Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2000 út at koyra Suzuki Alto er ársins bíligasti bilur Suzuki Alto vann kapp- ingina um at verða „Årets billigste bil“ skrivar blað- ið, Penge & Privatøko- nomi, í seinastu útgávuni. Blaðið hevur roknað út hvat tað kostar at hava bil í trý ár og 45000 km, við bensinútreiðslum, service, viðlíkahaldi, árligum eig- araavgjaldi og avskriving- um. Kelda: Motor Magasinet MAGNUS GUNNARSSON Gunnar Hansen má metast sum ein sera fjølbroyttur handilsmaður, hann kom til Føroyar í 1948 sum bóka- sølumaður. Tað vísti seg, at hann kundi selja alt frá bók- um til gamalt jarn, og frá sjokolátu til jarnbreyta- skinnarar. Keypur skip til upphøggingar Gunnar Hansen var dani, føddur 23. oktober 1914 í Holeby á Falster. Hann var útbúgvin bil- smiðjur og kom til Føroyar í 1948 sum bókasølumaður. Hann sá beinanvegin fleiri møguleikar her í landinum, tí skjótt fór hann at keypa og selja gamalt jarn. Hann búsettist her og gift- ist við Annbritt Højgaard, dóttir Hans Jacob Højgaard, lærara og tónaskald. Tá Seinni Heimsbardagi var av, vísti tað seg, at eftirspurn- ingurin eftir jarni var sera stórur, og Gunnar Hansen keypti fleiri skip til upp- høggingar. Millum annað keypti hann fleiri hvalabátar og farmaskipið “Barjama” sum fór á land út fyri Kirkjubø í 1952. Tey flestu skipini blivu løgd við bryggju og fyri ein part avmonterað, síðan send av landinum sum gamalt jarn. Bilar, motorsúkklur og knallertir Miðskeiðis í fimtiárunum fór hann at selja bilar, mot- Fjølbroyttur handilsmaður Tá BMW lýsti Rover til sølu, søgdu teir at Land Rover ikki skuldi seljast. Men nú hevur Ford keypt Land Rover, sum hevur givið yvirskot í fleiri ár. Kelda: Motor Magasinet Ford keypt Land Rover Mercedes Benz Daimler Chrysler eigur Mercedes Benz. Teir eru partaeigarar í koreanska SsangYong, hava sam- arbeiðsavtalur við VW og Mitsubishi um menning og sølu, keypa ventilar frá BMW, og motorar frá Mitsubishi og VW. Eisini selja teir chassis til Por- sche og motorar til SsangYong og Mitsubishi. Kelda: Bilen Motor & Sport Gunnar Hansen hevði umboð fyri Mercedes, DKW og NSU bilarna orsúkklur og knallertir. Hann fekk aðalumboð uppá Mercedes Benz, DKW Auto Union, Fiat og NSU. Mercedes-Benz vóru brúktir sum hýruvognar, vørubilar hjá handilsfyri- tøkum og bussar til rutu- koyring millum bygdir. DKW og NSU vóru mest seldir sum privatbilar. Vit í Føroyum høvdu nokk einki kelinavn til DKW bilarnar. Í Týsklandi høvdu DKW bilarnir keli- nøvn sum “Das Kleine Wunder”, danir kallaðu teir “Det Kørende Wækkeur”, sum kom av tí eyðkenda ljóðinum frá 2-taktmotori- num. Innan motorsúkklur, scootarar og knallertir hevði Gunnar Hansen fleiri um- boð, so sum MZ, Triumph, Suzuki, Heinkel, NSU, Der- by. Fyrstu tíðina, áðrenn Frits Jensen bygdi nýggju Esso servicustøðina í Gundadali, høvdu hann og Gunnar Hansen samstarv um tæn- astuveitingar á verkstaðnum hjá Sigird av Reyni niðri í Rættará. Tá Frits Jensen fekk aðal- umboð uppá Fiat bilarnar, helt samstarvið teirra mill- um uppat. Seinnu árini varð avtala gjørd við bilverk- staðin hjá Edvin Hammer. Sølan av bilum og eyka- lutum var heima hjá Gunnar Hansen í Lucas Debesar- gøtu. Góðgæti og køliútbúnaður Gunnar Hansen seldi Gram køliútbúnað og leveraði stór anlegg til m.a. Landssjúkrahúsið og fleiri flakavirkir, eisini hevði hann heilsølu av Toms, Anthon Berg og Galle&Jessen góðgæti. Hann leveraði jarnbreyta- skinnarar til havnaút- byggingina hjá Tórshavnar Havn, til teir stóru havna- kranarnar at koyra á. Gunnar Hansen andaðist í havn 20. oktober í 1968 næstan 54 ára gamal. Eftir tað helt konan, Annbritt Hansen fram við heilsøluni. Poul Gaard Hansen, sum hevði arbeitt har nøkur ár framman undan, kom aftur í starv, og var