Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-07-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juli 1980síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 52 — 5. juli 1980 Alifelagid Salmo í Kaldbaksfirði - Laksurin trívist væl Hjá P/f Salmo, ið rek- ur laksaaling í Kald- baksfirði, eru teir komnir heilt væl við frá byrjan. Hetta upplýsir leiðarin av aliprojekti- num, Guttormur Djur- huus. Teir hava í letuni tveir flótihyljar liggj- andi uttan fyri Tiggjar- á á Kaldbaksfirði. Í hyljunum ganga um- leið 10.000 laksar, ið teir keyptu frá Fiskaal- ing fyri stuttum. Guttormur sigur, at tað doyðu bert heilt få- ir laksar, tá teir fluttu hann í hyljarnar í maí mánaða. Laksurin vísir seg at trívast ógvuliga væl — munandi betri enn tann íslendski stórlaksurin, sum Salmo gjerdi royndir við í fjer. Gutt- ormur Djurhuus sigur, at norski laksurin trív- ist nógv betur. Hann tekur betur fóður til sín og er lívligari Teir fóðra enn við hond í Kaldbaksfirði men hava umhugsað at seta eina fóðurautomat upp í eðrum hylinum. Utbyggingin av sjúkrahúsinum í Klaksvík: »Sagen må afgøres nu« — sigur Henning Rasmussen, innanríkismálaráðharri Ætlanin var at danska figgjarnevndin á fundi tann 27. juni skuldi taka stødu til peningajáttan til útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og bygging av einum rektarheimi. Umsóknin kom ikki fyri á hesum fundinum, men verður viðgjerd á næsta fundinum, sum verður tann 12. august. Vilhelm Johannesen, landsstýris- maður upplýsir, at hetta als ikki merkir, at danska stjórnin hevur broytt steðu í málinum. Tað, sum er hent, er, at proseduran er vorðin nak- að longri, enn ein hevði roknað við. Umsóknin skal fyrst viðgerast av eini búskaparligari nevnd, sum vanliga fær tilikar umsóknir til ummælis, áðrenn sjálv figgjarnevnd- in avgreiðir tær. Mæla til bygging Uppá fyrispurning um tað kann koma uppá tal, at figgjarnevndin ikki vil ganga umsóknini á meti, sigur Vilhelm Johannesen. at hetta er heilt óhugs- andi. Heilsustýrið, sum er sakkunnleiki hjá innanrik- ismálaráðnum í sjúkrahús- málum var í Feroyum í februar og gjøgnumgekk projektið. Teir vóru ógvu- liga positivir og mæla til, at 1. byggistig, sum fevn- Tað er alt ov trongligt á sjúkrahúsinum í Klaksvík ir um røktarheim og fel- agsheli við sjúkrahúsið, fer í gongd beinanvegin. 4. juni hevði Vilhelm Johannesen fund við inn- anríkismálaráðharran, Henning Rasmussen um málið. Aftaná henda fund sendi innanrikismålaråd- harrin bræv til fíggjar- málaráðharran, har hann segði seg stuðla málið og mælti til, at byggingin kann byrja í ár. Hann skrivaði m.a »Indenrigsministeriet og sundhedsstyrelsen har været enige i det hensigts- mæssige i en samdrift af sygehus og plejehjem og i at plejehjemmet opføres Indenrigsministeriet og sundhedsstyrelsen finder det velbegrundet i at op- føre byggeriets 1. etape, beløber sig til 38,9 mill. kr. omfattende pleje- hjem for 21,7 mill. kr. og nødvendige fællesfunktio- ner med sygehuset for ialt 174 17,2 mill. kr der Da det er meget på- trængende for Færøerne at komme i gang med plejehjemsbyggeriet og fællesfunktionerne, anser jeg det for vigtigt, at rege- ringen træffer en klar og endelig afgørelse i sagen nu« skrivar Henning Ras- mussen innanríkismaál- ráðharri i brævi sínum til stjórnina. Vilhelm Johannesen metir sjálvur, at málið verður avgreitt á fundi- num tann 12. august. Føroyingar altráðir at byrja nýggj projekt Grunnarnir íkki forir fyri at stuðla ollum Tað hevur ongantíð verið so stórur áhugi fyri at fara undir nýggjar vinnugrein- ir i Feroyum sum í hesum tíðum. Teir báðir stuðulsgrunr- arnir, Ídnaðargrunnurin og Menningargrunnurin fáa so nógvar umsóknir um nýggj projekt, at teir hava bert møguleika at játta pening til ein part av teimum. Hetta var niðursteðan eft- ir at hava tosað við skriv- ararnar í teimum báðum grunnunum. Í letuni eru teir í ferð við at gera upp roknskapirnar fyri figgjar- árið 1979—80. Fyribils siggja tølini to soleiðis út Idnadargrunnurin hex ur játtað 32 umsókn um lán fyri góðar 16 mill. kr. Tilsamans hevði grunnur- in 52 umsóknir i 1979 — 80 Menningargrunnurin hevur i sama tidarskeidi jåttad figging fyri ialt 17,6 mill. kr. Stórar jåttanir Tad er rættuliga avmark- að. hvat teir báðir grunn- arnir kunna figgja av yms- um tiltøkum. I figgjarårinum 1979— 80 eru tad serliga fleiri stór projekt, sum eru farin við meginpartinum ma játtanunum frá grunnu num Idnaðargrunnurin fær ikki pengar avsettar á logtingsfiggjarlógina Her er serlig: Laiail UIT Í leggingargrunnin fyri Før- oyar. Trygvi Arting, skrivari i grunninum, sigur, at teir i farna åri jåttadu pening til fleiri stør projekt. Eitt nu til turrdokk hjå Skåla Skipasmidju, tilsaman 4 mill. kr. og til Alginat- virkið 3,6 mill. kr. Tørvur å kapitali Tå bert tvey virki fara vid so nogvum, er møguleiki at játta nógvum umsókn- um ikki so stórur. Tervúr- in á kapitali er eisini stór- ur, ti áhúgin fyri at fara í nds stórur nogv Síðrri Enn grunnurin er mentur at figgja, sigur Trygvi Årting. Ein heilt nyggj vinnu- grein her heima, sum Idn- adargrunnurin hevur jått- ad figging til er fiska- og skeljadjóraaling. Hetta kemur annars ikki undir ekið hjá grunni- Frá fiskivinnuframsýningini í Key num, men hevur grunnur- in kortini avgjørt at stuðla try laksaaliprojekt. Hesi verda figgjad fyri eitt år i senn, ti tað verður mett sum ein roynd. Trygvi Arting upplýsir annars, at næsti fundurin í Idnadargrunninum verð- ur í august. Fleiri av um- sóknunum sum ikki hava fingið endiliga viðgerð, koma fyri á hesum fundi- num. Uppá fyrispurning um Ídnaðargrunnurin hevur játtað fígging til Atlantic Framhald á síðu 11 pmannahavn. Skrivarin í Menningargrunninum, Martin Djurhuus uttast til høgru Menningargrunnurin játtaði studning til framsyn- ingina