týsdagur 6. august 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 147 - 6. august 2002
Nr. 147 - 6. august 2002
27
FCK er nú millum oddaliðini
Todi hevði tveir góðar
møguleikar, men tað
var avloysarin hjá
honum, sum syrgdi
fyri at sigurin kom til
høldar
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tvey umfør eru spæld av
donsku superliguni, og
longu nú er tað soleiðis, at
einki lið hevur fult stigatal.
Enn eru tað fleiri, sum ikki
hava tapt, og FCK er mill-
um teirra, sum hava vunnið
eina ferð og spælt ein javn-
leik.
Hesa ferð var føroyska
liðið í Keypmannahavn í
útjaðaranum av høvuðs-
staðnum. Í Køge hava teir
ongantíð áður spælt í tíggju
ára gomlu superliguni, og
tað eru seytjan ár síðani, at
teir vóru í fremstu røð, sum
tá kallaðist 1. división.
Eingin ivi var um, at
favorittarnir úr FCK høvdu
betri spælarar, og at teir
høvdu størri breidd. Men
tað gekk striltið, sera stril-
tið at fáa málini, sum skulu
til, um ein fótbóltsdystur
skal vinnast.
Í síðsta minuttinum und-
an steðginum fekk FCK
brotsspark, sum Thomas
Røll Larsen setti í málið.
1–0 er eingin leiðsla at
hvíla á, og eitt korter undan
dystarenda fingu teir í FCK
ein orduligan skelk, sum
næstu løtuna sá út til at
skula kosta teimum sigurin.
Eftir flatt innlegg úr høgru
og snilda detalju av Tommy
Olsen, sum leingi hevur
verið fremsti álopsmaðurin
hjá Køge, kom bólturin í
ein av verjuspælarunum hjá
FCK, snýtti málverjan og
fór í málið, og harvið var
1–1, og sensatiónin lúrdi.
Kortini eydnaðist tað
FCK í evstu løtu at fáa tvey
mál og harvið at fáa øll
stigini við aftur til miðbýin.
Peter Møller, sum eitt kor-
ter undan leikloki hevði av-
loyst Toda Jónsson, stútaði
fyrra málið. Hann varð
spældur leysur av Carsten
Fredgaard, sum eisini var
innskiftur. Hann hevði loyst
Peter Nielsen av.
Zuma staðfesti 3–1 sigur-
in í síðstu sekundunum.
Sambært donsku fjølmiðl-
unum var Zuma ikki serliga
væl upplagdur hesa ferð.
Hann tóktist troyttur og at
treingja til hvíld meiri enn
nakað annað. At hann støð-
ugt hevur vant og spælt
dystir við FCK og suður-
afrikanska landsliðnum í
næstan tvey ár, verður hild-
ið at hava sett síni spor.
Todi Jónsson var eftir
smáskaðarnar aftur millum
teir fyrstu ellivu. Tað var
dynamikkur yvir spælinum
hjá honum, hann tiltuskaði
sær tveir góðar møguleikar,
men krúnan á verkinum hjá
einum álopsspælara – mál-
ini – restaðu. Eina ferð
sneiddi Todi seg leysan av
verjuni, og tá málverjin
kom út ímóti royndi hann at
lyfta upp um hann, men
bólturin fór eisini omanfyri
málið. Eina ferð drønstút-
aði hann úr trettan metrum,
eftir at Zuma hevði lagt
innfyri úr høgru, men mál-
verjin bjargaði.
Málríkt umfar
23 mál vórðu skorað í teim-
um seks dystunum. Tað vil
siga, at miðaltalið var
næstan fýra, og tað má met-
ast at vera nógv, tá havt
verður í huga, at eingin
dystur endaði við stórsigri.
