leygardagur 19. juli 1980síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 56 — 19. juli 1980
Sture Náslund, svenskur útvarpsmaður,
heldur, at foroyingar hava megnað at
arðveitt nógu av sereyðkennum sínum
bæði andaliga og handaliga
hoast emma
tóra og knappliga samfelagsbroyting
— Eg kann ikki lata vera við at undrast á
steðuna hjá teimum føroysku bókment-
unum. Somuleiðis eri eg bilsin yvir, at
man ikki verjir tær fegru bókmentirnar
gjegnum málið, sum tit hava barst beisk-
liga fyri. Men tá tit klára teir búskapar-
ligu trupulleikarnar
og trupulleikarnar
hjá fiskivinnuni við altíð at finna nýggjar
útvegir, áttu tit eisini at kunnað klára
trupulleikarnar á bókmentaliga økinum!
Orðini koma frá einum
svenskum útvarpsmanni
Hann eitur Sture Nás-
lund og vitjaði Feroyar
fyri stuttum. Í Feroyum
fyrireikaði hann fleiri út-
varpssendingar um bók-
mentir, landbúnað, bú-
skap. mentan, fiskivinnu,
»Øl-klubbar«, fyri at brúka
tað ljóta orðið, og onnur
føroysk viðurskifti, sum
frammi eru i tiåini
Sture hevði eygu og
oyru opin og avdúkaði
eina holla og djúpa vitan
um ser-føroyskar trupul-
leikar. Hann undraðist á
nógv og var bilsin yvir
annað
Hesar eygleiðingarnar
evnaði hann væl at seta í
eitt natúrligt samanhang
og eisini gjerdi hann sær
sínar metingar. Hóast
hann var varin at bera tær
fram, loftaðu vit nekrum
av teimum:
Eitt eindemi
— Tað slepst ikki undan at
undrast á steðuna hjá før-
oysku bókmentunum. Frá
almennari síðu fáa bók-
mentirnar bert lítlan stuð-
ul og heldur ikki er megu-
ligt hjá skaldum og rit-
hevundunum at fáa sterri
samsýningar ella
studning til arbeiðsfrið
Somuleiðis er torfert at út-
vega pening til bókaút-
gávur, men kortini finst
ein hópur av føroyingum,
sum bæði skriva sínar
bekur, savna pening
saman fyri at geva tær út
og endiliga senda tær út
til bókahandlar og tær
minstu bygdirnar fyri at
selja. Hetta er heilt eina-
standandi og eg veruliga
undrist yvir hetta.
Sture Náslund heldur,
at hendan skipanin man
vera eitt eindemi —
kanska Ísland undantikið!
Meguliga er tað
málið sum
hugtekur
— Eg havi roynt at funnið
eina frágreiðing til, at so
nógvir feroyingar skriva
og taka alt stríðið upp á
seg — meguliga hugtekur
tað unga feroyska málið
skaldini. Málið er fram-
vegis nakað dýrmett, so
skaldini verða drivin av
eini idealismu, tá tey gera
hesar uppoffringarnar —
figgjarligu uppoffringar-
nar — sum nógv føroysk
skald gera. Hetta sjålv-
andi i samband vid, at tey
hava eina trongd at bera
nakað fram!
— Heldur tú, at stríðið
skaldini hava,
békmentaligu skrivingini?
— Ja, tað haldi eg
Sjálvandi kann man siga
at tað er frálíkt, at rithev-
undarnir gera alt sjálvir,
bremsar
u mugu rit
nir standa
men tá haldi eg, at rithev-
undarnir áttu at sloppið
undan øllum hesum tíðar-
krevjandi og tverliga ar-
beiðinum, tí tað er ands-
krevjandi at skriva eina
bók ella eitt yrkingasavn.
Sjálvur haldi eg, at fer-
oyska málið er so virðis-
fult, at nú átti tað al-
menna at økt um stuðulin
til bókaútgávu og bók-
mentir
Almenna kundi
givið fíggjar-
ligt veðhald
— Nú hevur tú tosað við
fleiri rithevundar um hes-
ar tverleikarnar, men
hvussu heldur tú sjálvur,
at tað almenna kundi
stuðlað?
— Trupulleikin er sjálv-
andi, at Feroyar eru eitt so
lítið málseki, so upplagið á
bókunum í mesta lagi
verður 2—3000 eintek.
