týsdagur 6. august 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 147 - 6. august 2002
Nr. 147 - 6. august 2002
23
Botnliðið snýtti B68
Tað var umráðandi
hjá bæði LÍF og
Sumba at fáa ein
sigur, um sambandið
við FS Vágar skuldi
varðveitast í toppi-
num í 2. deild. Og tað
vóru sumbingar sum
fóru suður um aftur
við øllum stigunum,
sum teir fingu uppá
ein góðan fyrra hálv-
leik.
2.DEILD MENN
Bjartur Nolsøe
Lítil ferð og lítið skipað
spæl var í fyrra hálvleiki
millum LÍF og Sumba
leygardagin. Serliga vóru
teir á heimaliðnum tamir,
og vístu als ikki tað ágrýtni
sum teir fyrr hava víst á
heimavølli í ár.
Sumbingar sum helst
høvdu ætlað at halda LÍF
vekk frá stórum málmøgu-
leikum í byrjanini á dysti-
num fyri síðani at leggja
dent á mótálop, sóðu bein-
anvegin sín møguleika at
verða við í dystinum. Leir-
víkingar megnaðu í fyrra
hálvleiki als ikki at leggja
trýst á Sumba, sum ein ann-
ars hevði væntað.
Sumba betri
Longu tá 10 minuttir vóru
farnir kom fyrsta og einasta
málið í dystinum. Sumba
fekk fríspark úti í vinstru
síðu, René Thomsen legði
væl innfyri, har Eirikur
Joensen var hægstur og
setti høvdið á so bólturin
fór í mál.
Eftir hetta vóru tað
sumbingar sum sótu á dyst-
inum og komu fram til teir
møguleikar
sum
vóru.
Fimm minuttir eftir málið,
royndi Trygvi Nielsen seg
við einum beinleiðis frí-
sparki, men bólturin fór
beint við síðuna LÍF- máli-
num.
Og tá hálvur tími var far-
in, var tað Hans Jacob sum
royndi seg fyri sumbingar.
Eitt fríspark kom innfyri,
og hann kom at standa púra
leysur men skallaði við síð-
una av.
Meir hendi ikki í fyrra
hálvleiki, har sumbingar
vóru betri og høvdu uppi-
borið hálvleiksleiðsluna.
Myndin broyttist
Í seinna hálvleiki broyttist
myndin. Nógv meiri ferð
var á spælinum og nú vóru
tað leirvíkingar sum trýstu.
Eisini sást at sumbingar
løgdu seg aftur at verja
leiðsluna. Hetta viðførdi
sjálvandi, at nógv spæl
gekk fyri seg á hálvuni hjá
Sumba.
Tá 10 minuttir vóru farn-
ir burdi LÍF havt javnað, tá
innlegg kom flatt innfyri úr
vinstru síðu, men sjálvt um
Sigfríður stóð leysur við
aftastu
stong,
megnaði
hann ikki at fáa bóltin inn.
Løtu seinni høvdu leir-
víkingar ein møguleika aft-
rat at javna, men Kristian í
Vági brendi inni í 5-metri-
num, eftir at Petur Sjúrðar-
berg var farin ígjøgnum í
høgru síðu.
Aftaná hetta minkaði
trýsti frá heimaliðnum, og
tað vóru sumbingar væl
nøgdir við. Teir royndu í
sínum at fáa ferðina niður.
Meginparturin av spælinum
gekk fyri seg á miðjum
vølli, og ongar veruligar
royndir vóru á nakað av
málunum.
Tá so 3 minuttir vóru eft-
ir at spæla fekk LÍF enn
einaferð ein gyltan møgu-
leika at javna. Aftur var tað
uppspæl í vinstru síðu, og
við aftastu stong kom Bárð-
ur Heinason at standa fríur,
men
onkursvegna
fekk
hann skoti bóltin uppum
málið.
Sostatt fingu sumbingar
øll 3 stigini, sjálvt um tað
onkuntíð leikaði hart á í
seinna hálvleiki. Liðini áttu
hvør sín hálvleik, men
sumbingar dugdu tað sum
lorvíkingar ikki dugdu,
nevniliga at skora uppá ein
av sínum møguleikum.