Størsti
skelkurin
var
leygardagin í Brøndby, har
heimaliðið undir leiðslu av
Michael Laudrup rættuliga
kom niður á jørðina. AB
vitjaði og fór avstað aftur
við fult uppibornum 3–1
sigri, eftir at teir eftir fyrra
umfarið
høvdu
verið
frammanfyri 3–0. Michael
Laudrup ásannaði, at tað
hansara menn høvdu víst í
1. hálvleiki var undir allan
kritikk.
Kanska var tað europe-
iska luttøkan, sum órógv-
aði. Hvussu tað verður við
tí stríðnum fæst at síggja í
morgin, tá Brøndby skal
spæla í albanska høvuðs-
staðnum Tirana.
Eins góðir og Brøndby
Í Århus hevur fótbóltslagið
ikki verið nakað serligt í
fleiri ár. Stóra felagið í bý-
num, AGF, hevur støðugt
stríðst fyri at varðveita
sessin í bestu deildini. Und-
an
summarsteðginum
megnaðu teir tað akkurát,
men nú eru aðrir tónar at
hoyra, og tað sæst á vølli-
num, at nýggi venjarin,
Poul Hansen, hevur fingið
skil á.
Eftir 2–2 á heimavølli
frammanfyri tíggju túsund
áskoðarum hildu spælarar-
nir, at teir hava eitt eins gott
lið og Brøndby. Tað er ein
ikki sørt næsadjørv útsøgn,
tá gongdin síðsta kapping-
arár verður havd í huga.
Men moralurin var góður
í Århus sunnudagin. Es-
bjerg kom á odda 1–0, og í
síðsta
álopinum
undan
hvíldini øktu teir. Í fjør
hevði henda gongdin heilt
víst skotið AGF í senk. So-
leiðis var ikki hesa ferð.
AGF reisti seg og prógvaði
harvið, at liðið hevur fingið
ein spælistíl, og at teir hava
sinniliga yvirskotið, sum
skal til. Esbjerg málverjin
kiksaði heilt illa beint eftir
steðgin, tá innlegg kom úr
høgru, sum hann ikki
megnaði at halda. Nýggi
maðurin í AGF álopinum,
Morten Poulsen, skoraði,
og hann stóð eisini fyri út-
javnandi málinum.
OB var á odda 2–1, tá tað
var hálvleikt. Men Silke-
borg javnaði og fekk harvið
fyrsta stigið í hesum kapp-
ingarárinum.
Í Farum var lagið heilt
gott. Eftir 2–2, tá tað var
hálvleikt, megnaðu teir at
vinna 3–2 á Viborg, og har-
við var fyrsti sigurin í sup-
erliguni nakrantíð komin til
høldar. AaB, sum í fyrsta
umfarinum vann í Esbjerg,
var aftur á útivølli. Talan
var um grannastríð í Ikast
ímóti FCM, sum vann 2–0.
Landsliðsvenjarin var
eygnavitni til, at
Christian Høgni
Jacobsen átti stóran
leiklut í Vejle útisigri-
num á Brønshøj
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Christian Høgni Jacobsen
er væl fyri. Tað vísti hann í
Tingbjerg í Keypmanna-
havn leygardagin, og tað
nýtist eingin at siga før-
oyska landsliðsvenjaranum.
Henrik Larsen var millum
teir bara 357 áskoðararnar,
sum í oysandi regninum
fylgdu
heimaliðnum
Brønshøj.
Vejle vann 1–0. Teir
fingu málið í fyrsta álopi-
num eftir steðgin. Christian
Høgni Jacobsen skoraði
ikki málið. Tað varð Jerry
Brown skrásettur fyri. Men
málskjúttin undirstrikaði
staðiliga, at tað var Christ-
ian Høgni Jacobsen, sum
átti forarbeiðið, og at tað
var talan um stórt einmans-
avrik hjá føroyska lands-
liðsspælaranum.
Á heimasíðuni hjá Vejle
Boldklub fær avrikið og
uppleggið til einasta málið,
sum Christian Høgni Jac-
obsen stóð fyri, skribentin
at minnast aftur á ein av
bestu spælarunum hjá Vejle
nakrantíð. Hann heldur, at
tað mest av øllum líktist tí,
sum John Sivebæk plagdi
at útinna.
