leygardagur 5. juli 1980síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
bókarummæli
Ummælið av >Skipið stevnir fram á leiða:
Spennandi bók -
oskettin týðing
Nordahl Grieg :
Skipið stevnir
fram å leid.
Forlagið Fannir 1979.
Tyding : Árni Dahl.
158 sidur. 58,— kr.
Nordahl Grieg (1902 —43)
gav »Skibet gaar videre«
ut i 1924, ikki fyltur 22 år.
Hann hevði i 1920 mynstr-
að á farmaskipinum »Hen-
rik Ibsen« á veg til Au-
stralien via Ongland og
Suðurafrika. Tað er hend-
an ferðin sum legði botnin
til lýsingina av lívinum
umborð á »Mignon« í
skaldseguni. Fyrsti ka-
pittulin sum fer fram í
dekshúsinum og sum ikki
kann sigast at vera ein ro-
mantisk lýsing av kær-
leikslivinum hjá sjómanni
num, tá skipið liggur í
havn, er ein rættiliga neyv
frágreiðing frá tí sum Nor-
dahl Grieg sjálvur upp-
livdi, fyrstu ferð hann
kom umborð á >Henrik
Ib-sen«.
Nordahl Grieg sigldi
bert í eitt stutt ár, og tað
var honum alla tíðina
greitt, at hann bert var á
vitjan í farmaskipaflota-
num. Hetta merkir eisini
skaldseguna. Tað er einki
í vegin við ti sosiala med-
vitinum og solidariteti-
num við teim mergsognu
sjómonnunum, men tað
kennist alla tíðina, at for-
teljarin er áskoðari meira
enn luttakari. Men hend-
an atfinningin hevur lítið
upp á seg í hesi, kanska
fyrstu norsku, sosialreal-
istisku skaldseguni frá
lívinum hjá manningini
umborð á einum farma-
skipi. Og tað er ikki ein
rósireyð mynd Nordahl
Grieg málar: harðskapur,
drukk, hor, kynssjúkur,
armóð á næstan øllum økj-
um. Hann fortelur frá ein-
um samfelagsbólki sum
verður brúktur og síðani
blakaður burtur sum
slógv. Hevundurin er full-
komiliga í parti við tí van-
liga manninum, sum hó-
ast hopleysar umsteður,
hevvur meira menniskjas-
liga virðing og hjálpsemi í
sær, enn reiðararnir sum
gerast ríkir av hansara áv-
um.
Hevuðspersónurin er
tann ungi Benjamin — bít
merkið í navnið
»g ferð-
in verður ein royndarferð
hjá hesum. Spurningurin
verður um hann yvirlivir
tær royndir, hann kemur
út fyri líkamliga eins og
sálarliga. Og hvat verður
hann fyri fólk, um hann
stendur ta fyrstu tíðina i-
gjøgnum?
Skipið verður sammett
við lívið og ævinleikan,
har menniskjan bert er á
gjøgnumferå: »Liv og
lagnur våla inn og ut
gjøgnum dekkshúsið, men
skipið er hitt sama« (s. 11)
og »Alt fer til grundar,
men skipið stevnir fram á
leið við nýggjum kjalar-
verri og nýggjum stemp-
ulsløgum« (s. 72). Lívið
umborå veråur mynd av
livinum sum heild, einum
eirindaleysum meinings-
loysi uttan nakran stýr-
andi meginmátt. Einasti
meguleikin hjá menniskj-
uni at koma heilskapað
gjøgnum lívið, tann ein-
asta bjargingin, er menn-
iskjan sjálv og hennara
medmenniskju.
Enn sum fyrr?
Týðingin av akkurát hes-
ari skaldseguni er kanska
ikki heilt burturvið, tá
hugsa verður um hvussu
nógvir føroyingar sigla úti.
Rætt nokk eru teir við
fáum undantøkum — yvir-
menn, og rætt nokk eru
korini hjá tí vanligu mann-
ingini batnaði síðani tjúg-
uni, men sjómaðurin hev-
ur enn hóast video, ein-
semi at berjast við og
troystar seg sum tá við
surrogatum í nærmastu
havn. Deyðsskip sum
»Berge Istra«, ið hvarv i
Stillahavinum og systur-
skipið, ið hvarv sunnan
fyri Afrika, eru tað mong
av. Tann kalda kenslu-
leysa spekulatiónin í
farmasiglingini er ikki
minni i dag enn fyrr — og
tað er óansæð um fraktin
er olja, gass, málmur ella
okkurt heilt fjórða. Hann
sum enn sum áður oftast
sleppur at beta fyri hávar-
nar á landi er matrósurin.