Dysturin í tølum:
LÍF-Sumba 0-1(0-1)
0-1: Eirikur Joensen
Hóast toftamenn
høvdu bóltin í fýra
fimta partum av
tíðini, so megnaðu
teir ongantíð at spæla
seg til upplagdar
málmøguleikar
B68–TB
Jóannes Hansen
Toftamenn iðra seg, og tað
er væl skiljandi. Teir vóru
stórfavorittar ímóti TB,
men á grasinum á Svanga-
skarði megnaðu teir ikki at
fáa mál, og harvið fingu
teir bara eitt stig burturúr.
Um teir høvdu fingið fulla
úrtøku, so høvdu teir verið
undir liðini á grannunum úr
NSÍ og bara tvey stig frá
oddaplássinum hjá HB.
Tvøroyri er lagið gott.
– Tá vit mikukvøldið
vóru á Eiði, var ætlanin at
vinna dystin. Vit taptu 4–0,
men tað haldi eg var
ríkiliga nógv. Ta ferðina
vóru vit óhepnir í 1. hálv-
leiki. Hesa ferð høvdu vit
umskipað liðið. Vit fóru á
Toftir eftir málleysa javn-
leikinum, og vit fingu
hann. Eg má rósa spælarun-
um fyri eitt disiplinerað og
gott avrik, er skoðsmálið,
sum Lynge Nielsen hevur
til sínar spælarar dagen der-
på.
TB venjarin hevði gjørt
radikalar broytingar. Sasha
var tøkur aftur, og tað kom
væl við, tí undir venjing
fríggjakvøldið fekk Allan
Michelsen ein vøddaskaða.
Óli Johannesen var hesa
ferð aftasti maður í verjuni,
og har brúkti hann allar sín-
ar royndir, tá hann stýrdi
verjuni. Vladimir hevði
sum høvuðsuppgávu at
taka sær av Anders Ny-
gaard, og tað megnaði hann
sera væl. Anders var onkra
ferðina tætt við, men tað
eydnaðist honum ongantíð
at koma púra leysur.
Lítið hugflog
B68 tóktist taka uppgávuna
í álvara, men teir megnaðu
ongantíð at vísa, hvør
nátúrligi munurin eigur at
vera á einum liði, sum
stríðist fyri at hanga uppi í
kappingini um meistara-
skapin og eitt lið, sum stríð-
ist fyri at sleppa undan nið-
urflytingini.
B68 fekk ikki ferðina
upp, og harvið eydnaðist
tað væl hjá TB at byrgja
fyri í borðunum. Arnold
Joensen og Øssur Hansen
komu sjáldan til baklinj-
una, og tað var ongantíð so-
leiðis, at innleggini gjørd-
ust vandamikil, og tað kom
so at siga ikki fyri, at onkrir
av góðu bóltspælarunum
megnaðu at sneiða seg
leysar av mótstøðumonn-
unum og harvið skapa yvir-
talsstøður.
Lars Müller var góður í
TB málinum, og Óli Jo-
hannesen var avgjørdur, tá
hann ruddaði upp.
– Tað einasta, sum rest-
aði, var, at TB í einum
mótálopi skoraði eitt mál
og harvið fór við øllum,
men tað hevði verið ov
nógv av tí góða, siga teir á
Toftum.
Dan Mortensen og Sasha
mannaðu TB álopið, men
teirra uppgáva var fyrst og
fremst at taka lut í verju-
spælinum, sum eydnaðist
stak væl. Onkra ferðina
smekkaðu TB spælararnir
langt og høgt, men teir
royndu eisini at spæla
ímillum sín fyri at draga
tíðina út.
Um B68 skal vera mill-
um toppliðini, so eiga teir
at vinna á heimavølli ímóti
TB. Teir eru avgjørdir í, at
teir ikki undirmettu TB,
sjálvt um fleiri teirra miku-
kvøldið sóu teir tapa 4–0 á
Mølini á Eiði. Tað hava teir
ivaleyst upp á ein máta rætt
í, men hugburðurin og av-
rikið stóðu ikki mát við tað,
sum roknast kann við av
oddaliði. Fróði Benjamin-
sen og Fríðin Ziskason
vóru ikki tøkir. Men tá
spælarar ofta eru leikbann-
aðir, mugu teir, sum eru eft-
ir vera førir fyri at lyfta lið-
ið, um tað skal vera í toppi-
num. Hesa ferð dumpaðu
toftamenn. At tað var rómur
millum tvørámenn var ikki
at undrast á.
