mikudagur 23. juli 1980síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 23. juli 1980
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Borið frukt
VIÐ VALSTRÍÐIÐ til løgtingsvalid í 1970 legði
javnaðarflokkurin til brots undir heitinum
„fyri ídnaði i sjeytiårunum«. Hetta, tí flokkur-
in ásannaði, at neyðugt var við alternativum
vinnuvegum kring í oyggjunum.
EIN BLAÐGREIN í dag vísir, at í fjór komu
útvið 250 arbeiðspláss innan ídnaðin afturat í
Føroyum. Somuleiðis vísir blaðgrein, at idn-
adariløgurnar, umframt iløgurnra í fiskiidnad-
in, í fjør vóru 75 mill. kr. Hetta er um 18 pst.
av privatu fløgunum, meðan idnadariløgurnar
bert lógu um 7 pst. av privatu iløgunum i
1971
HESI ÁRINI ERU hundraðtals arbeiðspláss
skapt, og øll hesi árini hevur javnaðarflokk-
urin havt idnadarmål um hendi i Tinganesi.
Flokkurin hevur í verki sýnt, at hann arbeiðir
út frá meginregluni: »arbeidi til allar hendura.
Í HESUM SKEIÐNUM eru Ídnaðargrunnurin
og Menningargrunnurin fingnir í lag. Láni-
heimildirnar frá Egnsudviklingsfonden eru
víðkaðar, Ídnaðarstovan er stovnað o.s.fr.
Tað næsta verður ein »menningarstova«,
sum skal ráðleggja og samskipa oll nýggj ar-
beiðsskapandi tiltøk
MAL FLOKSINS HEVUR sanniliga borið
frukt!
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
jomo
Fyrst og fremst til framleiðslu
VIÐ ÁVÍSUM millumbilum kastar Dimmalætting lands
stýrinum fyri at hava økt uttanlandsskuldina í so stóran
mun, at í dag skyldar hver føroyingur 20.000 kr. í útlond
um
HETTA GER Dimmalætting. hóast hon veit — ella átti at
vita — at ongantíð eru so stórar og nógvar ílegur gjørd
ar í fiskifør, fiskiídnaðin, annan ídnað, farmaskip, tæn-
astuvirksemi, skrivstovu- og handilsbygningar og í
kommunala útbygging kring í landinum sum í hesum
landsstýrisskeiðunum. Okkum vitandi hevur Dimma-
lætting ikki annað enn fegnast, tå ein nýggjur bátur er
komin til landið eila tá onkur handilsbygningur er tikin í
brúk.
ALT HETTA hevur kostað. M.a. í útlendskari låntøku.
Men tað er allar heist íkki gingið upp fyri Dimmalætting
enn. Hon hevur á ongan hátt seriøst vidgjørt teir sam-
felagsligu trupulleikarnar tey seinastu árini ella megnað
at sett teir í eitt størri perspektiv. Hon hevur bert tosað
um góð innleguár og komin við leysum pástandum
SEINASTU UPPLÝSINGAR úr Hagdeildini siga við fyri-
varni, at nettoskuld føroyinga í dag er 760 mill. kr
Hetta svarar til 17—18.000 kr. pr. íbúgva. Men sammeta
vit nettoskuldina við bruttotjóðarúrtekuna í fjør, sum er
væl omanfyri tvær milliardir kr, er hon lítil, tá vit t.d
sammeta hana við eina familju, sum hevur bygt sær eini
hús. Teirra skuld er fleirfalt årsinntøkuna. Hetta er
kanska ikki nakað sammetingargrundarlag. men gevur
eina mynd av lutfallinum.
DIMMALÆTTING gevur — sjálvandi — lesarum sínum
ta fatan, at tað er landskassin, sum hasir nódugiligua
flokkarnir umsita, ið eigur alla skuldina. Hóast vit ikki
hava nakra sundurgreining av skuldini tøka, so vita vit,
at telefonverkid og SEV eiga ein part, kommunurnar
ein, farma- og fiskiskipaflotin ein, at privatar vinnu- og
handilsfyritøkur eiga ein og at landskassin eigur ein
stóran part. Ein partur, sum eftir tí sum buskaparfrød-
ingar siga, fyrst og fremst er farin til vinnulig endamál
øllum Føroya fólki at gagni — uttan Dimmalætting —
eftir øllum at dema!