Christian Høgni var mill-
um teir fyrstu ellivu, og
hann var vongverji í høgru
síðu. Í venjingardystunum
hevur annars verið lagt upp
til, at Christian Høgni
skuldi verða annar av
fremstu monnunum. Men
mikudagin varð vongverjin
í høgru, Christian Keller,
seldur til superligu felagið
Viborg FF. So vóru góð ráð
dýr hjá venjaranum, Frank
Petersen. Hann valdi at
flyta Christian Høgna aftur
á høgra vongverjan, sum
hann røkti í fleiri av dyst-
unum hjá NSÍ fyrr i summ-
ar, og so varð pláss fyri
Jerry Brown í álopinum.
Í fyrsta álopinum eftir
steðgin streyk Christian
Høgni Jacobsen av egnari
hálvu og til baklinjuna, og
so smekkaði hann flatt inn-
fyri og í brotsteigin.
– Christian Høgni átti alt
hatta málið, sum tað var.
Mín uppgáva var bara at
seta innaru síðuna á. Tað
var sera einfalt og lætt,
undirstrikaði málskjúttin.
Venjarin hjá Vejle, Frank
Petersen, var heilt væl
nøgdur við avrikið hjá før-
oyska spælaranum:
Han udfyldte rollen som
højre kant på fortringlig
vis, segði venjarin um
Christian Høgna. Umframt
føroyska spælaran hevði
venjarin hug at nevna Vejle
málverjan, Stig Olsen, sum
eisini er málverji á U–20
landsliðnum. Hann hevði
fleiri sera góðar bjargingar,
tá heimaliðið síðsta korter-
ið av 1. hálvleiki og fittar
løtur av seinna umfarinum
hevði hug at trýsta. Men
teir fingu einki mál, og har-
við kom Vejle betri frá
fyrsta umfarinum, enn teir
eru komnir síðstu sjey ár-
ini.
Christian Høgni átti sigursmálið
Christian Høgni Jacobsen
legði upp til málið hjá Vejle í
dystinum ímóti Brønshøj, og
varð róstur av Vejle-
venjaranum fyri avrikið á
einum heldur óvanligum
vongverja-plássi.
Mynd: Savnsmynd
Akfør
TIL SØLU
4 vetrardekk, Firestone, 175/65
R14, lítið og einki brúkt. Seljast við
felgum fyri 3.000 kr.
Tlf. 314876 / 214876
TOYOTA COROLLA
Toyota Corolla frá juli '96. Í sera
góðum standi. Hevur bert koyrt
69.000 km. Til sølu um hóskandi
boð fæst.
Tlf. 314876 / 214876
TOYOTA COROLLA
Toyota Corolla 1,3 frá '86. Bíliga til
sølu sum eykalutir.
Tlf. 314465 / 253443
MOTORUR
Toyota Hiace motorur, 2400ccm, til
sølu fyri 4.800 kr. Eg havi eisini
aðrar eykalutir. T.d. felgur, rútar og
nógv annað. Ring og spyr.
Tlf. 423572 / 210560
FELGUR TIL SØLU
14" sportfelgur við heilársdekkum
til sølu fyri 4.000 kr. Nýprísur:
6.500 kr. (sum nýtt).
Tlf. 252326
NISSAN CHERRY
Ein Nissan Cherry 1,5 aut.gear frá
'86. Bilurin hevur nummarplátur og
kann koyra. Kann eisini brúkast
sum eykalutir.
Tlf. 313790 / 220405
TIL SØLU
Mazda Bj 2500 Picup dupult cabin
ikki 4x4, koyrt 28000 km, árg.
11/05/2000, til sølu fyri 80.000 kr.
Tlf. 224496/457860
PEUGEOT 306
Peugeot 306 1,9 Diesel frá mai '95.