B68: Michal Kokoszanek –
Jan Petersen, Hans Fróði
Hansen, Messias Perreira,
John Heri Dam – Marlon
Jorge, Jann Ingi Petersen,
Bogi Petersen – Arnold
Joensen, Anders Nygaard,
Øssur Hansen
TB: Lars Müller – Nebosja
Urtajl, Óli Johannesen,
Vladimir Matijvic, Milan
Cimburovic – Bárður Dim-
on, Craig Dean, Einar Pet-
ersen, Jón Johannesen –
Dan Mortensen, Alexander
Radosavljevic
Eftir sannførandi tapi á Eiði
mikukvøldið, hevði fáur
væntað, at TB fór at gera
nakað toftamenn á
Svangaskarði
Mynd: Savnsmynd
Sumbingar halda fast
B36 vunnu óvæntað á sandoyingum
Eftir ósigurin, skulu
sandoyingar ikki seta
nógv stig til, um
møguleikarnir fyri
uppflyting ikki skulu
svinna burtur í onki
2.DEILD MENN
Jákup Mørk
Leygardagin var B36 á vit-
jan heiman á Sandi, og
heldur óvæntað fóru havn-
armennirnir av Sandoynni
aftur við øllum trimum
stigunum. Eittans mál kom
í dystinum, og tað fekk B36
tjúgu minuttir fyri leiklok.
Undan umfarinum í viku-
skiftinum var B36 á næst-
aftasta plássi í 2.deild, með-
an B71 lá ímillum ovastu
liðini, so ósigurin má koma
sandoyingum dátt við í
teirra stríði um uppflyting.
B36 væl mannað
Til dystin ímóti hevði B36
fleiri útisetar við, og tað
sást eisini avgjørt aftur, tí
2.lið hjá B36 hevur neyvan
verið so sterkt mannað í
hesum kappingarárinum.
Menn sum Herbert í Lon
Jacobsen, Eyðun Højgaard,
Finn Mørk og Jan Guttesen
hava allir nógvar royndir
við fyrstu deildar-fótbólti,
og hetta kom væl við hjá
B36 leygardagin.
Tvørturímóti vóru B71
nakað viknaðir, tí bæði
skaðar og leikbann høvdu
við sær, at allir mans ikki
vóru tøkir. Ein polending-
unum
hevði
leikbann,
Jógvan Jón Petersen hevur
ikki vant eftir summar-
steðgin og Eirikur Hansen
hevur brotið sær beinið, so
sandoyingar vóru nakað
sperdir til dystin leygardag-
in
Vindharður fyrri
hálvleikur
Rættiliga nógvur vindur var
heiman á Sandi leygardag-
in, og hetta darvaði spæli-
num nógv. B36 hevði
undanvind í fyrra hálvleiki,
og hetta sást eisini aftur í
býtinum
av
spælinum.
Bólturin var einamest sand-
oyarhálvuni, men tað treyt
við B36-málmøguleikum.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
kom tó ein B36-leikari at
liggja væl fyri í B71-brots-
teiginum, men Waldemar
Noviscki bjargaði.
Serliga í fyrra hálvleiki
sást lítið til tað flótandi
spælið, men í øðrum hálv-
leiki batnaði. Vindurin link-
aði nógv, og bæði liðini
høvdu væl lættari at spæla.
B36 hevði eisini í seinna
hálvleiki yvirvág í spæli,
og spældu seg fram til fleiri
møguleikar. Heini í Skorini
var tvær ferðir leysur við
Waldemar Noviscki, men
B71-málverjin
bjargaði
báðar ferðir væl.
Einasta málið í dystinum
kom tjúgu minuttir fyri
leiklok.
B36-framherjin,
Heini í Skorini, varð feldur
í B71-brotsteiginum, og
dómarin var eirindaleysur,
og dømdi brotsspark.
Karl Leonson varð settur
at skjóta, og hann sveik ikki
álitið. Eftir málið, royndi
B71 at trýsta B36 , og tí
einuferðina var veteranurin
Eli Hentze rættiliga nær
við, tá hann var so óheppin
at raka tvørstongina við
góðum skoti.