Fleiri forleg eru. Lærara-
felagið hevur eitt stórt og
eitt stórt privat er eisini,
men tað er einki forlag,
sum veruliga tekur sær av
teimum ungu føroysku
bókmentunum.
— Eg veit
myndugleikarnir skuldu
sett til her, men i øllum
forum kundi tað verið
gjørt soleiðis, at tað al-
menna gav eitt fíggjarligt
veðhald. Ein slík skipan
ikki, um
hevði gjørt, at tað hevði
ikki verið eitt fíggjarligt
tap hjá einum rithevundi
at givið eina bók út.
Rithevundarnir
eiga tern
— Eg havi fingið at vita,
at nakrir rithevundar fáa
ein árligan stuðul upp á
3—4000 kr. Men fyri
hendan peningin kann
eingin rithevundur fáa ar-
beiðsfrið. Rithevundarnir
mugu tí hava eitt borgar-
ligt yrki. Tað er torført at
skriva og dygdin er ikki
hin sama, tá rithevundar-
nir skulu hava eitt borgar-
ligt yrki fyri at vinna pen-
ing.
Sture vendir ferð eftir
ferð til málið, og hann er
bilsin yvir, at myndugleik-
arnir ikki síggja tann
stóra tydningin av egna,
foroyska málinum og ein-
um livandi bókmentalig-
um virksemi, sum kann
halda lív í málinum.
— Her er ein stór upp-
gáva hjá politikarunum.
Hon er minst líka stór,
sum teir fíggjarligu
trupulleikarnir. Ég veit
væl, at fiskvinnan skal
hava almennan stuðul fyri
at klára seg, men nú áttu
rithevundarnir eisini havt
tern
Somuleiðis er Sture
bilsin yvir, at feroyingar
ikki fjálga tær fegru bók-
mentirnar meira gjøgnum
málið:
— Tit hava barst so
beiskliga fyri at fáa málið
viðurkent. Og vit skulu
ikki longu aftur enn til
1938, tá málið varð viður-
kent sum undirvísingar-
mál, so man kann ikki siga
at tað er rótfest enn.
Lesa nógv, hóast
stutta lesitraditión
— Men tað virkar, sum
føroyingar eru eitt lesandi
fólk, og tað er í grundini
ikki nekur lesitraditión í
Feroyum — í hvussu so er
ikki nakar gamal siður.
Allur tykkara gamli
kulturur varð jú fluttur
fram munnliga í kveðing
og dansi og segufrásagn-
um. Og í dag verða í ollum
forum nakrir føroyskir rit-
hevundar nógv lisnir
— Hvussu veitst tú, at
foroyingar lesa nógv?
— Eg veit ikki hvussu
nógv teir lesa. Men eg
havi vitjað nógv húski, og
Í nógvum av teimum eru
stórar bókahyllar, men um
man lesur tær ella bert
keypir bekurnar veit eg
ikki
— Hevur tú fingið
nakra ábending um, at fer-
oyingar lesa nógv av lætti-
soppum?
— Eg trugvi ikki, at
tann føroyski lesarin vikir
nógv frå ti skandinaviska
lesaranum. Eg havi lagt
til merkis, at »kiosklittera-
tururin« er vanligur her,
men eg trúgvi ikki, at før-
oyingar liggja á eðrum
stødi enn aðrir norðurlend-
ingar. Føroyingurin er
heilt »normalt« mennisk-
ja, men livir undir eðrum
náttúruviðurskiftum, so-
leiðis at hann onkuntíð
virkar eitt sindur annað-
leiðis enn aðrir norður-
lendingar!!!
Náttúruyrking
á hegum steði
— Nógvir feroyskir yrkj-
arar eru ógvuliga produk-
tivir. Er tað tað sama
rákið innan yrkingina í
Føroyum sum í hinum
norðurlondunum?
— Nú dugi eg ikki fer-
oyskt til fulnar, men kann
bert gera mær eina mynd
av tí, men man sær eisini
eitt meira alheimligt rák
her
— Men nakað heilt ser-
ligt í foroyskari yrking, er
náttúruyrkingin. Hon er á
einum ógvuliga hegu steði
eftir mínum tykki. Og eg
haldi, at tað kemst av mál-
inum. Sum eg havi skilt,
er málið ógvuliga ríkt fyri
synonym — orð við umleið
sama týdning sum eitt
annað tá tað snýr seg
OO