týsdagur 6. august 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 147 - 6. august 2002
Nr. 147 - 6. august 2002
21
B36-Skála 6-0 (4-0):
B36 nærkast
Eitt vælleikandi B36
lið tók sær av løttum í
Gundadali sunnudag-
in, tá botnliðið Skála
var á vitjan. Ongantíð
var nakar ivi um, at
havnarliðið fór at
vinna dystin, og nú
nærkast B36 oddi-
num
B36-SKÁLA
Heini í Skorini
Hóast B36 var stórfavoritt-
ur undan dystinum móti
Skála í Gundadali sunnu-
dagin, spøkti 1-1 javnleik-
urin millum somu liðini
fyrr í ár í bakhøvdinum á
mongum óróligum B36
viðhaldsfólkum.
Men hesaferð var søgan
øðrvísi, og B36 sat á dysti-
num frá byrjan til enda. Eft-
ir hálvleiksstøðuna 4-0
vísti máltalvan 6-0, tá dóm-
arin hevði bríkslað fyri
seinastu ferð, og tískil var
talan um ein sannførandi
sigur, sum í roynd og veru
var ein avgreiðsluspurning-
ur hjá B36.
B36 avgjørdi tíðliga
Bert fimm minuttir vóru
farnir av dystinum, tá B36
fekk fyrsta málið. Bárður
Mortansson, sum var sera
vælleikandi í høgra borði,
legði B36 á odda eftir
trunkaspæl, og hóast dyst-
urin bert var fimm minuttir
gamal, lá ein stórsigur í
luftini.
Næstu løtuna gekk báðar
vegir, og var hetta besta
periodan hjá Skála í dysti-
num. Bæði B36 og Skála
høvdu naskar royndir á
málið, og B36 verjuleikarin
Arnbjørn Danielsen noydd-
ist enntá at bjarga á strikuni
eftir eitt Skála álop. Í 22.
minutti var B36 aftur uppá
spæl, og hetta málið var
kanska mønustingurin hjá
Skála. Eftir eina góða frí-
spæling gjørdist skálamað-
urin í B36, John Petersen,
púra leysur við málverjan-
um, og uttan trupulleikar
legði hann B36 á odda 2-0.
Einvegis ferðsla
Eftir málið til 2-0 tóktist
Skála hava mist vónina, og
talan var um einvegis
ferðslu restina av hálvleiki-
num. Løtu eftir 2-0 málið
hevði John Petersen enn ein
gyltan
møguleika
eftir
fríspæling frá Bárði Mort-
ansson, men bólturin brast í
tvørtræið. Í 37. minutti økti
Jákup á Borg á offensiva
miðvøllinum til 3-0 eftir
innlegg úr høgru frá Bárði
Mortansson enn einaferð,
sum var ein áhaldandi hótt-
an allan fyrra hálveik. Sum
heild fór álopsspælið hjá
B36 nógv ígjøgnum høgru
síðu.
Fjórða málið kom bert
tríggjar minuttir eftir málið
til 3-0, og var málskjúttin
enn einaferð John Petersen.
Jákup á Borg sendi horna
úr vinstru, og John skallaði
bóltin í netmeskarnar til 4-
0, áðrenn farið var til hálv-
leiks.
Julian Johnsson
í góðum formi
Landsliðsleikarin
Julian
Johnsson, sum í fimm ár
hevur verið fulltíðar yrkis-
leikari í Noregi og Ong-
landi, spældi sín fyrsta
heimadyst í 1. deild í ár, og
vísti hann góðar taktir í
Gundadali. Beint áðrenn
hálvleik skallaði hann á
tvørtræið, og tá seinni hálv-
leikur var bert sjey minuttir
gamal, skallaði Julian bólt-
in í málið eftir frálíkt inn-
legg úr vinstru frá Magna á
Lakjuni. Hóast Julian á
pappírinum aloftast spælir
á defensiva miðvøllinum,
hevur hann sera góð evnir
at renna í djúpdina og har-
við gerast málvandamikil,
og tað vísti hann ferð eftir
ferð sunnudagin.
Eftir fimta málið dovnaði
dysturin, og ferðin var lág.
Skála kom meiri við aftur í
dystin, og spældu teir seg
eisini fram til onkrar mál-
møguleikar, men eingin
effektivitetur var at síggja í
álopinum.