Tlf. 443208 / 210755
TOYOTA CAMRY
Toyota Camry frá '89 til sølu.
Oljutangi til sølu.
Tlf. 216363
OPEL ASTRA 1,6 STW
Árg. mai 98, km. 64.000, sýnaður
mai 2002, vælhildin. Kr. 115.000.
Tlf. 319440
VW GOLF
VW Golf GTI frá nov. '85 til sølu.
Tlf. 311477
JEEPUR TIL SØLU
Svartur Suzuki Vitara vøruvognur
frá '91 til sølu. Hevur el-rútar og
powerstýring. Nýsýnaður.
Tlf. 211641
EYKALUTIR
Eykalutir til Ford Sierra Plaza frá
'89 til sølu. Manglar tær ein
eykalut so ring!
Tlf. 213695
NISSAN MICRA
Nissan Micra 1,0 frá okt. '98 til
sølu um hóskandi boð fæst. Bilurin
er vælhildin.
Tlf. 222550 ella um kvøldið
322573
DAIHATSU CHARADE
Daihatsu Charade frá '88 til sølu.
Anlegg v/ hátalarum fylgir við.
Prísur: 12.000-15.000 kr.
Tlf. 226621 / 317714
BMW M3
BMW M3, 200 hk. Nýsýnaður.
Hevur stereoanlegg, sportfelgur,
leðurkabinu og sóltak.
Tlf. 218255 / 266000
FORD SIERRA
Ford Sierra CLX 2,0i frá '91, bíliga
til sølu.
Tlf. 221487
TOYOTA CAMRY
Nýsýnaður Toyota Camry SV21.
Bilurin er nýlakeraður, hevur
sportfelgur og sóltak og sær gott
út.
Tlf. 218255
NISSAN PATROL
Nissan Patrol 3,3 turbo. Stutta
modellið, við setrum aftan.
Tlf. 218255 / 266000
NISSAN BLUEBIRD
árg.89.nýsýnaður við sleipikróki
bíliga til sølu.
Tlf. 332847--257647
EYKALUTIR
Eykalutir til Mercedes 190, árg.
'88-'92 til sølu.
Tlf. 217778
FORD SIERRA
Ford Sierra, árg. '89 til sølu fyri
4.000 kr. Sportfelgur fylgja við.
Tlf. 317362 ella 217362
VW GOLF
VW Golf, árg. '87 til sølu fyri 6.000
kr.
Tlf. 316265
FORD SIERRA
Ford Sierra 2,0 - árg. '91 til sølu.
Nýsýnaður, ongan kross. Sær gott
út og er í góðum standi.
Tlf. 373288 ella 254079
RENAULT MEGANE
Renault Megane Coupe 1.6i frá
'96. Hevur koyrt 133.000 km. CD-
spælari og píkadekk á felgum
fylgja við.
Tlf. 441802
ELLISAKFAR TIL SØLU
Volvo Amazon árg. ´65 til sølu
Tlf. 26 42 69
DAIHATSU CHARADE
Daihatsu Charade G100, árg. '89.
Nýsýnaður, í góðum standi til sølu
fyri 10.000 kr.
228347 ella 312515
OPEL ASCONA
árg. 87, til sølu sum eykalutir fyri
2.000 kr.
Tlf. 254611 - 421600
Amboð
VIÐFESTISVOGNUR
Brúktur viðfestisvognur til sølu.
Mát á last: 370x170x40cm.KAJ
ANDREASEN & CO:
Tlf. 315600
SPROYTUKABINA
Sproytukabina, typa Blowtherm, til
sølu.
Tlf. (0045) 22438134
ROTORSLÁIMASKINA
Rotorsláimaskina til sølu. Passar til
allar traktorar. Slær 1,5 m breidd.
Til sølu fyri 5.500 kr.
