Sosialurinarkiv
Sosialurin 1980-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 1980síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Men dyrt var tad! Tann, sum hevur fylgt eitt sindur vid i ti polit- iska kjakinum á heimavelli, og sum hevur áhuga fyri at kenna eitt sindur til tey veruligu viðurskiftini, tá stríð tekur seg upp millum land og kommunu, hevur ikki verið sørt í villareiða. EITT ER, at ein býarpolitikari letur pressuna vita, at hann fer at taka seg úr kommunalum politikki, og líka sum innantanna vil siga okk- um, at í og fyri seg var tað hann, sum skuldi sitid í borgmeistarastólinum sjålvskrivadur. AT VIT SO Í partafloksblaði hjá sama polit- ikara frá tí veruliga borgmeistaranum fáa at vita, at hatta kennir hann so í hvussu er einki til, er nakað, sum kann geva gerandisdeg- num eitt sindur av kulgri. MEN MEIRA MÁ TAÐ ørkymla meiniga mannin, tá hann nú týðuliga sær, at tað nógv umstrídda telefonmálið við um- og uppábygging á telefonhúsinum nú er undir gerð, eins og sum telefonverkið søkti um fyri mongum, mongum árum síðani at fáa loyvi til, tí tað var átroðkandi bráðneyðugt. Hetta, sum býráðið noktaði uppaftur og uppaftur, er tað sum í dag knappliga er tann rami veru- leiki. Í MEÐAN ER tíðin farin, árini eru farin, pen- ingur brúktur í túsundatals krónum fyri at greiða fløkjuna, sum tykist íkomin, hetta fyri flestum tokukenda telefonmálið. OG SQ SÍGGJA vit nú, at hetta bert var ein sjónleikur, settur í verk av monnum, sum settir eru at stjórna hevuðsstaðnum. Og hvat må so tann vanligi borgarin halda? Ikki ødr- vísi enn at her hevur verið spælt við åhuga- málum almenningsins. A ENO ØR í AI 0 eftir at fáa telefon í áravís, hava bíðað, tí menn klandraðust sum óvitar. Tey, sum av- gjørt høvdu brúk fyri eini telefon, fola ikki annað, enn at tey eru hildin fyri tað turra spott. EIN TEIRRA. sum hevur høvudsåbyrgdina av hesum syrgiliga sjónleiki, boðar nú frá, at hann ikki ætlar at halda fram í einum kom- andi byrådi, hóast hann eftir egnari fråsøgn átti at sitiå í borgmeistarastólinum. Ja, tað sigur okkum tó so mikið, at tað enn er onkur, sum viðgongur, at hann tó ikki heilt hevur mist evnini at skammast. 0 A AA UR RA SOROS NO NASN MORÐ: NED BARNS A AGE 008 TEY MONGU, SUM hava biðið um og lisið i 2 | í | OG TAÐ ER ALTÍÐ NAKAD! | MEN DÝR. VAR TAÐ! | t Nr. 55 — 16. juli 1980 Ellis- og rok tarheimsspurningurin: Viðmerking til greinina hjá Jákup Lindenskov í Sosialinum 9/7 Eri samd við tær í nógv- um av tí, tú ferir fram Tað er óivað rætt, at al- menni fundurin í Lærara- skúlahellini, har tað kost- naðarmikla svimjihallar- málið varð sett í relatión til »støduna hjá teimum av okkara, sum terva ser- liga rekt, sum ikki meir kunnu klárað seg heima«, at hesin fundur skuldi skiljast sum »ein mót- steða móti tí politikki, sum ferdur verður frá kommunalari síðu, har átroðkandi, akut, sosial áhugamál verða sett aftur- um alt annad«. Men tú skrivar víðari: „At, hetta so kann vera ein avleiðing av, at komm- unan er so trongd í eðrum, skúlamálum, vegamål- um, renovatiónsmálum, svimjihell, av kommunal- ari samanlegging og har- avstandandi ektari ábyrgd o.s.fr. er ein tjak og meiningar Vit gera Iesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. ONN UR søga«, her kann ein ikki vera samdur Ellis- og rektarheims- spurningurin átti ikki at verið mein onnur søga«. Á nevnda fundi varð fert fram, at tað er skeivt at tvinna ellis- og rektar heimsspurningin saman við svimjihallarmálinum. Er tað? Er tað ikki so, at Havn- ar kommuna hevur eina avmarkaða, økonomiska megi, og at tað tí er neyð- ugt at prioritera tey ym- isku málini, prioriterað skúlamál, vegamál, renovatiónsmál, svimji- hell, kommunala saman- legging o.s.fr.… og ellis- og røktarheimsmål. Ein spyr: Hvar i priori- teringini hjå > Havnar kommunu er ellis- og røkt- arheimsmálið? Tað er fatanin hjá summum, at hesin fyri mongum so serstakliga umráðandi spurningurin fyri Havnar kommunu higartil veruliga hevur verið sein onnur søga«. Víðari skrivar tú um mikið umreddu >Barakkina< — Uppihaldsdeildina á Landssjúkrahúsinum — at tað var skeivt á fund- inum, „at tala so niðurset- andi um ein part av okk- ara sjúkrahúsverki; tað er skeivt móti teimum, sum har eru, sum har eru av- Lortaheimspeki varðandi; tí tað umberst ikki, at fólk har vil fáa ta fatan, at rektin ikki er sum hon skal. Og tað er jú ikki meiningin< Hvat sipar tú til, tá tú sigur, at rektin í k k í er sum hon skal? Rekt av sjúklingum, rekt av eldri fólki umfatar so nógv. Er m.a. ein spurningur um