týsdagur 6. august 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vón fyri framman hjá vágbingum
Vágbingar fingu trý
kærkomin stig, tá teir
fríggjakvøldið vunnu
uppibornan 3-2 sigur
móti HB í 2 deild.
2.DEILD MENN
Páll Holm Johannesen
Bæði liðini vóru skerd, tá
tey brustu saman í dysti í 2.
deild fríggjakvøldið. Ring-
ast stóð til hjá HB, sum or-
sakað av skaðum og leik-
banni, mátti hála fleiri
spælarar upp í 1. deildar-
hópin. Vanligu framherjar-
nir á øðrum liði hjá HB,
Eyðun
Samuelsen
og
Gunnar Mohr, vóru ikki
við, og hevði tað við sær, at
broddurin í HB-álopinum
ikki varð tann sami
Tað sást tó ikki í byrjan-
ini av dystinum at at tað
vóru HB, ið vóru skerdir, tí
tað var heimaliðið, sum
legði betri fyri.
Longu eftir trimum min-
uttum komu havnarmenn á
odda, tá Danny Rasmussen
fekk bóltin í mál eftir inn-
legg úr høgru síðu.
Men vágbingar fullu ikki
í fátt, og stigvíst arbeiddu
teir seg inn í dystin.
Tá 20 minuttir vóru
spældir fingu teir løn fyri
stríðið, tá Birgir Jørgensen
kom at standa leysur, og
fekk sett høvdið á, so bólt-
urin fór í mál.
Tað sum eftir var av fyrra
hálvleiki gekk spælið javnt
á, men tað var VB sum átti
teir flestu og bestu møgu-
leikarnar.
Fleiri mál komu tó ikki í
fyrra hálvleiki, sum sostatt
endaði 1-1.
Birgir og Danny
aftur á blettinum
Seinni hálvleikur var ikki
meir enn 5 minuttur gamal,
so var HB aftur á odda. Aft-
ur hesuferð var tað Danny
Rasmussen, sum kom at
standa fríur eftir horna-
spark og kundi seta høvdið
á.
Men sum í fyrra hálv-
leiki, komu vágbingar fyri
seg, og longu 10 minuttir
seinni, var Birgir Jørgensen
aftur á blettinum við sínum
næsta máli. Málið kom eftir
eitt væl gjøgnumspælt álop,
har besti VB-leikarin henda
dagin, Mortan úr Hørg,
stóð aftanfyri málgevandi
avleveringina.
VB var vandamiklara lið-
ið, og tí var tað onki for-
gjørt í, at Niclas Ludvig eitt
korter fyri tíð setti eitt frí-
spark beinleiðis í mál til 3-
2 til VB.
VB fekk sostatt trý týdn-
ingarmikil stig og hevur nú
fingið samband við hini
botnliðini.
Sigurin
var
uppiborin, og kundi væl
verið størri. Fyri HB hevði
ósigurin við sær, at liðið nú
er í niðurflytingarvanda, og
er bert tvey stig frá niðasta
plássinum.
Dysturin í tølum:
HB-VB 2-3(1-1)
1-0: Danny Rasmussen
1-1: Birgir Jørgensen
2-1: Danny Rasmussen
2-2: Birgir Jørgensen
2-3: Niclas Ludvig
18
Nr. 147 - 6. august 2002
Steypavinnarar vunnu grannauppgerð
Steypavinnararnir úr
Runavík vóru og vitj-
aðu í Gøtu sunnudag-
in. GÍ lá á øðrum
plássi, og tí var lagt
upp til ein spennandi
dyst, har GÍ skuldi
royna og halda fast
um góðu plaseringina
á stigatalvuni
1.DEILD MENN
Bjartur Nolsøe
Heldur óvæntað fekk NSÍ í
síðstu løtu Ulrik Balling
við til dystin móti GÍ. Hann
byrjaði inni í staðin fyri Óla
Hansen í álopinum.
Ongin ivi er í, at Ulrik
Balling hevur sínar dygdir.
Á Ólavsøku átti hann stór-
an leiklut í sigrinum um
løgmanssteypið. Móti GÍ
átti hann ikki minni leiklut í
2-0 sigrinum. Við sínum
skjótleika og beinleiðis
spælið, var hann ferð eftir
ferð ein hóttan móti verjuni
hjá gøtumonnum. Og tað
vistu gøtumenn eisini, og tí
høvdu teir altíð 2-3 tríggjar
mans, sum meira ella minni
ansaðu honum, og tað gav
sjálvandi pláss til hinar
runavíkingarnar.
Hetta pláss gjørdu teir tó
ikki brúk av í byrjanini av
dystinum. Tí tað var GÍ
sum legði betri fyri. Gøtu-
menn høvdu bóltin meir,
men stinna verjan hjá NSÍ
helt teimum vekk frá teim-
um stóru møguleikum.