TAÐ HEVDI ongantíð verið betur, um vit vóru sloppin
undan uttanlandsskuldini, men hver skuldi so havt
fíggjað útbyggingarnar. Dimmalætting hevur kanska
eitt svar?
jomo
Inntøkupolitikkur — lønarpolitikkur:
Sosialistar mugu altid berj-
ast moti stjornarligari uppi-
legging i lønarvidurskiftir
Inntøkupolitikkur -
Lønarpolitikkur er
heitid å eini grein i
ti seinasta Frama-
num. Vit loyva okk-
um at endurprenta
greinina, sum John
Mortensen hevur
skrivað:
Í kapitalismuni ávirkar
len búskapin á tveimum
síðum. Len er í fyrra lagi
ein kostnaður í framleidsl-
uni (útreiðsla fyri keyp av
vøruni arbeiðsmegi). i ødr-
um lagi er løn tað, sum
skapar ein part av eftir-
spurninginum eftir vørum
og tænastum (lønin er tað
sum figgjar reproduktion
av arbeidaraklassanum)
Borgarlig buskaparfrødi
framleggur altíð løn sum
bert ein kostnað, eina út-
reiðslu. Ti mæla borgar-
ligir = buskaparfrødingar
eisini altíð til at leggja
uppí lenarviðurskiftini, tá
landsbúskapurin skal
»bjargast«
Tann fyrsti måtin, sum
tann borgarligi staturin i
øllum londum brukti fyri
at steðga »Oynskiligum«
lønarutviklingi, var at
banna stovnan av fakfel-
øgum
Men eftirhondini eydn-
aðist tað arbeiðaraklassa
num at vinna rættin til at
skipa seg í fakfeløg, og
sum fakfelagsrerslan bleiv
meira umfatandi, so
noyddist staturin at brúka
onnur ráð, tá kapitalurin
kravdi stuðul til at stýra
lenarviðurskiftunum. Í
staðin fyri at banna fakfel-
øgunum setir staturin nú
mark fyri á hvenn hátt ar-
beiðarnir kunnu brúka
fakfeløgini i lenarstrið-
num, t.d. vid at avmarka
rættin til at nyta verk-
fallsvápnið (semings-
stovnar. arbeiðsrættur)
Tó hava slíkar atgerðir
ikki verið nóg mikið til at
halda lenum niðri á eini
fyri kapitalin rimiligari
stødd. Ti hevur statsliga
uppileggingin funnið aðr-
ar formar enn teir reint
løgligu
Teir nyggju formarnir
eru brukiligir av ti at nær-
um allar lønarsamrådingar
verða ferdar sentralt.
Uppílegging í lenarviður-
skiftir er tað, sum rópt
verður inntøkupolitikkur.
Av ti at inntøkupoli-
tikkur tá saman um kem-
ur altid er um at halda løn-
um niðri, ongantid eðrum
inntøkuformum, hevði
orðið lenarpolitikkur verið
rættari, sjálvt um inn-
tøkupolitikkur i tí polit-
iska tjakinum fevnir um
allar statsligar avgerðir
sum åvirka inntøkurnar i
øllum samfelagnum
Obeinleidis
uppilegging
Statsligar uppileggingar i
lønarvidurskiftir fyri at
minka um lønarkostnadin
hjå kapitalinum eru av
ymiskum slag. Meira ella
minni beinleiðis. Tað er ó-
beinleiðis uppilegging. tá
staturin roynir at ávirka
lenarviðurskiftini uttan at
hótta við ella seta sank
tiónir í verk.
Tað fyrsta stigið í stats-
ligari uppilegging er oft-
ast, at tingið ella stjórnin
mælir samráðingarpertu-
num til at hava samfelags-
búskapin í huganum og
visa samfelagssinni. Tilik
tilmælir eru å ongan hått
bindandi, men i teimum
førum har stjórnin og fak
felagsleidslurnar liggja
nær hverjum eðrum t.e
tær hava somu uppfatan
av teim aktuellu og kom-
andi buskaparligu viður-
skiftunum, er stórur
meguleiki fyri at tilmælini
verða fylgd. Er tað ikki
so, fáa hesi tilmælir lítlan
ans.
Næsta stigið í uppilegg-
ingini er, at serfrødingar
(t.d. búskaparráðið) koma
við »neutralum« frágreið-
ingum um støduna og út-
frá teimum mæla til at
samfelagstervurin verður
uppfyltur. Hesir sefrød-
ingar eru »neutralir« á
tann hátt, at teir ikki eru
beinleiðis knýttir at nekr-
um av pertunum á arb-
beiðsmarknaðinum ella
stjórn. Teir eru sjálvandi
ikki neutralir eftir einum
klassasjónarmiði. Teirra
ráð verða givin út frá
teimum áhugamálum to-
talkapitalurin hevur í tí
aktuellu støduni. T.v.s.
teirra råd eru so at siga
innrættadi eftir ti, sum
tann kapitalistiska skip-
anin i sær sjålvum krevur,
heldur enn eftir ti, sum
teir einstaku kapitalistar-
nir krevja.
Munurin å hvussu til-
mælir frá serfrødingum og
stjórnarpolitikkarum
verða móttikin hongur
saman við. at serfreðingar
leggja síni tilmælir fram
sum úrslit av óheftum vis-
indaligum arbeiði. Hetta
hevur helst størri tydning
í teimum førum har stjórn-
arflokkarnir og leiðslurnar
i fakrersluni ikki eru
knýttar til hvenn annan.