personali. Neyvan ert tú bangin fyri, at fólk skal fáa ta fatan, at pleygu- personalið á »Barakkini« rekir ikki skyldur sínar nóg væl. Í hvussu so er kann undirritaða, sum er sjúkrasystir á »Barakk- ini< fortelja, at eg kundi neyvan fingið betur personali at arbeiða saman við Men eg kundi ynskt mær betur arbeiðsumsteð- ur. Og eg kundi ynskt, at tey gomlu, sum jú nógv av teimum skulu búgva síni seinastu ár á »Barakkini«, at tey ikki sum nú vóru stúgvaði saman í smá rúm, at tey høvdu annað enn eina langa, smala gongd at spasera eftir, og at tey kundu sloppið frá at búgva beint út til eitt tað mest trafikkeraða vega- petti (nátt sum dag) í Fer- oyum. Barakkin hevur verið ein fyribilsloysn í 18 ár Um fólk hevur ta fatan, at sjúklingar á Rektar- deildini á Landssjúkra- húsinum fáa ikki nóg góða rekt, ja, so er tað í lagi! Eg kann fortelja, at tann menniskjaligi partur- in av rektini liggur ikki eftir. Men eg skilji fólk, sum tosa um »Barakkina« og umsteðurnar, vit har bjóða okkara gomlu sum ein skammblett í ríka sam- felag okkara. Hetta, ið er fert fram, viðvíkur Rektardeildini á Landssjúkrahúsinum. Her er einki nevnt um teir longu listarnar, ið vit hava fyri fólk, ið bíða eftir at sleppa inn á Ellis- og rekt- arheim. Men tað er kanska ein onnur sega (?). Tey, sum í dag eru gom- ul, hava verið við til at uppbyggja okkara væl- ferðarsamfelag. Tey gomlu hava tí fullan rætt til ein part av ágóðanum. Men vit vita, at tað eldra ættarliðið er ikki vant til at krevja, tey gera ov lítið vart við seg, tiga í staðin. Tí mugu vit ungu, sum dagliga síggja vánaligu umsteðurnar, nógv av teimum gomlu liva undir, gera vart við skeivleikar- nar — vit kunnu ikki bara krevja t.d. svimjihallir, ungdómshús, dansihølir v.m. 11. juli 1980 Dorte Madsen Í Dagblaðnum Q ini Q 2 juli skrivar ein Oli Breckmann eitt sokallað »Ummæli av ummæli<. Yvirskriftin er i og fyri rr Hon seg »Vanviråing fyri eigur Å veruleikanum«. Og sigur hon nokso nógv um inni- haldið í greinini. Tað snýr seg um ein forfjónaðan um vikuna kann keypast fyri pening. Vanliga nevn >Dagblaðið< Greinin sigst at stílað til ein persón við litl- ari vitan um búskapar og samfelagssogu. T.d. Sjó- vinnubankakrakkið í háiv- trýssunum. Tískil vil eg beinanvegin biðia gransk- arar fara í holt við brekini tá á dagurni, og fáa tey fest uppá prent. So kanska Oil Breckmann lærir eitt sind- vera mm 1 egnu segu Sina, og harvið er við til at beta um fírgiarstoð stat: II-ehlaAðeine ste0u Lzgblaðsins. tunubollar og undir- lutakenslur Lika sidan Oli Br. kom uppi partapolitikk hevur hann ikki gjørt annað enn at kastað skarn eftir eðr um Image-autoriteti o.s.fr Tá ið smádreingir fela seg sekar. plaga teir at rætt vísgera sínar fadesur við runubollum, og stendur hetta fast: >Ein runubolli er samansettur av lorti, sum annars minn- ir nógv um samanseting- hervið ina av teimum, ið kasta hann«. Eitt annad hugsunar- stødi, vidvikjandi ti sama bleiv i 1977 kunngjørt av Gunter Wallraff, og ljóðar tad soleidis: »Ein håttur at taka provokeraðan ótta og tær fylgjandi aggressiónir undir viðgerð, er tann har- liga stødutakanin BILD oftani leggur fyri dagin Blaðsins ávirkan og styrki, mót og avgerðar- rættur, tann parvísi harð- skapur og harðliga upp- livaða stálstyrkin gevur lesaranum møguleika fyri at ímynda seg sjálvan við henda uppgjerda, yvir- menta áloypara og í BILD at uppliva veruleik- an hjá hesum (stóra), sum hann sjálvur aldrin verður førur fyri at fullfíggja BILD er eitt harðrent vesturtýskt blað, hvers endamál er at skapa ein falskan veruleika hjá fólk- inum. Hevuðsmenninir eru Axel Cáser Springer og hin gamli nazisturin Frans-Josef Strauss. Í Feroyum hevur re- volvarajournalistikkin somu ávirkan á fólkið, sum aðrastaðir. Lutfallið millum Bild og Dagblaðið er tað sama í mun til fólka- talið. Vesturtýskaland hevur uml. 60 mill. fólk fólk, Bild-Zeitung 7 mill. lesarar og Føroyar 44 tus. fólk og Dagblaðið 4000 eir.cek. Tó skal viðmerkj- ast at bæði bleðini fáa alsamt færri keyparar, so tað kann vera so sum so við lutfallinum. Typpið kloakkdekslið Ein annar smartur hátt- ur at halda medvitskuna hjá arbeiðandi fólkinum niðri uppá, er at seta ar- beiðsfólk upp ímóti fiski- monnunum. Sí »Salika Valka« eftir Halldór Kiljan Laxness. Í gomlum degum runnu fólk aftaná riddarum, og hildu tey hesar vera sína fyrimynd. Lat okkum frásiga handa avoldaða hugsunarhátt, halda uppat við at ofra okkum fyri fjøldarhug- fangi lortanna, og lat okk- um typpa kloakkdekslið. p poulsen tjak og meingingar heldur fram á síðu 11