leygardagur 12. juli 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 54 — 12. juli 1980
Preben Heide, danskur sjónvarpsmaður:
Núverandi
sjónvarps-
skipan
óheppin
sum setir høg, professionell krøv. Sjón-
varp kann gerast einfalt, sum sjónvarps-
felagið hevur víst
Sjónvarpsfelagið tekur í so nógv undirhaldandi
og sakarleyst tilfar, sum ikki setir spurnartekin
við nakað sum helst!
— Hvat heldur tú um nú-
verandi sjónvarpsskipan
— er hon mennandi fyri
eitt komandi feroyskt
sjónvarp?
Preben Heide svarar,
sum um hann hundrað
ferðir er spurdur um tað
sama. Umframt at hann
hevur fakkunnleikan,
hevur hann fylgt væl við í
fsroyskum viðurskiftum
seinastu árini. Ikki minst ,
á sjónvarpsekinum. Tí
hevur Sosialurin biðið um
eina samreðu. Og vit hava
leitað okkum niðan í Akk-
ersvík, har vit hava funnið
lívd millum fjorugrótið.
Ikki eitt skýggj er á
hválvinum, so sólin hevur
frítt rásarúm, men lotið er
frískt...
— Nei, tað haldi eg ikki
Sjónvarpið hevur ov lítið
feroyskt tilfar. Sjálvur
haldi eg, at eitt sjónvarp
má altíð royna at hava
kelvtina av tilfarinum á
landsmálinum. Tað kann
so annaðhvert vera egin
framleiðsla um feroysk
evni ella tilfar um fremm-
and viðurskifti, sum eru
sæð í hesum føri við før-
oyskum eygum.
Vandamikid
— Eg haldi enntá, at tað er
ógvuliga vanaamikið at
fara undir sjónvarp uttan
na hóskandi javnvág
millum fremmant og egið
tilfar. Tað er hesa javn-
vágina, eg sakni í tí sjón-
varpinum, sum finst nú.
— Hvussu er programm-
úrvalið?
— Tað er torført at siga
nakað um programm-
úrvalið, tí eg havi bert
verið her í 14 dagar, men
eg haldi, at sjónvarpsfe-
lagið tekur í so nógv úr tí
bleytara endanum. —
Stórur dentur verður lagd-
ur á at fáa undirhaldandi
tilfar, sakarleyst tilfar,
har einki spurnartekin
verður sett við nakað
Sjónvarpið verður tá ein
heimabiografur! Skal eg
taka saman um, so haldi
eg, at núverandi skipan er
óheppin
Kann gerast einfalt
— Hvussu slepst úr núver-
andi skipan?
— Tað veit eg
Myndugleikarnir
áleggja sjónvarpsfelag-
num, sum fyri so vítt
hevur einkarrætt í letuni,
at gera eitt sjónvarp á ein
ella annan ynsktan hátt
Hinvegin kann farast
undir eitt aiment sjón
varp. Sjálvur hevði eg valt
ta seinnu loysnina
Hvussu skal eitt
sjónvarp skipast í einum
lítlum samfelagi. har pen
ingaligu møgu
ikki.
kunnu
21Karn:r
eru rættiliga avmarkaðir?
— Tað er ikki neyðugt
við einum sjónvarpi, sum
setur heg, professionell
krev eins og td. tað
danska ella tað bretska.
Sjónvarp kann gerast
nógv einfaldari, sum sjón-
varpsfelagið jú hevur víst
í teimum einfaldu roynd-
unum, tað hevur gjert.
Ikki frá einum
degi til annan
— Men eitt sjónvarp skal
miða ímóti at hava eina
hóskandi egin-framleiðslu
og hon kann ikki gerast
frá einum degi til annan.
Onkur áhugaður skal upp-
lærast til at kunna læra
onnur at gera sendingar
Harafturat skal man gera
sær greitt, hverji tilfars-
øki skulu vera í sjónvarp-
inum.