har til hann fór frá vegna aldur. Tann 15. november 1997 varð lýst í bløðunum við at heilsølan, P/F Gunnar Han- sen, gavst og tey takkaðu viðskiftafólkum sínum fyri gott samstarv. Keldur: Bent Jacob Hensen og Annbritt Hansen Myndatekstur Poul Gaard Hansen keypti ein Mercedes 180 hýruvogn í 1956. Eisini arbeiddi hann hjá Gunnar Hansen í mong ár. Her er Poul saman við bróðursynunum, Jóan Paula, Sigurd Heðin og Mikkjal Gunnar Hansen (1914-1968) var ein fjølbroyttur handilsmaður, sum kundi selja alt frá bókum til gamalt jarn, og frá chokolátu til jarnbreytaskinnarar. út at koyra MAGNUS GUNNARSSON Citroën Xsara Picasso er ein midi MPV, har konstrukt- ørarnir hava lagt dent á at gera ein elegantan og annar- leiðis bil, sum skal liva upp til listamannin, hann er upp- kallaður eftir. Bert tíðin kemur at vísa um tað eydn- ast, men t.d. í Danmark hava fleiri bílagt sær bilin áðrenn hann kom á markn- aðin. Samarbeiði við Picasso familjuna Citroën havur goldið nógvar milliónir fyri at fáa loyvi at brúka undirskriftina hjá heimskenda listamanninum til Xsara Picasso. Listamaðurin, Pablo Picasso, livdi frá 1881 til 1973, tá hann andaðist, 92 ára gamal. Ilt er at siga um honum hevði dámt at ein bilur bleiv uppkallaður eftir honum, og hvat hann hevði hildið um útsjóndina á hes- um bilinum. Picasso familj- an hevur eftir egnum ynski samarbeitt við Citroën um Xsara Picasso. Størri trivnaður innan Í grundini er Xsara Picasso ein Citroën Xsara við fimm Citroén fingið sín egna Picasso Citroën bilur uppkallaður eftir heimskenda listamanninum, Picasso Citroën Xsara Picasso SX 1.8 Motorurin 1.8 l 4 syl. 16 V 115 hk Dekkstødd 185/65-15 Bremsur Skivur framman og trumlur aftan Stødd og vekt: Longd 427,6 cm Breidd 175,1 cm Hædd 163,7 cm Vekt 1250/1300 kg (alt eftir motorstødd) Prísur: kr. 189.000,- (metallak + kr.1700,-) Søluumboð: Ivan Johansen Bilar Sp/f Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn tel. 313666 setrum. Innan er dúrkið heilt slætt, og lætt er at flyta seg runt í kabinuni. Við- førisrúmið er stórt og lessi- hæddin er lág. Øll setrini eru líka breið, og stólarygg- urin á tí mittasta setrinum aftan, kann leggjast fram- yvir og brúkast til borð, samstundis sum setrið kann førkast 14 cm frameftir, so borðið verður lættari at brúka. »Størri trivnaður innan« hevur verið lyklaorðið hjá teimum, sum hava konstru- erað bilin. Tað merkist eis- ini tá man koyrur bilin. Picasso er lættur at koyra, og koyrieginleikarnir eru sera góðir, sum vanligt er í fronskum bilum. Panelgearið virkar væl, instrumentini eru í miðjuni á instrumentborðinum, har eitt display sigur frá hvussu langt vit hava koyrt, meðal brennievnisnýtsla, hvussu nógv brennievni er eftir, meðalferð og ferðpilot. Aft- an er eisini gott at sita, setrini eru góð og lítið ljóð hoyrist inn í bilin. Diesel motorurin kemur seinni í ár Bilurin fæst einans í einari útgávu, hvat útgerð viðvík- ur, men møguleiki er fyri at bestilla eykaútgerð eftir ynski. Tveir bensinmotorar eru at velja í: 1.6i og 1.8i við 16 ventilum, og ein 2.0 HDi Common Rail, Turbo Diesel motorur kemur seinni í ár. Standard útgerðin er til dømis ABS bremsur við elektroniskari regulering av bremsukraftini, dupultan airbag og síðuairbag, allar 5 nakkapúturnar kunnu stillast, el-síðuspegl við varma, servostýring, elek- troniska startsperru, fjar- stýrt sentrallás, el-síðurútar framman, flúgvaraborð á baksíðuni á framsetrinum, pollenfiltur, stýring til radio er í rættinum. Bilurin vit royndarkoyrdu hevði air- condition. Eisini fylgir ein original innkeypstaska á hjólum við í keypinum. Tey sum hava hug at fara á eina Picasso framsýning, kunnu støkka inn á gólvið hjá bilasøluni, Ivan Johan- sen Bilar Sp/f. Bíligasta út- gávan kostar kr.169.000,-