Tlf. 451047
Arbeiði
REINGERÐ
Søkt verður eftir fólki til reingerð á
matvøruvirkinum Krás mánakvøld
til fríggjakvøld frá kl. 17–21.
Áhugað kunnu venda sær til Jens
Ingolf á:
Tlf. 311161, P/F Poul Hansen
BÓKHALDSARBEIÐI
Eg kundi hugsað mær eitt
bókhaldsarbeiði eftir vanliga
arbeiðstíð, ið er uml. 10 tímar um
vikuna. Er áhugi fyri hesum, so
vinarliga ring á
tlf. nr. 318811, e. kl. 17.00
BÓNDAGARÐSARBEIÐI
Fólk søkist til ymiskt fyrifallandi
bóndagarðsarbeiði.
Tlf. 313963 / 223777
SPROYTING
Tilboð ynskist uppá at
sproyta/lakkera eina borðplátu.
Skal verða sera væl gjørt, háglans.
Ring tlf. 421424 og gev eitt boð
YNSKIST
Eg ynski at fáa tjans, sum
avloysari, við línu- ella snellubáti
úr Klaksvík.
Tlf. 223282
HÚSASMÍÐ OG UMVÆLING
Alt timburarbeiði verður gjørt, nýtt
sum gamalt innan og uttan. Fa.
Húsaumvæling,
tlf. 215214
Barnaansing
BARNAANSING
Vit leita eftir kvinnu at ansa 2 ára
gomlum drongi gerandisdagar frá
15. august.
Tlf. 314740
BARNAANSING/HÚSHJÁLP
Vit søkja eftir ungari gentu, sum
kundi hugsað sær at arbeitt sum
húshjálp i Danmark og passa tvey
børn í aldrinum 6 og 9 ár. Byrja 1.
september.
Tlf. 0045 76968085
Barnaútgerð
KOYRISTÓLUR
Koyristólur til tvíburðar, av
merkinum Graco Duosport, til sølu.
Regnslag fylgir við.
Tlf. 315154 / 250530
YNSKIST
Tvillinga combi barnavognur
ynskist skjótast gjørligt.
Tlf. 318700 / 243224
EMMA OG NATASHA SELJA
Gráur Brio koyristólur v/ galesju:
600 kr. Pusliborð v/ baðikari: 500
kr. Bilstólur 0-18 kg: 500 kr. Alt í
allar besta standi.
Tlf. 319892
BARNAVOGNUR
Myrkabláur Brio barnavognur til
sølu fyri bert 1000,- kr. Er í góðum
standi og sær gott út. Babylift,
kurv, regnskjól og madrassa til
vognin og liftina fylgja við.
Tel. 312004
YNSKIST
Ein Hokus Pokus stólur ynskist til
keyps. Vinarliga ring
33 24 08 ella 26 00 45
BABYLIFT
Lítið brúkt babylift, myrkablá, til
sølu fyri 800 kr. Bara brúkt til eitt
barn.
Tlf. 226090 ella 252351
Bátaútgerð
MOTORUR YNSKIST
Hevur nakar ein Sole Diesel motor,
31 HK, 4 cyl. til sølu sum eykalutir,
vinarliga ring
tlf. 373004, best eftir kl. 17.
8-MANNAFAR
Frambygt 8-mannafar til sølu.
Glasfibur. Bygt í Kaldbak. Hevur
VHF og farvu ekkolodd.
Tlf. 251946 / 224209
RASARI TIL SØLU!
Rasari 5x2m, við 40 hk Mariner, til
sølu. Prísuppskot: 20.000 kr. ella
yvir.
Tlf. 217802 / 317686
TIL SØLU
M/B Støðsteinur til sølur. Hevur
fiskiloyvi og er útgjørdur til línu og
snellu.
Tlf. 455919 / 221519
SKRÚVUR TIL SØLU
Tríblaðað skrúva 17x11 H (132) til
30mm aksil, 1.000 kr. (nýprísur:
2.500 kr.). Tríblaðað skrúva 12x7
(minni) til 24mm aksil, 800 kr.