Nordahl Grieg skrivaði í
1935 sjónleikin >Vár ære
og vár makt<, sum viðger
tann norska stoltleikan
skipaflotan. Hann lýsir
teir báðar heimarnar: reið-
ararnar sum ballast heima
i Noreg og gleðast yvir tað
er kriggj og håkonjuktur-
ur (leikurin fer fram undir
Fyrra Veraldarbardaga),
meðan manningin á skipu-
num hjá teimum hvenn
dag seta lívið í vága.
Høgrapressan gjørdist
sjåvandi galin.
Hugsunarhåtturin å
hesum økinum man ikki
vera broyttur stórvegis.
Tydingin
Eg valdi tilvildarliga ka-
pittul sjey at samanlikna
upprunatekstin við týð-
ingina. Eg varð satt at
siga ikki sert bilsin, tá eg
fann út av hvussu óansin
týðingin var, og hvussu
fyrilitaleysur týðarin hev-
ur verið T.d.:
»I over en uke har av-
grunnen jamret sig under
rustpikkens rasende slag«.
verður til: >Í meira enn
eina viku hava dukini ljóð-
að í hesi avgrundinic.
Týðingin samsvarar ikki
við upprunatekstin. Har
stendur at avgrundin ven-
ar seg og ikki, at dukini
ljóða í avgrundini. Tann
føroyska týðingin nevnir
ikki »rustpikken« (rust-
hamari).
»mais fra præriens him-
melvide akrer,« verður til
»meis av økrunum á sól-
brúnu grasviddunum«. —
»og brune duftende bøn-
ner, som er modnet i tro-
penes dampende sol« verð
ur til »og andandi bønir
búnaðar í tropus6l.«, her
mangla bæði »brune« og
»dampende«
»Men nu bliver luften
sønderrevet av korte ilske
smell, og tomrummet
svømmer av boblende,
lunkent halvmørke.« verð-
ur til »Men nu hoyrist bert
ein ilsk, titt dunkan i
hålvaskymingini.«, t.v.s.
helvtin verður umlopin og
koyrd burtur. Og eitt
sindur seinni manglar all-
ur hesin setningurin: >En
smal renne kunde klare sig
lenge for steambåtene«.
Hann er slettis ikki tikin
við. >det er nok sant hvad
Narvik sa forleden at om-
bord pá lastebátene er
mennene mer sjauere enn
sjømenn.«, umsetist til
>Narvik mundi hava grein
i sinum máli, tá
hendan
hann
dagin segði, at
umborð á farmaskipunum
eru menninir meir at kalla
letingar enn sjomenn«.
»sjauer« er ikki letingi,
men arbeiðsmaður. (Und-
irstrikingarnar eru minar).
Allar hesar viåmerking-
arnar eru bert til tað
fyrstu hálvu síðuna av
kapittul sjey og ennta bert
ein partur av teimum sum
kundu verið gjørdar. Eg
veit ikki reiðiliga, hvat eg
skal siga um hetta. Týðar-
in er eisini óskettin í aðrar
mátar, t.d. verður siga-
rett á s. 69 fyrst nevnd
„vindil og síðan beint
aftaná »sigarett«. Og 2.
stýrimaður verður aðru-
hverja ferð nevndur 2
stýrimaður og aðruhverja
ferð 2. bestimaður (m.a.
s. 89 og s. 90). Kanska er
hetta tað, teir nevna fjøl-
broytt málbrúk?
Er tann fyrsta hálva
síðan av kapittul sjey eyð-
kennandi fyri týðingina,
eru tað í hundraðtali av
umsetingarvillum í eini til
tað stuttari bók!