€ Eisini má ein setningur
setast, um hvussu stórur
partur skal vera feroyskt
tilfar og framleiðsla og
hvussu hesin setningur
skal náast.
— Tey eki, sum eftir
mini meining skulu setast
fremst, eru upplýsandi til
far, kunnandi aktuelt til
far og barnatilfar
Ikki bert
ur Danmark
lendsku sendingunum
heldur Preben Heide, at
tad er skeivt bara at ut-
vega utlendskt tilfar år
Danmark.
Hann sigur, at eitt før-
oyskt sjónvarp eigur at
brúka fyrimunin av at
Feroyar liggja so tætt við
Ísland og Noregi. og tí
góða sambandinum við
hesi londini, soleiðis at før-
oyingar eisini fáa íslendsk
og norsk programm at
síggja.
— Í ellum ferum er ikki
rætt bara at kopiera tað
danska sjónvarpið. Tað er
ikki vist, at tað er tað
mest gagnliga fyri føroysk
viðurskifti, sigur Preben
Heide.
Fyrireikingarnevnd
er vald
Knappliga kemur úr Preb-
en Heide, at hann hevur
fingið at vita frá D.P.
Danielsen, landsstýris-
manni, at hesin hevur av-
gjørt at seta eina fyrireik-
ingarnevnd.
Hendan nevndin
partvíst fyrireika og
greiða trupulleikarnar í
samband við eitt alment
sjónvarp og partvíst fyri-
reika ta neyðugu lóggáv-
una í samband við stovn-
setanina av einum al-
mennum sjónvarpi
skal
komandi ár.
— Sjálvur haldi eg, at
tað er gott, at hesar fyri-
reikingar kom í lag nú,
hóast tað er nakað seint, tí
í dag hava vit tann vans-
an, at vit hava eitt sjón-
varp. Fólk hava longu
fingið sær ávísar síggjara-
vanar. Hesir verða ringir
at broyta, tí fólk fara altíð
at sammeta eitt komandi
sjónvarp við tað, sum
sjónvarpsfelagið hevði
»ta«.
Kann skapa tryst
— Um eitt komandi sjón-
varp setir sær nekur meira
ideal endamál við meiri
upplýsandi tilfari — t.d.
undirvísingartilfari —
kann tað henda, at fólk
fara at halda, at sjónvarp-
ið er blivið vánaligari, og
hetta kann leggja eitt
trýst á tað »nyggja« sjón-
varpið.
— Men tað er einki at
gera við tað. Betri seint
enn ongantíð, sigur Preb-
en Heide, meðan hann
smírist ógvuliga ivandi.
Hann roknar ikki við
nekrum sjónvarpi kom-
andi vár!
Torfert
lógararbeiði
Tað kann slettis ikki
lata seg gera. Fyrireiking-
arnevndin skal í minsta
lagi hava eitt ár. Og tá
skal hon vera ógvuliga ar-
beiðssom. Hon skal jú eis-
ini gera lógaruppskot og
reglugerðir, sum verja
síggjararnar móti ágangi
frá sjónvarpinum og sum
verja sjónvarpið móti á-
gangi frá síggjarunum.
— Frá eðrum londum
vita vit, at hetta er eitt
torfert lógararbeiði, sum
krevur drúgva tíð og skal
javnvigast ógvuliga væl.
— Annars haldi eg, at
fyrireikingarnevndin eig-
ur at fara at hyggja seg
um í eðrum londum —
hvussu hesir trupulleikar-
nir verða loysir tí hinum
norðurlondunum. Tó ikki
bara í teimum, men í lond-
um, sum kunnu sammet-
ast við Feroyar í stedd,
vinnuviðurskiftum, ment-
an o.s.fr. ... Preben drálar,
skuggar fyri sólini við
hondini og peikar... stutt
uttan fyri okkum kagar
ein kópur undan vatn-
skorpuni... hyggur seg for-
vitnisliga um... hvervur...
men er skjótt undan
aftur..
Ikki upplærast
uttanlands
— Harafturat skulu med-
arbeiðarar finnast og hesir