(nýprísur: 2.000 kr.).
Tlf. 229235
KØLIVATNSPUMPA YNSKIST
Kølivatnspumpa ynskist til keyps.
Merki: Sole Mercedes 36-42 HK.
Tlf. 456422
TIL SØLU
Um hóskandi boð fæst, verður ein
27 fót „Myra" glastrevja bátur
seldur. Báturin ið hevur ein MD40
Volvo Penta 6 Syl. 95 hk., er væl
útgjørdur við: 4 automatiskum El
snellum, hydraulisum línuspæli,
radara, ekkuloddi, kortplottara,
sjálvstýrara og gummi
bjargingarbáti.
Tlf. 214246
Bingo
VÁGS MATMØÐRAFELAG
Bingo verður í felagshúsinum
ónskvøldið 7. aug. kl. 19.30.
Vágs Matmøðrafelag
ARGJA RÓÐRARFELAG
Argja Róðrarfelag hevur gott bingo
í neystinum á Argjum 8. aug. kl.
19. Full pláta 400 kr., tó 6-12 spæl
500 kr. Á lutaseðli m.a. 2x500 kr.,
1x1.000 kr., 1x1.500 kr. Eykaspæl.
Koyring heim.
Argja Róðrarfelag
FRÁ ELDRAFELAGNUM NÓN
Bingo verður í Støkkhøllini
týsdagin 6. aug. kl. 19.30.
Eldrafelagið Nón
Bøkur
BØKUR
Vit taka ímóti bókum.
Tlf. 319630, Reyði Krossur
Føroyar
Burturm. /funnið
SÓLBRILLUR
Hevur nakar funnið einar sólbrillur
í einum brúnum hylki 26. juli 2002.
Eru mistar millum Kongabrúnna og
Kondittaríið. Vinarliga ring:
Tlf. 263284
NOKIA 3330
Er tað nakar, ið hevur funnið eina
Nokia 3330? Eg havi mist hana 11.
juni í Tórshavn ella á Toftum.
Vinarliga ring til mín.
Tlf. 448036, Eir
KETTLINGUR
Kettlingur burturblivin í
Kristiansgøtu tann 31. juli. Hann er
gráflekkutur. Um nakar hevur sæð
hann, vinarliga ring á:
Tlf. 312231
FØROYSK HÚGVA
Hevur nakar funnið eina føroyska
húgvu, uml. 6-8 ár, í
Kommunuskúlagarðinum yvir til
Auto, Ólavsøkudag? Húgvan er
gomul, sum sæst á fóðrinum.
Vinarliga ring
Tlf. 314381 / 312552 / 318779
FYRIKLÆÐI
Fyriklæði til føroyska búnan, svart /
reytt vovið, burturmist á Ólavsøku.
Sig mær frá!
Tlf. 319700 / 311460
BURTURMIST
Eg misti fartelefonina á
ólavsøkukonsertini. Ein hvít Nokia
3310. Hevur tú funnið hana, so
vinarliga ring til mín á tlf 31 46 07
ella 22 81 35.
Bjørk
BROSJA
Brosja við mynd av Havnarkirkju
burturmist á ólavsøku tann 27. juli.
Um tú hevur funnið hana,
vinarligast ring á
Tlf. 314137
STARVSFÓLK Á
FLOGVØLLINUM
Er onkur av tykkum komin frá á
eitt myndatól av slagnum Olympus
SE Zoom 115, sum var gloymt
umborð á Atlantsflog
ólavsøkukvøld, so ringið.
Tlf. 319386 /
219386
HÁLSKETA FUNNIN
Ein lítil hálsketa er funnin í
hølinum hjá Grímu eftir
Akvariuframsýningini sunnudagin
28 juli. Eigarin kann ringja
tlf. 313025
ER KETTA TÍN HORVIN?