Oftast tá stjórnin ikki er
sosialdemokratisk.
Tað triðja stigið í óbein-
leiðis statsligu uppilegg-
ingum er, at stjórnin upp
undir sáttmálasamráðing-
ar boðar frá broytingum í
skattinum og falli í stats-
útreiðslunum. Grundar
lagið fyri tilikum tiltøkum
er ein uppfatan av, at tað
er nettolenin sum arbeið-
arin fyrst og fremst hevur
áhuga fyri, og at inflatión-
in hevur ekt so mikið um
tær vanligu arbeiðaralen-
irnar, at tær nominelt eru
so hegar, at tær koma
uppá tann progressiva
partin av skattaskipanini.
Statsútreiðslurnar
kunnu verða brúktar
royndunum at ávirka len-
arviðurskiftini á tann
hátt, at tað almennað við
at broyta t.d. útbúgving
armøguleikar og sosialar
veitingar beinleidis åvirk
fotin hjå arbeidara-
klassanum
på
ar II
Beinleidis
uppilegging
I teim flestu vestureuro-
pæisku londunum hevur
staturin eisini lagt bein-
leiðis uppi lenarsamráð-
ingarnar.
Við argumentum um at
„vit eru øll í sama båti«
hendur tað, at staturin
leggur beinleiðis uppi len-
arsamráðingar við at gera
eitt semingsuppskot til
lóg. Tær uppgivnu grund-
irnar eru oftast, at partar-
nir ikki kunnu semjast um
ein sáttmála sum er sam-
felagsliga góðtakiligur ella
at samráðingarslit kunnu
føra til verkfall, sum er
skaðiligt fyri samfelags-
búskapin.
Men tað er helst so, at
sjálvur møguleikin fyri
statsuppilegging ger, at
fakfelagsleiðslurnar ofta
rætta seg eftir meira bein-
leiðis tilmælum, so bein-
leiðis uppilegging gerst 6-
neyðug.
Ein annar formur fyri
beinleiðis uppilegging er,
at staturin, saman við
bæði arbeiðara-, arbeiðs-
gevara- og eðrum vinnu-
feløgum samrådast um
heildarloysnir, sum á
pappirinum altið eru inn-
rættaðar so, at allir sam-
felagspartar mugu lata
nakað fyri at bjarga landi-
num. Sjålvt um veruleikin
altið er tann, at lentakar
nir bera tær tungu byrðar-
nar, so er hesin formurin
lættari at fremja, ti uppi-
leggingin er úrslit av
»frælsum« samráðingum,
og av somu grund ikki
kennist so harðlig, sum
beinleiðis lógardiktat.
Fakrørslan og
inntøkupolitikkur
Umframt tær beinleidis
fylgjurnar sum inntøku-
politikkurin (les lønarpoli-
tikkurin) hevur fyri livi-
fótin hjá arbeidaraklassa-
num, hevur hann álvar-
samar fylgjur fyri fak-
rørsluna sum striðsamboð
í klassastriånum.
Inntøkupolitikkur merk-
ir at lenarviðurskiftini
verða avgjerd uttan at ar-
beiðaranir hava nakra
beinleiðis åvirkan. Av-
gerðirnar verða tiknar á
hegum stigi — antin sum
statsligt diktat, ella sum
heildarloysnir í samráð-
ingum millum statin, fak-
rørsluna og arbeidsgevara-
feløgini. Tilikar korpora-
tivar atgerðir mugu log
iskt føra til at arbeidara-
klassasjónarmiðini fána
burtur i samarbeiðsanda-
num >vit eru øll í sama
båti«. Og harav fylgjur at
kapitalurin fær gott og
væl sín part.
Ideologiskt kann tann
av klassasamstarvslinjuni
møguligi inntøkupolitikk-
urin føra til at byti millum
løn og profitt ikki fram-
vegis av fakfelagslimu-
num verður uppfatað, sum
eitt úrslit av styrkini
klassastríðnum men eitt
úrslit av tekniskum, bú-
skaparligum útviklingi.
Skipanarliga er tað inn-
lýsandi, at luttska fak-
rerslunar í inntøkupoli-
iskum tiltøkum má føra
við sær at sentraliseringin
i fakrørsluni verður ferd
nógv longur enn tað er
neyðugt og ynskiligt fyri
eitt klassastridsfelag, sum
avgerandi hevur gott sam-
band millum limir og
leiðslu fyri neyðuni.
Saman um tikið hevur
inntøkupolitikkur altíð til
endamåls at hindra at
herðingin i klassastriånum
skal kunna broyta lutfallið
millum len og profitt til
frama fyri lentakararnar.
Ti er niðurstaðan tann,
at sosialistar mugu berj-
ast ímóti allari statsligari
uppilegging í lønarvidur-
skiftir.