt
hálvleiksstøðan á Eiðinum.
EB/Streymur hótti
ongantíð
Í seinna hálvleiki noyddist
EB/Streymur veruliga at
satsa og leggja trýst á VB
málið, um teir skuldu fáa
stig burturúr dystinum,
men hetta megnaðu teir
ongantíð. Hóast teir høvdu
nógv spæl og hildu væl
uppá bóltin, vóru teir
ongantíð vandamiklir, og
Bjarni Johansen í VB mál-
inum fekk ongantíð roynt
síni málmansevnir.
Í staðin var tað VB, sum
fekk triðja málið seint í
seinna hálvleiki, og um
dysturin ikki var avgjørdur
frammanundan, varð VB
sigurin nú sligin fastur við
tólv tumma seymi. VB tók
eitt skjótt fríspark, og
meðan EB/Streymur verjan
als ikki var til reiðar, kundi
Nenad Zivanovic ótarnaður
leggja VB á odda 3-0, og
somuleiðis vóru tey trý
kærkomnu VB stigini eisini
fingin til høldar.
Liðini hvør sín veg
Hóast EB/Streymur hevur
havt góð úrslit seinastu
tíðina, og hóast teir við
tíggju stigum ikki eru í
beinleiðis niðurflytingar-
vanda, eru teir enn at rokn-
að sum eitt botnlið. Undan
dystinum høvdu teir møgu-
leikan at hótta VB á
sjeynda plássi, um teir
vunnu dystin, men í staðin
er lopi nú fimm stig upp til
VB.
VB fekk harafturímóti
við sigrinum samband við
betru helvtina, og fóru lið-
ini sostatt hvør sín veg á
stigatalvuni. Hóast FM
heitið er nakað fjart hjá VB,
kunnu teir enn røkkað
Europa Cup luttøku, men
so skal gangast væl í hond
hjá Marek og hansara
monnum.
VB-EB/Streymur 3-0:
VB samband við ovaru helvt
Mynd.
Við sannførandi sigrinum á
felagsliðnum EB/Streymi á
Eiðinum sunnudagin, hava
vágbingar fingið samband
við ovaru helvt í 1.deild
C
M
Y
K
16