B36 helt fast tað sum
eftir var av dystinum, og
kunnu við teimum trimum
stigunum kenna seg eitt
sindur tryggari í botnstríði-
num, meðan fyri sandoy-
ingum hevði ósigurin við
sær, at liðið ikki hevur ráð
at seta fleiri stig til, um
møguleikin fyri uppflyting
framhaldand skal vera til
staðar
B71- B36 0-1 (0-0)
0-1 Karl Leonson (br)
B36 vunnu heldur óvænta
heim á Sandi í
vikuskiftinum, og kunnu nú
kenna seg eitt sindur tryggari
í botnstríðnum
Mynd: Savnsmynd
Við sigrinum á ÍF eru
runavíkingar á veg úr
botninum í 2.deild
2.DEILD MENN
Páll Holm Johannesen
Fuglfirðingar vóru undan
kappingarárinum mettir at
vera eitt av liðunum, ið fór
at vera í kappingini um
uppflyting í 1.deild. Fyrra
helvt hilnaðist ikki so væl,
og eftir ósigurin í Runavík
leygardagin, skal rættilig
vend koma í, um uppflyt-
ingin skal gerast veruleiki.
Prát hevur verið um, at
fuglfirðingar høvdu ætlanir
um styrkja um hópin í
summarfrítíðini, men sum
skilst, so er onki komið
burturúr.
Sáttmáli við danan og
fyrrverandi
GÍ-leikaran,
Martin Thomsen, var ann-
ars komin undir land, men
Martin er framvegis so
mikið skaddur, at einki røk-
ist fyri, at hann verður klár-
ur áðrenn kappingarárið í
Føroyum er av, so tann av-
talan verður av ongum.
NSÍ effektivari
Dysturin leygardagin mill-
um Eysturoyar liðini NSÍ
og ÍF var ikki ein teimum
betru. Hóast fleiri mál-
møguleikar vóru báðar veg-
ir, so var onki leikligt flog
yvir dystinum. Úr Runavík
verður sagt, at dysturin var
javnur, men í teimum av-
gerandi
løtunum,
vóru
runavíkingar meira av-
gjørdir.
Fyrri hálvleikur endaði
málleysur, hóast bæði lið
høvdu fleiri royndir uppá.
Stutt inn í seinna hálvleik
eydnaðist tað Sverra Justin-
ussen at leggja NSÍ framm-
um. Eftir at Mortan Hansen
brýtur ígjøgnum í høgru
síðu, endar bólturin hjá
Sverra,
sum
ótarnaður
kundi skjóta fyrsta málið í
dystinum.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki vóru NSÍ aftur uppá
spæl. Runavíkingar vinna
bóltin langt uppi á ÍF-hálv-
uni, og Kristjan Poulsen
strýkur ígjøgnum, og legg-
ur bóltin framvið ÍF-mál-
verjanum.
Málskjúttin,
Kristjan Poulsen, er tofta-
maður, og hevur skift felag
í summarsteðginum, og í
sínum fyrsta dysti fyri teir
svørt-gulu, eydnaðist tað
honum at gera mál fyri
NSÍ.
Løtu seinni svaraði ÍF
aftur. Við einum hørðum
frísparki, ið rakti ein NSÍ-
leikara á vegnum, fekk Ken
Bærentsen minka um mun-
in til 2-1
Tvey reyð kort
Fuglfirðingar spældu síðstu
løtuna við níggju monnum,
eftir at tveir mans vórðu
riknir av vølli.
Við
níggju
monnum
spældu ÍF seg kortini fram
til málmøguleikar, og við
hepni kundu teir fingið
okkurt málið og harvið eis-
ini stig, men runavíkingar
hildu fast tað, sum eftir var
av dystinum
Við sigrinum eru runa-
víkingar á veg úr botninum,
har teir hava ligið í alt ár.
Hjá fuglfirðingum kom
ósigurin illa við, tí frástøð-
an til oddaliðini er um ger-
ast ov stór til, at teir veru-
liga kunnu vera við stríð-
num um uppflyting.
Dysturin í tølum:
NSÍ-ÍF 2-1 (0-0)
1-0
Sverri Justinussen
2-0
Kristjan Poulsen
2-1
Ken Bærentsen
Stendur onki til hjá fuglfirðingum
Rættiliga vend skal koma í, um fuglfirðingar skulu gera sær nakra vón um uppflyting í ár.
C
M
Y
K
23
22