Tá eg las bókina í týð-
ingini hjá Árna Dahl — eg
hevði ikki lisið hana áður
— helt eg hana vera týdda
til eitt livandi mál, og tað
er hon eisini. Men tá tú so
hyggur at týðingini og
finnur út av, at týðarin
bert fylgir tekstini hjá
Nordahl Grieg, tá tað
passar honum, so fert tú
at ivast í, um tað ikki var
líka so frægt, at bókin ikki
var týdd? Serstakliga tá
hugsað verður um, at allir
foroyingar duga at lesa
hana á upprunamálinum
Nidurstødan
Men spennandi og upplys-
andi er myndin Nordahl
Grieg gevur av livinum
hjá manningini umborð á
einum farmaskipi fyrst í
tjúgunum; hvussu skipið
brúkar teirra kraft, slettir
teir av sær og »stevnir
fram á leið<. Eisini í hesari
týðingini. Men er tað á
nakran hátt gjørligt at fáa
hendur á bókini á norsk-
um, so lesið hana á upp-
runamálinum. Har er. so
nekunlunda trygd fyri, at
Nordahl Grieg
standa %nni fyri
num
kann
teksti
Jógvan Ísaksen
/
Nr. 52 — 5. juli 1980
dagbókin
Gudstænastur
Havnar kirkja: Hans J.
Joensen, altargongd.
Vesturkirkjan: Høgni
Poulsen.
Hestur: Kjartan Mørkøre,
altargongd.
Tvøroyrar kirkja: Johan
Weihe.
Kristianskirkjan: (kl. 11)
Fabritius.
Árnafjarðar kirkja: (kl.
12) Fabritius.
Kunoyar kirkja: (kl. 19)
Fabritius.
Hvannasunds kirkja: (kl.
12) H. Begesvang.
Vestmanna kirkja: Petur
Petersen.
Sandavágs kirkja: David
Johannesen.
Hovs kirkja: Bjarni Bæk.
Leiti (kl. 17) Bjarni Bæk,
altargongd.
Porkeri: (kl. 19)
Bæk.
Nes kirkja: (kl. 12) Eivind
Vilhelm og Jákup Kass.
Gøtu kirkja: (kl. 11) Hans
Erik Nissen.
Bjarni
Prestainnsetan
Komandi sunnudag kl. 12
undir gudstænastuni í Nes
kirkju setur Eivind Vil-
helm Jákup Kass i embæt-
ið sum sOknarprest í Nes
prestagjaldi.
Tjaldið á Gøtueidi
Meti verður í kveld kl. 8,
har sangbólkurin Saron
syngur og vitnar. Friggja-
kveldið kl. 8 tala, syngja
og vitna Víkarfólk.
Fødingardagur
I dag verdur Einar Vang,
Tórshavn, 70 ár. Hann er
burturstaddur.
Brúdleyp
Í dag giftast í Servágs
kirkju Joan Davidsen,
Servágur og Tage Jergen-
sen, Kaas, Jylland. Brúd-
leypsadressa: Hotel Vág-
ar.
Í dag giftast í Esbjerg
Uni Simonsen, Vest-
manna og Amy í Lon,
Tórshavn. Brúdleyps-
adressa: Mølleparkvej 6—
25 Gjesing, Esbjerg.
I dag giftast i Kristians-
kirkjuni í Klaksvík Eyð
Hjerleifsdóttir Hegnesen
og Brandur Petersen,
bæði úr Klaksvík. Brúd-
leypsadressa: Sjómans-
heimið.
Miisiónshúsið
við Landavegin
Møti sunnukveldið kl. 19.
Telefondama
søkist beinanvegin.
p/r BIL
Telf. 11444
bøkur og blød
»MANGT ER«
Nýggj
barnabók
Nýggj barnabók er
komin út við heitinum
»Mangt er«. Utgevari
er Bókadeild Føroya
Lærarafelags.
»Mangt er« er eitt
stuttsøgusavn við søg-
um eftir Sjúrð Joensen,
lærara vid Gjogv. Søg-
urnar, ið eru 16 i tali,
hava fyrr staðið í »Min-
Lærarafelagið hevur
givið bókina út sum
eina tøkk fyri tað trú-
festið, hann hevur víst
við upprunaligum søg-
um og tydingum.
— Hesar søgurnar
lysa ein tokka til bygd-
ina og bygdarlivid. I
søgunum lesa vit um
føroyska piltin, um
verð hansara, hvussu
tað liggur fremst í hon-
um einaferð at verða
maður, og hvussu hann
virðir foreldur síni.
Gudsóttin liggur
sum klettur undir øll-
um viðurskiftum —
bæði á sjógvi og landi,
sigur Lærarafelagið m.
a. á kápuni.
Kápan er prýdd við
eini mynd, sum Hans
P. Hansen hevur tikið.
Bert spell, at myndin
er ov ljós.
Tekningarnar eru eft-
ir Magna Dalsgarð. —
Helge Justinussen hev-
ur bundið inn, og Ein-
ars Offsett hevur prent
að
Bókin kostar 78 kr.
AA