Magni á Lakjuni setti
punktum á málveitsluna í
65. minutti, tá hann úr stutt-
ari fjarstøðu hevði fylgt
upp, eftir at málverjin hevði
hálvbjargað frá John Peter-
sen. Málmøguleikar vóru
báðar vegir eftir sætta mál-
ið, men ferðin og intensitet-
urin var sjálvsagt farin úr
dystinum. Fyri B36 høvdu
bæði Julian Johnsson og
John Petersen møguleikar
at økja, meðan Marius
Joensen hevði størsta mál-
møguleikan hjá Skála móti
endanum av dystinum.
Toppurin nærkast
Samanumtikið var talan um
ein avgreiðsluspurning hjá
B36, sum ikki lat mistakið
frá fyrr í ár inni á Skála
endurtakast. Nú er oddurin
ikki eins fjarur og framm-
anundan, og tá HB tapti í
Klaksvík, eru bert seks stig
upp til oddaliðið HB.
Í løtuni sær ikki gott út
hjá Skála, serliga ikki eftir
frálíka javnleikin hjá TB á
Toftum, men hóast alt eru
ikki meiri enn trý stig mill-
um bæði botnliðini, og tað
skal bert ein dystur til at fáa
javnvág í rokniskapin.
Myndin lýgur, tí Bárður Mortansson og B36 vóru greitt við yvirlutan móti Arnold Berg og Skála í Gundadali sunnudagin. Við
sigrinum nærkast B36 spakuliga toppinum í føroysku 1. deild
FS Vágar dregur frá
Í einum ikki serliga
vælleiktum dysti leyg-
ardagin, vann FS Vág-
ar tepurt á KÍ
2.DEILD MENN
Páll Holm Johannesen
Sum
landskappingin
í
2.deild hjá monnum líður
út, gert meira og meira
greitt, at tað verður felags-
liðið úr Vágoynni, ið skal
spæla í fyrstu deild kom-
andi ár. Meðan hini liðini í
deildini hava torført at
halda nakað støði, so hava
vágamenn verið støðugir
alt kappingarárið, og liggja
langt fremstir í 2. deild
Stóra leikliga yvirvág
Leygardagin høvdu vága-
menn vitjan av klaksvík-
ingum, og heldur ikki KÍ
megnaði at standa vágalið-
num kurl. FS Vágar høvdu
greiða leikliga yvirvág all-
an dystin, meðan KÍ dúgaði
uppá mótálop.
Dysturin var ikki serliga
vælleiktur, og úr Vágum
siga tey, at langt var ímill-
um málmøguleikarnir. FS
Vágar hevði toført við at
spæla seg ígjøgnum eina
vælskipaði KÍ-verju, við
jugoslavanum, Alexander
Djordjevic,
sum
stýri-
manni.
Alexander Djordjevic er
júst heimafturkomin úr
Jugoslavia, og hevur tí ikki
vant tað stóra, og hetta var
orsøkin til, at hann ikki var
á besta liðnum hjá KÍ í
vikuskiftinum.
Tað kom eisini bara eitt
mál í dystinum, og tað fekk
heimaliðið. Brasiliumaður-
in, Silva, slapp ígjøgnum í
vinstra bori, og legði bóltin
fyri føturnar á John Johan-
sen, sum við góðum skoti
kundi leggja FS Vágar
frammum 1-0.
Eftir málið dovnaði FS-
Vágar nakað, og hetta gav
klaksvíkingum nakrar mál-
møguleikar, sum kundu,
við eitt sindur av hepni,
givið
mál.
Gunnleivur
Biskupstøð var nær við eini
tvær reisur, men hann var
ikki nóg kaldur framman-
fyri FS-Vágar-málinum, og
tí spurdist onki burturúr.
Við sigrinum er FS Vágar
framvegis greitt oddalið í
næstbestu deildini, og lítið
røkist fyri, at nakar fer at
hótta teimum uppflyting-
ina. Hjá KÍ hevði ósigurin
við sær, at teir liggja nú í
miðjuni, og har er tað skjótt
báðar vegir, tí frástøðan
millum oddin og botnin í
2.deild er ikki stór.
Dysturin í tølum:
FS-Vágar-KÍ 1-0 (0-0)
1-0 John Johansen
C
M
Y
K
21
20