Grá ketta við gulbrúnum plettum
og hvít á bringuni og upp á trýnið,
funnin á Ternuryggi.
Ring tlf. 215214
BURTURMIST Á ÓLAVSØKU
Um nakar hevur funnið mítt
ljósagráa bundna mannfólkakot við
snarlási framman, vinarliga ring til
mín. Tað hevði glett meg!
Tlf. 314199 /
219152
SILKITURRIKLÆÐI
Blátt silkiturrIklæði burturmist um
ólavsøkuna. Nærhendis Dj. í
Geilsgøtu - J. Broncksgøtu. Finnarin
biðist ringja.
Tlf. 422045
Býli
ÍBÚÐ YNSKIST
Íbúð ella stórt kamar ynskist til
leigu skjótast gjørligt í Havn ella
nærhendis.
Tlf. (+45) 98945356 /
e-mail: bhe75@sol.dk, Bogi
YNSKIST
Kvinna síðst í 30-unum søkir hús
ella íbúð við min. 3 kømurum til
leigu í høvuðsstaðarøkinum.
Tlf. 258589
ÍBÚÐ Í KBH YNSKIST
Íbúð í Keypmannahavn ella
nærhendis ynskist til leigu ella
framleigu sum skjótast.
Tlf. 318884 /
221638
ÍBÚÐ
Møblerað íbúð í Havn til leigu í
umleið 3 mðr. Prísur: 4.000 kr. um
mðr. við ljós og hita. 2. mðr. leiga
forút krevst.
Tlf. 253455
HÚS Í HOYVÍK
Hús í Hoyvík til leigu sum skjótast.
3 kømur, køkur, stova, bryggers, 2
wc. Tey liggja í barnavinarligum
umhvørvi.
Tlf. 221006
ÍBÚÐ YNSKIST
Vit eru tríggjar 20 ára gamlar
gentur, ið ynskja íbúð í Havn. Vit
gjalda til tíðina, fara sera væl um
og hvørki roykja ella drekka.
Vinarliga ring
220949
Í SANDOYNNA AT
FERÐAST!!
So eru stór og góð hús við øllum
hentleikum í Skopun til leigu.
Húsini eru eisini vælegnaði til
bólkar. Nærri frættist á
Tlf. 361061 /
361334
HÚS TIL LEIGU
Vegna skúlagongd uttanlands,
leiga vit hús okkara út í fyribils 1
ár við innbúgvi.
Bill.mrk. 070
Lýsingin ynskist:
ferðir
(set X) undir teiginum:
❑ Akfør
❑Amboð
❑Arbeiði
❑ Barnaansing
❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð
❑ Bingo
❑Brævaskifti
❑Burturm./funnið
❑ Býli
❑Bøkur
❑Dansur
❑Dýr
❑Fundir
❑Húsarhaldstól
❑Innbúgv
❑Lutaseðlar
❑Leikur
❑Matur
❑Pløgg
❑Samband
❑Súklur
❑Teldur
❑Tónleikur
❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt
❑
Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi á miðdegi
2 dagar fyri útkomudag. T.v.s. at lýsing til ley-
gardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á
middegi. Lýsingarnar, ið gjaldast skal fyri, koma
ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar.
Sent hevur:
Navn:………………………………………..
Bústaður:……………………………………
Bygd/býur:………………………………….
Tlf.: ………....
Lýsingartekstur
1
2
3
4
5
»Lýsingartorgið«
Box 76
110 Tórshavn
Til
frímerki
Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar:
privatar lýsingar
í mesta lagi 40 orð
bert ein lutur í hvørjari lýsing
hægsta søluvirði 20.000 kr.
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
Vanl. lýsingaprísur:
frá fyritøkum og virkjum
fleiri enn 40 orð
søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr.
tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð:
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
70,- kr. við MVG hvørja ferð:
lýsingar undir teigunum:
»Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar
LÝSINGARTORGIÐ
C
M
Y
K
27
26