Tá okkurt um eitt korter
var farið høvdu gøtumenn
fyrstu veruligu royndina á
mál, tá Súni Olsen royndi
seg við einum góðum skoti
úti frá.
NSÍ vandamiklari
So hvørt sum fyrri hálv-
leikur leið kom NSÍ meira
við í dystin. Teir blivu
meira sinnaðir at fara fleiri
framvið, tá mótálop spurd-
ust burturúr. Og einar
tríggjar ferðir vóru teir heilt
nær við at fáa fyrsta málið.
Bæði Sonni L. Petersen
og Bergur Djurhuus brendu
góðar møguleikar, og Ulrik
Balling hevði eitt gott skot
mitt á Hallur Hansen í GÍ-
málinum.
Eftir hetta var tað sum at
GÍ kom meiri við aftur, og
Bartal Eliasen hevði eina
góða roynd við høvdinum
eftir hornaspark, men NSÍ-
verjan stóð fyri tá bólturin
hevði
kós
móti
máli-
num.Løtu seinni hevði Súni
Olsen ein heilfluktara sum
fór beint við síðuna av, eftir
at gøtumenn tóku eitt skjótt
fríspark.
Tá tað manglaðu okkurt
um tríggir minuttir av fyrra
hálvleiki, kom so fyrsta
málið í dystinum. Jens
Martin Knudsen tveitir
bóltin út til Sjúrð Jacobsen
í vinstru síðu. Sjúrður fór
framvið tveimum gøtu-
monnum, áðrenn hann við
eini neyvari avlevering
fann Ulrik Balling, sum
setti høvdið á so bólturin
fór í mál.
NSÍ fekk veruliga blóð
uppá tonnina av hesum
málinum, og beint aftaná
kundi sami Balling gjørt
tað til 2-0, tá Helgi L. Pet-
ersen sendi bóltin innfyri úr
høgru síðu.
Hálvleikstøðan var 1-0 til
NSÍ, og hóast gøtumenn
kanska høvdu havt bóltin
meira og fluttu hann væl
runt, so vóru runavíkingar
vandamiklari,
serliga
í
mongu mótálopunum sum
spurdist burturúr.
GÍ meiri spæl
Hevði GÍ havt bóltin meir í
fyrra hálvleiki, so bleiv
tann yvirvágin enn greiðari
í seinna hálvleiki. Krzystof
Popczynski kom inn í álop-
ið, og Súni Olsen bleiv
fluttur longur aftur á vøllin.
GÍ hevði nógv spæl fram
móti NSÍ-brotsteiginum,
men so vóru álopini avbrot-
in av verjuni hjá NSÍ.
Men heilt snikkaleysir
sluppu runavíkingar ikki.
Magni Jarnskor fekk ein
bólt uttarlaga í NSÍ-brots-
teiginum,
spældi
hann
tvørturum til Krzystof, men
hann rakti ikki bóltin, og í
staðin kom Súni Fríði Jo-
hannesen at standa rang-
staddur. Her burdu gøtu-
menn javnað.
Eftir hetta var langt mill-
um
málmøguleikarnar.
Runavíkingar tóktist hava
tamarhald á støðuni, og GÍ
royndi í sínum lagi at flyta
bóltin skjótt, men sjáldan
kom
nøkur
vandamikil
støða burturúr.
Reytt kort
Men bæði liðini vóru ágrýt-
in, og fóru í nærdystirnar
við fullum alvi. Og onkun-
tíð vóru taklingarnar í so
harðar, og tí vóru fleiri gul
kort á lofti í seinna hálv-
leiki.
Tá hálvur timi var farin
av seinna hálvleiki, fekk GÍ
ein góðan møguleika, tá
Súni Fríði spældi inn til
Súna Olsen sum skeyt beint
við síðuna av.
Sum dysturin fór at halla,
kastaði GÍ alt fólkið fram.
Hetta gav NSÍ enn meira
pláss til mótálop, og tað var
júst eitt slíkt ið avgjørdi
dystin tá bert fýra minuttir
vóru eftir. Kári Hansen fór
einsamallur í gjøgnum GÍ-
verjuna, og komin inn móti
málmanninum fekk hann
akkurát skotið bóltin fram-
við og inn í málið. Nú var
ongin vegur aftur hjá GÍ.
Í síðsta minutti bleiv
rættuligt rok millum leikar-
ar á báðum liðunum, og tað
endaði við, at málskjúttin
til 2-0 Kári Hansen varð
rikin av vølli.
Samanumtikið ein undir-
haldandi dystur, har GÍ
hevði bóltin mest, men NSÍ
hevði vandamiklaru mál-
møguleikarnar.
Úrslitið
merkir, at NSÍ fór framum
GÍ á øðrum plássi. Men
javnt er í oddinum, og enn
eru nógv lið um boðið til at
gerast meistarar.
Dysturin í tølum:
GÍ-NSÍ 0-2(0-1)
0-1: Ulrik Balling
0-2: Kári Hansen
Danin, Ulrik Balling, var
aftur á plettinum fyri NSÍ
sunnudagin, og runavíkingar
eru nú av álvara farnir at
gera um seg aftur í
oddastríðnum
Gert verður ikki við aftur í ár
Ulrik Balling og NSÍ
skrivaðu sunnudagin
undir sáttmála, sum
ber við sær, at danin
verður á NSÍ liðnum
tað, sum er eftir av
kappingini
NSÍ LIÐIÐ
Jóannes Hansen
Gert Langgaard verður ikki
á liðnum, nú NSÍ av álvara
fer at stríðast fyri at vinna
fyrsta meistaraskapin nakr-
antíð. Hetta gjørdist greitt
sunnukvøldið.
Gert Langgaard, sum í 2.
hálvleiki varð innskiftur,
varð skaddur í dystinum í
Gøtu sunnudagin. Tá vit
frættu, var ikki staðfest,
hvussu álvarsligur skaðin
var. Men sambært NSÍ
venjaran, Jógvan Martin
Olsen, so var Gert sjálvur
ivaleysur í, at óstbeinið var
brotið. Og miðvallarin veit,
hvat hann tosar um. Tvær
ferðir áður hevur hann hild-
ið leingi frí frá fótbólti, tí
óstbeinið hevur verið brot-
ið.
Tað plagar at verða sagt,
at tað tekur seks vikur, áðr-
enn tað ber til at fara undir
aftur venjingarnar, tá óst-
beinið er brotið. Um seks
vikur verður sekstanda um-
farið á skránni. Tað vil siga,
at tíðin verður runnin frá
Gert Langgaard, sum neyv-
an verður komin fyri seg
aftur, tá síðsta umfarið
verður spælt 5. oktober.
Gert var á vøllinum til
dysturin ímóti GÍ var liðug-
ur, men hann gjørdi lítla
nyttu síðstu løtuna. Allar
tríggjar skiftingarnar vóru
gjørdar, tá Gert varð skadd-
ur. Fysioterapeuturin hjá
NSÍ, Marjun Thomassen,
bant armin upp, og so
royndi Gert sum frægast at
vera í álopinum. Støðan var
ikki so lítið átøk henni í
dystinum ímillum Týska-
land og Ongland í HM
endaspælinum í 1970 í
Meksiko. Ta ferðina var
tað, at Franz Bäckenbaur
síðstu løtuna spældi við
hondini í fatli.
Balling verður í NSÍ
Á síðuni við góðum tíðind-
um hjá NSÍ hevur tað al-
stóran týdning, at felagið
sunnudagin skrivaði sátt-
mála við Ulrik Balling. Av-
talan ber við sær, at fyrr-
verandi
Vejle
spælarin
verður í NSÍ tað, sum er
eftir av hesum kappingar-
árinum.
Ulrik Balling vísti í
steypafinaluni ólavsøku-
dag, tá hann skoraði annað
NSÍ málið, at hann er bæði
raskur og málsøkin, og aft-
ur sunnudagin var hann á
rætta staðnum og skoraði
annað NSÍ málið í 2–0
sigrinum á GÍ.
Undan
vikuskiftinum
varð ikki eitt orð grett um,
at Ulrik Balling, sum morg-
unin eftir ólavsøkudag fór
av aftur landinum, skuldi
spæla við NSÍ í Gøtu.
Duldu tit hetta fyri okk-
um?
– Tað var ikki fyrrenn
fríggjakvøldið, at eg fekk
eitt vink um, at tað kanska
fór at verða til tað, at Ulrik
kom aftur henda vegin. Eg
havi skilt tað soleiðis, at
hann í síðstu viku vandi við
onkrum donskum feløgum,
og at hann ivaðist eitt sind-
ur. Fyri okkum kom tað
sera væl við, at hann gjørdi
av at taka av tilboðnum,
sum NSÍ gav honum, sigur
Jógvan Martin Olsen, venj-
ari hjá NSÍ.
Á NSÍ beinkinum vóru
frá fyrsta bríksli Óli Han-
sen, Gert Langgaard og Ian
Højgaard. Harumframt skal
havast í huga, at Pól Thor-
steinsson var leikbannaður.
Tí kann ikki sigast annað,
enn at NSÍ er væl fyri við
fólki. Men sambært venj-
aranum fer tað at minka eitt
sindur burturav nú:
– Kári Hansen verður
leikbannaður næsta sunnu-
dag. Bergur Djurhuus, sum
hesa ferð var millum teir
fyrstu ellivu, hevur fingið
góðan kjans og fer til skips
í nakrar vikur, og Ken Nón-
klett, sum hevur verið í 1.
liðs hópinum, fer seinni í
mánaðinum niður at lesa,
sigur Jógvan Martin Olsen.
C
M
Y
K
18
Nr. 147 - 6. august 2002
19
19